fríggjadagur 6. oktober 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
21
vikuskifti 21
ongantíð gloymi
Ein ordans skúta
Grete Maersk er ikki hissini skip. Tað er 370 metrar til longdar og
tekur ikki færri enn 10.000 bingjur. Úr maskinrúminum, upp á
brúnna, eru heili 19 dekk og bara skorsteinurin er tríggjar hæddir.
Borð úr borði er hon 43 metrar breið á brúgvatakinum og vanliga
siglingarferðin er heilar 25-26 míl. Men teir hava havt hana uppi á
28-29 mílum onkuntíð, teir vóru seinkaðir eftir ferðaætlanini.
Grete Maersk hevur stabilisatorar, ið eru finnur upp á 18
fermetrar, hvør, sum stinga úr skipssíðunum. Tað ger, at altíð er
sum á gólvinum og tað longsta, hon hevur lagt seg, er bara 4 stig. Í
sigling rørist hon ikki, so tá er bara, tá ið hon snarar fyri at halda
av fyri øðrum skipum, at hon leggur seg eitt stig ella bæði tvey
í borðið. Veðurtíðindini eru so góð nú á døgum, at tað ber sum
aloftast til at sigla uttanum ódnarveður og tað verður vanliga gjørt
fyri at verja farmin. Men tey kunnu gott hava vind upp á 25-30
metrar um sekundið, uttan at vita av tí umborð.
Trygdarmanningin við Gretu Maersk er 13 mans, men við
reparatørum og aspirantum eru tey 24-26 fólk við.
Seint í summar varð Emma Maersk tikin í brúk og nú er hon
heimsins størsta bingjuskip, tí hon hevur akkurát yvirhálað Gretu
eitt lítið sindur, tí hon er 27 metrar longri enn Greta og tekur 1.000
bingjur fleiri.
Ólavur slapp eisini at
stýra MOB bátinum og
tað gekk við rúkandi ferð
Her eru teir á veg ígjøgnum Zues-veitina. Myndin er tikin av brúnni og
eisini her sæst, hvussu stórt skipið er
og eisini inn í húsini og tær vóru
spakar og vanar við fólk, tí tær
vinkaðu til okkara. Tær vistu,
nær málttíðirnar eru og tá lógu
tær altíð framvið og lúrdu seg
inn í húsini at bidda sær ein
góðan bita.
Eitt sera spennandi upplivilsi
var eisini, tá ið hann slapp við
upp í tann ræðuliga stóra kranan,
tá ið teir lossaður.
- Tá vóru vit yvir 50 metrar
uppi í luftini og tá var stuttligt at
síggja fólkini niðri á bryggjuni,
tí tey sóu ikki út til at vera størri
enn flugur.
At sigla ígjøgnum Zues veitina
var eisini merkiligt , tí har var
øgiliga smalt og í báðum síðum
var bara sandur og aftur sandur
so langt, sum eygað rakk, men
tey sóu eisini bygdir framvið
veitini.
Men tá ið teir komu úr aftur
veitini, var so nógvur sandur
fokin umborð, at neyðugt var at
spula dekk og alt annað, tí alt
var tann beri sandur og tá slapp
Ólavur eisini at royna seg við
spuluslanguni.
Hann fekk eisini onkrar
løtur at ganga við at standa
og eygleiða flúgvifisk í
Miðjarðarhavi og Reyðahavi.
Tað var ein sjón fyri seg, tí teir
vóru í ymsum litum, gulir og
bláir, og kundu sveima einar 150
metrar í luftini.
Tryggjaðu skipið
ímóti sjórænarum
Eitt tað mest spennandi á
ferðini var, tá ið teir skuldu
ígjøgnum Malakkafjørð ávegis
til Singapore. Tað er eitt sjóøkið,
sum er illa herjað av sjórænarum
og tí er neyðugt at tryggja skipið
ímóti hesum sjórænarum, sum
gera um seg har á leiðini. Og tað
verður gjørt við at steingja alla
apteringina.
- Síðani verða allir ljóskastarar
tendraðir og brandslangurnar
verða hongdar út um skipssíð
urnar at spræna útyvir skips
síðuna, so at sjórokið forðar
teimum í at ganga upp á skipið.
Annars eru sjórænarar væl
útgjørdir við bæði maskinbyrsum
og skjóttgangandi bátum. Er
talan um smærri skip, hendir
tað, at teir taka alt skipið um tað
er og blaka manningina íland
á onkrari oyggj. Skipið verður
so málað og skiftir navn og so
verður skip og farmur selt. Tað
kemur eisini fyri, at teir ganga
upp á skip og taka alt, sum hevur
verið, bæði pening, sjónvørp og
annað. Og hóast Grete Maersk
er bæði stór og skipssíðurnar eru
høgar og tað siglir skjótt, verður
bundið um heilan fingur.
Alt vendist við
Bæði Ólavur og mamman
hjálptu eisini pápanum í galluni
og serliga mamman fer helst at
verða saknað umborð, tí ímeðan
hon var við, fingu teir nýbakaða
kaku hvønn dag.
Tað einasta, sum var ringt, tað
var at venja seg við tíðarmunin.
Tað eru átta tímar á muni
á føroyskari tíð og tíðini í
Singapore, so tað kundi vera
ringt at venja seg við at sova um
náttina og vera uppi um dagin, tí
alt vendist við.....
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Ólavur er í langfarasigling við
pápanum. Tað var hann eisini tá
ið hann var sjey ára gamal, men
tað var við einum tangabáti, sum
var væl minni enn Greta Maersk.
-Vit sóu eitt sama slag skip og
tað sá øgiliga lítið út afturímóti.
Yvirhøvur hevur hesin túrurin
givið honum eitt heilt øðrvísi
áskoðan á stødd á skipum.
-Tá ið Smyril kom, helt eg, at
hann var øgiliga stórur, men nú
er hann onki, staðfestir hann.