fríggjadagur 6. oktober 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
22 vikuskifti
SKURÐTÍÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Ólavur Sjúrðarberg
Í 1999 leyp í Skorunum í Hattar
vík. Áðrenn tað gingu eini 80
seyðir har um summarið – 27
ær og so lomb og veðrar. Við
omanlopinum varð vanliga
farleið teirra burtur.
Í 2000 gjørdu menn av at
sleppa góðar 40 veðrar út. Tá
so farið var eftir teimum aftur,
vórðu teir riknir oman á helluna.
Veðrarnir vórðu síðani bundnir
niður, og so loraðir tveir og tveir
niður fyri 50 metrar høga bakkan
niður og í bátin, sum síðani
førdi seyðin heim til Hattarvíkar.
Ógvuliga baksut var hetta, og
haraftrat mátti altíð takast hædd
fyri sjónum og hvussu hann
skikkaði sær.
Hetta er síðani broytt og
seinastu trý árini hevur ein tyrla
ført seyðin heim í bygdina, og
soleiðis var eisini farna viku
skiftið, tá menn aftur vóru í
Skorunum eftir veðrum.
Tólv tímar burtur
Klokkan sjey á morgni fóru
menn frá húsum. Ein tíma seinni
vóru teir á eggini, har níggju
mans vórðu loraðir niður í
Hóirskor.
– Í Hóirskor tóku vit vit ein
veðr, og síðani fóru vit upp í
Eysturskor. Har var eisini ein
veðrur, sum vit tóku, loraðu
niður og sleptu, greiðir Poul
Jacob Zachariassen frá, sum var
við eftir veðrunum leygardagin.
Klokkan hálvgum tvey vóru
menn við veðrunum í rættini.
– Vit róku allar veðrarnar oman
á bakkan, har vit hava eina góða
rætt, og so var bara at bíða eftir
tyrluni, sum kom ein tíma seinni,
sigur Poul Jacob Zachariassen.
Klokkan trý høvdu menn
fingið seinasta veðrin upp í netið,
sum hekk undir tyrluni og síðani
settu bæði menn og tyrla kósina
heim eftir.
Samstundis sum meðan tyrlan
brúkti hálvan tíma um at koma
til Hattarvíkar, so skuldu teir
til gongu smáar 400 metrar
beint upp, áðrenn teir komu til
Hóirskor, har teir vóru hivaðir
upp.
Um seks tíðina á kvøldi varð
seinasti maðurin hivaður upp.
Talan hevði verið um ein góðan
dag. Bæði hvat veðrunum og
eisini hvat veðrinum víðvíkti.
Nú teir stóðu á eggini og fóru
at ganga heim í móti bygdini
aftur, kom nakað av regni og
mjørka, og tá kundu teir bara
gleðast um góða dagin, har teir
fingu 28 av 35 veðrum, sum hava
slept út, heim við aftur.
Klokkan nærkaðist sjey, tá
menn vóru aftur í Hattarvík.
Nú vóru tólv tímar síðani teir
fóru frá húsum, men tá høvdu
veðrarnir longu bíða í hálvan
triðja tíma í bygdini.
Eftir veðrum
í Skorunum
í Hattarvík
Tað eru nøkur ár síðani, at tey byrjaðu at
sleppa út í Skorarnar. Vanligt hevur verið, at
veðrarnir verða loraðir niður í bát og síðani
sigldir heim, men trý tey seinastu árini
hevur tyrla tikið veðrarnar og flogið teir
heim í bygdina. Fyri viku síðani vóru menn
í Skorunum eftir veðrum og fingu teir 28 av
35 heim við
Eisini var tíð at fáa sær
ein kaffimunn