Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 12. januar 2001 23 22 Nr. 8 - 12. januar 2001 Porsche Cayenne Á Frankfurt Motorshow komandi heyst verður ein Porsche Cayenne, ið er ein SUV, sum verður gjørdur í samstarvi við VW. Bilurin skal hava sportsligar koyriegin- leikar, og motorarnir verða frá 230 til 450 HK. FDM / Motor Cadillac Vizón Cadillac Vizón er ein blandingur av einum stationcar og SUV. Bil- urin, ið verður á Detroit Motorshow nú í januar, hevur t.d. On Star Sy- stem, sum via mobil- telefon og satellit vísir, hvønn veg man skal koyra, eins og trygd og service undir koyring. Kelda: FDM / Motor Pontiac REV Pontiac REV er ein heilt nýggjur bilur, sum er teknaður av einum 24 ára gomlum bildesign- ara. Forlyktirnar fylgja við tá, bilurin vendir, sum á Citroën DS frá 60-árunum. Kelda: FDM / Motor ÚT AT KOYRA BILAR Magnus Gunnarsson Tað eru hóast alt ikki so fáir bilar, sum eru umbygdir í Føroyum. Vanligt hevur verið, at lastbilar eru gjørd- ir um til bussar, eins og aðrir bilar eru bygdir um til tað endamál, sum teir skuldu brúkast til. Men bilurin, sum varð bygdur á Tunnuvirkinum Yviri við Strond, er eitt kapittul fyri seg í føroyskari bilasøgu. Almar Nordhaug Tað var norðmaðurin Alm- ar Nordhaug, ið kom til Føroya í 50-árunum at hjálpa til við at fáa gongd á Tunnuvirkið hjá Christian Holm Jacobsen Yviri við Strond, sum kom við hug- skotinum at byggja bilin. Hann fekk sær hendan bilin sum ítriv, meðan hann var her, og eisini fyri at prógva, at tað bar til at gera bilar í Føroyum. Bygdur á Tunnuvirkinum Almar Nordhaug kom ein dagin inn í Tunnuvirkið við einum gomlum Vauxhall bilmotori og stelli, sum hann hevði funnið á einum ruskplássi í Havn. Hetta var sera rúgvusmikið tilfar, sum tók nógv pláss inni á Tunnuvirkinum. Flest allir, sum arbeiddu á Tunnuvirk- inum, hjálptu til við at gera bilin eftir vanliga arbeiðs- tíð. Ein teirra var Schønn- ing Eysturoy. Við tað at bilurin var gjørdur úr jarni, var neyðugt at hava fólk, sum dugdi at sveisa við í arbeiðinum. Ein teirra var Vilmund Olsen, sum ar- beiddi hjá Vilhelm Nielsen. Arbeiðið við at gera bilin tók umleið eitt ár, í tíðar- skeiðinum 1955-56, og tá bilurin varð liðugur, fekk hann navnið »Du og jeg- bilurin«, tí hann bert hevði pláss fyri tveimum fólkum. Bilurin fer til Noregs Hóast hesin hvíti og reyði bilurin vakti stóran ans í Havnini, tykist ikki sum bløðini hava skriva um hann tá. Bilurin var framm- an fyri sína tíð, við t.d. bandavspælara við fýra hátalarum. Bilurin tók seg væl út tá hann koyrdi í havnargøtum. Hetta hevur verið ein sannur dreyma- bilur, við stórum veingjum aftan, sum var móti tá í tíðini. Ikki er lætt at avgera, hvat slag, bilurin hevur ver- ið, tí hann hevði Vauxhall motor og rammu, meðan aðrir lutir vóru av øðrum bilum – til dømis er kølara- gittari av einum Ford Con- sul frá 50-árunum. Bilurin bleiv góðkendur og fekk nummarplátuna Fø 307. Tá Almar Nordhaug fór heim aftur til Noregs, tók hann bilin við sær og koyrdi við honum í fleiri ár. Helst farin fyri onki Tá Schønning Eysturoy eina tíð var á fyritøkuni í Noreg, har Almar Nord- haug arbeiddi, koyrdi hann nógvar túrar við »føroyska« bilinum. Tað seinasta, nak- ar veit við vissu um bilin er. at hann bleiv brúktur sum framsýningarbilur í einum møblahandli í Oslo, og eftir at handilin var givin, veit ongin nakað um bilin. Føroyski bilurin er allar- helst farin fyri onki, men tíbetur eru nógvar góðar myndir tiknar av bilinum, meðan hann var her. Keldur: Dimmalætting / Sosialurin Bilurin sum bleiv bygdur á Tunnuvirkinum Her er bilurin uttan fyri Tunnuvirkið Yviri við Strond, har sum skrivstovan hjá Strandferðsluni er í dag. Aftan fyri bilin eru húsini hjá Búnaðarfelagnum. Lutirnir vóru av fleiri ymisk- um bilum, og kølaragittari er av einum Ford Consul. Myndin er tikin áðrenn bilurin fekk nummarplátur. Inni við húsini, høgrumegin á myndini, stendur ein skootari við nummar Fø218 Sum at hyggja inn í stýrihúsið á einum flogfari við nógvum kontaktum. Aftan fyri rattið sæst tann eini hátalarin, sum hevur eina kúpu av plexiglasi omaná Á hesi myndini frá 1956, er bilurin á eystaru bryggju í Havn, har »Dronning Alexandrine« hjá DFDS liggur flaggskrýdd. Sum tað sæst er stórur áhugi fyri bilinum. Við rattið situr Almar Nordhaug, og undir liðini á honum er Sofus Sivertsen, sum um hetta mundið var »motor- sagkyndig« Mynd: D.J. Mortensen BILAR Magnus Gunnarsson At siga, at rein dekk ikki glíða í kava, er møguliga ov nógv avgjørt, men nakað er hóast alt um tað. Nú kavin hevur ligið, er ofta komið fyri, at bilar við góðum vetrardekkum hava ilt við at klára seg í hálkuni. Ein orsøk kann vera, at dekkini eru ov skitin og treingja til vask. Dekkvask Nógv ár eru nú liðin síðan Dekkvask hjá Kemilux á fyrsta sinni kom á markn- aðin einaferð í sjeytiárun- um. Tað er nú einaferð so- leiðis, at eitt nýtt reint dekk hevur gott tak í kavanum, men við tað at vegirnir eru skitnir, verður mynstrið í kavadekkinum dálkað av olju og øðrum feittevnum. Hetta hevur við sær, at dekkið missir vegtakið í kavanum, og er ikki nærtil so gott sum tað annars kundu verið. Tá Dekkvask verður sproytað á dekkini, skal tað helst vaskast av aftur við heitum vatni, ella koyra bilin gjøgnum kavan og reinsa tey á tann hátt. Sporini í kavanum verða svørt av olju og aðrari dálk- ing, ið rennur úr dekkun- um. Hetta vísir, hvussu skitin dekkini eru. Eftir vaskingina verður bilurin heilt øðrvísi at koyra, og klárar seg nógv betur í kav- anum. Dekkvask á “Jyllands- Ringen” Einaferð í áttatiárunum stóð at lesa í Motor, lima- blaðnum hjá FDM, at teir høvdu roynt Dekkvask hjá Kemilux á teirra koyritekn- isku breyt, »Jyllands-Ring- inum«, og komu til ta nið- urstøðu, at tað var lívshætt- isligt at brúka. Sannleikin var, at teir høvdu royndar- koyrt dekkini undir skeiv- um fortreytum, við tað at teir sprændu Dekkvask á dekkini, og fóru síðan á prøvabanan við nógvum vatni. Hetta var sjálvandi ikki tað, Dekkvask var ætl- að til, og bleiv skrivingin harðliga átalað úr Føroyum. Eftir at teir hjá FDM vóru betur kunnaðir um, hvat evnið var gjørt til, komu teir seinni við eini um- bering. Vegleiðing frá Kemilux Á vegleiðingini á Dekk- vask dunkunum stendur, at Dekkvask er ein góð hjálp í kava og minkar um vandan fyri at bilurin glíður í kav- anum. Dekkvask skal sproytast á dekkið og síðan skolast av aftur við heitum vatni, ella koyra varliga aftur og fram í kavanum fyri at fáa Dekkvaskið av aftur. Viðgerðin kann end- urtakast, um tað er neyðugt. Eisini ráða Kemilux til at koyra varliga teir fyrstu 50 til 100 metrarnar, tí bilurin kann glíða, áðrenn dekkini eru heilt rein. Kemilux framleiðir eisini onnur evn- ir til bilar, so sum H 79 av- feitningsevni, Bilrútavask (sprinklaraveska), Bil Sjampoo, rustloysara o.a. Stovnað í 1965 Eftir at ein av stovnarunum av Kemilux, Schønning Eysturoy, hevði arbeitt á Tunnuvirkinum í Havn í mong ár, sást fyrst í seksti- árunum, at eftirspurningur- in eftir sildatunnum var fallandi. Hetta hevði við sær, at Schønning fór at leita sær eftir øðrum ar- beiði, og tá ein donsk fyri- tøka í bløðunum søkti eftir einum føroyskum umboðs- sølumanni í Føroyum, bleiv ein umsókn send sambært hesi lýsing. Tað vísti seg, at danska fyritøkan sendi umsóknina beinleiðis til HG Gip Chemical AB í Svøríki, ið gav Schønning loyvi til at framleiða teirra vaskievnir í Føroyum. Í 1965 stovnaðu Schønning Eysturoy, Gutt- orm Djurhuus, Absalon Eysturoy og Henning Eyst- uroy sápuvirkið Kemilux. Fyrsta sápan varð blandað í einum lítlum fýrrúmi í Vaktarhúsbrekku í Havn. Í sjeytiárunum tóku Absalon og Henning Eysturoy seg úr fyritøkuni, og Schønning og konan, Ingibjørg, saman við Guttorm Djurhuus hildu fram við Kemilux. Í 1978 flutti fyritøkan í nýggj hølir á Oyri, og var har í 11 ár, til teir í 1989 fluttu í stóra virkisbygningin í Mykinesgøtu í Havn. Umboðað í fleiri londum Næstan helmingurin av framleiðsluni fer til út- flutnings, og fyritøkan er umboðað í fleiri londum, sum til dømis í Danmark, Noreg, Grønlandi, Íslandi, Skotlandi og Kanada, eins og Kemilux reinsievnir hava verið brúkt eftir fleiri størri oljudálkingar í Før- oyum og uttanlands. Síðan 1986 hevur Jóhan Eysturoy verið stjóri á Kemilux, ella Kemilux Industri, sum fyritøkan eitur í dag. ÚT AT KOYRA Dekkvask frá Kemilux – Rein dekk glíða ikki í kava Schønning Eysturoy (1918-1996) var við til at stovna Kemilux í 1965. Fyrsta sápan varð blandað í einum fýrrúmi í Vaktar- húsbrekku í Havn. Fyrstu árini vóru tað Schønning og konan, Ingibjørg, sum blandaðu sápuna. Schønning bar so ta lidnu sápuna út til handlar og virkir, fyrst á herðunum, so við súkklu og síðan við hýruvogni. Eftir fáum árum blivu so ráð til ein Morris Mini til flutningin Johan Eysturoy hevur verið stjóri á Kemilux síðan 1986 Um størri bilar sum bussar og lastbilar høvdu eina innbygda skipan, sum kundi sproyta Dekkvask á dekkini, tá teir høvdu trupulleikar í kavakoyring, hevði í mongum førum ikki verið neyðugt við kavaketum Ein av fyrstu Dekkvask lýsingunum frá sjeytiárunum Sølustjórin á Kemilux Industri, Heidi Petersen, vísir her hvussu Dekkvask skal nýtast