fríggjadagur 6. oktober 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
28 vikuskifti
At eittarar eru
áhugaverdari enn
tveyarar er líka vist
sum at ósemja og stríð
er meira spennandi
enn friður. Í øllum
førum fekk fyrsta
Heystframsýningin í
fjør nakað væl betri
pláss í fjølmiðlunum
enn tann í ár. Vit kunnu
beinanvegin staðfesta,
at hetta ikki hevur
nakað við dygdina at
gera, tí framsýningin
í ár er minst líka góð
sum tann í fjør, kanska
betri.
Erotisk arabesk
Tólvmannaði listafólkabólkurin
er í ár minkaður niður í 11, tí
Rannvá Kunoy ikki hevur sæð
seg føra fyri at senda nakað
verk inn. Tað er spell, bæði fyri
okkum og hana. Stóra høllin
á Tórshavnar Skipasmiðju
tykist tó alt annað enn tómlig;
75 umboðandi verk hjá 11
listafólkum er ivaleysa nóg mikið
til at fylla høllina. Endaveggurin
í listahøllini er ikki lættur at
fáast við, samstundis sum
hann er tann veggurin, ið sæst
best í framsýningarrúminum.
Listafólkini hava í hyggju til
næsta ár at seta ein beinan vegg
upp soleiðis, at endaveggurin
ikki er so ójavnur sum nú.
Grundin til, at hann riggar sera
væl í ár er upphangingin, har
fyrilit er tikið fyri, at veggirnir
stinga seg út og inn. Tann
arabesk-kenda upphangingin við
smáum og stórum myndum hjá
Anker Mortensen og Hansinu
Olsen, ið bylgjast á vegginum
er vøkur og fyrimyndarliga
væl hugsað, eisini í mun til
ljósið. Hansina Iversen arbeiðir
eyðsýniliga fullspeed allatíðina
og hóast vit kenna hennara
myndamál aftur, gongur ein
støðug menning og leitan fyri
seg í hennara myndum. Í fjør, var
myndaflatin meira kompaktur
enn hann plagar, fyltur av bláum
og grønum í myndum, sum
hóast tær vóru nonfigurativar
góvu hugasamband til regnvát
landsløg. Í ár hómast aftur
meira luft, men tó ikki so nógv
av reinum lørifti, sum í eldri
myndum hjá Hansinu Iversen.
Í staðin er bakgrundin litað
av einum tunnum farra av t. d.
ljósum gulum, ið spælir saman
við tí hálvgjøgnumskygda,
himmalbláa litlagnum, sum
eisini er bakgrund hjá tí meira
kompakta bláa og violetta form
inum fremst í myndarúminum.
Hansina arbeiðir framvegis við
ymsum rúmdum í myndunum,
sum hon fær fram bæði við
litsamanseting og við at variera
mongdina av máling og strokum
í teimum ymsu formunum.
Formarnir eru enn rundleiddir
og defineraðir av nágreiniligum
pensilsstrokum, men fleiri
av kompositiónunum eru
diagonalar. Myndirnar tykjast
hervið meira dynamiskar, men
dynamikkur er eisini í sjónligu
pensilsstrokunum og teimum
langleiddu, aktivu formunum, ið
nærkast hvørjum øðrum á veg
út úr myndini. Og hóast luft
og andaligar bláar litir tykjast
myndirnar rútmiskar og eins
sansaliga erotiskar og blómur
Georgiu O´Keeffe.
Pátrongjandi mystisk tekin
Anker Mortensen gongur skjótt
til tey hálvtrýss og allíkavæl
er einki, sum týðir uppá, at
stavnurin ætlar at binda frið
og halda seg til tað, sum hann
plagar at mála og sum hann dugir
at mála. Tá fólk endiliga fóru
at dáma tær hvítu myndirnar,
gjørdust tær bláar og tá tær
bláu tóku at tekkjast, kom svart
og gult og alt møguligt annað
meiggj upp í leikin. Skelkurin
var tó ikki so stórur hesa ferð
av tí, at eg hevði sæð eitt prent,
sum Anker nýliga hevur gjørt
og sum bendi á, at listamaðurin
ætlaði sær nýggjar leiðir; frá
eksplosión til implosión so to
speak og so tó ikki. Tær smáu
myndirnar á framsýningini eru
lættar at dáma, men tær tríggjar
stóru myndirnar eru alt annað
enn brávakrar, ella brágóðar. Tær
tykjast í fyrstani eins strævnar
og pátrongjandi og tekningar
hjá børnum, sum júst eru blivin
nóg vaksin til at stýra handalagi
og køva huglagi í nóg stóran
mun til at kunna tekna meira
skipað. Myndirnar innihalda
fýra nøkulunda eins formar,
sum eru ávikavíst ljósabláir,
ljósareyðir, ljósagrønir og gulir,
ið eru innrammaðir av svørtum.
Formarnir eru settir upp í einum
skipaðum mynstri og standa
so har og lýsa upp sum tigandi,
mystisk tekin í myrkrinum. Eyka
dentur verður lagdur á religiøsa
árinið við upphangingini við
teimum trimum stóru myndunum
á einum veggi, sum kundi verið
ein stór nonfigurativ altartalva
í trimum pørtum. Myndirnar
vaksa í týdningi hvørja ferð tú
Ikki næstbest…
Hansina Iversen
Listfrøðingur
Kinna
Poulsen
Andreas Andreasen
Anker Mortensen