Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 193 - 6. oktober 2006 29 vikuskifti 29 sært tær og eg ætli mær útaftur at vita hvat tær nú hava at siga. Stáltorso og glassúlur Andrias Andriassen hevur roynt seg við øðrum tilfari enn van­ligt við eini kvinnutorso í stál­møtrikkum. Standmyndin riggar sera væl til tað ráa rúmið, hon stendur í, men tað hevði ikki gjørt nakað um Andrias hevði fleiri standmyndir við, har eksperimenterað varð bæði við tilfari og formi. Verk hjá Hanna Bjartalíð síggjast ikki eins ofta í Føroyum og fyrr. Nú mann tað vera júst eitt ár síðan eg seinast sá nakað hjá hon­um og broyting er sanniliga hend hetta árið. Myndevnið er broytt frá teimum stuttligu og rørandi persónstekningunum til pastos (næstan 3D-árin) mynstur av prikkum og stjørnum. Lista­ maðurin er djarvur at royna nýggjar leiðir, men eg sakni Hanna og tær fabulerandi tekn­ing­­arnar, sum bara Hanni kann gera tær, eins og vit síggja í kata­loginum. Árinið av glassúlunum hjá Tróndi Patursson er fyrst og fremst dekora­tivt, men tað dramatiska hómast eisini, ikki minst í tí einu súluni, sum varð upplýst innan­frá, nakað sum helst hevur nógvar møguleikar í sær. Tróndur hevur úr at gera við síni glaslist og tað er gott, men eg gleði meg til hann fær tíð at mála og sýna fram nakrar av sínum málningum. Bárð Jákupsson mugu vit heldur ongantíð fata sum eina sjálv­fylgju, hóast myndirnar líkjast og tykjast sjálvsagdar og í sofaformat. Um tú hyggur nóg væl eftir hansara framúrskarandi myndum á Heystframsýningini, sært tú, at einki sjálvsagt er í eini so tryggari lit- og rútmukenslu, at eingin megnar at seta violettar, grønar og bláar taktstrikur og okra, pink og aðrar bláar nótar á tað upploysta brúna og gráa tónahavi, á ein so musikalskt artistiskan hátt sum Bárður. Óruddið í skipanini Tað hevur verið stuttligt at fylgja eitt sindur við í menningini hjá Bjarna Werner Sørensen. Hóast øgiligur munur er millum nýggju myndirnar og tær, hann sýndi fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn fyri mongum árum síðani, ber til at kenna organisku mynstrini í myndum hansara aftur, sum tó eru nak­ að væl slættari og fastari skip­ aðar. Hetta er málarí, ið næstan líkist klippmyndum, so jøvn og ósjónlig eru strok­ini. Í frálíku myndini, sum eisini sæst í kata­ loginum arbeiðir lista­maðurin við trim­um grund­um. Fremst í mynda­­rúmin­um sæst ein enda­leys ringrás av svart-hvítum form­ um, ið kundu minnt um bløð av plantum. Mynstrið í mið­grund­ ini minnir um eitt hegn, meðan litstrípur liggja sum eitt at síggja til lívleyst bak­­grunds­tapet aftast í myndini. Myndin vísir bæði til skínandi blanka popp­list og kitsch, men hugtekur við sínum undan­tøkum, við óruddinum í skipanini, ið gerst alt týði­ligari hvørja ferð tú hyggur at myndini. Tað er aftur í ár Bjarni, ið hevur gjørt mynda­skránna, sum er lítil, men frálík við einum áhuga­ verdum teksti hjá Inger Smærup Søren­sen, ið viðger hugtakið ekspression­ismu í mun til tey 12 lista­fólkini, sum eru limir í Heyst­fram­sýningar­bólkinum. Torbjørn Olsen málar við litum og strokum kenslur inn í sínar myndir, sum aftur í ár eru frálíkar og sum eg ummældi 8. sept. her í blaðnum. Í ár er tað Marius Olsen, sum eigur ta merkiligu, lýsandi landslagsmyndina, ið verður nýtt sum forsíðumynd á myndaskránni og hendan er bara eitt dømi um ta listarligu góðskuna og tann ótrúliga intensi­ tetin, sum merkir allar tær 10 prent­myndirnar, sum Marius hevur við á Heystframsýningini. Tað hevði verið gott eisini at sæð nøkur steinprent, umframt tey smærru linoprentini, etjingarnar osfr. Men hetta kunnu vit so bara ynskja okkum at sleppa at síggja á eini serframsýning við myndum hjá Mariusi Olsen, sum vónandi fer at koma innan alt ov langa tíð. Besta felagsframsýningin Myndirnar hjá Olivuri við Neyst eru betri enn tær vóru í fjør og sama er galdandi fyri fleiri av hinum listafólkunum. Zacharias Heinesen hevur eina hugtakandi skreytmynd við, sum vísir hvussu lættliga og leikandi hesin listamaðurin fótar sær uttan fyri sítt vanliga úttrykk. Heystframsýningin er nógv tann besta felagsframsýningin av føroyskari list, sum hevur verið í ár. Eg sá veruliga einki bein­leiðis vánaligt á Heystfram­sýningini, men sæð burtur frá Anker Mortensen sá eg held­ur einki óvæntað, ella ljótt ella vilt ella fratørt og tað er í hesum førinum í lagi. Tað er har­­afturímóti upp á tíðina, at tey ungu og evnaríku taka seg saman at gera eina villa og øðrvísi felags­fram­sýning, so at vit aftur kunnu tosa um eitt yngri ættarlið innan før­oysku listina. Tí yngra ættar­liðið er (saman við við tygara ummælara) um at gerast mið­­aldrandi, í sjeymílastúvlaferð á veg inn í kummufrystara- og húsa­­eigara­tilveruna. Og meðan vit bíða eftir ung­dómin­um, kunnu vit gleða okkum til at síggja tær nokkso fratøru mynd­ir­­­nar hjá Tóroddi Poulsen í Norður­landa­ húsinum seinni í heyst. Heyst­ framsýningin 2006 heldur fram til 15 oktober. Mánadag – fríggjadag kl- 14-17. Leygardag-sunnudag kl. 14-18. Bjarna Werner Sørensen. Hanna Bjartalíð Bárður Jákupsson Marius Olsen Tróndur Patursson