fríggjadagur 6. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 193 - 6. oktober 2006
tíðindi
Petur Skeel Jacobsen,
veðurmaður, sigur, at
jørðin hesa tíðina av
árinum er kaldari enn
luftin um næturnar,
og tí er skilagott at
ansa væl eftir møgulig
ari hálku, tá ið klárt
og kalt er í veðrinum
Ferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Klokkan 07.40 hósmorgunin
fekk løgreglan í Havn frá
boðan um, at hesin bilurin
var farin út av landsvegnum
millum Hvalvík og Streym
nes. Bilurin, sum var á veg
norðureftir, endaði niðri á
Hvalvíksoyruni, tey rópa.
Ein maður var í bilinum,
og hann fekk ongan skaða,
hóast bilurin eftir øllum at
døma bóltaði runt og endaði
á liðini.
Løgreglan
sigur,
at
óhappið hendi í samband við
eina yvirháling, men førarin
hevur eisini nevnt okkurt um
hálku.
- Vit vita tó ikki, um
møgulig hálka á landsveg
num var orsøkin til óhappið í
morgun, sigur løgreglan.
Tað var stilt og klárt í
veðrinum hósmorgunin, og
onkustaðni varnaðust fólk,
at frost var at síggja í bøn
um.
Onkur bilrútur var eisini
frystur, tá ið fólk fóru í bilin
stundisliga.
Á politistøðini í Havn
siga tey, at tey annars onga
fráboðan fingu um ólag á
ferðsluni hendan morgunin
orsakað av møguligari hálku
á vegunum.
Sosialurin vendi sær eisini
til politistøðina í Runavík
hósmorgunin, og har høvdu
tey heldur einki hoyrt um
trupulleikar í ferðsluni.
Nú tað er vorðið kaldari
í veðrinum, er neyðugt, at
fólk ansa sær í ferðsluni.
Er morgunin klárur, er ikki
vist, at vegirnir ikki eru hálir,
hóast hitamátarin á bilinum
sigur, at einki frost er.
Sama er um kvøldarnar.
Petur Skeel Jacob
sen, veðurmaður, sigur, at
jørðin hesa tíðina av árinum
er kaldari enn luftin um næt
urnar, og tí er skilagott at
ansa væl eftir.
Bilur endaði á
Hvalvíksoyruni
Hesin bilurin fór sær ein túr oman á Hvalvíksoyruna tíðliga
hósmorgunin. Løgreglan veit ikki við vissu, um hálka var
orsøkin til óhappið
Mynd: Eirikur Lindenskov
Føroyska Ford-
umboðið er nú selt.
Gunnar Justinussen,
sum eigur og rekur
Dekk-sentrið, hevur
keypt fyritøkuna
BILASØLA
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta fingu starvsfólkini
hjá P/F Wenzel fingið at
vita á starvsfólkafundi í
gjár. Við hesum fara Óla
Svend Nolsøe og Peter S.
Petersen úr fyritøkuni, har
teir annars hava starvast í
drúgvt áramál.
Nýggja leiðslan hja P/F
Wenzel verður sett saman
av Jógvan Højgaard og Odd
mar Ørvarodd, men annars
verður talan ikki um tær
heilt stóru broytingarnar
her og nú, sigur Gunnar
Justinussen. Soleiðis verð
ur talan ikki nakra ávirkan
fyri starvsfólkini annars
hjá fyritøkuni.
Gunnar Justinussen sig
ur, at partarnir eru samdir
um ikki at upplýsa prísin
fyri handilin.
Við hesum fer Ford
umboðið úr familjuni hjá
Wenzel Petersesen, har
tað hevur verið seinastu
84 árini - ella síðani fyrsti
bilur kom til Føroya tann
6. mai í 1922.
Óla Svenn Nolsøe og
Peder S. Petersen eru abba
synir hjá Wenzel Petersen.
Gunnar Justinussen eigur nú P/F Wenzel