fríggjadagur 6. oktober 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 6. oktober 2006
33
tíðindi
– Eg vil síggja andlitið á tí, sum eg tosi við.
Annars er tað sum at tosa í telefon
Jack Straw
útlond
SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
Stutt sagt
Nýtt og gott gamalt í Svøríki
Nýggi svenski forsætisráð
harrin, Fredrik Reinfeldt,
er 41 ára gamal, og so
ungan stjórnarleiðara hevur
Svøríki ikki havt síðani
1926 ella í áttati ár. Aftan á
tann borgarliga valsigurin
bleiv tað nevnt sum ein
veikleiki, at hann er so
ungur, og at leiðararnir í
hinum flokkunum hava
ongar royndir frá stjórnar
arbeiði.
Kanska var tað tí, at
Fredrik Reinfeldt valdi sær
fyrrverandi
forsætisráð
harran Carl Bildt til uttan
ríkisráðharra. Valið kom
ikki heilt óvart á sviar, tí
teir seinastu dagarnar hava
fjølmiðlarnir gitt, at Bildt
fór at koma upp í stjórnina.
Sjálvur segði Carl Bildt
fyrrapartin, at hann gjørdist
ovfarin, tá hann bleiv
spurdur, um hann vildi
hava uttanríkisráðharrases
sin, men at hann hevði valt
at taka av. Svenskir fjøl
miðlar vilja tó vera við, at
tað kravdi nakrar fundir at
fáa játtandi svar frá Bildt.
Carl Bildt, sum er 57 ára
gamal, var svenskur for
sætisráðharri frá 1991 til
1994, og tað var í hansara
tíð, at Svøríki fór upp í ES.
Hann hevur sitið í Ríkis
degnum í 22 ár.
Nýggja borgarliga
stjórnin í Svøríki er
nú mannað.
Svøríki
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tær skulu taka slørið av
Síðani Jack Straw fór frá
sum uttanríkisráðharri,
hevur hann verið limur í
Undirhúsinum, sum ofta
fær vitjan úr muslimskum
londum. Men muslimskar
kvinnur, sum vilja hava orð
á hann, noyðast at taka
slørið frá andlitinum, tí
annars vil hann ikki tosa
við tær.
– Tað má vera munur á
einari telefonsamrøðu og
einum práti undir fýra
eygum. Fyrimunurin við
einum beinleiðis práti er, at
tú kanst síggja tann, sum tú
tosar við, og soleiðis eigur
tað at vera, sigur Jack Straw
við blaðið Lancashire Tele
graph. Hann leggur afturat,
at hann hevur einki ímóti,
at tær muslimsku kvinnur
nar fjala hárið, men hann
vil síggja andlitið á teim
um, sum hann tosar við.
Muslimskir felagsskapir
í Bretlandi halda lítið um
hugburðin hjá Jack Straw.
– Eg ivist ikki í, at hann
hittir fólk, sum eru í ymisk
um klæðum, og eg skilji
ikki, hví slørið skal vera
ein trupulleiki, sigur Mass
oud Shadjaneh í muslimsku
mannarættindanevndini í
Bretlandi við AP.
Fyrrverandi bretski
uttanríkisráðharrin
Jack Straw vil ikki
tosa við muslimskar
kvinnur, uttan at tær
taka slørið frá
andlitinum.
Muslimar
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Bræv elvir til
øði í ST
Eitt bræv, sum sudanska
stjórnin hevur sent ST-
trygdarráðnum,
hevur
fingið øði í limalondini í
ráðnum.
Í brævinum skrivar
stjórin í Sudan, at hon fer
ikki at góðtaka, at ST
sendir friðarvarðveitandi
hermenn til landspartin
Darfur, og stjórnin leggur
afturat, at ger ST tað
kortini, fer stjórnin at
uppfata tað sum eina
fíggindaliga sinnaða at
gerð ímóti landinum.
Brævið er skrivað, tí
ST hevur gjørt av at senda
20.000 hermenn til Dar
fur at verja sivilfólkið,
sum hevur verið fyri svár
um líðingum tey seinastu
árini. Upprunaliga vórðu
7.000 afrikanskir her
menn sendir til Darfur at
tryggja friðin, men teir
maktaðu ikki uppgávu
na.
Sudanska brævið hevur
serliga fingið øði í ameri
kanararnar, og ein ameri
kanskur embætismaður
segði í gjár, at innihaldið
í brævinum er av slíkum
slagi, at tað eigur at fáa
eitt »greitt svar«, sum
hann tók til. Bretski ST-
sendiharrin, Emyr Jones
Parry, segði eisini sína
hugsan um brævið:
– Eftir mínum tykki
eiga vit at látast, sum at
vit ongantíð hava fingið
tað, segði Parry.
Í Limfjørðin
eftir olju
Danska oljufelagið Dong
ætlar sær nú at vita, um
olja og gass munnu vera
at finna í undirgrundini
undir Limfjørðinum, og
felagið hevur tí søkt
myndugleikarnar um loyvi
til royndarboring í fjørði
num, skrivar Børsen.
Jan Terje, sum er kann
ingarleiðari hjá Dong,
sigur við blaðið, at ein
fiskimaður hevur fleiri
ferðir funnið klumpar av
tungari olju á botninum
einastaðni í Limfjørði
num, og tað er vert at
kanna hetta nærri, sigur
hann.
– Vit hava ábendingar
um, at tað finnast kol
brintir í undirgrundini
undir Limfjørðinum, sig
ur leitingarstjórin við
Børsen.
Dong væntar, at ein
royndarboring við Lim
fjørðin fer at kosta millum
30 og 35 milliónir krón
ur.
Undir skurð
í Italia
Fyrrverandi polski for
setin, Lech Walesa, varð
fyrradagin lagdur undir
skurð á einum sjúkrahúsi
í Milano í Italia fyri
hjartatrupulleikar.
Sambært polsku sendi
stovuni í Rom eydnaðist
skurðviðgerðin so væl, at
Walesa er longu farin
aftur til Pólands. Sendi
stovan sigur, at uppruna
liga skuldi Walesa leggj
ast undir skurð í Gdansk,
men at viðgerðin bleiv
flutt til Italia av praktisk
um orsøkum.
Tann 63 ára gamli Lech
Walesa skal ikki hava
havt
trupulleikar
við
hjartanum fyrr, og sam
bært polskum fjølmiðlum
var støðan heldur ikki
hættislig. Kortini mæltu
læknarnir honum til at
lata
seg
skurðvigera,
skrivar AP.
Jack Straw vil sleppa at síggja andlitið á teimum muslimsku kvinnunum, sum hann tosar við.