fríggjadagur 6. oktober 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 193 - 6. oktober 2006
tíðindi
Føroyska operan út í heim
Mikudagin 11. oktober
koma 6 útlendsk fjølmiðla
fólk til Føroya, ið øll skulu
ummæla føroysku operu
na, Í Óðamansgarði, sum
hevur frumsýning kvøldið
eftir. Tey umboða kend
tónleikatíðarrit uttan úr
heimi so sum týska Opern
Welt, Early Music Today
og Music Magazine Rondo,
men eisini kendar avísir
sum enska The Times og
danska Politiken.
Hetta er dømi um tann
áhuga, sum útlendskir fjøl
miðlar hava víst fyrstu før
oysku operuni, sum Sunleif
Rasmussen hevur skrivað
til tekst hjá Dániali Hoy
dal.
Stórt arbeiði hevur verið
lagt í at kunna umheimin
um operuna, og vitjanirnar
eru beinleiðis úrslit av
hesum.
Men umframt fjølmiðlar
nar eru eisini leikhús í t.d.
Svøríki, Danmark, Íslandi
og Wales, sum hava víst
áhuga fyri nýggja føroyska
tónleikaverkinum.
DVD og heimasíða
Serstakt fyri hesa fram
førsluna av operuni er eis
ini, at Kringvarp Føroya er
farið í samstarv við danska
forlagið DaCapo Records
um at gera eina DVD við
føroysku operuni. Ein donsk
fyritøka fer at standa fyri
at framleiða DVDina við
kenda danska framleiðara
num Uffe Borgwardt á
odda, og afturat sær hevur
hon eina royna føroyska
manning frá bæði útvarps-
og sjónvarpsdeilini hjá
Kringvarpinum. Á DVD-
fløguni verður umframt
framførsluna samrøður við
fleiri teirra, sum standa
aftan fyri verkætlanina.
DaCapo ætlar at selja
hesa DVD um allan heim,
og tí skal hon umsetast til 5
onnur mál. Fyribils er
leikritið umsett til enskt.
Ein onnur roynd at skapa
áhuga fyri operuni uttan
lands er nýggj heimasíða á
enskum www.themadmans
garden.com. Fyribils er
síðan ætlað tíðindafólki,
ummælarum og øðrum, ið
fáast við tónleik burturav,
men tosað hevur verið um,
eisini at fingið eina týskt
mælta heimasíðu, so hon
røkkur eini upp aftur størri
fjøld.
Í næstu viku fer fyrsta
føroyska operan á pall
í Norðurlandahúsi
num. Hetta er sjálv
andi ein stórhending í
Føroyum. Men ætlan
in er ikki bara at fram
føra hana her heima
hjá okkum. Fleiri
tiltøk eru sett í verk
fyri at kunna útheim
in um operuna, og
stórur áhugi hevur
verið fyri henni
uttanlands
MENTAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Heitasti september í Føroyum í 116 ár
Tað var lýtt í veðrinum í
september, og nú hevur
danska veðurstovan roknað
seg fram til, at tað var ikki
bara lýtt, men sjáldsama
lýtt. Tølini hjá DMI vísa, at
meðalhitin í Tórshavn var
11,5 stig í síðsta mánað, og
so lýggjur hevur september
ikki verið, síðani hitamát
ingarnar byrjaðu í Føroy
um í 1890. Tað gamla met
ið var í september í 2002,
tá meðalhitin í Havn var
11,1 stig.
Meðalhitin í Havn í sep
tember er annars 9,1 stig,
og sostatt var september í
ár heili 2,4 stig lýggjari enn
undanfarin ár í meðal.
Men tað var ikki bara í
Havn, at september var
sjáldsama lýggjur. Á flog
vøllinum í Vágum var með
alhitin í síðsta mánað 11,3
stig, og so lýggjur hevur
september ikki verið, síð
ani mátingarnar byrjaðu á
flogvøllinum í 1963. Eisini
í Akrabergi og Mykinesi
setti meðalhitin nýtt met. Í
Akrabergi var meðalhitin í
síðsta mánað 10,8 stig, og
tað er tað mesta síðani
1961, men munurin ímill
um september í ár og í
2002 er kortini lítil, tí tað
árið var meðalhitin í Akra
bergi 10,6 stig í september.
Í Mykinesi var meðalhitin
10,7 stig, og tað er eisini
tað mesta tey seinastu 45
árini. Men september var
eisini lýggur í Mykinesi í
2002. Tá var meðalhitin
10,4 stig.
Á Kirkju var eitt sindur
øðrvísi. Har var meðalhitin
í september 11,4 stig, og tað
var hann eisini í 2002, men
tað er eisini mesti meðal
hiti í september í Fugloy,
síðani mátingarnar har
byrjaðu í 1987.
Eisini aðrastaðni
Tað var ikki bara í Føroy
um, at september var lýggj
ari enn vanligt. Í Reykjavík
var meðalhitin 10,5 stig.
Tað var meiri enn trý stig
oman fyri tann vanliga
meðalhitan, og so lýtt hevur
tað ikki var har í september
síðani í 1958.
Í Noregi var september
eisini metlýggjur og serliga
í Suðurnoregi. Í Oslo var
meðalhitin 15 stig, og tað
var 4,2 stig oman fyri tað
vanliga. So lýtt hevur tað
ikki verið í norska høvuðs
staðnum í september, síðani
hitamátingarnar har byrj
aðu í 1867, sigur norska
veðurstovan.
Eisini danir fingu ein
góðan september í ár.
Meðalhitin har var 16,2
stig, og tað er tað sama sum
gamla metið frá 1999.
September í ár setti
eisini nýtt hitamet í
grannalondunum,
men tað greiðasta
metið var í Føroyum.
Veður
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Arbeitt hevur verið við at kunnað útlendingar um føroysku operuna Í Óðamansgarði, ið er bygd á stuttsøgu hjá Williami Heinesen. Nú tykist arbeiðið at bera frukt.
Nýggj heimasíða er gjørd um operuna, og fleiri útlendskir ummælarar koma hendanvegin at uppliva operuna