fríggjadagur 6. oktober 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 193 - 6. oktober 2006 ]
Sunset
kappingin
skotin í gongd
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tað verður bert ein dystur á
skránni í Sunset kappingini
í vikuskiftinum. Her vitjar
StÍF hjá Neistanum.
Neistin hevur onkrar
smáskaðar at dragast við,
sigur Ása Dam á Neysta
bø, men hon sigur, at tær
tó ætla sær bæði stigini.
- Katja Eigemann hevur
drigist við ein skaða, so
hon verður neyvan við
ímóti StÍF. Annars eru allar
tøkar, og vit ætla okkum
bæði stigini.
Hon sigur tó, at hon
stúrir eitt sindur fyri dyst
inum ímóti StÍF, tí tær
kenna so lítið til hetta
liðið, og hon væntar, at
strandakvinnur
kunnu
fara at yvirraska okkurt
av hinum liðunum í ár.
Hjá StÍF sær heilt gott út
við fólki. Allir leikararnir
eru tøkir, og Ninna K.
Johansen hjá StÍF sigur, at
tær fara at royna at leypa
ein hvøkk á neistaliðið.
- Ja, sjálvandi fara vit
suður fyri at vinna dystin.
Vit hava vant leingi, og eru
heilt klárar til uppgávuna
nú.
Hon ásannar tó, at tað
verður ein ringur dystur
ímóti Neistanum, tí tær
hava eitt gott lið.
Føroyar eitt
stig ímóti
Litava
Hetta er triðju ferð, at Før
oyar eru í bólki saman við
Litava í eini undankapping
til EM. Harvið verður
dystirn á Tórsvølli í morgin
tann fimti millum londini.
Í undanfarnu fýra dyst
unum hevur tað gingið
hampuligt hjá Føroyum,
men tað er bert blivið til
eitt stig higartil. Tað varð
í fyrsta dystinum á úti
vølli í 1998, tá ið Føroyar
spældu javnleik 0-0. Árið
eftir taptu Føroyar 1-0 á
heimavølli. Í 2002 vann
Litava 2-0 á Føroyum á
heimavølli, og árið eftir
skoraði Súni Olsen framúr
gott mál við frísparki á
Svangaskarði, men Før
oyar taptu 3-1.
Samanlagt er tað tí bliv
ið til eitt stig ímóti Litava
og málmunin 1-6.
- Vit hava staðið væl í
verjupartinum, men
vit hava ikki verið nóg
avgjørdir. Tað skulu
vit rætta í dystinum
í morgin, sigur Atli
Danielsen, sum fær
nýggjan spælara
undir liðini á sær í
føroysku miðverjuni
ímóti Litava
Føroyar-Litava
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Seinastu tríggjar lands
dystirnar eru 16 mál farin
ígjøgnum hjá føroyska fót
bóltslandsliðnum. Í venj
ingardystinum taptu Før
oyar 4-0, hóast liðið spældi
ein sera góðan dyst stóran
part av tíðini, og í teimum
báðum EM-dystinum higar
til í ár, hevur landsliðið tapt
12-0 tilsamans.
Í morgin vitjar Litava í
Føroyum, og uppgávan hjá
føroyska liðnum verður at
tetta somikið fyri í verju
partinum, at talan kann
gerast um ein javnan dyst.
- Vit skulu rætta tað,
sum ikki hevur verið nóg
gott. Vit hava staðið væl
í
verjupartinum,
men
vit hava ikki verið nóg
avgjørdir. Tað skulu gera
betur í dystinum í morgin,
sigur Atli Danielsen, sum
væntandi verður annar av
miðverjunum í morgin.
- Tá ið Georgia og Skot
landi skoraðu nógv av sín
um málum, vóru vit í yvir
tali í brotsteignum, men
alíkavæl sleppa teir fram
at bóltinum at gera mál.
Her mugu vit vera meira
avgjørdir og dekka tættari
í brotsteignum, sigur Atli
Danielsen.
Eingin Óli at stýra
Føroyska landsliðið hevur í
dystunum ímóti Georgia og
Skotlandi havt trupulleikar í
verjupartinum, tí tað hevur
verið alt ov lætt at gera
mál ímóti føroyska liðnum.
Georgia skoraði seks ferðir,
og Skotland somuleiðis seks
ferðir, hóast málkjansirnir
ikki vóru til stórt meira
enn tað.
- Vit skulu verja betur, og
tað snýr seg ikki bert um
sjalva verjuna, men eisini
um restina av liðnum. Vit
mugu arbeiða betur saman
og royna at halda nullið.
Vit plaga altíð at fáa onkrar
málkjansir, og tað fáa vit
ivaleyst eisini ímóti Litava,
sigur Atli Danielsen.
Seinastu dystirnar hevur
hann spælt saman við Óla
Johannesen í miðverjuni,
men føroyski liðformaðurin
verður ikki við í morgin
ella mikudagin í næstu
viku, tá ið Føroyar spæla í
Fraklandi.
Óli Johannesen er leik
bannaður til dystin ímóti
Litava, og nú hevur hann
eisini fingið ein skaða, so
at hann ikki kann spæla
ímóti Fraklandi.
- Vit koma at sakna Óla, tí
hann hevur stýrt verjuni, og
hann hevur nógvar royndir.
Men nú kann hann ikki
spæla hesar báðar dystirnar,
og so verða vit noyddir at
klára okkum uttan hann,
sigur Atli Danielsen.
Góðir bóltspælarar
Føroyar hava fleiri ferðir
verið snýttar av, at vónirnar
til úrslitið ímóti londum
sum Litava hava verið
góðar. Tá ið Georgia vitjaði
á Svangaskarði í august,
vóru tað eisini nógv, sum
roknaðu við einum góðum
úrsliti, men tað spældi ikki
heilt væl av.
Litava verður ikki rokna
sum sterkasta landið í okk
ara bólki, men talan verð
ur um sterka mótstøðu í
morgin.
- Teir hava spælt javnt
ímóti Italia á útivølli, og teir
taptu tepurt fyri Skotlandi
heima. Vit hava sæð dystin,
tá Litava taptu 2-1 ímóti
Skotlandi, og teir hava eitt
gott lið. Teir eru tryggir á
bóltinum, spæla væl og eru
skjótir aftur í verjustøðu. Tí
verður tað ein sera trupul
dystur hjá okkum í morgin,
sigur Atli Danielsen.
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800
- Vit skulu rætta tað, sum ikki hevur verið nóg gott.
Vit hava staðið væl í verjupartinum, men vit hava
ikki verið nóg avgjørdir.
Alti Danielsen, verjupspælari á fótbóltslandsliðnum
Føroyar skulu verja betur
EM-bólkur B
Støðan
1. Skotland
2
2-0-0
8-1
6
2. Frakland
2
2-0-0
6-1
6
3. Ukraina
1
1-0-0
3-2
3
4. Georgia
3
1-0-2
8-6
3
5. Litava
2
0-1-1
2-3
1
6. Italia
2
0-1-1
2-4
1
7. Føroyar
2
0-0-2
0-12
0
Næstu dystir
7/10
Føroyar-Litava
7/10
Skotland-Frakland
7/10
Italia-Ukraina
11/10 Ukraina-Skotland
11/10
Frakland-Føroyar
11/10
Georgia-Italia
- Tá ið Georgia og Skotlandi skoraðu nógv av sínum málum, vóru vit í yvirtali í brotsteignum, men alíkavæl sleppa teir fram at
bóltinum at gera mál. Her mugu vit vera meira avgjørdir og dekka tættari í brotsteignum, sigur verjuspælarin Atli Danielsen
Mynd: Jens Kr. Vang