Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 193 - 6. oktober 2006 ] Felagsliðið í sundalagnum hevur longt um sáttmálan við tveir av leikarum sínum. Rumenski áleyparin, Sorin Angel, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2007. Afturat hon hevur eisini málverjin, Rene Tórgarð, longt sín sáttmála við EB/Streym. Við hesum hevur oddalið tryggja sær framhaldandi samstarv við tveir av týdningarmiklu leikararnar í felagnum. Dómaraásetingar í hondbólti Atlantic Airways kappingin: 7/10 kl. 16.00 VÍF-Kyndil Karstin Joensen/Kristian Joensen 8/10 kl. 16.00 Neistin- StÍF Rúni Mohr/Ragnar Simonsen 8/10 kl. 16.00 H71-KÍF Dánjal Samuelsen/Heri Petersen Sunset kappingin: 8/10 kl. 14.30 Neistin-StÍF Rúni Mohr/Ragnar Simonsen Spennandi lið møtast í Hoyvík Sunnudagin taka hoy­vík­ ingar ímóti kollfirðingum í einum dysti, har vit veruliga kunnu fara at síggja styrk­ ina hjá hesum báðum lið­ unum. Hoyvíkingar hava mist fleiri av stuðuls­leik­ arunum frá síðsta kapp­ ingarári, men ungu leik­ ararnir eru klárir til upp­ gávuna, heldur málverjin. Vit frætta frá hoyvík­ing­ um, at allir mans eru tøkir. Einasta undantakið er Bjarni Sørensen, sum breyt sær fótin fyri nøkrum vik­ um síðani. Hann verður neyvan við áðrenn jól. Hoy­ víkingarnir hava annars góðar vónir til dystin ímóti KÍF, men málverjin, Levi Nybo, ásannar, at tað er ringt at meta um dystin, tí liðini tykjast sera jøvn í ár. – Vit ætla okkum sjálv­ andi at vinna hvønn dyst, men eingin dystur verður lættur. Vit hava eitt ungt lið, so til tíðir kunnu vit fáa tað trupult. Leikararnir eru tó sera spentir, og eg haldi at vit eru ordiliga klárir til uppgávuna ímóti KÍF. Veteranar aftur á liðið Hjá kollfirðingum kom tað illa við, at serbin Damir Oros bleiv skaddur í kapp­ ing í Kollafirði fyri tveim­ um vikum síðani. Skaðin sá alvorligur út av fyrstan tíð, men vit frætta, at so er ikki. Damir Oros hevur vant aftur, og hann verður við til dystin ímóti H71. Kollfirðingar mangla fleiri av stuðulsleikarunum frá í fjør. Rógvi Weyhe er staddur í Danmark í lestr­ arørindum, meðan eingin av fótbóltsleikarunum er byrjaður at venja enn. Annars frætta vit frá kollfirðingum, at allir mans eru tøkir, og at onkur av veteranunum er farin í gongd aftur við venjingina. Bæði Jóan Pauli Olsen og Eddie Joensen vera við hjá kollfirðingum sunnudagin, og hetta er stórur styrkur hjá liðnum. Kollfirðingar ætla sær annars øll stig í Hoyvík, sigur Karl Johan Djurhuus. - Vit fara til Hoyvíkar at royna at fáa bæði stigini. Tað hevur gingist væl hjá liðnum í venjing, og hetta vóna vit fer at síggjast aftur í dystinum sunnudagin. Eitt ungt og spenn­ andi lið hjá H71 tekur ímóti einum KÍF-liði, sum tykist sterkari enn undanfarin ár. Hoyvíkingar mangla bert Bjarna Sørensen, meðan kollfirðingar mangla fótbóltsleikar­ arnar og Rógva Weihe. H71-KÍF Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Atlantic Airways kapping­ in verður skotin í gongd við einum sonnum braki í høllini í Vestmanna leyg­ arkvøldið kl. 18. Silvur­ vinnararnir frá í fjør, VÍF, taka ímóti gullvinnarunum úr Kyndli í einum dysti, sum veruliga kann leggja lunnar undir eitt gott kapp­ ingarár. Onkrir av lyklaleik­aru­ num hjá VÍF vera ikki við, og hetta er ein stórur miss­ ur hjá vestmenningum. Agnar Joensen verður ikki við, tí hann hevur brotið økslina. Hann er byrjaður at venja aftur, og verður vónandi við síðst í mán­ aðinum. Veteranurin, Ingi Olsen, er eisini ivasamur. Hann hevur drigist við ein skaða í tjúkkanum í eina tíð, og hesin darvar enn. Ikki er vist enn, hvørt Ingi verður klárur til dystin. Hvussu er og ikki, so vilja vestmenningar hava hevnd fyri tapið í finaluni í fjør, so teir fara at gera alt fyri at vinna dystin, sigur Regin Joensen. – Vit hava arbeitt nógv við tí taktiska síðstu vik­ una, so tað sær spennandi út. Vit ætla heilt sikkurt at vinna dystin, so vit kunnu taka eina lítla hevnd eftir finaluósigurin síðsta kapp­ ingarár. Rókur ivasamur Hjá Kyndli kemur tað illa við, at Rókur Akralíð hevur drigist við ein skaða. Hann er í Íslandi í løtuni, og tað er ikki enn vist, um hann verður tøkur til dystin í Vestmanna leygarkvøldið. Málverjin, Lars Blak, verð­ ur heldur ikki við. Hann er uttanlands í samband við skúlan, men verður tøkur til næsta dystin.Vit frætta, at Johan Danielsen vænt­ andi fer at standa í málinum fyri Lars, men tað verður bert tann eina dystin. Hans Áki Dahl Christi­ ansen hevur heldur ikki verið við í eina tíð hjá Kyndli, tí hann hevur verið í Danmark í arbeiðsørind­ um. Hann er tó komin heim aftur, og hetta er ein stórur styrkur fyri Kyndil. Hjalti M. Jacobsen hjá Kyndli sigur, at teir ætla til Vestmanna eftir øllum stig­ unum. – Vit ætla heilt víst eftir báðum stigunum í Vest­ manna. Tað er altíð av stórum týdningi hjá okkum at vinna á VÍF, og hesin dysturin er einki undantak. Dystirnir millum Kyndil og VÍF eru nakað serligt, og tí hevur tað stóran týdn­ ing fyri okkum at vinna leygarkvøldið. Bæði liðini mangla týdningarmiklar leikarar til brakið í Vestmanna. Agnar Joensen verður ikki við hjá VÍF, meðan Ingi Olsen er iva­ samur. Hjá Kyndli er Rókur Akralíð iva­ samur, meðan mál­ verjin Lars Blak ikki verður við. VÍF-Kyndil Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Justinusen brøður­ nir ikki við Atlantic Airways kapp­ing­ in verður skotin í gongd við einum sonnum braki í høllini í Vestmanna leyg­ arkvøldið kl. 18. Silvur­ vinnararnir frá í fjør, VÍF, taka ímóti gullvinnaru­ num úr Kyndli í einum dysti, sum veruliga kann leggja lunnar undir eitt gott kapp­ingarár. Onkrir av lyklaleik­aru­ num hjá VÍF vera ikki við, og hetta er ein stórur miss­ ur hjá vestmenningum. Agnar Joensen verður ikki við, tí hann hevur brotið økslina. Hann er byrjaður at venja aftur, og verður vónandi við síðst í mán­ aðinum. Veteranurin, Ingi Olsen, er eisini ivasamur. Hann hevur drigist við ein skaða í tjúkkanum í eina tíð, og hesin darvar enn. Ikki er vist enn, hvørt Ingi verður klárur til dystin. Hvussu er og ikki, so vilja vestmenningar hava hevnd fyri tapið í finaluni í fjør, so teir fara at gera alt fyri at vinna dystin, sigur Regin Joensen. – Vit hava arbeitt nógv við tí taktiska síðstu vik­ una, so tað sær spennandi út. Vit ætla heilt sikkurt at vinna dystin, so vit kunnu taka eina lítla hevnd eftir finaluósigurin síðsta kapp­ ingarár. Rókur ivasamur Hjá Kyndli kemur tað illa við, at Rókur Akralíð hev­ ur drigist við ein skaða. Hann er í Íslandi í løtuni, og tað er ikki enn vist, um hann verður tøkur til dyst­ in í Vestmanna leygar­ kvøld­ið. Málverjin, Lars Blak, verð­ur heldur ikki við. Hann er uttanlands í samband við skúlan, men verður tøkur til næsta dystin.Vit frætta, at Johan Danielsen vænt­andi fer at standa í málinum fyri Lars, men tað verður bert tann eina dystin. Hans Áki Dahl Christi­ ansen hevur heldur ikki verið við í eina tíð hjá Kyndli, tí hann hevur verið í Danmark í arb­ eiðsørind­um. Hann er tó komin heim aftur, og hetta er ein stórur styrkur fyri Kyndil. Hjalti M. Jacobsen hjá Kyndli sigur, at teir ætla til Vestmanna eftir øllum stig­unum. – Vit ætla heilt víst eftir báðum stigunum í Vest­ manna. Tað er altíð av stórum týdningi hjá okk­ um at vinna á VÍF, og hesin dysturin er einki undantak. Dystirnir mill­ um Kyndil og VÍF eru nakað serligt, og tí hevur tað stóran týdn­ing fyri okkum at vinna leygar­ kvøldið. Neistin tekur í fyrsta dytinum ímóti StÍF í høllini á Hálsi sunnu­ dagin. Neistamenn­ inir hava allar mans tøkar, meðan StÍF má vera Justinusen brøð­ urnar fyri uttan. Hin­ vegin ætlar venjarin, Jacob Jónsson, at vera partur av liðnum, meðan tað hoyrist, at eisini Artur Johansen verður við á Hálsi. NEISTIN-StÍF Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Brak í Vestmanna Sorin og René nýggjan sáttmála