Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 193 - 6. oktober 2006 ] Skopuningur stendur seg væl í Trømsø Jóna Nicolajsen, sum í mong ár hevur virkað bæði sum venjari og leikari í B71, býr nú í Tromsø í Noregi. Fótbóltin hevur hon tó ikki gloymt, tí hon er í uppskoti til ársins kvinnuliga leikara í Tromsø umráðnum; Troms Footballkrets. Hetta skrivar heimasíðan hjá B71. 25 fólk eru í uppskoti til ársins leikarar, dómarar, venjarar. Sagt verður at tilber at atkvøða oktober mánað út. Síðani skal ein nevnd gera av, hvørji fáa heitini. Ætlar tú at geva Jónu tín atkvøðu kann tú senda ein mail til: troms. football@football.no. Sjónvarpið sendir kortini Sjónvarp Føroya boðar á heimasíðuni frá, at teir fara at senda frá landsdystunum hjá Før­ oyum móti ávíkavist Litava og Fraklandi. Tað vóru annars mong, sum saknaðu dystirnar, tá skráin hjá Sjónvarpinum varð prentað. Nú framgongur tó av heimasíðuni, svf. fo, at dystirnir kortini verða sendir. Dysturin móti Litava verður nú leygardagin, og miku­ kvøldið verður so spælt í Souchaux í Fraklandi. Souness fyri Backe Fyrrverandi venjarin hjá Toda Jónsson í FCK, Hans Backe, fekk herfyri sekkin sum venjari hjá grikska felagnum Panathinaikos. Svenski venjarin vart bert eitt stutt skifti í starvinum í Panathinaikos, og vána­ lig úrslit í UEFA Cup kappingini høvdu við sær, at hann varð sagdur úr starvinum. Nú verður roknað við, at fyrrverandi Liverpool- og Newcastle- venjarin Graeme Souness verður nýggjur venjari hjá Panathinaikos. Gras skal aftur á Luzhniki Talan tóktist at vera um endaligu blástemplingina av graslíki, tá UEFA gjørdi av, at Luzhniki-stadion í Moskva skuldi hýsa Champions League finaluni í 2008. Fyri stuttum varð graslíki nevnliga lagt á svørðin, sum í nógvar mátar meira var ein grús- enn grasvøllur, tá spælt varð í Moskva. Millum annað, tá føroyska fótbóltslandsliðið spældi á vøllinum í mars mánaði í 2002. Ta ferðina var trupult at finna nakra grasstrá á vøllinum, sum tó - takkað verið litaðum sagspønum - tóktist vakur og grønur á sjónvarpsskíggjanum. Seinni hevur UEFA tó heitt á tey í Moskva, um at bera so í bandi, at gras verður lagt á fyrrverandi olympiska vøllin undan finaluni. Og hesum hevur russiska fótbóltssambandið játtað. Anelka verður við móti Føroyum Sidney Gouvu er skaddur, og tí hevur Raymond Domenech tikið umstrídda áleyparan við í hópin, sum skal spæla móti Skotlandi og Føroyum. Hóast Anelka hevur verið roknaður sum eitt tað størsta talentið í fronskum fótbólti yvirhøvur, hevur yrkisleið hansara í ov lítlan mun livað upp til tað, sum evnini lovaðu. Arsenal, Real Madrid, Paris St. Germain, Liverpool og Fenerbache eru nøkur av feløgunum, sum hann hevur spælt fyri, men mest sum hvørja ferð er alt enda í ósemju og ruðuleika. Evnini eru tó enn til staðar, og tí hevur Domenehc gjørt av, at Anelka kann fáa møguleika at økja um landsdystartalið, sum í løtuni er 31. Hann hevur skorað sjey ferðir í teimum 31 dystunum. Mánadagin verður lutakastið til EM- undankappingina í kvinnufótbólti. Føroyar eru við í lutakastnum saman við eini ørgrynnu av eystureuropeiskum londum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mánadagin fer UEFA at kasta lut um, hvussu spælast skal í EM-undankappingini fyri kvinnulandslið í fót­ bólti. Føroyar hava teknað til kappingina, og Føroyar skulu taka lut í fyrstu innleiðandi kappingunum, sum verða hildnar í n­o­ vember mánaði. Tað verða ikki bert spenn­ andi lond í pottinum í Nyon mánadagin. Norðurírland, Wales og Luksemborg eru millum londini, sum liggja nærmast okkum, men síðani er ein øgrynna av eytureuropeiskum lond­ um við í kappingini, og sannlíkið er sera stórt fyri, at Føroyar endar í ein­um bólki, har øll hini londini hoyra til suður- ella eystureuropa. Vinnarin fer víðari 20 lond verða við í fyrstu innleiðandi kappingini, sum verður spæld í døgunum frá 18. til 23. november. Londini verða flokkað í fimm bólkar við fýra londum í hvørjum bólki. Tey 20 londini, sum verða við í lutakastinum, eru: Wales, Ísrael, Romen­ia, Slovakia, Kroatia, Norð­urír­ land, Bosnia-Herzegovina, Estland, Kazakhstan, Malta, Armenia, Azerbaijan, Bul­ garia, Føroyar, Georgia, Letland, Litava, Luksemb­ org, Makedonia og Turka­ land. Vinnarin av hvørjum inn­leiðandi bólki fer víð­ ari til vanligu EM-undan­ kappingina, har øll hini – sterkaru – londini koma upp í kappingina. Tá fara samanlagt 30 lond at spæla í innleiðandi bólkunum um at sleppa við til EM- endaspælið í 2009, sum verður hildið í Finnlandi. Næstu dagarnar spælir U19 landsliðið hjá Føroyum EM- undankapping í Svøríki. Fyrsti dysturin verður ímóti vertunum í dag Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyska U 19 landsliðið í fótbólti fer í dag undir EM undankappingarumfar, sum verður spælt í Svøríki. Avbjóðingin er ivaleysa stór hjá føroyska liðnum, sum fríggjadagin klokkan 15 leggur fyri í Ljungby við at spæla ímóti svensku vertunum. Sunnudagin skulu Føroyar spæla ímóti Pólandi, og síðsti dysturin verður mikudagin ímóti Íslandi. Bill Jacobsen og Heðin Askham eru venjarar hjá føroyska liðnum. Teir hava gjørt av, at føroyska liðið í 4-1-4-1 útgávu fer at síggja soleiðis út í morgin: Trygvi Askham, FSV04 – Sam Jacobsen, GÍ, Jó­han T. Davidsen, Skála, Einar Hansen, NSÍ, Torkil Kollsker, HB – Ólavur í Ólavsstovu, HB – Pætur T. Jørgensen, HB, Levi Hanssen, Skála, Christian R. Mouritsen, Manchester City, Jóhan Ellingsgaard, B36 – Bogi A. Løkin, NSÍ. Teir, sum fara at sita á beinkinum og bíða eftir at sleppa upp í part í morgin, vera Rógvi Ryggshamar, LÍF, Pól Jóhannus Justinus­ sen, NSÍ, Kristoffur Jacob­ sen, KÍ, John Hansen, B36, Frank Poulsen, ÍF, Odmar Færø, Keith FC og Øssur Dalbúð, NSÍ. Karl Vidtfeldt er ferða­ leiðari, Brian Fossabrúgv er fysioterapeutur, og Jón Harald Poulsen er liðleið­ ari. Kvinnurnar fáa mótstøðuna U-19 skal í eldin í Svøríki U19 landsliðið skal spæla ímóti Svøríki, Pólandi og Íslandi í EM-undankappingini Nú er liðugt hjá føroyska kvinnulandslið við at vinna tveysiffrað á Isle of Man á Oyggjaleikunum. Í november verður liðið við í EM-undankapping, har mótstøðan verður nógv sterkari Mynd: Jens Kr. Vang