Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. oktober 2006síða 38

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 193 - 6. oktober 2006 tíðindi Skotið verður upp, at politisku flokkarnir skulu loyva kvinnuligu varaumboðunum at taka sæti á tingið í 14 dagar, so tilsamans 17 kvinnur eru inni í senn. Javnstøða Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Av tí at verandi ójavnstøða á tingi er sjálvforstyrkjandi, áttu vit at roynt at fingið javnstøðu á tingi í tvær ella fýra vikur. Hesi eru boðini frá Javnstøðunevndini og nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, sum mæla til sum skjótast at fáa javnstøðu á tingi í ávíst tíðarskeið. - Mannfólkini, ið sita á tingi, fáa alla umrøðuna og allar møguleikarnar at vísa sínar dygdir, og tí er ójavnstøðan á tingi sjálvforstyrkjandi, og vit eiga at byrja eina góða ringrás við kvinnum á tingi, siga nevndirnar í tíðinda­ skrivi. Eru verst fyri í heiminum - Bert tríggjar kvinnur eru valdur inn á ting, svar­andi til færri enn 10 % og tískil ein tann slakasta kvinnuumboðanin í heiminum. Men ting­ skipanin loyvir tingfólki at lova varaumboðum sínum framat. Níggju kvinnur hava tikið sæti sum vara­ fólk á tingi higartil hetta valskeiðið. Umframt hesar níggju kvinnurnar eru seks aðrar, ið antin eru ovast ella næstovast á varafólkalistanum, siga Kári á Rógvi, formaður í javnstøðunevndini, og Eyðgunn Samuelsen, for­ kvinna í nevndini fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Og nevndirnar bera fram: Soleiðis at Føroya fólk sær, at tað ber til hjá kvinnum at umboða veljaran á tingi og gera seg galdandi í øllum málum, verður mælt til, sum skjótast at fáa javnstøðu á tingi í ávíst tíðarskeið. - Við teirri umrøðu, ið stendst av at hava veruliga javnstøðu í nakrar tingvikur, áttu allir politiskir flokkar saman við limum og valevnum sínum at brúkt uppstillingina til komandi val at fáa sjónligar. Hesir flokkar kunnu Javnstøða kann fáast á tingi við at brúka § 63, stk. 1 í tingskipanini. Niðanfyri nevndu flokkar boða samstundis frá, at løgtingsmaður ella fastur varalimur tekur seg úr sæti í avrátt tíðarskeið. Teir flokkar, ið lættliga kunnu gera hetta eru: Fólkaflokkurin í Vág­ um (annar varalimur), Sam­bandsflokkurin í Vágum (triðji varalimur, ið hevur verið inni á tingi), Fólkaflokkurin í Suður­ streymi (fyrsti varalimur), Javnaðar­flokkurin í Suður­ streymi tvey umboð (fyrsti og annar varalimur), Tjóð­ veldisflokkurin í Suður­ streymi (triðji varalimur, ið hevur verið inni á tingi), Miðflokkurin (triðji varalimur, ið hevur verið inni á tingi), Javnaðarflokkurin í Suðuroy (annar varalimur), Tjóðveldisflokkurin í Suður­oy (fyrsti varalimur), Tjóð­veldisflokkurin í Sand­oy (fyrsti varalimur), Fólka­flokkurin í Norðoyum (annar varalimur), Javnaðar­ flokkurin í Norðoyum (fyrsti varalimur), Tjóðveldis­flokk­ urin í Norðoyum (annar varalimur), Miðflokk­urin í Eysturoy (annar vara­ limur). - Hetta gevur afturat teim­ um trimum føstu kvinnunum á tingi 17 kvinnur, so sjálvt um onkrari berst frá, skuldi borið til at fingið støðuna 16-16 á Føroya løgtingi í tvær vikur. Á tann hátt kundu politisku flokkarnir víst, at javnstøða ber til og givið veljarum eins væl og valevnum íblástur til næsta val, siga uppskotstillararnir. Minsti flokkurin á tingi, Sjálv­stýris­ flokkurin, metir ikki, at ætlaði skattalættin kemur samfelagnum til góðar. Hann setir enn meira ferð á búskapin í eini tíð, har ið serfrøðingarnir ráða til at tálma honum, heldur Kári P. Højgaard, løgtingslimur fyri Sjálvsstýrisflokkin FÍGGJAR­LÓGAR­ UPPSKOTIÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Sosialurin hevur sett seg í samband við Kára P. Højgaard, løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin, og spurt um, hvat hann heldur um fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár. - Fyri at byrja við tí jaliga, so haldi eg tað vera gott, at skúla- og mentannarøkini eru vorðin uppraðfest. Eisini eru tey bleytu virðini soleiðis yvirskipað vorðin raðfest hægri, men eg kundi kanska heldur hugsað mær, at serstøk øki, sum veruliga treingja, vórðu raðfest enn hægri. Tað er ein lítil hækkan á nógvum økjum, men tað munar ikki so væl. Til dømis er játtanin til pensjónistar hækkað 1,5 milliónir, men um vit hyggja at hinum árunum, so er tað ein sera lítil hækking. - Vit vita ikki hvussu stórur tørvurin er, tí at eg veit ikki, hvussu nógvar umsóknir vóru í mun til í fjør. Eldravirksemið er stórt kring landið, og tað eiga at vera dagtilhald kring alt landið, sigur Kári. Avtaka oljuavgjaldið ístaðin Nógv hava funnist at ætlaða skattalattanum, sum skal økja um virksemið í landinum, og Kári P. Højgaard er heldur ikki nøgdur við skattalættan: - Hesin skattalættin á 50 milliónir rakar ikki rætt. Tað eru miðalinntøkurnar og tær hægri inntøkurnar, sum fáa ágóðan, og tað er ein skeiv avgerð í uppgangstíðum, tá ið fakkkunnleikin ráðir til at tátta í. Eg haldi, at vit skuldu nógv heldur avtikið oljuavgjaldið. Tað hevði kostað landskassanum um­­ leið 60 milliónir. Tað er mestsum sama upphædd sum skattalætttin. Olju nýta øll, og serliga barnafamiljur høvdu merkt tað. Hendan loysnin hevði verið meira solidarisk, heldur Kári. Hann metir, at barna­ familjur eru ikki væl fyri í samfelagnum, og tær eiga at verða raðfestar hægri. - Bústaðarpakkin er ein glotti í uppskotinum. Tað eigur at vera ein fólkarættur at eiga tak yvir høvdið. Tað er torført hjá ungum familjum við núverandi skipan og húsaprísum. Búskapurin má tálmast Kári fegnast eisini um, at avlop aftur er á fíggjar­ lógini. - Nú hava vit koyrt í tvey ár við undirskoti, og tað var kanska ikki neyðugt. Hesi árini við undirskoti hava uttan iva gjørt, at fólk hava meira pengar um hendi. Bankarnir skrúva for frá og bjóða lán við longri avdráttartíð. Hetta er positivt í ein ávísan mun, men tað kann einans standa á í eitt avmarkað tíðarskeið. Rentan er metlág, og tað er stórt pengarensl í samfelagnum. Men vit kunnu vera vís í, at rentan fer upp aftur, og helst koma eisini verri tíðir. Spurdur, um hann óttast fyri, at føroyingar gera sama feil, sum áðrenn kreppuna, svara Kári: - Tað eru ávís líkheitstekin. Vit uppliva veldigar sølur innan vinnuna, og tú kanst óttast, at vit yvirkapitalisera vinnuna. Okkara vón er sjálvandi at fáa eitt annað bein at standa á, so at fiskurin ikki verður ”Alfa og Omega” hjá okkum. - Tað er týdningarmikið, at tað almenna torir at tátta í, tá ið búskaparhjólini mala ov skjótt. Tað eru nógvar stórar verkætlanir í gongd, og eg haldi tað vera púra burturvið, at einans ein byggiharri bjóðar seg fram til miðnámsskúlan í Suðuroy. Tað sigur eitt sindur um lutfalli av útboði og eftirspurningi í dag. Blokkurin minka stigvíst Kári P. Højggard heldur, at ríkisstuðulin eigur at verða skorin niður við tíðini, men ikki fyrr enn føroyska samfelagið er til reiðar til tað. - Vit arbeiða við at taka yvir fleiri øki, og tað er rætti mátin at gerast meira sjálvberandi. Skjótt verður fólkakirkjan yvirtikin. - Sjálvsstýrisflokkurin heldur, at blokkurin skal minka saman við yvir­ tøkunum. Tað ber ikki til at kuta allan blokkin burtur í einum. Vit vilja gera føroyska búskapin leysan av stuðlinum, soleiðis at vit hava javna á fíggjarlógini uttan ríkisstuðulin. Eg trúgvi ikki, at nakar í dag hugsar um, blokkurin varð skorin niður við 365 milliónum. Sjálvsstýrisflokkurin gong­ ur inn fyri, at vit soleiðis stigvíst skerja blokkin, sigur Kári. Hann hevur góðar vónir um at koma til eina breiða semju um fíggjar­ lógaruppskotið. - Um andstøðan verður tikin við í einum veruligum dialogi, vænti eg, at vit finna eina semju. Skattalættin er snúningspunktið, sum ósemjan er um, men tað má bera til at finna eina breiða semju, tá ið samgongan frammanundan er tríggir stórir ymiskir flokkar, sigur Kári P. Højgaard at enda. Kári P. Højgaard um fíggjarlógaruppskotið: – Skattalættin rakar skeivt – avtak oljuavgjaldið ístaðin 14 dagar við kvinnum á tingi : Allar íslendsku tingkvinnurnar savnaðar. Verða føroysku eins nógvar?