Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 194 - 9. oktober 2006 Astma & Allergi Felagið    Astma & Allergi í Miðlon 14. oktober kl. 13-15 Ymisk umboð frá Heilsu - verkinum og apotekinum luttaka, umframt Angela og Hannibal Seinnapartin miku­ dag­in fór Petur Karl av Rana, bóndi úr Tronisvági, í Prests­ skor­ar og Toftaskorar eftir seyði, men alt gekk ikki heilt eftir ætlan Ella Larsen ella@sosialurin.fo Ætlanin var at tveir mans skuldu við honum, men teir sluppu ikki avstað, tá tyrlan kom at eftir teimum. Tí fór Petur Karl einsamallur av stað. Hann svav í einum lítlum húsum í Toftaskorum, ið eru gjørd til fleyingarmenn. Hósdagin gjørdi hann eina rætt úr stiki og pelum og fekk 59 seyðir inn í rætt­ ina. Petur Karl byrjaði at binda seyðin niður, men tá hann hevði bundið 7 seyðir, brast ein peli úr vegginum, og allir hinir 52 seyðirnir sluppu. - Har vóru 7 veðrar. Teir leikaðu so í, at pelin fór leysur, og av tí at eg var einsamallur, so var einki at gera, greiðir Petur Karl frá. Avtalan var at tyrlan skuldi koma aftur eftir Petur Karl um fimm tíðina hós­ dag­in. Men tyrlan var seink­ að í einari aðrari uppgávu, og tað gjørdist ov myrkt, at koma í skorðarnar eftir honum. Rættin er í Prestsskorum, har er einki telefonsignal er, so Petur Karl fekk eingi boð um, at tyrlan ikki kom eftir sær, so hann fór aftur í húsið í Toftaskorum. Fríggjadagin um tvey tíð­ ina kom tyrlan aftur: - Tað var næstan sum eitt ævintýr tá tyrlan kom eftir mær. Eg visti ikki av nøkrum, fyrr enn hon hekk beint framman fyri mær, sigur Petur Karl. - Tað var næstan sum eitt ævintýr tá tyrlan kom eftir mær. Eg visti ikki av nøkrum, fyrr enn hon hekk beint framman fyri mær, sigur Petur Karl. - Tá eg hugdi upp, sat ein maður har. Hann rætti mær hondina, og hjálpti mær umborð. Petur Karl av Rana fekk sjey góðar seyðir við sær úr skorunum, og ætlar sjálvur at fletta teir. Einsamallur í skorunum eftir seyði Myndin er tikin tá Petur Karl av Rana (nr. tvey frá høgru) kom aftur úr skorunum fríggjadagin Mynd: Áki Bertholdsen