Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 9. oktober 2006 5 tíðindi Konditaríið skal aftur vera tað góða gamla Konditaríið - og nýggi eigarin vil fegin hava gomlu stammgestirnar at koma aftur KONDITTARÍIð Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Gamla konditaríið letur upp aftur í miðbýnum í Havn í morgin. Tað er Uni Gullfoss, sum hevur keypt staðið, og hann ætlar at fanga tey gomlu virð­ini, sum eyðkendu gamla kond­itaríið. - Eg ætli at fáa gomlu virð­ ini fram aftur í konditarínum. Ætl­anin er at fáa myndir av gomlu Havnini, at hanga inni í konditarínum, soleiðis at umhvørvið verður merkt av gomlu tíðini. Harafturat hevði tað verið stuttligt, um vit fingu menninar, sum plagdu at sita á gamla kond­itarínum, at koma aftur higar. Hann leggur eisini stóran dent á, at hetta staðið verð­ur einasta roykfría café í mið­ bý­num, og hann vónar, at hetta fer at fáa fleiri kundar á konditaríið. Í niðaru hædd­ini er royk­ frítt, meðan roykjarar kunnu fara upp á ovaru hæddina, um teir vilja roykja. Fyri at finna fram gamla stílin, so hevur Uni Gullfoss eisini roynt at fingið fatur á gomlu matskránni. - Ætlanin er at fáa fingrar á gomlu mátskránni, so­leið­is at vit skulu fáa mest møg­u­ ligt at vera sum fyrr. Hetta hevur ikki eydnast ordiliga enn, men vit arbeiða við hes­um. Harafturat ætla vit at hava okkurt nýtt afturat gomlu matskránni, soleiðis at úrvalið hjá okkum verður meir fjøllbroytt. Fríggjadagin og leyg­ar­ dagin helt Lym­fø­dem­ felagið fund saman við nevndunum úr lym­fø­dem­feløgunum úr Noregi, Danmark og Svøríki Ella Larsen ella@sosialurin.fo Lymfødem er ein sjúka, sum kemur av ov nógvum gróðrarvatni í vevnaðinum og vísir seg við, at bein ella armar gerast hovin. Lym­fø­ dem­felagið í Føroyum var stovn­að fyri tíggju árum síð­ ani og hevur í dag 55 limir. Umleið 80 sjúklingar eru í viðgerð fyri lymfødem í Før­oy­um. Sjúkan kann raka øll, men rakar flest kvinnur. Hon kann vera viðfødd, men kann eisini verða ein fylgja eftir eina skurðviðgerð. Hetta er fyrstu ferð at lymfødemfeløgini úr Nor­ð­ur­ londum hava ein felags fund, men talan er nú um, at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak. Á fundinum hava nevnd­ ar­lim­ir úr øllum Norð­ur­ lond­unum sagt frá, hvussu tað gongur við sjúkuni og viðgerð í ymisku lond­u­ num. - Vit hava fingið nógv at vita á fundinum, og hava hoyrt fleiri uppskot, sum vit kunnu arbeiða víðari við, sig­ ur Harriet Nybo, formaður í Lymfødemfelagnum. Ætlanin er, at feløgini skulu samstarva um ymiskar verk­ætl­anir. Til dømis fer Lym­f­ø­demfelagið í Føroyum at fáa ymiskt tilfar úr Noregi og Svøríki, sum tey har nýta til at upplýsa sjúklingar og onnur um sjúkuna. Konditaríið letur upp í morgin - Eg ætli mær at fáa gomlu virðini fram aftur í Konditarínum, sigur Uni Gullfoss, sum nú letur Konditaríið í Niels Finsensgøtu uppaftur Mynd: Teitur Joensen Fríggjakvøldið var fjórðu ferð, at skipað var fyri aftankvirru í Havnar kirkju. Fyrsta fríggjakvøld í hvørjum mánaði hev­ ur kirkjan verið opin mill­um kl. 21 og 23, og nú hevur tiltakið verið í Havnar kirkju í fýra mánaðir aftankvirra Ella Larsen ella@sosialurin.fo - Tað hava verið frá 25 til 45 fólk til aftankvirrurnar, sigur Helgi í Brekkunum, sum er limur í kirkjuráðnum í Havnar kirkju. - Hetta er meir enn eg hevði væntað áðrenn vit byrj­ aðu. Tí hetta er ikki vanligt at hava í Føroyum, greiðir hann frá. - Í okkara grannalondum er tað vanligt at kirkjurnar eru opn­ar, til dømis í Danmark, Noregi og Svøríki hava tey líknandi tiltøk. Tað hava tey eisini merkt, tí í summar vóru fleiri út­lend­ ingar til tiltakið. Út­lend­ing­ ar­n­ir hava bæði verið ung og eldri fólk, men tað hava ikki verið nógvir ungir før­ oy­ingar. Frá kl. 21 til 22 er friður, har fólk kunna koma og seta seg niður og vera fyri seg sjálvi eina løtu. Henda løta kann nýtast til umhugsan og meditatión. Frá kl. 22 er sangur ella tónleikur í ein hálvan tíma. Fríggjadagin var tað Petra Iversen, sum sang sálmar og kingosangir. Tann síðsti hálvi tímin verður brúktur til eina stutta andakt, og síðan kunnu fólk fáa sær ein drekkamunn í forkirkjuni, um tey hava hug til tað. Næstu ferð aftankvirra verður er 3. november, tá fer barnakórið úr Havnar kirkju at syngja. Úr politi­ rapp­ort­ini Herverk: Fríggj­a­kvøld­ ið var herverk gjørt í mið­býnum í Havn, har tveir persónar kastaðu stein­ar og brutu tveir rút­ar í Sparikassanum, sum venda ímóti gong­ u­gøt­uni. Onkur vitni vóru, men eingin er enn tikin. Maður datt á sjógv Leygarnáttina koyrdi ein taxabilur tríggjar rús­að­ar menn út á vest­ aru bryggju. Á veg umborð á skipið datt ein av monnunum nið­ ur ímillum bryggjuna og skipið, hann varð hál­að­ur upp aftur bein­ an­vegin, og eingin skaði hendi. Steinur ígjøgnum rútin á bili Leygarmorgunin var ein maður í bili á veg úr Vest­manna, á veg niðan frá Vestmanna kom ein stein­ur inn gjøgnum for­ rút­in á bilinum og fór beint út ígjøgnum bak­ rút­in. Løgreglan kennir ikki orsøkina. Motorsúkkla koyrdi á seyð Leygarkvøldið koyrdi ein motorsúkkla á ein seyð á Oyggjarvegnum. Seyðurin doyði og mot­ or­súkklan ­fór út av veg­ num. Førarin meiddi seg nakað av fallinum, men kláraði sjálvur at koyra aftur til Havnar. Innbrot Sunnudagin var eitt inn­ brot í Dagstovninum á Løgmannabreyt, har ein brævbjálvi við peningi var stolin. Koyrdi ov skjótt Sunnudagin var ein bil­før­ari tikin fyri at koyra ov skjótt í Kald­ baks­botni. Hann koyrdi 116 km/t har loyvt var at koyra 80 og fær tí eina bót. Aftankvirran fær góða undirtøku Norðurlendskur fundur í Lymfødemfelagnum