Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 194 - 9. oktober 2006 tíðindi Nú nærkast GBOB. Føroyskir tónleikabólkar fara til Fuglafjarðar at luttaka í GBOB kapp­ ingini. Tað verða tvey innleiðandi umfør, og síðan hittast nakrir bólkar í eini tjóðarfinalu. Vinnarin av tjóðarfinaluni sleppur at luttaka á altjóða finaluni, sum verður í London í desembermánaði GBOB Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo) Higartil eru 13 bólkar meld­ aðir til føroyska partin av kappingini. Sum vant, eru tað nógvir nýggir, ókendir bólkar, sum fara at trína á pallin í Mentunarhúsinum. Men eisini eru nakrir av teimum meira garvaðu bólk­ unum meldaðir til kapp­ ingina. Bólkarnir sum higartil hava meldað seg til og hava goldið luttøkugjald eru: T.M.E. – Hvalvík Rhetoric – Skopun Nonsense – Eiði Nátt – Klaksvík Isadora and the Rebels - Tórshavn India – Norðragøta Half a Heart – Saltangará Forgery – Tvøroyri Deja Vu – Argir Avoke – Rituvík Boys in a Band – Gøta Synarchy – Tórshavn Vælumtókti bólkurin Lama Sea skal luttaka á eini GBOB konsert, sum verður í Kagganum í kvøld. Hetta bendir á, at Lama Sea eisini verða at finna millum luttakandi bólkarnar. Stuttligt er at hyggja eftir tí geografisku spjaðingini. Seinnu árini hevur verið nógv práta um eina polarisering millum Gøtu og Havn, men hendan sæst ikki so kraftiga aft­ur á bólkunum, sum higar­­til hava meldað seg til kapp­ ing­ina. Hóast ein yvirvág er við bólkum frá høvuðs­ staðar­økinum, er tað stutt­ ligt at bygdir sum Skopun, Hvalvík, Eiði, Saltangará og Rituvík eru farnar at blanda seg. Hetta er stak gleðiligt. At Havn er væl umboðað, er helst ikki so løgið. Umframt at fólkatalið er hægst í Havn, eru eisini eitt ávíst umhvørvi, sum fostrar tónleikabólkar. Margarin­ fabrikkin eigur helst sín stóra leiklut í hesi uppalingini av tónleikabólkum, og vit sóu tað eisini á seinasta Prix Føroyar, at bólkar úr tí umhvørvinum sum heild stóðu seg væl. Soleiðis var eisini við bólkum úr Gøtu. Síðan Clickhaze kollvelti før­ oyska tónleikapallin, fór tón­leika­lívið veruliga at blóma í Gøtu. Hóast allir tónleikararnir ikki endiliga vóru ættaðir úr Gøtu, so var umhvørvi rundan um Losjuna í Gøtu og felagið Grót ein sonn oasa fyri før­ oyskt tónleikalív. Risarnir Longu nú kunnu vit gera okkum lítlar metingar um hvørjir bólkar munnu fara at standa seg væl í GBOB kappingini. Tá hetta er sagt, so kemur ongin víðari bara tí at bólkurin hevur eitt kent navn. Tað skal prógvast á pallinum at bólkurin eigur sær sæti í altjóða finaluni í London. Men nakrir risar eru longu at finna í yvirlitinum. Deja Vu er so avgjørt eitt gott boð uppá ein komandi vinnara. Við teirra dreymakenda rokki, hava teir í áravís bergtikið mangan áhoyrara, og tað er nógv sum bendir á, at teir nú fara at klatra allan vegin upp á tindarnar. Tveir markantir profilar eru komnir afturat í bólkin. Benjamin Petersen hevur tikið gittarleiklutin á seg. Hóast Benjamin einans er 18 ára gamal, so verður hann mettur sum eitt tað størsta talentið, sum føroy­ ing­ar hava fostrað í nógv ár. Eisini er Arnold Ludvig komin afturat. Bassleikarin Rógvi Rasmussen er flutt­ ur av landinum í lestrar­ ørindum, og í hansara stað er Arnold komin. Arnold er ein gomul rotta í føroyskum tónleiki. Hann telist millum allarbestu bassleikarar í landinum, og hetta sást m.a. aftur, tá ið hann í 2005 vann seg í Prix Føroyar finaluna við tveimum bólkum. Isadora and the Rebels er eisini ein bólkur, sum vit skulu halda eyguni við. Bólkurin hevur verið sera eyðsýndur seinasta árið, og hevur sannført nógvar áhoyrarar m.a. á Summar­ festivalinum. Á odda fyri bólkinum er gávuríka Guðrið Hansen, sum luttók í Singer/Song­ writer kappingini í fjør. Hon syngur knasandi væl, og dugur heilt væl at smíða løg. Tónleikurin sum tey spæla er harður singer/song­ writer tónleikur. Ein annar risi í hesum samanhanginum er Lama Sea. Enn er ikki heilt váttað at Lama Sea fer at luttaka, men um bólkurin verður við í GBOB, verður hann mettur sum ein av teimum stóru favorittunum. Í langa tíð hava teir ver­ ið mettir sum ein kom­ andi “stórbólkur”, men á G Festivalinum í ár, tók bólkurin stigið frá at vera lovandi til at vera etabler­aður. Teirra stílur er nakað nýtt í Føroyum. Bólkur finnur íblástur í út­lendskum bólkum sum Frans Ferdinand o.ø., og hetta hoyrist eisini aftur. Hetta er tónleikur sum er vælumtóktur í londunum rundanum okkum, og nú vinnur hetta tónleikaslag eisini innrás í Føroyum. Teir ið mannað Lama Sea eru allir dugnaligir tón­ leikarar, men teirra avgjørda styrkja er, at teir síggja gott út á pallinum. Teir koma útum pallkantin, og gevur hetta bólkinum nakað eyka, sum aðrir føroyskir bólkar kunnu læra av. Teir ókendu Tað stuttligasta við tílíkum tónleikakappingum er, at upplivað nýggjar bólkar framføra nýggjan tónleik. Og GBOB verður onki undantak. Undirritaði kenn­ ir ikki bólkarnar Rhetoric, Half a Heart, Avoke og Boys in a Band. Hinvegin luttók bólkurin Hvalvíksbólkurin T.M.E. í GBOB kappingini í fjør. Hesin bólkur var av onkrum skírdur at vera ein sannur kult-bólkur, so tað verður spennandi at hoyra hvønn veg bólkurin hevur útviklað seg í ár. Eisini luttók bólk­ urin Nonsense í fjør. Teirra stílur var rættiliga leitandi, og tú hoyrdi at bólkurin var nýggjur. Bólkurin Forgery spældi á Jóanssøkufestivalinum í ár. Teir spældu rættan 80ara rokk, og serliga var tað sangarin, Jens Arne Leo, sum stóð seg væl í tí framførsluni. Rokkbólkurin Synarchy var eitt av teimum positivu upplivilsum á GBOB í fjør. Við eini garvillari framførslu vunnu teir seg í tjóðarfinaluna. Hóast teir ikki hava verið so øðiliga nógv frammi í seinastuni, mugu teir eisini metast millum teir betri bólkarnar í kappingini. Vit á Planet.fo fara at royna at fylgja við, so hvørt sum bólkar leggjast afturat. GBOB – hvørjir bólkar luttaka? Marius luttók á GBOB í fjør