Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 9. oktober 2006 7 tíðindi Filmseftirlitið skal verða eitt Miðlaráð har brúkaraleiðbeining kemur í staðin fyri filmsensur. Hetta verður skotið upp í álitið, sum varð handað Jógvani á Lakjuni, landsstýrimanni í morgun. Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Filmseftirlitið skal endur­ skoðast, og framyvir skal tað hava eina leiðbeiningar- og filmsflokkingarskyldu, heldur enn at sensurera og banna filmum. Hesin er høvuðsboðskapurin í einum áliti, sum ein arbeiðsbólkur handaði Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í menta­ málum, í morgun. Uppgávan hjá arbeiðs­ bólkinum var at koma við einum uppskoti um endur­skoðan av virksemi Filmseftirlitsins. Í álitinum verður ført fram, at lógin um Filmseftirlitið, ið enn er í gildi, er ótíðarhóskandi, men arbeiðsbólkurin mælir samstundis frá at avtaka Filmseftirlitið uttan at seta nakað annað ístaðin. Ikki klippa og sensurera Formaður í arbeiðsbólkin­ um hevur verið Eyðun Joen­ sen, sálarfrøðingur, sum var formaður í Filmseftirlitin­ um í eini 20 ár. Hann metir, at tað er í tøkum tíma, at økið verður lagað til nútíðina og samsvarandi grannalondunum, har nógv verður gjørt burtur úr at upplýsa um skilagóða miðla­nýtslu. - Tørvur er á einum Miðla­ráði. Tí tað ber snøgt sagt ikki til at sita og klippa burturúr filmum og at seta forboð. Útboðið av miðlatilfari er so ovurhonds stórt, og møguleikarnir fyri at fáa hendur á tilfari so óavmarkaðir, at tað er meiningsleyst at halda seg kunna sensurera tilfar­ið í dag, segði Eyðun Joen­ sen á tíðindafundi í Menta­ málaráðnum í morgun. Foreldrini uppalast Og hann vísti á, at ábyrgdin nú í størri mun er lagt yvir á foreldrini, har tað er teirra uppgáva at kunna seg um skilagóða fjølmiðlanýtslu, og møguliga at fáa til vega tekniskar forðingar til teld­ una og á sjónvarpið. - Tí er eisini alneyðugt, at tey hava ein stovn, sum tey kunnu venda sær til, har tey kunnu fáa holla ráð­ geving um telduspøl, far­ telefoni, internetið og fjøl­ miðlar annars, segði Eyðun Joensen. Og hann vísti á, at arbeiðsbólkurin varð biðin um, at gera eitt álit, men at tey hava gjørt eitt lógaruppskot, sum eitt klárt at samtykkja. Dálking av børnum Jógvan á Lakjuni, lands­ stýrismaður, segði seg næst­ an vera sannførdan um, at uppskotið verður samtykt, tí tað hevur so mangan verið ført fram í Løgtinginum, at tørvur er á at endurskoða og at nútímansgera gamla Filmseftirlitið. - Tað verður so nógv tos­ að um dálking í dag. Men vit skulu ikki gloyma at dálking er ikki bara sjón­ lig og ítøkilig, men kann eisini vera ósjónlig, og vit ynskja ikki at børn okk­ara verða dálkað, segði menta­ málaráðharrin. - Foreldur kenna seg púra hjálparleys, tá barnið ferð­ast í eini aðrari verð, har vit vita at tey kunnu møta dálkandi av ymsum slag. Tí mugu tey fáa nøkur amboð, sum ger tey før fyri at fyrihalda seg til útboðið, umframt at læra at seta upp tekniskar forðingar, um tað er neyðugt, greiddi Jógvan á Lakjuni, frá. Hava skrivstovu Krista Hvannastein, sum hevur arbeitt við serlestri um børn og miðlar, hevur verið við í arbeiðsbólkinum. Hon greiddi frá, at ítøkiliga ætlanin er at seta á stovn eitt miðlaráð, sum skal hava eina skrivstovu við einum starvsfólki. - Uppgávan hjá viðkom­ andi verður at røkja eina heima­síðu, og annars at taka sær av kunning um skila­góða miðlanýtslu sum heild. Til dømis kann við­ kom­andi skipa fyri fyri­ lestrum og upplýsandi til­ tøk­um fyri skúlar og stovn­ ar, sum hava við børn og ung at gera, segði Krista Hvannastein. Og í álitinum stendur, at ætlanin er, at Miðlaráðið skal veita brúkarum upplýsing um góðan miðlasið, fram­ leiða leiðbeinandi faldarar, plakatir, hava dagførda heimasíðu og sum heild gera eitt munadygt leið­ beiningararbeiði úteftir. Aldursmørk varðveitast Og greitt varð frá, at tað framvegis er ætlanin, at aldursmørkini skulu standa á filmum, sum eru til keyps ella leigu, og møguliga eis­ini filmum, sum verða vístir í føroyskum sjón­ varpi. Men nú verða aldurs­ mørkini tey somu sum í grannalondunum, so tíð og orka ikki fer til at hyggja eftir filmum, men heldur til upplýsing. Partur av lógarpakka Í álitinum, sum í roynd og veru er eitt lógaruppskot, stendur, at sum heild sær arbeiðsbólkurin eina kom­ andi føroyska lóg um Miðla­ráðið sum enn ein neyð­ugan lið í einum størri lógarpakka, har aðrir liðir eru t.d. nýggja barnar­vernd­ arskipanin, kring­varps­lógin og altjóða barna­verndar­til­ tøk. Hartil leggur uppskotið til føroyska lóg um Miðlaráðið upp til størri foreldraábyrgd, sum leiðbeinandi virksemi Miðlaráðsins skal stuðla upp undir. Ikki dýrari enn nú Víðari sigur álitið, at tað ikki verður mett, at Miðlaráðið nýtist verða dýrari í rakstri fyri landskassan enn ver­ andi Filmseftirlit, tá minni arbeiðsorka verður at brúka upp á egnar sensurkanningar. Filmseftirlitið hevur ígjøg­ num árini savnað týðandi leiðbeiningartilfar og før­ leika um filmar, og mælt verður til, at hetta verður ein partur av tilfeinginum í einum komandi Miðla­ ráði. Roknast kann við, at íløgur skulu gerast í heima­síðu og annan tøkni­ út­­búnað umframt starvs­ fólkamenning til tess at veita ta tænastu, sum brúkarin hevur tørv á. Men tá virksemið er fingið í fasta legu, verður dagliga umsitingin neyvan munandi størri. Heldur leiðbeining enn bann Føroyar á forsíðuni Føroyska orða­skiftið um sam­kynd er ein av høvuðssøgunum í sunnudagsútgávuni hjá danska blaðnum Politiken. Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í sunnudagsútgávuni av Politiken er ein drúgvur samandráttur av hvassa orðaskiftinum um rætt­indi teirra samkyndu í Føroyum. Blaðið greiðir frá, at harð­liga álopið á ein sam­kyndan mann í Havn, umframt hóttanir og sjikana móti øðrum samkyndum, hava havt við sær eitt ógvusligt kjak um tey samkyndu. Politiken vísir á, at tað eru religiøsir undirtónar í orðaskiftinum, og at Jóannes Eidesgaard, løg­maður, harmast um støðuna hjá teimum sam­kyndu. Málið um heimasíðuna dating.fo verður nevnt og Turið Debes Hentze, advokatur verður end­ur­givin úr Sosial­inum, fyri at siga, at tá tey samkyndu verða útihýst úr lógini, legitimerar tað sjikanu av fólki, vegna seksuellan samleika. Eisini løgreglan verður endurgivin fyri at vísa á, at ongin lógarheimild er fyri at handtaka fólk, sum hótta og happa tey samkyndu. Og danski lesarin fær harumframt innlit í atkvøðu­ greiðsluna hjá Føroya Løgtingi, har ein stórur meiriluti atkvøddi ímóti at verja tey sam­kyndu í sonevndu rasismu­greinini í revsilógini. Greinin vísir til tíð­indastovuna ritzau, og greinin er prýdd við eini fotomynd av Tinganesi. Í arbeiðsbólkinum sótu: Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og fyrrverandi formaður í Filmseftirlitinum, er formaður í arbeiðsbólkinum. Jegvan Bæk, sálarfrøðingur, núverandi formaður í Filmseftirlitinum. Hanus á Krákusteini, umsitingarleiðari á Filmseftirlitinum. Sigurð Ó. Vang, vinnuløgfrøðingur (fyrrverandi fulltrúi í Fjarskiftiseftirlitinum). Krista Hvannastein, námsfrøðingur, og Urd Johannesen, fulltrúi í MMR. FAKTA Eyðun Joensen, sálarfrøðingur og formaður í arbeiðsbólkinum handar Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni, álitið um endurskoðan av Filmseftirlitinum. Nógvir unglingar linkaðu í vikuskiftinum. Men vita foreldrini, hvat tey ungu takast við?