Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 194 - 9. oktober 2006 tíðindi - Sjálvandi eru eg og Bogi Hansen ikki altíð samdir, men tað merkir heldur ikki, at vit eru rúkandi ósamdir, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiski­rann­sóknar­ stovuni Gróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á samkomuni í Nóatúni í síðstu viku ynskti Hjalti í Jákupsstovu eisini Boga Hansen tillukku við pro­ fessarabrævinum og virðis­ lønini. Í endanum av sínum starvs­ tøkufyrilestri, sum Bogi helt fyri mannamúgvuni hendan dagin, nam professarin við, hvønn týdning gróðurin hevur fyri fiskastovnarnar. Bogi helt, at ábendingar eru um, at ein kaldur vetur gevur góðan gróður – og ein heitur vetur verri gróður. - Men her eru vit ikki heilt samdir, segði Hjalti í síni røðu. At granska Leiðarin á Fiskirann­sóknar­ stovuni sigur, at hann nevndi hetta til stuttleikar, tí hann heldur ikki, tað gjørdi nakað, at hann ”provo­ keraði” eitt lítið sindur, sum hann tekur til. - Sjálvandi eru eg og Bogi ikki altíð samdir, men tað merkir heldur ikki, at vit eru rúkandi ósamdir. Hann sigur, at ein gransk­ ari ”avprøvar” sínar teoriir og velir ta teori, sum hann heldur best prógvar tær hendingarnar – ella ta gongd, sum hann hevur staðfest. Hjalti er tó slett ikki ósamdur við Boga um tann týdning, sum gróðurin hevur fyri fiskastovnarnar, og at samanhangur er mill­ um góðan gróður og góðan fiskiskap. Ov stutt tíð - Men eg haldi ikki, tað er ordiliga prógvað enn, at ein kaldur vetur gevur góðan gróður – og ein heitur vetur verri gróður. Hóast vit hava gjørt gróðurkanningar í eini 16 ár, haldi eg, at tíðin at meta endaliga um hetta er heldur stutt, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Sum skilst, vístu gróður­ kanningarnar í ár, at gróðurin inni á landgrunninum hevur verið heldur minni enn eitt miðal ár. - Jú, hetta var fløvandi. Vit fegnast vit saman við øðrum um hesar viðurkenningar, men eg vænti, at sum tíðin gongur, verður tað, sum tað hevur verið. Vit fara framhaldandi at gera okkara arbeiði til lýtar, samstundis sum neyðugt verður at taka tey høgg sum koma, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum vísir á, at stovurin annars hevur gott samstarv við vinnuna og myndugleikarnar í gerandisdegnum Viðurkenning Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á samkomuni í Nótatúni, tá ið Bogi Hansen varð til­nevndur professari við Fróðskaparsetur Føroya, samstundis tað hendan dagin gjørdist greitt, at Norður­landaráðið hevur latið honum náttúru-og um­hvørvisvirðisløn, segði fiski­málaráðharrin, Bjørn Kalsø, seg vera stoltan av Boga Hansen og hansara stovni. Hjá Fiskirannsóknar­ stovuni má tað kennast eitt sindur forkunnugt, at ein fiskimálaráðharri sigur seg vera stoltan av einum ráðgevingarstovni sum hes­ um. Stór løta Sosialurin hevur tí spurt Hjalta í Jákupsstovu, hvussu tað kendist at vera leiðari á tí stovni, sum var miðdepilin hendan dagin. - Jú, hetta var ein stór løta – ein av teimum heilt stóru. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein maður og ein stovnur sum okkara fær eina slíka viðurkenning og so nógv rósandi orð. Hetta var rættiliga fløvandi. Hjalti heldur tað vera heilt náttúrligt, at ein stovnur sum Fiskirannsóknarstovan fær so nógvan rís, sum hon fær, tá ið útlitini gera tað neyðugt at mæla til varsemi og skerjingar í veiðini. - Fiskivinnan er ein so stórur partur av okk­ara samfelag, og tí er vænt­ andi, at vinnan og partvís myndugleikar ”reagera” ógvusliga, tá ið vit halda tað vera neyðugt at minka um veið­ina. Um vit bara tos­aðu vinnuni og myndug­ leikunum eftir munninum, var eingin orsøk til at hava Fiskirannsóknarstovuna, sig­ur hann. Gott samstarv Hjalti leggur tó dent á, at tað serliga er, tá ið ráðgevingin er fyri, at vinna og myndugleikar náttúrliga siga sína ”hjartans meining” um arbeiði hjá stovninum. - Men tað er eisini ein gerandisdagur, og tá hava vit yvirhøvur gott samband og samstarv, bæði við vinnu og myndugleikar. Tá merkja vit lítið til atfinningar, sigur hann. Leiðarin á Fiskirannsókn­ ar­stovuni sigur, at tá ið stovnurin noyðist at ráðgeva úr pengapunginum hjá fólki, tí útlitini eru døpur, er einki undarligt í, at hetta ikki verður væl móttikið. - Hetta svarar til, at stjórin sigur við starvsfólkið, at nú kunnu tey bara arbeiða tríggjar dagar um vikuna í staðin fyri fimm, og tað hevði fáur verið glaður fyri, sigur hann. Hann vísir á, at tað heldur ikki er óvanligt í øðrum londum at funnist verður at ráðgevandi stovnum. - Men í Føroyum er fiski­ vinnan ein so stórur partur av øllum samfelag­num, og tí eru myndugleikarnir hjá okkum meira trýstir av vinnuni enn aðrastaðni. Høggini koma Men væntar Hjalti, at hug­ burðurin mótvegis Fiski­ rannsóknarstovuni verður øðrvísi, nú Bogi Hansen, sum starvast á stovninum, bæði er tilnevndur pro­ fessari í havfrøði og eis­ ini hevur fingið norður­ lendska náttúru-og um­hvørvisvirðisløn? - Í fyrsta lagi fegnast vit saman við øðrum um hesar viðurkenningar, men eg vænti, at sum tíðin gongur, verður tað, sum tað hevur verið. Hjalti sigur, at sjálvandi fer Fiskirannsóknarstovan framhaldandi at gera sítt arbeiði til lýtar, samstundis sum neyðugt verður at taka tey høgg og tær ábreiðslur sum koma. - Vit arbeiða sjálvstøðugt, og vit arbeiða eisini á altjóða stigi, sum er neyðugt. Vit hava nógv og gott tilfar at byggja okkara ráðgeving á, men tað slepst ongantíð undan óvissunum, so leingi tú hevur við náttúruna at gera. Eingin er tó fegnari enn vit, tá ið tað gongur betur, enn vit spáddu, at tað fór at ganga, sigur hann. Bogi Hansen Nú Bogi Hansen er til­ nevndur professari á Náttúru­ vísindadeildini hjá Fróð­ skaparsetri Føroya, kemur hann framhaldandi at røkja starvið sum deildarleiðari á umhvørvisdeildini á Fiski­ rannsóknarstovuni, sum hann hevur røkt í fleiri ár. - Áðrenn Bogi kom til okkara at arbeiða í 1982, undirvísti hann í Hoydølum í nøkur ár, og hann undirvísti eisini á Fróð­skaparsetri Føroya. Síðan hann kom higar, hevur hann undirvíst eitt sindur við síðuna av. Hann hevur tikið onkur skeið fyri Fróðskaparsetrið, men nú vænti eg, at tað verður á ein annan hátt. Kanska verður talan um føst skeið - ella hann fer at undirvísa á Fróðskaparsetrinum á phd-stigi. Í øllum førum verður hansara tilknýti til Fróðskaparsetrið nú meira formelt, samstundis sum hann verður verandi leiðari á umhvørvisdeildini hjá okkum, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Hjalti og Bogi eru ósamdir um gróður Hjalti í Jákupsstovu: Løtan í Nóatúni ein av teimum stóru - Tað er ikki á hvørjum degi, at ein maður og ein stovnur sum okkara fær eina slíka viðurkenning og so nógv rósandi orð. Hetta var rættiliga fløvandi, sigur Hjalti í Jákupsstovu Mynd: Jens Kr. Vang