mánadagur 9. oktober 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 194 - 9. oktober 2006
Norðurkorea hevur síðstu nátt framt eina
kjarnorkuspreinging, hóast stórveldini og ST
ferð eftir ferð hava heitt á landið um ikki at
framleiða atomvápn. Fleiri eygleiðarar hava sagt,
at heimurin ikki er hin sami eftir hesa hending.
Tað er sjálvsagt nakað um hetta, tí spenningurin
í júst hesum parti av Asia er stórur, og eitt
kjarnorkuveldi afturat ger ikki spenningin minni.
Hendingin er eitt stórt afturstig fyri heimsfriðin
og fyri allar royndir at bøta um trygdina í Asia og
í heiminum.
Tað, sum nógv spyrja um, er, hvussu tað ber til, at
Norðurkorea, sum er fátækt og sera sera illa dámt,
veruliga er sloppið so langt sum at framleiða og
nú royndarspreingja kjarnorkuvápn. Orsøkirnar
eru fleiri. Í ártíggju er landið vorðið avbyrgt
og av USA lýst sum eitt sokallað búrkroppa-
ella yvirgangsland. Norðurkorea, sum er eitt
stalinistiskt diktatur, hevur roynat koma sær burtur
úr avbyrgingini, men til fánýtis. Landið hevur
borið seg soleiðis at, at stórveldini vestanfyri
ikki hava havt álit á stjórnini har. Clintonstjórnin
var tó komin heilt væl áleiðis við royndum at fáa
kjarnorkuætlan Norðurkoreas burtur. Men so kom
Bush-umsitingin til, sum broytti politikk og fór
undir av øllum alvi at royna at fáa sjálvt stýrið
hjá Kim Il Yong burturbeint. Tá hetta gjørdist
norðurkoreanska einaræðisharranum greitt, setti
hann enn meira ferð á kjarnorkuætlanina, sum
so nú er vorðin veruleiki: Norðurkorea er vorðið
kjarnorkuveldi, eitt land, sum storveldini nú
eru noydd at rokna við og at ráðføra seg við
framyvir.
Tað er greitt, at henda støða kemur USA, Kina,
Japan og Ruslandi sera illa við. Politikkur teirra
mótvegis Norðurkorea liggur í skeljum. So ósamd
hesi lond annars eru, so hava tey tó verið samd
um hetta eina: Norðurkorea má undir ongum
umstøðum fáa kjarnorkuvápn. Men Norðurkorea
hevur í dag ikki bara kjarnorkuvápn – landið
hevur eisini tær rakettir, ið skulu til og kann
Norðurkorea, um landið vil, røkka eitt nú Japan
við kjarnorkuløðingum um einar tríggjar mánaðir
ella so. Hetta er veruliga eitt afturstig fyri trygd
og friðin í Asia og í øllum heiminum. Hvørki ST
ella stórveldini hava megnað at forða hesi gongd,
og tí verður sera trupult at koma til sættis um
málið. Stórveldini tykjast ørkymlað og ráðaleys
og av somu orsøk er tað heldur ikki nógv ST fær
gjørt. Samantikið ein døpur søga.
Sosialurin
Norðurkorea hóttir
heimsfriðin
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
– og tey fólkavaldu
eiga at ganga undan
og vera verjar av
minnilutum
Vit taka hervið undir við
teirri áheitan, sum Mortan
Rasmussen kemur við í
samrøðu við Dimmalætting
um, at nú mugu hampafólk
tala at teirri viðferð, sum
samkynd fáa her í land
inum. Viðferðin sæst aftur
í lesarabrøvum og úttalils
um frá politikarum. Mort
an Rasmussen hevur sum
pápi at Rasmusi upplivað
sonin forfylgdan av somu
grund. Hvussu tað man
kennast hjá Mortani Ras
mussen og familjuni, at
sonurin bukkar undir tí
trýsti, sum er ein avleiðing
av hesi forfylging, er ikki
ringt at ímynda sær. Eftir
okkara bestu sannføring,
eigur ongin í einum fram
komnum samfelag at verða
forfylgdur, tí man er sam
kyndur.
Hampafólk eru fólk, ið
nýta sítt vit og skil. Við at
nýta okkara vit og skil eru
vit vitandi um, at minni
lutabólkar og ørðvísi hugs
andi til allar tíðir hava verið
útsett fyri forfylging og tí
hava tørv á at verða vard.
Hettar sæst aftur í lóggávu
í londum rundanum okkum
og sum vit fegin vilja sam
anberast við, og hettar
sæst aftur í nationalum og
internationalum yvirlýsing
um.
At nevndarlimir í løg
tingsins rættarnevnd halda
uppá, at øll eru vard í lógini,
má metast sum at sleppa
sær undan at fyrihalda seg
til veruleikan, bæði tann
aktuella og tann søguliga,
tí sum vit bæði hoyra og
síggja verða samkynd, sum
minnilutabólkur, ikki vard.
Tá man skal meta um eitt
samfelag er gott og sterkt,
eigur tað at síggjast aftur í.
hvussu man fer við teimum
veiku. Beint nú sær tað
út til, at samkynd kunnu
kenna seg forfylgd, og tí
gerast tey veik. Politikarir
og vit onnur kunnu veita
teimum styrki við at viður
kenna, at tey hava tørv á at
verða viðurkend sum ein
minnilutabólkur við ser
ligum tørvi fyri at verða
vard.
Sum hampafólk er okkara
hugsan, at Føroyar skal
verða eitt samfelag fyri øll,
at fólk eru ymiskt og Gud
havi lov fyri tað. Minnilutar
eiga eitt náturligt pláss í
samfelagnum og við at
viðurkenna tað, gerst sam
felagið enn meira fjøllbroytt
og rúmligt.
Starvsnevnd Javnaðar
floksins er komin við eini
yvirlýsing sum fordømir
ágangi ímóti samkyndum
og vilja vit við hesum les
arabrævi heita á fakfeløg
og
onnur
feløg,
sum
umboðandi potentiell sam
kynd, um at koma við eini
áheitan á egnar limir og
fólkavald um at verja og
viðurkenna, at samkynd
hava tørv á at verða vard og
viðurkend.
Katrin Andersen,
Kathrina L. Joensen,
Hildur við Høgadalsá og
Ása Róin
Minnilutir skulu verjast
Skattalættin fær aftur
ákoyringar. Men veru
leikin er, at allir løntakarar
rinda toppskatt, áðrenn
vit vita av, um skattastigin
ongantíð
verður
dag
førdur. Tað er neyvan
ætlanin við okkara pro
gressivu skattaskipan.
Í sambandi við at fíggjar
lógaruppskotið fyri 2007 er
lagt fram fyri almenningin,
er skattareformurin aftur
vorðin
kjakevni.
Fyrst
hoyrdist
formaðurin
í
Búskaparráðnum siga, at
skattalætti kann ikki sam
einast við tálman av ovur
hitaðum búskapi. Síðani
hoyrist formaðurin í Sjálv
stýrisflokkinum eisini finn
ast at skattalættanum og
mælir heldur til at avtaka
oljuavgjaldið.
Men atfinningarnar tykj
ast at vera í so knappar í
vendingini.
Okkara progressivi skatta
stigi ger, at lágar inntøkur
rinda lægri skattaprosent
enn høgar inntøkur. Ein
rindar toppskatt av seinast
vunnu krónunum, tá árliga
inntøkan fer upp um tað
mark, sum er ásett fyri
hægsta
skattaprosent.
Í 2006 er hetta hámark
205.000 krónur. Í Dan
mark, heimlandinum hjá
formanninum í Búskapar
ráðnum, er markið fyri
toppskatt 318.700 krónur!
Tað er eingin loyna, at ein
vanlig arbeiðaraløn liggur
sera tætt at markinum
fyri føroyskan toppskatt
og fer helst upp um uttan
yvirtíðararbeiði.
Velur
arbeiðarin at arbeiða eitt
sindur yvir, so verður øll
yvirtíðin skattað við hægsta
skattaprosenti, sum í løtuni
er 34% fyri landskatt +
kommunuskatt
umframt
onnur almenn/sosial gjøld.
Tað er lítið hugaligt hjá
arbeiðsmanninum ella vaski
konuni at stríðast nakrar
eyka tímar um kvøldið, um
meiri enn helvtin av teimum
eyka vunnu krónunum enda
hjá skattafaðir.
Og tað er júst hetta, sum
skattalættin fer at broyta. Við
skattalættanum fer at bera til
hjá lág- og miðalløntum at
arbeiða yvir, uttan at verða
bumbað í skatti, men av tí
at fjøldin av føroyskum løn
móttakarum liggur í hesum
inntøkubólki, so slepst
ikki undan, at lættin kostar
pengar fyri landskassan.
Men tað er betur at dag
føra skattastigan eitt sindur
nú, so hann fylgir við
lønarvøkstrinum
annars,
enn at blíva við at bíða
til skattaskipanin er so
afturúrsigld, at hon als ikki
tænir sínum progressiva
endamáli longur.
So kunnu vit tað sama seta
proportional-skatt í gildi
yvir allan kambin. Hvar er
tá sosiala rættvísið?
Og skatturin ...
Hilmar
Simonsen