mánadagur 9. oktober 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 9. oktober 2006
11
tíðindi
Í enn eini roynd at sleppa
undan at taka støðu til ítøki
liga málið, skýtur flokkurin
upp at broyta diskrimina
tiónslógina soleiðis, at
onki stendur um: - race,
hudfarve, nationale eller
etniske oprindelse eller tro
- tí so nýtast vit heldur
ikki at seta »kynsligan sam
leika« í lógina, og so er
hon galdandi fyri øll!!! Og
politiið kann handla sum tað
vil? Makan til kosmetiskt
vrøvl!
Tað gevur onga meining
at blanda religión og politik
saman í einum landi, sum
hevur trúarfrælsi, málið er
jú ikki at skapa himmiríki
á jørð, men við lógum
og reglum at skapa frið
millum okkum fjøltáttaðu
menniskju.
Skammið tykkum, tit
kristnu sum sláa bíbliuna í
høvdið á minnilutum.
Fólkaflokkurin og tey kristnu og tey samkyndu
Fo-380 Sørvág
Jákup á
Stongum
Eg eri ikki samkyndur. Men
tað er eisini líka mikið.
Tað er líka mikið hvønn
kynsligan samleika hvør
hevur, av tí at tað ger hvørki
mær ella tær nakran skaða.
Men fyri at verða erligur:
Tá eg síggji eina vakra
kvinnu á aldur við meg og
eg fáði at vita at hon er
samkynd, so hugsi eg stutt
við mær sjálvum: ”Tað var
lort, eg hevði ynskt at hon
kundi verið mín unnusta”.
Men so komi eg aftur til
veruleikan og minnist at
tað eru milliónir av vøkrum
hetrosexuellum kvinnum til
allastaðni í verðini. Gott
nokk hava fleiri av teimum
hava longu ein sjeik. Og
um nakrar teirra hava eina
damu ístaðin fyri ein sjeik,
so kemur tað mær ikki við.
Tað havi eg onki ímóti.
There’s plenty of fish in
the sea!
Tá eg var tannáringur í
byrjanini av sjeytiárinum
gekk eg á tí íslendska uni
versitetinum fyri list, har eg
lærdi grafiskt design. Vit
vóru ikki nógv sum gingu
í mínum klassa. Ein av
mínum klassa kammeratum
var homosexuellur. Hann
var um tað mundi ein av
teimum heilt fáðu sam
kyndu dreinginum í íslandi,
ið ikki royndi at goyma sín
sexuallitet.
Ein annars klassa kamme
ratur, ið var um sama aldur,
bar stórt hatur ímóti tí
homosexuella dreinginum.
Einaferð stílaði hann fyri
einum fundi, fyri øllum
dreinginum í okkara klassa,
uttan tí samkynda dreing
inum. Hann segði: ”Vit
muga finna útav hvussu vit
gera fyri at sparka hettar
helvitis homosexuella svíni
út úr skúlanum. Vit muga
syrgja fyri at grafiskt design
ikki endar við at merkja
tað sama sum homosexuelt
design! Tað kann skapa
eina sera negativa ávirkan
á okkara virksemi.”
Síðan spurdi ein: ”Hvør
er ætlanin?”. Tann homo
fobiski drongurin segði:
”Tá tað verður dansur í
komandi vikuskifti banka
vit bara hendan fýrin av. Vit
skulla banka hann so illa
at hann ikki ivast í, at vit
meina tað í álvara!”
Síðan segði eg: ”Eg síggji
ikki nakra grund fyri at vit
skula geva honum bank.
Summar av gentunum í
okkara klassa síggja sera
gott út. Hann roynir jú ikki
eftir teimum. Tað merkir at
tað eru størri sannlíkindi
fyri at vit kunna fáa tær.
Og tá eg einaferð byrji at
arbeiða á einum ella ørðum
lýsingarvirki fari eg óiva
aftur at arbeiða saman við
nøkrum øðrum vøkrum
gentum. Teimum fer hann
heldur ikki at royna eftir.
Eg hevði ynskt at tað vóru
fleiri homosexuellir dreingir
í okkara klassa, og eg hevði
ynskt at allir tit sum eru
hetrosexuellir kláraðu tykk
um so illa í skúlanum, at
tit vóru noyddir at halda
uppat.”
Dreingirnir fataðu tað, ið
eg royndi at siga teimum,
og seinni flentu vit ofta at
tí. Men øll tey fýra árini vit
gingu í klassanum var tann
homofobiski drongurin sera
óndur ímóti í homosexuella
dreinginum. Tað var irriter
andi, ferð eftir ferð, at skula
hoyra hann tosa um hvussu
nógv hann ynskti at geva tí
homosexuella dreinginum
eina helvitis bank. Hann
var í øðini.
Men einaferð var hann
glaður. Hann hevði verið
í einum dansi har hann
hevði hitt ein annan homo
sexuellan drong, sum hann
hevði sligið niður so hart, at
drongurin misti vitið. Hann
var errin av tí. Eg tók synd
í teimum báðum.
Árini gingu. Tað íslendska
samfelagið broytti seg frá
at verða eitt snævurskygt
samfelag, til at verða eitt
opið og liberalt samfelag.
Ísland er í dag eitt av teimum
samfeløgunum í heiminum,
ið er mest vinarligt mót
vegis
samkyndum.
Tá
okkara árliga ”Gay Pride”
skrúðgonga tekur stað,
marsjera ímillum 30.000 til
40.000 fólk, fyri at stuðla
frælsi og rættindum teirra
samkyndu. Í dag er tað
ongin trupuleiki hjá sam
kyndum íslendingum at
verða samkyndir alment.
Alt illavorið propaganda
mótvegis samkyndum er
fánað burtur í onki!
So ein dagin fann eg
útav at mín gamli klassa
kammeratur, tann sum var
so homofobiskur, nú var
staðin fram sum samkyndur
alment. Hettar var mær eitt
stórt yvirraskilsi at byrja
við. Men nú havi eg lært,
at hettar er júst ein av
trupuleikunum, ið standast
av einum homofobiskum
samfelagið: Tey einastu
fólkini, ið vilja banka
homosexuellar dreingir, eru
teir sum sjálvir eru homo
sexuellir! Teir eru illir tí at
teir eru ikki sjálvir tilreiðar
at liva opið sum samkyndir.
Tað er tann einasta orsøkin
til at teir vilja banka aðar
homosexuellar dreingir. Vit
sum ikki hava nakran hug
at okkara egna kynið, hava
ongar trupuleikar við at
summi eru samkynd.
Orsøkin til at eg skrivi
hettar kemst av tíðindunum
um, at tit í Føroyum nú hava
við tann sama trupuleikan
at gera, sum vit í Íslandi
høvdu at gera við fyri 30
árum síðan. Ein av tykkara
bestu tónleikarum, Rasmus
Rasmussen, tann frálíki
gittarleikarin í Makrel,
stríðist við homofobiskar
samkyndar menn, sum enn
goyma seg í skápinum.
Tað er stórur munur á
teimum sum ikki dáma
samkynd, og teimum sum
leggja á samkynd! Hugburð
urin og orsøkirnar hjá hes
um báðum bólkunum av
fólki eru sera ólíkar, tá tað
snýr seg um samkynd.
Samkynd
Íslandi
Jens
Guð
Nú ein dagin var ein drongur
so óheppin at klatra í einum
skápi. Hann fór eftir einum
bólti, sum lá á einum
óhøgligum stað fyri henda
5 ára gamla. Ístaðin fyri at
biða eitt av starvsfólkunum
koma at hjálpa sær við at
taka henda góða bóltin.
Sjálvandi bóltar skápi, og
drongurin,
ólukkudýrið,
liggur undir. Hann fær blátt
eyga, men man fær eisini
ilt, um eitt skáp koppar á
ein. Tíbetur hendi tað ikki
meiri enn tað.
Hvat við at lært børnini,
at ein klatrar ikki í skáp
um?? Skal nú hvør Mar
sanna og Palleba at negla
sær møblarnar fastar, bara
tí at tað gera tey á dag
stovnunum? Tað má so
verða avleiðingin av hesum.
Hvat við at lært børnini at
verða tilvitað um, hvussu
ein umgangur møblar?
Vit lærdu í øllum førum
at umganga teir stóru møbl
arnar við varðsemi. Ja,
ein slapp ikki inn í fínu
stovu, tí har kom man
bara sunnudagar og til
høgtíðirnar. Seinni vóru
foreldur at yngru børnum
so skilagóð, at tey keyptu
møblarnar, so tey hóskaði
til børnini. Tá kundi møbl
arnir fáa toyggið. Alt gott
um tað, tí børn eru nú
einaferð børn, og vóru tey
ov væsut, so vóru tey biðin
um at spæla uttandura.
Nei, álvaratos. Stór skáp,
og at leggja ein bólt ovast í
skápið. Tað kann ikki verða
rætt. Men at fara at negla
hvørt skáp og hvørja hyll.
Er tað ikki ov langt úti? Tá
haldi eg, at tað naturligasta
var, at lært børnini at klatra
í møblunum, tað ger man
ikki, men heldur biðja um
hjálp, tá ein hevur brúk fyri
tí. Hví skal leikutoy altíð
liggja so høgt? Er tað tí,
at børnini ikki skulu spæla
við tað?
Ein avleiðing av hesum
má verða, at børnini, tá tey
koma heim, fara at klatra
ella enn verri, at ganga uppi
undir loftinum, ja, tí tað
kunnu tey í barnagarðinum.
Onkur vil siga, at tað er
mennandi fyri børnini...
Stakkals pedagogar, og
neyðars Marsanna og Palli
ba...
Vit kunnu verja børnini
móti mongum, men er
hetta ikki at gera ov nógv
av?? ella skulu rammurnar
verða so rúmar, at vit skulu
kunna lata børnini klatra
allastaðni. Tað hava nøkur
av teimum brúk fyri.
Man klatrar ikki í skápum...
Annfinn
Danielsen
Heðin D. Poulsen
fer skeivur
Tað
gleðir
meg
av sonnum, at nú 4 mánaðar gamla grein mín
framvegis spøkir í hugaheimi tínum góði Heðin.
Í grein í Sosialinum 2. oktober 2006 fegnast tú um,
at meiriluti ikki tykist vera í samgonguni fyri at
leggja upp til dagføringar av ríksiveitingini. Eisini
vísir tú til lesararabræv títt í bløðunum fyrst í juni
mánaði 2006, har tú greitt gav til kennar, at tú ert
ímóti einari dagføring av ríkisveitingini, tí tú óttast,
at meirinntøkur, sum kundu verið fingnar til vega við
einari slíkari dagføring, fara at verða verða nýttar til at
betra um korini hjá okkara eldru og til at gera íløgur
í - og ábøtur á vegir og berghol kring um í landinum.
Skil slíka hugsan, hvør ið vil.
Samstundis vísir tú í lesarabrævinum 2. oktob
er 2006 til grein mína í bløðunum tann 19. juni
2006, har eg m. a. vísti á ta sannroynd, at full
veldisflokkarnir, við ikki at taka undir við einari
dagføring av ríkisveitingini, framhaldandi avmarka
inntøkur landskassans og harvið raðfesta fullveldi
hægri enn vælferðina hjá vanliga føroyinginum. Eg
skilji teg væl Heðin, at tað kennist svárt, hvørja ferð
víst verður á, at ekstremistiski loysingarvongurin
í flokki tínum, saman við fullveldisflokkunum, í
ábyrgdarloysi var við til at skerja ríkisveitingina so
ógvusliga, at landsbúskapurin higartil hevur mist uml.
2 milliardir krónur. Flestu føroyingar munnu vera
samdir um, at sjálvt um lands-búskapurin í løtuni
hevur viðrák, høvdu tvær milliardir krónur munað væl
hjá eitt nú heilsuverkinum, skúlaverkinum, til íløgur í
undirstøðukervið kring landið, á eldraøkinum ella hjá
okkara pensionistum, hvørs inntøkur liggja millum 20
og 40% lægri enn pensiónirnar í teimum framkomnu
londunum, vit vanliga ynskja at samanbera okkum
við.
Í lesarabrævi tínum fegnast tú eisini um - og
vísir á, at landsstýrið ikki hevur tikið inntøkur frá
einari møguligari dagføring av ríkisveitingini við í
nú fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan fyri 2007.
Til tað er bert at siga, at av tí at samráðingar
enn ikki hava verið millum landsstýrið og stjórnina
um møguliga dagføring av ríkisveitingini, eins og
samgonguflokkarnir ikki eru samdir í málinum, ber
ikki til at leggja fíggjarætlan við inntøkum, sum ikki
eru til. Slík fiktiv inntøkuføring hevði sjálvsagt verið
ábyrgdarleys.
Tá Heðin at enda í lesararbrævi sínum sigur Sam
bandsflokkin standa einsamallan við sjónarmiðinum
um, at vit eiga at dagføra ríkisveitingina, ivist eg onga
løtu í, at hann fer skeivur. Eg eri sannførdur um, at vit
eru mong, serstakliga úr Sambandsflokkinum, meira
hóvliga vonginum í Fólkaflokkinum og í Javnaðar
flokkinum, sum veruliga ynskja at betra um korini hjá
okkara pensionistum, dagføra og útbyggja vegakervið
kring um í landinum og at veita m. a. heilsuverkinum
og skúlaverkinum betur sømdir, heldur enn at skerja
inntøkumøguleikar landskassans enn meira.
Tvøroyri
Jaspur
Vang