mánadagur 9. oktober 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 194 - 9. oktober 2006
Tá ein lesur um føroyskar
“garpar”, sum mugu vera
fimm í tali, fyri at fáa ein
samkyndan mann í gólvi,
fyri síðan at sparka hann,
vekjur hetta fyrst andstygd
fyri hesum feiku monnum
og teirra gerð, síðan hugsar
ein um henda neyðar mann
at vera soleiðis viðfarin, fyri
eini kynsligari orientering,
ið ongum ger mein. Eftir
hesar fyrstu hugsanir og
kenslur hesum viðvíkjandi,
byrjar ein at hugsað hví
hetta hendir.
Í okkara samfelag hava
vit bæði politiskar leið
arar og andaligar leiðarar
sum prestar og prædiku
fólk. Hesir leiðarar eru
ofta fyrimyndir fyri borg
ararnar og tískil ofta und
angongufólk,
og
seta
onkunsvegna ein standard
fyri hvussu ein ber seg
at í samfelagnum. Tá so
presturin í Hvalvík alment
melur til, at samkynd áttu
at havt skerdar arbeiðs
møguleikar, og soleiðis
ynskjur, at gjørdur verður
greiður mismunur millum
fólk, er tað neyðugt at
fáa tey samkyndu vard av
rasismulóggávuni, fyri at
mismunur ikki skal fáa
fótafesti í okkara annars
demokratiska samfelag, ið
hámetur javnstøðu.
Eru nøkur meira líka
enn onnur?
Vanliga er tað so, at tá
samfelagið
kennir
seg
at hava fyri neyðini at
avmarka fríheitina og val
møguleikarnar hjá fólki, er
tað tí hesi fólk antin bróta
lógina ella eru til sterkan
ampa fyri fólk, ið møguliga
er í stríð við lógina. Hví
verður so lagt eftir sam
kyndum í Føroyum? Tey
samkyndu eg kenni gera
ongum ónáðir, og so vítt eg
havi skilt, skal samfelagið
verja okkum móti ágangi og
órætti – herundir, mismunur.
Neyðtøkumenn gera seg
inn á konufólk, pedofilar
gera seg inn á børn, tjóvar
og harðskapsfólk stjala og
gera seg inn á øll fólk.
Hesi
harðskapsfólk
og
tjóvar eru tey, ið skulu hava
avmarkaða fríheit og læsast
inni. Samkynd fólk gera
seg ikki per definitión inn
á onnur fólk, tí tey fólkini,
tey hava seksuella samveru
við, eru eisini samkynd og
tískil samsint. Tí spyrji eg
aftur: hví ikki verja okkara
samkyndu ímóti hesum mis
muni, sum nøkur vilja hava
í lag? Hesin ynskti mis
munur tykist onga nøktandi
meining ella orsøk hava
– minnir ræðandi nógv um
mannajagstran, sum vit
hava sæð í kommunistiskum
londum undir kalda krígnum
og í Nazi-Týsklandi.
Hetta er ikki ein ákæra
móti presti ella politikarum,
men ein observatión um
nakað, ið fer fram á sera
ósømiligan hátt, sum krev
ur av teimum, ið hava úttala
seg, at rættvísgera teirra
eftirlýsta og ynskta mismun
millum føroyingar. Eg vildi
hildi tað vera ynskiligt hjá
føroyingum, at vit sum
grundarlag ganga inn fyri,
at øll eru líka og verða
vird líka, uttan so, at ein
hevur gjørt seg inn á fólk;
men tað sær út til, at nøkur
meina – sum George Orwell
segði – at “øll eru líka, men
nøkur eru meira líka enn
onnur”.
Bíblian: greið tala – um
ein ynskir tað
Av tí at tilelvingin til at
diskriminera samkynd, sum
vit higartil hava sæð, tykist
at koma úr Kristindóminum,
eru vit noydd at finna svør
og frágreiðingar í Bíbliuni.
Fleiri staðni í Bíbliuni
stendur, at maður ikki má
liggja hjá manni sum hann
liggur hjá konu – ofta orða
á ymiskar hættir. Tískil
vil eg taka nøkur dømir
úr Bíbliuni og hyggja at,
um tað nú rættvísger hetta
heldur dømandi sjónarmið,
sum í løtuni hevur ræði
á nógvum føroyingum og
tykist enntá hava ræði á
Tinginum. Tá nú hetta er
sagt, lat okkum so hyggja
nærri at Bíbliuni og tosa
um, hvat tað merkir og inni
ber at vera kristin; men fyrst
vil eg líka koma við einum
øðrum dømi sum sam
anbering, ið vónandi kann
kasta ljós á mína hugsan
um tað, at vera kristin og
hvat tað inniber.
Um tú ert útlærdur timb
urmaður og biður um eitt
arbeiði hjá einum timbur
meistara, má hesin timbur
meistarin kunna vænta
nøkur ávis ting frá tær, sum
tú eigur at liva upp til: Tú
skalt møta til ásettu tíð, vera
verandi á arbeiðsplássinum
eftir avtalu og sostatt ikki
fara heim áðrenn ásettu
tíð, og tú skalt gera eitt
ábyrgdarfult og væl úr hond
um greitt arbeiði. Hetta
eigur ein timburmeistari
at kunna vænta frá einum,
ið sigur seg vera útlærdur
timburmaður.
Um tú sigur teg vera krist
nan, mást tú eisini liva eftir
hesum, á sama hátt sum
timburmaðurin livir eftir
sini ábyrgd sum sveinur
(útlærdur handverkari) á
einum arbeiðsplássi. Ert
tú sveinur, hevur tú eina
vitan og ein førleika, sum
gevur tær ta ábyrgd, at
skulla vera førur fyri at
gera eitt nøktandi arbeiði
hvønn
arbeiðsdag.
At
vera kristin inniber, at tú
hevur eina kristna vitan
og ábyrgdina hjá einum
kristnum menniskja, til at
liva eftir hesi vitan/trúgv
við tínum førleikum sum
menniskja – og ikki sum
ein rættvísur og dømandi
Guð. At vera kristin inniber
í høvuðsheitum, at tú trýrt á
hin alvaldandi, alvitandi og
alt skapandi Guð; at tú trýrt
upp á frelsarin og son Guðs,
Jesus Kristus, og at tú livir
eftir teimum 10 boðunum í
Bíbliuni og virðir øll boðini.
Hvørki Guð ella Jesus hava
givið menniskjanum loyvi
at velja og vraka millum
tey 10 boðini, ella tillaga
nakað av teimum 10 boð
unum eftir egnari fatan,
sannføring ella fyrimuni.
Hetta hevur við sær, at tá
vit siga, vit eru kristin,
hava vit eina kristna ábyrgd
yvir fyri okkara næstum
(medmenniskjum). Henda
kristna fatan hevur støði í
Bíbliuni og skal útinnast við
ábyrgd í samsvar við henni.
Í Bíbliuni sigur Jesus, at
tað dupulta kærleiksboðið
er tað týdningarmiklasta av
øllum (óivað m.a. tí, at um
tú elskar tín næsta, fer tú
ikki at drepa hann, stjala
frá honum, vanvirða hann
o.s.fr.). Tá ið lærusveinarnir
spurdu Jesus: “Hvat er hitt
fyrsta boðið av øllum?”
– Markus 12,28. svaraði
Jesus: “Hitt fyrsta boðið
er
hetta:
“(...)Harrin
er ein. Og tú skalt elska
Harran, Guð tín, av øllum
hjarta tínum og av allari
sál tíni og av øllum huga
tínum og av øllum mátti
tínum.” Annað er hetta:
“Tú skalt elska næsta tín
sum sjálvan teg.” Einki
annað boð er størri enn
hesi.” – Markus 12,29-31.
Dupulta kærleiksboðið (dk)
er sostatt tvey boð í einum,
men tað er tað seinna boðið
í dk, sum hevur størstan
týdning í hesi grein, tí tað er
tað, sum hevur praktiskan
týdning millum menniskju.
Fyrri parturin í dk er jú
millum einstaka menniskja
og Guð, meðan seinni part
urin “Tú skalt elska næsta
tín sum sjálvan teg.” hevur
ein sosialan týdning við
praktiskum førleika og
fylgjum. Tí hevur tú sum
kristin, ta ábyrgd at æra
hetta boð – og soleiðis Guð
– við at liva eftir hesum.
Føroya Løgting bert
kristnan ham?
Hægsti myndugleiki í Før
oyum, Føroya Løgting,
vildi ikki loyva samkynd
um at vera vard við lóg
ímóti munnligum ágangi
(ærumeiðing) og mismuni
t.d. viðvíkjandi arbeiðs
møguleikum.
Løgtingið
meldaði út við, at tað ikki
var neyðugt – tó tykist nakað
annað liggja aftanfyri, tí tað
hevur fleiri ferðir víst seg
at vera neyðugt, og ljóðar
hetta tíverri meira sum ein
undanførsla fyri at svara
reiðuligt. Tað ber ikki til
at prógva, at uppskotið fall
vegna líkasælu ella and
stygd yvir fyri samkyndum,
men tað er sera ósannlíkt
at tingmenninir onki vita
um teir trupuleikar okkara
samkyndu javnan líða undir
og mugu stríðast við; okkurt
eiga teir at vita um teir fáu
minnilutar vit hava í okkara
lítla og lætt yvirskoðiliga
samfelag – túnatos kemur
skjótt runt í lítlum túni;
og tí er ilt at trúgva, at
tingmenninir lótu uppskotið
fella av teirri orsøk, sum
teir kunngjørdu. Nei, her
sær tíverri út til at vera ein
onnur tilelving aftan fyri
hesa dáragerð í Løgtingi.
Hóast politikkur og átrún
aður er atskildur í Føroy
um, liggur kristni hugburð
urin ovaliga í medvitinum
hjá nógvum politikarum,
tá støða skal takast til eitt
mál, ið kann vera í stríð við
bíbilskan tekst. Tað er ikki
ringt í sær sjálvum, tí Bíblian
er ein góður vegleiðari fyri
okkum kristnu, men sum
kristin skulu vit framíhjá
halda okkum til Nýggja
Testamentið;
serstakliga
tað, ið Jesus sigur og ger.
Hvat viðvíkur kristna fat
an hjá politikarum er hon
óivað ymisk, men vit vita,
at tað eru menn í Løg
tinginum, sum meina tað
vera skeivt og “synd” at
vera samkyndur, tí tað
stendur í Bíbliuni (í Nýggja
Testamentinum sigur Jesus
onki um samkynd, men
Paulus, ið missionerar í
Grikkalandi, vísir aftur á
Gamla Testamentið, har
samkynd verða fordømd).
Lýðið á Meistaran fyrst,
lærusveinin næst
Tíverri fær Løgtingið eis
ini stuðul frá onkrum
hissini presti, ið mestur
hevur tikið støði í Gamla
Testamentinum (GT). Í 3.
Mósebók stendur nevniliga:
“Tú mást ikki hava samlegu
við mann eins og við konu;
tað er andstygd.” – 3 Mós.
18,22. Eitt annað stað stend
ur: “Hevur maður samlegu
við mann á sama hátt sum
við konu, tá fremja teir báðir
andstygd; teir skulu láta lív;
blóðsekt hvílir á teimum.”
– 3 Mós. 20,13. Sum vit
vita er GT meira víðgongt
enn Nýggja Testamentið
(NT). Men skal ein vera
reglufastur, má ein eisini
fylgja tí, ið stendur skrivað
beint
áðrenn
omanfyri
standandi sitat: “Maður,
sum drívur hor við konu hjá
øðrum manni, drívur hor
við konu næsta síns, skal
týna lívið, bæði horkallurin
og horkonan.” – 3 Mós.
20,10 (“týna lívið” merkir
lata lív – drepast). Skulu
vit taka støði í hesum,
skulu allir “horkallar” og
“horkonur” eisini líða somu
viðferð sum samkynd; tað
kann t.d. vera við at hava
skerdar
valmøguleikar
á
arbeiðsmarknaðinum
(so hevði sanniliga vanta
arbeiðsmegi nógvastaðni).
Í GT skulu samkynd láta
lív, og drepur tú bróðir
mín skal eg drepa bróðir
tín; har afturat eru fleiri
dømir, men tað er NT, ið
Kristindómurin er bygdur á
og tískil tað, vit skulu lýða
á. Eyga fyri eyga og tonn
fyri tonn verður annulera
av boðinum: tú má ikki sláa
íhel (hóast tey 10 boðini
eru skrivað í GT eru tey
varðveitt í NT). Tað eru
tíverri fleiri mótsøgnir í
Bíbliuni, men júst tí er tað,
at vit fyrst av øllum skulu
venda okkum til NT, tí tað
er bert í NT Jesus talar, og
tað eru hansara orð, ið eru
hornasteinurin og upprun
in, ja enntá navngevarin, til
Kristindómin. Jesus sigur
dupulta
kærleiksboðið
vera tað “fyrsta boðið”,
og sigur “einki annað boð
er størri”; so um vit skulu
kalla okkum kristin og liva
eftir hesi sannføring, má
næstrarkærleikin
takast
fram um “dømingina” av
samkyndum sum “syndarar”
(Jesus vardi skøkjuna –
næstrarkærleikin er “størri”
og fyrigevingin hevur størri
týdning, enn dómur og
revsing), og í samsvar við
hesum andanum eiga vit
við lóg at tryggja samkynda
minnilutan móti ágangi
og mismuni. Statsvald og
kirkja er atskilt, og soleiðis
skal tað eisini virka.
Áminning og áheitan
Um fríu valmøguleikarnir
hjá einum minnilutabólki
eru hóttir, vegna homofobi/
hatur ella aðra víðgongda
og irrationella orsøk, eigur
viðkomandi myndugleiki at
tryggja hesar valmøguleikar
hjá minnilutabólkinum við
lóg, annars byrja Føroyar
at líkjast eini Taliban-
tjóð, har fræls hugsan og
næstrarkærleiki lítið og
onki rúm hevur, og tað
kann ikki vera ynskiligt
fyri meirilutan av føroyska
fólkinum.
Lat meg líka leggja
afturat: hvat er “synd”
og “ikki synd” stendur í
Bíbliuni, men hvat ger mest
skaða á fólk síggja vit í
samfelagnum, og samkynd
gera ongan skaða á fólk við
at vera samkynd; meðan
ótrúskapurin millum hins
kynd hava vit mangan sæð
skaðan av, men tað merkir
ikki, at tey verða skerd
ella diskriminera á nakran
hátt; somuleiðis eiga sam
kynd at vera óskerd og
ódiskrimineraði. Í Gamla
Testamentinum
verða
samkynd
og
horkallar/
konur sett í líknandi bás,
men samkynd vekja bert
andstygd í Guðs eyga,
sambært Bíbliuni (uttan at
sára fólk), meðan horkallur/
kona særir viðkomandi
maka, børn og familju.
Hvussu kunnu føroyingar
so bjóða samkyndum slíka
viðferð?
Samkynd
eru
hampafólk sum so nógv
onnur; tað einasta, ið er
øðrvísi, er tann seksuella
orienteringin.
Heksabrenningin
og
spanska trúarvillingarrann
sóknin hevur havt sína
tíð og hevur miseydnast
nakað so einastandandi.
Latið okkum nú koma úr
hesi miðaldarligu tulking
av
Kristindóminum
og
gera soleiðis, sum Jesus
so mangan ger og mælir
til í Bíbliuni: nevniliga at
fyrigeva og hjálpa heldur
enn at døma og revsa.
Elska samkynda næsta tín sum sjálvan teg
Dávid
Isfeld
viðmerkingar