Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 9. oktober 2006 13 Eg eri so moyhamrandi troyttur av at hoyra upp á dómadagsprofetar sum teg. So skjótt samkynd verða órættvíst viðfarin, so skundar tú tær at vissa tínar kjarnuveljarar um, hvar ið tú ert í hesum málinum. Ja hvat ger man ikki fyri eitt sindur av valdi og upp­merksomheit. Sjáldan havi eg lisið nakað so óvit­­andi, fordømandi og tápu­­ligt sum títt ótespiliga lesara­bræv. Fyri at geva tær eitt pedagogiskt dømi upp á títt snævuskygni, sjálvrættvísi og tína egnu sjálv­upp­hevjan, so havi eg endur­givið títt egna lesara­bræv, men havi skift samkynd út við myrk folk. Við vón um at tú sjálvur innsær hvussu spýggiligt tað er, ið tú sjál­vur hevur skrivað. »Í Dimmuni bleiv gjørt nógv burtur úr, at ein myrk­ur maður var blivin álop­in. Hettar bleiv enn eina­ferð brúkt til at rætt­ vís­gera, at vit eiga at fáa eina lógarbroyting í anti­ diskrimina­­tións­para­graff­ ini, so at rasisma kemur uppí. Fyri greinskrivarin var tað ikki nokk bert at siga, at ein maður var blivin bukaður (hesin sami byrjaði sjálvur bardagan), nei, her snúði tað seg um ein myrkan, og tí mátti tann síðan blásast upp; kanska fyri at fáa tað meira áhugavert ella heilt einfalt fyri at marknaðarføra egna áskoðan. Havi aldri hoyrt um, at ein hvítur er blivin álopin, men gangi út frá, at hesi eru offur í stórt sæð øllum øðrum álopum/bardøgum. Heldur ikki verður gjørt so nógv burtur úr, at løgreglan eisini var álopin, men teir hava helst ikki verið myrkir, so hví kóka nakar suppu burtur úr tí! Løgreglufólk (eins væl og myrk) verða eisini niðurgjørd og enn­ tá álopin bara tí, tey eru løgreglufólk, men hví einki um at fáa tey við í antidiskriminatións­para­ graffina? Persónliga trúgvi eg ikki, at tað hevði hjálpt, hvørki fyri hesi ella oman fyri nevndu. Vánaligur at­burð­ur, sum tann, ið verð­ ur lýstur í greinini, verður í lítlan mun broyttur við løgtingslóg, men er nógv heldur ein spurningur um upp­aling, og hvat okk­­ara menn­­iskja sýn er. Av tí, at eg var við at viðgera upp­­skotið um at skoyta “rasismu” uppí lógina og talaði ímóti, at hettar var gjørt; vil eg koma við hesum við­merk­ing­um aftrat: Lat tað standa púra greitt, at øll menn­iskju hava sama virði og hava tí brúk fyri og rætt til at vera vird sum menniskju; eingin omanfyri nakran annan. Men hettar merkir ikki, at ein og hvør húðarlitur er líka góður sum einhvør annar ella at einki er skeivt í hesum heimi. Eg vóni tí, at tað stendur heilt greitt, at myrk fólk hava akkurát líka nógv virði sum eg sjálvur ,og at eg ikki kann loyva mær at spilla tey út ella buka tey, heldur enn nakran annan einstakling ella bólk fyri tað. Líka so greitt skal tað tó eisini standa, at eg haldi, at myrkur húðarlitur er  skeivur, móti natúruni og skaðiligur fyri menniskjað. Hettar vil eg, sum sjálvur eri syndari, hava rætt til at føra fram uttan at blíva stemplaður fyri at vera “rasist” ella tað, ið verri er. Eg vóni vóni eisini, at øll, ið siga seg fylgja Jesusi, taka hansara orð í Jóhannus 12; 47 til okkum, tá ámint verður um, hvat er rætt og skeivt: “Og um onkur hoyrir orð míni og ikki gevur teimum gætur, tá dømi eg hann ikki; tí at eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin.” Ong­in av okkum er synda­ fríur, og tí kunna vit ikki døma, men vit kunna og skula áminna í kærleika og bøn um, at Gud við sínum anda vil sannføra okkum um, hvussu vit eiga at liva.« Fatar tú nú, hvussu langt við síðuna av tú ert? Tú ert ikki førur fyri at taka eina sjálvstøðuga av­gerð, men velir heldur blint at fylgja einum 2000 ára gomlum spikpetti. Eg skal líka leggja afturat, at eg sjálvur var á staðnum og skal siga frá, at tað ikki var Rasmus, sum legði upp til slagsmálið! Hann bleiv provokeraður so mikið groft og leingi, at bikarið til síðst fleyt yvir, og tú átti at vitað, at øll menniskju hava eitt mark. Tú fært tað at ljóða, sum markið hjá einum sam­ kyndum ikki hevur sama virði, sum markið hjá hetero­sexuellum. Niður­ støðan má so verða tann, at mann skal hava loyvi til at spilla samkynd út so galið mann vil og svarar ein samkyndur aftur… ja, so er alt jú teirra feilur. Heldur tú nakar bardagi hevði verið, um Rasmus ikki var samkyndur? Ein heterosexuellur verður ikki álopin vegna sín sexu­ali­tet, men heldur eru tað onnur viðuskifti, ið gera seg galdandi. Brúka vit teg sum landsins moralsku hetju, so er deyðs­ hótt­anin sum Rasmus fekk hans­ara egni feilur… hann er jú samkyndur… ikki sannheit Gunnar? Viðv. álop á heterosexuell og teirra pláss í bløðunum fert tú enn einaferð skit skeivur. Eg havi sjálvur upplivað at verða sparkaður og sligin av fleiri fólkum, so at eg eri endaður á skaða­stovuni. Og ja, tað bleiv skrivað í bløð­ unum um hesa hendingina. So ikki sleingja sovorið møsn út eina aðruferð. Fólk sum tú, ið prædika um næstakærleika, fyrigeving, moral og óbetingaðan kær­ leika eru tey ringastu, tá ið tað kemur til moralska uppbakkan av for­fylg­ing, háan, kúgan og hóttan­ um um helvitis eld. Eg veit væl, at tað eru fitt og skila­góð kristin fólk í Føroyum, men hvar eru tit? Væl­signaði ikki lata hesa sjálvútróptu “elituna” rópa upp og harvið koyra tykkum í sama bólk sum tey. Henda stigmatiserandi elitan oyðileggur ótrúliga nógv fyri tykkum og gevur fólki orsøk at vísa anstygd fyri kristnum fólki… og har­ við eisini anstygd mótvegis teimum óseku. Viðmerking til fitta, reina og óseka Gunnar K. Nattestad Hergeir Staksberg viðmerkingar Harvið fáa vit eitt kom­ petent og viðkomandi brúksmál í skrift og talu og kunnu sleppa tí fremmandagerandi ný­føroyska esperanto. Føroyskt mál ella móður­ málið er tað málið vit tosa í Føroyum. Tað er ikki eitthvørt ynskimál, ið fyrst skal reinsast fyri sokallaði fremmandaorð. Hetta við at hava eitt reint mál er utopi, a la ariska rasan. Føroyska málið hoyrir til ta indo- europæisku málættina, ið hevur verið kend í eini 3500 ár og verður í dag tosað av 1.5 milliardum fólki. Tað er tí ikki so løgið, at hópin av europeiskum orðum og onnur orð við eru at finna í føroyska málinum, tað er jú her tey sum ættarfrændir hoyra heima. At vit har­ umframt hava serliga mong orð til felags við danskt eigur heldur ikki at undra nakran, tí neyva samskiftið, skúling og intellektuella tilgongdin hevur í mong hundrað ár mest verið í samband við Danmark. Sjálvt Tobbi fer í næstum til Kongens København fyri at nema sær innlit í lærdu gudaverðina. Annars vísir Tórður Jóansson í síni lærdu ritgerð “English loanwords in Faroese” (Fannir 1997) á, at eitt samskifti hevur tað við at leggja orð eftir seg, so kanska onkrar nýggjar “guddommuligar” glosur fylgja við Tobba, tá hann vendir heimaftur á klettarnar sum prestur. Danifob - og íslandufil inklinatión Tað kann tykjast gátuført, at vit í yvir hálva øld hava latið danifobar puristar ella málreinsarar manipularað so nógv við føroyska málinum, ja nærmast givið teimum frítt spæl til íslandufilu inklinatiónini v.m. Úrslitið kenna vit. Flestu føroyingar himprast við at tala og skriva sítt egna móðurmál av ótta fyri puristiska peiki­ fingrinum og fyri at verða hildir fyri ikki at vera nóg nationalir. Føroyska brúksmálið verður niðurgjørt, tí tað skal eitast at vera fult av fremmandum orðum, donsk­ um og latínskum láni­orð­um v.m. Men sum ættar­frændir við indo-europæ­isku mál­ ættina hava vit nátúr­liga ein hóp av íbúgvandi altjóða orðum í málinum, ið eru líka so føroysk sum húða­skógv­ urin og køstaflugan. Men puristarnir vilja hava reint “føroyskt”, tvs. tey altjóða orð sum annars nátúrliga hoyra heim í føroyska málin­um verða skift út við heimagjørd ókunnuorð ella farið verður til Íslands at fylla málleypin. Í hesum puristiska rúsi dettur tað psyko- og sociolingvistiska aspektið sum oftast burt­ ur ímillum. Úrslitið er eitt fremmandagerandi ný­ føroyskt esperanto hvørs hug­ flog og abstrak­tións niveau saman við brúkiligheit annars letur nógv eftir at ynskja. Kanska er vánaliga úrslitið av PISA-kanningin júst eitt dømi um málsliga frustratión og ómegn. Tað er ein sannroynd, at bæði til koyrikort og aðrar próvtøkur er nýføroyska málið ofta størri trupulleiki í sjálvum sær enn sjálvt innihaldið. Móðurmálsligur samleiki og inerti Hvør einstakur okkara hev­ ur sína idiolekt ella egin­ málbúna, ið myndar okkara móðurmálsliga samleika. Orðini í móðurmálinum eru gjøgnum øldir mýkt og tillagað hvørt annað. Tí falla tey lætt, hava sína egnu rytmu og merking við einum íbygdum spontaniteti, sum bert móðurmálið megnar. Lingvistisk vita vit at málið broytir seg, og at tað skal røkjast – men ikki neyðtakast. Nýgjørd orð eiga meiri nátúrliga at koma inn í málið sum tilboð og ikki sum puristisk diktat ella íslandsk eftirgerð. Virða vit ikki tað basala í móðurmálinum, upploysa vit tann málsligi samleikan, og tá verður tað ikki danskt sum tekur yvir men enskt! Móðurmálið hevur ein trekleika ella eina inerti, sum undir vanligum umstøð­ um tryggjar okkum eitt lívslangt málsligt kjølfesti, men hetta faktum er nógv undirmett av okkara purist­ um. Málvisión og rætt­ skrivingar orðabók At meta málsligan førleika út frá tilgjørdum stavi - og bendingarmynstri tykist at vera sum at meta ein arkitekt eftir tí einkulta múrsteininum og annars síggja burtur frá tí funktionella og heild­ini annars. Verandi purist­iska málproduktið fremmandager, er stívt, ónuanserað og faktuelt ikki nøkt­andi sum samskiftismál. Málvisión 2015 skal kunna rúma globaliserings- tilgongd­ini á føroyskum, um ikki so eiga vit heldur at velja eitt annað mál, sum longu hevur førleikan, heldur enn nýføroyskt finn- upp-á mál, ið ofta er meiri villleiðandi enn vegleiðandi. Vit hava møguleika fyri at náa málvisión 2015, um vit fordómsfrítt taka støði í sjálvum tí føroyska málinum og tess indo-europæisku ættarbondum við teimum altjóða orðum, ið har finn­ ast, og skráseta tey í eina rættskrivingar orðabók. Neyðugt verður eisini í ávísan mun at revidera fordums stavingar – og bendingarmynstur, har hesi ikki umboða føroyska málið, men eru óviðkomandi søgu­ fjøtrað filologisk leivd frá tí tíðini, tá skriftliga málið enn var í síni byrjan. Eitt kompetent føroyskt brúksmál má byggja á eitt viðkomandi lingvistiskt ástøði, ið ábyrgdar struktur og virki av málinum, og ikki á óviðkomandi finn-upp-á filologiskar konstruktiónir. Ein rættskrivingar orðabók vil umframt orðatilfeingi eisini kunna leggja støði undir eina ajourførda móður­ máls orðabók. Vit hava jú longu fingið eina - hóast selektiv - so ávegis móður­ máls orðabók bind 1 og 2, men vit mugu hava onkur bind afturat, um vit skulu hava nøktandi málsligt úrval á føroyskum. Breið móðurmálsnevnd Skal málvisión 2015 røkk­ ast, verður neyðugt við eini breiðari móðurmálsnevnd. Málkøn meina, at ein 21- manna nevnd hevði verið hóskilig. Før­oyska Mál­ nevndin og Mál­stevnu­ nevnd­in hava hvør sær bund­nar uppgávur, men her verður neyðugt við eini umlegging, við raðfestum móðurmálssamleika á altjóða støði. Um hetta eydnast, fer føroyingurin fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð at kunna smoyggja puristiska hamin av sær og óátalaður bera sín viðfødda móðurmálsbúna - unga ættarliðið klárt til komandi PISA-kanningar – í skrift og talu! Mál-etnisk útreinsing Harða viðferðin sum móður­ mál okkara hevur fingið og framhaldandi fær, er ikki so ólík tí etnisku forfylging og útreinsing vit síggja runt um í heiminum, rættvísgjørd av ideologisk blindum nationalromantikki. Hjá okkum er tað tó ikki blóð sum flýtur, men bókstavir og orð. Okkara latínska alfabet ella ABC hevur soleiðis av puristunum fingið bannlýst fimm av sínum týðandi bók­ stavum nevniliga: c, q, w, x og z. Leivdirnar av alfabet­ inum nevna tey stavtalva ella bókstavarøð. Annars eru túsundtals burturvísingar framdar móti okkar móður­ málsorðum grundað teirra etniska uppruna. Hetta gongur eisini aftur í okkara í okkara skúlabókum, ið eru merktar av einvísum puristiskum undirtónum. Vit kunnu spyrja við hvørjari heimild alt hetta verður gjørt? Sambært fyrispurning til mentamálaráðið hevur ongin í Føroyum enn fing­ ið løggildaðan rætt til at lúka burtur úr okkara alfabeti ella til útreinsing og sensurering av føroyska málinum. Fyri okkum sum hava føroyskt sum móður­ mál, er henda illegala og ófrættakenda puristiska fram­ferð ein hóttan móti føroyska málsamleikanum og tess rættartrygd, og tí er hesin spurningur nú sendur víðari til Løgtingsins Um­boðsmann at taka støðu til. Málslig hvørvisjón Tórður Jóansson, doktari í málfrøði, skrivar um mál­politikk (Málhornið Dimma­lætting 11.08.06) m. a. “Hug­mynd­in um eitt reint, full­komið snið á máli er ein hvørvi­sjón ..” “.. men hug­myndin um eitt slíkt óveruligt, reint mál livir fram­vegis.” “.... føroyska orða­til­feingið er ónøktandi í fleiri høpum; innan vísindi og heims­speki er ikki lætt at orða seg á hampuligum føroyskum, og torført er at flyta kenslu­bornan skald­skap – bundnan ella óbundnan – yvir í líkn­andi før­oyskt mál.” Tórður endar grein­ina við: “Annars er at fegnast um, at Málstevnunevndin er farin til verka; og vónandi spyrst dyggari úrslit burturúr enn tað, sum framman undan er komið av skafti!” Málvisión 2015: Legaliserið føroyska móðurmálið Regin Eikhólm