Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 194 - 9. oktober 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Fegnast um myndir av Mars Amerikanskir rúmdar­ granskarar eru púra ov­­ far­nir av myndum, sum rúm­darfarið Opportunity hevur sent av einum stór­ um gosopi á gongustjør­ nuni Mars. -Eg havi snøgt sagt ikki orð fyri hesum, sigur granskarin Jim Bell við BBC, og Steve Squyres, ið stendur fyri verkætla­ni­ ni við Opportunity, sigur, at myndirnar av gosopin­ um eru millum tær bestu og mest áhugaverdu, sum hann nakrantíð hevur sæð. Victoria-gosopið á Mars er einar 800 metrar í tvørmát. Síðurnar eru berar og brattar, og gran­ skarar halda, at tær kun­ nu avdúka týðandi upp­ lýs­ingar um fortíðina hjá gongu­stjørnuni. Sum skilst hevur Opportunity longu funnið haldgóð prógv fyri, at grótið hevur ver­ið í sambandi við vatn fyri fleiri milliónum árum síðani, skrivar Reuters. Opportunity stendur beint við gosopið, og ætlandi skal farið kanna tað eitt sindur afturat, áð­r­ enn granskararnir skulu taka støðu til, um teir skulu senda farið niður í sjálvt opið. Høgrasigur í Belgia 25 ár síðani Sadat-morðið Fríggjadagin vóru 25 ár, síðani egyptiski for­ setin Anwar Sadat bleiv myrd­ur undir einari her­ naðarframsýning í høv­u­ ðsstaðnum Kairo. Fram­ sýn­ingin varð hildin í sam­bansi við, at átta ár vó­ ru liðin síðani Yom Kip­p­ur-kríggið millum Egyp­­taland og Ísrael í 1973. Anwar Sadat stóð á einum palli, tá tvær granatir brustu stutt frá hon­um. Síðani lupu nak­r­ ir menn á pallin og sku­tu eftir forsetanum og teim­ um, sum stóði undir lið­ ini á honum. Sadat varð so meint raktur, at hann doyði beinanvegin. Fleiri onn­ur doyðu. Seinni vór­ ðu 25 limir í einum víð­ gong­dum felagsskapi sett­ir fyri rættin, og tað end­­aði við, at fimm teir­ ra vórðu avrættaðir. Hin­ir fingu langa fong­sul­s­rev­ s­i­ng. Anwar Sadat var tann fyr­sti arabiski leiðarin, sum skrivaði undir frið­ar­ sátt­mála við Ísrael. Tað var í 1979, og avgerð han­sara elvdi til split í tí ar­abiska heiminum. Núverandi forsetin í Egyptalandi, Hosni Mu­barak, tók við eftir Sa­dat. Sum væntað fekk tann víð­gongdi høgraflokkur­ in Vlaams Belang eitt gott úrslit á kommunuva­ linum í Belgia í gjár, men úrslitið var kortini ikki so gott, sum flokkurin hevði vónað. Tað kemst kanska av, at teir seinas­ tu dagarnar hava nógvir belgiumenn mælt velja­ runum frá at styðja tann víðgongda politikkin hjá flokkinum, sum millum annað hevur skotið upp, at eingi fremmandafólk skulu sleppa til Belgia. Eitt nú hevði Vlaams Belang vónað at vinna meiriluta í býráðnum í Antwerpen, sum er tann størsti býurin har norðuri í landinum, men tað eyd­ naðist ikki. Tvørturímóti gjørdist tann flamski sos­ ialistaflokkurin tann stóri sigursharrin í Antwerpen. Vlaams Belang hevði harafturímóti stóra fram­ gongd í fleiri smáum kom­munum ymsastaðni í Fland­ern, har fólk tosa flamskt. Samgonguflokkarnir í stjórnini hjá Guy Ver­hof­ stadt, forsætisráðharra, fin­ gu yvirhøvur eitt vánaligt úrslit á kommunuvalinum hesaferð. -Vit kunnu á ongan hátt góðtaka tað, sum er hent í nátt (suðurkoreanskur talsmaður). Norðurkorea letur ikki altjóða ávaringar við seg koma. Í nátt royndi landið eina kjarnorkubumbu undir jørð. Amerikanskir serfrøðingar siga, at var talan veruliga um eina kjarnorkubumbu, so var hon lítil. Í Suðurkorea skrá­­­sett jarðfrøðistovnurin rist­­ingar, sum vóru 3,7 á Rich­­­terstiganum, og har halda teir ikki, at spreing­ ing­in var so veik. Men sama um talan var um eina veika ella sterka sprei­ng­ing, so hevur norð­ur­ ko­r­eanska avgerðin at roy­ na eina kjarnorkubumbu elvt til øsing í Fjareystri og aðrastaðni. Í granna­land­in­ um Suður­ko­rea sendi Roh Moo-hy­un, forseti, boð eftir tryg­d­ar­ráð­n­um hjá stjórnini í morgunn at umrøða støð­ u­na. -Vit kunnu á ongan hátt góð­­­taka tað, sum er hent í nátt, og vit fara saman við okk­a­ra sameindu at geva Norð­urkorea eitt hóskandi svar, segði talsmaðurin hjá forsetanum í morgun. Í Japan segði Taro Aso, uttanríkisráðharri, at royndarspreingingin er ikki bara ein hóttan í­­móti Landnyrðingsasia, men øllum heiminum, og av­stra­ l­ska stjórnin vil ha­va ST- trygd­arráðið at seta tiltøk í verk ímóti Norð­ur­ko­rea alt fyri eitt. -Vit eru til reiðar at taka und­ir við búskaparligum til­ tøk­­um, segði John Howard, for­­sætisráðharri, í morgun. Kina fordømdi Norð­urkorea varskógvaði kin­e­sisku stjórnina 20 min­ ut­tir undan spreing­ing­ini, og Beijing kunnaði alt fyri eitt USA, Japan og Suð­ ur­korea um boðini. Men kine­siska stjórnin var alt annað enn fegin um roynd­ arspreingingina. -Norðurkorea hevur skúg­ v­að mótstøðuna hjá altjóða sam­­­felagnum til viks og hev­ ur framt eina skammiliga royn­­­d­arspreinging. Vit eru avgjørt ímóti hesari fram­ ferðini, stóð í einari kunn­ gerð frá kinesisku stjórnini, sum bleiv lisin í almenna sjón­varpinum í morgun. Samstundis eggjaði Kina norð­urkoreonsku stjórnini til at steðga øll­um tiltøkum, sum kunnu gera støðuna upp­­aftur verri. USA krevur hóskandi svar Amerikanska stjórnin var eisini skjót at gera vart við seg, tá tíðindini um spreing­ ing­ina komu. -Norðurkorea sigur seg hava framt eina kjarn­orku­ roynd­arspreinging. Er tað so, er tað ein álvarssamur til­burður, seg­ði talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Tony Snow. Hann legði afturat, at USA fylgir gjølla við gong­d­ini í Fjareystri, og at norðurkoreanska roynd­ar­ spreingingin ger tað neyð­u­ gt hjá USA at tryggja sí­ni sameindu í økinum upp­aft­ ur betur. -Men fyrst vænta vit, at ST-tryg­dar­ráðið fer at koma við einum hós­kandi svari, segði Tonmy Snow. Hann upplýsti samstundis, at amerikanska freg­nar­ tæn­­astan hev­ði skrásett rist­ingar í einum kjarn­­or­ k­u­­­royndarøki í Norð­ur­ko­ r­ea í nátt. kjar­n­orku­royn­ d­ar­spreinging. Er tað so, er tað ein álvarssamur til­ burð­ur, segði tals­maðurin hjá Hvítu Húsunum, Tony Snow. Hann legði afturat, at USA fylgir gjølla við gong­d­ini í Fjareystri, og at norðurkoreanska royn­dar­ spreingingin ger tað neyð­ u­gt hjá USA at tryggja síni sameindu í øk­inum uppaftur betur. -Men fyrst vænta vit, at ST-trygdarráðið fer at koma við einum hóskandi svari, segði Tonmy Snow. Hann upp­lýst­i sam­stund­ is, at amerikanska freg­­nar­ tæn­astan hevði skrá­sett ristingar í einum kjarn­orku­ roynd­arøki í Norð­ur­korea í nátt. Norðurkorea bjóðar umheiminum av Í Japan komu bløðini út við einari eykaútgávu í morgun. mynd Reuters