mánadagur 9. oktober 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 9. oktober 2006
15
Týsdagin
10.
oktobur
fyllir mamma okkara, Alex
andrina Sørensen, vanliga
nevnd Allan, í Trongisvági
80 ár.
Mamma er ættað av og
uppvaksin á Morskranesi.
Foreldrini vóru Hans og
Sunneva Anthoniussen. Tey
fingu 8 børn og mamma er
nr. 5 í systkinaflokkinum.
Sum ung genta fór Allan
fyrst til Klaksvíkar at
tæna. Síðan gekk leiðin til
Tvøroyrar, har Inga systir
hennara búði. Á Tvør
oyri fór hon í læru sum
seymirska hjá Valdborg.
Um hetta mundi varð hon
forlovað við pabba, Karl
Sørensen úr Trongisvági,
og tey giftust í 1952.
Tey bygdu sær hús inni í
Trongisvági, har tey í nógv
ár høvdu matvøruhandil
í kjallaranum. Pabba var
sjómaður í nógv ár, til hann
seinni fekk starv hjá SEV,
har hann arbeiddi í stívliga
25 ár. Meðan pabba var til
skips, so var tað mamma,
sum stóð í handlinum, sum
seymaði fyri fólk og sum
passaði okkum børn. Tað
var meira enn nóg mikið
at takast við, men ongantíð
vit hoyrdu teg gremja.
Tit fingu okkum børnini:
Fríbjørg, Tummas, Sonja,
Ingeborg, Hans og Kári.
Við tíðini er familjan økt
við 18 ommubørnum og 9
langommubørnum.
Góða mamma. Aldrin
hevur tú sitið hendur í favn.
Altíð hevur tú verið klár at
hjálpa, har ið hjálpin hevur
verið kærkomin. Tá ið Inga
systir tín gjørdist sjúk,
tókst tú tær av henni. Pabba
passaði tú heima í fleiri
ár, meðan hann var sjúkur
og doyði í 1997. Hóast tín
høga aldur valdi tú fyri
8 árum síðan at fara til
Havnar at passa systir tína
Ellu, og tá ið hon andaðist,
helt tú áfram at passa
svágin, Jákup, til hann nú
fór foldum frá fyri einum
mánað síðan.
Nú ert tú so flutt suður
aftur at búgva hjá soninum
Hans. Tú skalt nokk venja
teg við ikki at hava nakra
uppgávu, men tú hevur
fleiri
smá
ommu-
og
langommubørn, sum tú
kann gleðast at vera saman
við.
Góða mamma og ver
mamma. Vit ynskja tær
hjartaliga tillukku við teim
um 80 árunum og gleða
okkum at koma suður í
føðingardag.
Fríbjørg og Eliesar
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæri maður, pápi, verpápi, abbi, og langabbi okkara
Jarmund Jespersen
ættaður av Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn
andaðist á Lágargarði fríggjadagin 7. oktober,
83 ára gamal.
Bønarhald verður á Lágargarði týskvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju
mikudagin kl. 13.00
Familjunnar vegna
Sigrid, Ingun og Steen
Tey, ið ynskja at minnast Jarmund, kunna lata eina gávu til
Lágargarð á konto í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá kæra systir, svigarinna,
fastir, abbasystur og langabbasystir
Jona Henriksen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Bjarna Bæk, dómpróst fyri troystarrík orð.
Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Tøkk fyri blómur og kransar og fyri gávur til KFUK,
og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Tøkk til skótarnar og KFUK fyri hjálp við ervinum.
Ein serstøk tøkk til starvsfólki á Ellisheiminum,
sum vóru um hana ta seinastu tíðina.
Familjunnar vegna
Kirstin, Andrias og Arnold
Ikki varnaðist je góða Estrid, at
tað var seinastu ferð, at ogur báðar
skuldi hittast tá je fór niðan um
vegin at fáa mær ein kaffimunn
og eitt hugnaligt prát. Tú gekk
og stákaðist við at gera døgverða,
gott tilpassar sum altíð. Tú fortaldi
fyri mær, hvussu tú gleddi teg til,
at tú og Brynjálvur skuldi fara
til Ísland at ferðast nakrar dagar
seinni. Tykur skuldi fara yvir at
vitja nøkur góð vinfólk. Bilettirnar
vóru bílagdar og alt var klárt. Men
soleiðis skuldi tað ikki vera. Tú fór
út á eina nógv longri ferð.
Eg kom at kenna Estrid og
Brynjálv tá eg sum blaðung kona
kom inn á Tvørabakka at búgva.
Tygur bæði vóru tey fyrstu sum
ynsktu mær at vera vælkomnan á
garðin at búgva. Síðan hava okkara
vinarbond verið knýtt í øll hesi 38
árini je havi búð har. Tað verður
tungt at koma niðan nú tá tú ikki
er meira, men saknurin hjá tær
Brynjálv verður tungur at koma
yvir. Tygur bæði vóru sum lív og ein
sál, altíð saman um alt. Tygur vóru
úti og ferðaðist og dugdi so væl
at hugna tykkum saman. Tað var
altíð so gott og hugnaligt at koma
í tygra heim, man føldi seg so væl.
Okur høvdu børn sum vóru í sama
aldri og tey spældu nógv saman.
Tey bundnapløgg ogur báðar sótu
við vóru ikki so fá. Ogur hava havt
mangar hugnaligar løtur saman, ið
ikki vera gloymdar. Tú fekk tær
til endan eina bindimaskinu, tí tú
hevði 4 dreingir at binda uppá.
Hetta við bindimaskinuni helt eg
vera sera spennandi og hugsaði
hvussu tú kom burtur úr hesum.
Men væl gekk hjá tær. Tolin og
gløgg sum tú var gekk uppá stás
at binda og tað eru ikki so fáar
troyggjur, sum tú hevur bundið við
bindimaskinuni.
Og ikki at gloyma tann flotta
urtagarðin, sum tú var so glað
fyri. Har var tú frá tað váraði og
alt summarið við og út á heystið
tá tað viðraði og altíð var maðurin
og hjálpti tær tá tað lá fyri hjá
honum.
Hjá tykkum sum sita eftir við
sorgini og sakninum, tygur hava
bara góð minni um eina góða konu,
mammu og ommu. Tú verður nógv
saknað av nógvum.
Hvíl í friði góða Estrid.
Óluva
Jarmund Jespersen, ætt
aður av Tvøroyri, búsit
andi í Tórshavn, andaðist
á Lágargarði fríggjadagin
7. oktober, 83 ára gamal.
Bønarhald verður á Lágar
garði týskvøldið klokkan
18.00. Jarðarferðin verður
úr Havnar Kirkju miku
dagin
klokkan
13.00.
Tey, ið ynskja at minnast
Jarmund, kunna lata eina
gávu til Lágargarð. Konto
í peningastovnunum.
Jóhannus Poulsen, skip
ari, við Sjógv, Strendur
andaðist á Ríkissjúkra
húsinum sunnudagin 8.
oktober, 62 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunn
gjørd seinni.
Kistan
við
Mariu
Henriettu Bech fer úr
kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi inn í Salem
týsdagin kl. 18.00. Jarðar
ferðin verður mikudagin
kl. 13. Tey, ið vilja minnast
Miu, kunnu lata Salem
eina peningagávu; konta í
peningastovnunum.
Kistan
við
Ámundi
Poulsen, Klaksvík fer
frá kapellinum heim í
Christianskirkjuna í kvøld
klokkan 18. Jarðarferðin
verður týsdagin klokkan
13:30. Tey, ið vilja minn
ast Ámund kunnu lata
eina gávu til Christians
kirkjuna.
Andlát og jarðarferðir
Alexandrina Sørensen, Trongisvágur, 80 ár
Minningarorð um mín góða granna
Estrid Nilssen