mánadagur 9. oktober 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 194 - 9. oktober 2006
tíðindi
Gallup nýtt sum
grundgeving
Nógv umrødda Gallup-kanningin, sum
Tjóðveldisflokkurin lat gera, vísir greitt, at
ríkisfelagskapurin ikki blómar. Hetta vísti
Høgni Hoydal millum annað á í røðu síni á
Fólkatingi í gjár
Politikkur
Páll Holm Johannesen
pallur@sosialurin.fo
Christiansborg: Undir
setanarrøðu síni týsdagin
lat
forsæ
tisráðharrin
Anders Fogh Rasmussen
ongan iva vera um, at
stjórnin metir, at ríkis
felagskapurin er í eini
góðari legu og í eini blóm
andi menning í løtuni, sum hann málbar seg.
Undir umrøðuni av setanarrøðuni lat fólkatingslimurin
Høgni Hoydal ikki hesa útsøgn fara afturvið borðin
um.
- Tey seinastu árini hevur tað verið stórur partur av
føroyska fólkinum, sum ynskir fult sjálvræði, so at
Føroyar kann samstarva á jøvnum føti við Danmark og
taka lut í altjóða samfelagnum, segði Høgni Hoydal.
Ein av høvuðsgrundgevingunum hjá Høgna Hoydal
fyri, at ríkisfelagskapurin ikki blómar, var úrslitið av
nógv umrøddu Gallup-kanningina, sum Tjóðveldis
flokkurin lat gera í samband við, at tað 14. september
vóru 60 ár síðan fólkaatkvøðuna í 1946.
Frá røðarapallinum í Fólkatinginum vísti formaður
Tjóðveldisfloksins á, at úrslitið av kanningini var, at
stórur partur av føroyingum ynskti ein sjálvstøðuga
føroyskan uttanríkis-, verju- og útlendingapolitikk.
Kanningin vísti eisini, at tey spurdu hildu, at ovasti
myndugleiki eigur at liggja hjá føroyska fólkinum og
hjá føroyskum myndugleikum.
Høgni Hoydal legði afturat, at sambært kanningini
vil bara ein triðingur av føroyingum varðveita ríkisveit
ingina.
Fólkatingslimurin
Anfinn Kallsberg
roynir at skunda
undir stjórnina fyri
fáa ferð á útbygg
ingina og yvirtøkuna
av flogvøllinum
Politikkur
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Christiansborg: - Flogvøll
urin í Føroyum er roknaður
til góð 70.000 ferðandi um
árið. Í dag eru yvir 200.000
ferðandi um árið, so tað
hevur stóran týdning at
fáa gongd á málið um at
yvirtaka og nútímansgera
flogvøllin í Føroyum.
Fólkatingslimurin
hjá
Fólkaflokkinum, Anfinn
Kallsberg, vil hava ferð á
málið um at yvirtaka og
útbyggja flogvøllin í Vág
um. Tað gjørdi hann greitt
undir viðgerðini av setanar
røðuni hjá Anders Fogh
Rasmussen hóskvøldið.
Danska stjórnin og Lands
stýrið eru komin ásamt um,
at fíggingin av útbyggingini
í Vágum skal koma úr
Íleggingargrunninum.
Hetta krevur kortini eina
lógarbroyting, og eftir ætl
an kemur uppskotið fyri
Fólkatingið í januar mánaði
komandi ár.
- Eg haldi ikki tað er
neyðugt at bíða heilt til
januar mánað fyri at fáa
málið fyri Fólkatingið. Eg
havi tí sett meg í samband
við stjórnina fyri at skunda
undir málið, so vit sleppa
í gongd sum skjótast við
neyðugu útbyggingina av
flogvøllin, segði Anfinn
Kallsberg hóskvøldið. Tað
er mett, at útbyggingin
fer at kosta um 350 mió.
krónur.
Kallsberg
hevur skund
at yvirtaka
flogvøllin
Um vikuskiftið
varð russiska
tíðindakvinnan Anna
Politkovskaja myrd
í Moskva. Men hvør
myrdi hana og hví?
Morð
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í gjár komu fleiri hundrað
fólk sama í Moskva og
St. Pætursborg at minnast
Onnu Politskovskaja, sum
varð funnin myrd í Moskva
leygardagin. Tey duldu
ikki fyri, at eftir teirra
tykki komu boðini um at
myrða ta atfinningarsomu
tíðindakvinnuna av ovastu
rók í russisku leiðsluni.
Anna Politskovskaja var í
ferð við at skriva eina grein
um píning í Kekenia, nú hon
bleiv myrd. Júst Kekenia
hevur verið hennara arbeiðs
øki í fleiri ár, og hon
hevur fleiri ferðir avdúkað
harðligu framferðina hjá
russiska herinum har. Hon
var víða kend fyri sítt
arbeiði, og fyri trimum
árum síðani heiðraði norska
rithøvundafelagið hana fyri
hennara arbeiði fyri tali- og
skrivifrælsinum.
- Vit skuldu fáa tilfar frá
henni til mánadagsblaðið.
Tað var um Kekenia, og
hon hevði fleiri avdúkandi
myndir haðani, sigur blað
stjóri
hennara,
Dmitrij
Muratov, við sjónvarpið
NTV.
Boð úr erva
Nógvir russar, teirra millum
fleiri politikarar, siga seg
vera sannførdar um, at
boðini um at myrða Onnu
Politskovskaja komu úr
erva í russisku skipanini og
kanska úr sjálvum Kreml.
– Tað er eingin ivi um, at
hetta er eitt politiskt morð,
og at myndugleikarnir eru
uppií, sigur tinglimurin
Valerij Borsjtjev.
Ein
annar
politikari,
Aleksander Lebedev, sum
eigur í blaðnum, sum Anna
Politskovskaja
arbeiddi
hjá, ivast heldur ikki í, at
tað vóru myndugleikarnir,
sum góvu boð um at beina
fyri tíðindakvinnuni. Hann
hevur lovað fimm milliónir
krónur í finningarløn, verður
drápsmaðurin avdúkaður
og morðið uppklárað.
Kreml hevur ongar við
merkingar gjørt til morðið,
men russiska ákæruvaldið
ivast ikki í, at morðið hevur
samband
við
arbeiðið
hjá Onnu Politskovskaja.
Ríkisadvokaturin segði í
gjár, at hann fer at kanna
morðið.
Álop á samfelagið
Morðið hevur eisini vakt
ans uttan fyri russiska
landamarkið. Bæði USA
og ES hava kravt, at russ
isku
myndugleikarnir
kanna málið til botns, og
fleiri politikarar í Vestur
heiminum siga, at morðið
er heilt greitt álop á tali- og
skrivifrælsið.
-Morðið er eitt álop á
samfelagið, og vit fara
at kanna tað gjølla, sigur
fyrrverandi
sovjetski
forsetin Mikhail Gorbatjov,
sum eigur í blaðnum,
sum Anna Politskovskaja
arbeiddi hjá.
Eitt álop á samfelagið
Anna Politskovskaja
varð funnin myrd
leygardagin.