Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ] ítróttur SAMBAND jákup mørk jakukp@sosialurin.fo tlf 341800 Ítrottarhetjur okkara í Rom komu aftur leygardagin. Seks heiðursmerki og fleiri persónlig met høvdu tey við í skjáttuni, og um miðdagsleitið í dag var stór móttøka í ÍSF-húsinum, har Jógvan á Lakjuni flutti fram røðu og segði, at tað var sum at hoyra til eina stóra familju, at vera gestur til Special Olympics SPECIAL OLYMPICS Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Sum at hoyra til eina stóra familju. Soleiðis kendist tað at vera gestur til Special Olympics í Rom. Tað segði landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, í røðu hann helt fyri ítrottarhetjunum til móttøku í ÍSF-húsinum kl. 13 í dag. Landsstýrismaðurin var sjálvur við í Rom sum umboð fyri almennu Føroyar. Hann duldi ikki yvir, at hann var fegin um at hava verið við, og at hann var errin av føroysku luttakarunum. – Vit eru stolt av tykkum og tykkara avrikum. Vit eru stolt av, at tit hava áræði at íðka ítrótt og umboða Føroyar úti í heimi. Sjálvt um heiðursmerkini ikki hava tann størsta týdningin, so eru vit stolt av, at tann føroyski hópurin kemur heim av olympiskum leik­ um – Special Olympics – í Rom við trimum gull­ merkjum í svimjing, tveim­um silvurmerkjum í svimjing – eitt av teimum var í liðsvimjing, einum bronsumerki í frælsum ítrótti og fleiri persónligum metum. – At teir føroysku lut­ takararnir klára seg so væl millum 57 onnur lond, ber boð um, at tit øll hava lagt ótrúliga stóra orku í at fáa so góð úrslit sum gjørligt. Eingin kemur sovandi til heiðurmerki við olympiskar leikir – áhaldandi venjing, evni, áræði og vilji skulu til, segði Jógvan á Lakjuni, og sendi hann eisini eina heilsu til leiðarar og venjarar, tá hann segði, at uttan tey var tað ógjørligt. Italska stjórnin, borgar­stjórin í Rom og fótbóltsstjørnan Kaka Tað var sum landsstýris­ maður í mentamálum, at Jógvan á Lakjuni varð boðin við til leikirnar sum almennur gestur. Umframt at fylgja kappingnum í tveir dagar og at luttaka á eini ráðstevnu, so var Jógvan á Lakjuni eisini við til setanina av leikunum, og tað hugtók hann. – Ja, tað var sum at síggja setanirnar til teir stóru olympisku leikirnar. Nógv fólk tóku lut, millum onnur Timothy Shriver. Hann er systursonur John F. Kennedy og er nevndarformaður fyri Special Olympics. Mamma hansara, Eunice, stovnaði í 1968 Special Olympics. Har vóru eisini umboð fyri ta italisku stjórnina og borgarstjórin í Rom, og brasiliansku fótbóltsstjørnuna, Kakà, sóu vit eisini. – Hetta var ein stór løta at síggja øll hesi 1400 ungu koma inn á vøllin á – land aftan á land saman við venjarum og hjálparfólki. Og nakað heilt serligt var at síggja tann føroyska hópin koma inn á vøllin á hesum stórsligna Stadio dei Marmi saman við luttakarum úr øllum hinum londunum. Tað var fantastiskt at uppliva, at so nógv varð gjørt burturúr, greiddi Jógvan á Lakjuni frá. Í Rom var ein heilur dagur settur av til eina ráðstevnu um umstøðurnar hjá ungum menningartarnaðum, har Jógvan á Lakjuni eisini luttók. Endamálið við ráðstevn­ uni var at tosa um, hvussu vit kunnu betra um lívið hjá teimum, bæði tá ið um ræður heilsu, sosiala “inklusión” (at tey verða tikin við í øllum viðurskiftum), og tá ið ræður um ítrótt og fysiska venjing. Eisini varð dentur lagdur á, hvussu týdningarmikið tað er, at familjurnar hjá menningartarnaðum hava so góðar umstøður sum gjør­ligt. Gleði og samanhald Tá Jógvan á Lakjuni tók samum frá túrinum í Rom segði hann, at gleði og samanhald eru tey hugtøk, sum hava fest seg í minni hansara frá døgunum í italska høvuðsstaðnum. – At bera frávik eigur ikki at merkja, at verða úti­hýstur. Samfelagið skal hýsa okkum øllum. Og tit, sum eru við í ÍSB, tit eru við til at lata eygu okkara upp fyri, at okkara samfelag verður ríkari, tá ið rúm er fyri øllum. Stóra tøkk skulu tit hava fyri tað, segði Jógvan á Lakjuni at enda í røðu sínari. Sum at hoyra til eina familju Føroyingarnir fáa her handað heiðursmerki í stafettini í svimjing. Frá vinstru síggja vit Apoloniu, Magnus og Súsannu, og aftanfyri stendur so Ragnvaldur Føroysku luttakararnir koma marsjerandi inn til hátíðarligu setanina av leikunum í Rom