mánadagur 9. oktober 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ]
Italia fótaði sær
Italia spældi leygardagin á heimavølli ímóti
Ukraina í EM-bólki B, og dysturin endaði við 2-0
sigri til italska liðið, sum undan hesum dystinum
bert hevði fingið eitt stig í tveimum dystum.
Leingi sá út til, at dysturin skuldi fara at enda
málleysur, men so fekk Italia brotsspark. Tað
sendi Massimo Oddo trygt í netið til 1-0 til Italia.
Løtu seinni skoraði álopsspælarin Luca Toni til
2-0, og so hevði Italia tryggjað sær øll trý stigini
í dystinum.
Tað var sum í gomlum
døgum. Ikki bara
kempaðu føroysku
spælararnir av allari
megi. Teir megnaðu
eisini at spæla seg fram
eftir vøllinum í løtum,
soleiðis at møguleikar
eisini komu í hinum
endanum. Tað bar ikki
stig við sær hesafeðr,
men avrikið var av
tí slag, sum føroyski
áskoðarin altíð vil
krevja av landsliðnum
Spælaraummæli
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
1. Jákup Mikkelsen
(B36), 45 dystir/0 mál
Slapp fyri fyrstu ferð at royna
seg sum landsliðsskipari, og
teirri uppgávuni slapp hann
bara heilt væl frá. Hevði
ikki so nógv at gera sum í
teimum báðum undanfarnu
dystunum, og serliga fyri
steðgin var talan mest um
royndir útifrá. Vísti seg
tó uppgávuna vaksin, tá
føroyska liðið kom undir
veruligt trýst eftir steðgin.
Og stutt undan málinum
– sum hann einki fekk gjørt
við – hevði hann fantom-
bjarging. Gula kortið fyri
kjaftaslit var tó eitt sindur
irriterandi, og ta einu ferð
ina varð hann bjargaður
av Rógva, sum syrgdi fyri,
at litavar ikki kundu taka
skjótt fríspark, tá Jákup var
úti og mótmælti.
2. Pauli G. Hansen
(Skála), 4/0
Varð í evstu løtu kallaður
inn fyri Julian, men hetta
tóktist á ongan hátt at nerva
skálamannin. Tvørtur ímóti,
so spældi hann tað besta,
sum hann hevur spælt á
landsliðnum. Var sera drúgv
ur í verjupartinum, har
hann við góðum spælskili
oftani breyt álop uttan at
tackla, eins og hann aloftast
slapp sær sera væl av við
bóltin. Fekk ein skaða móti
dystarenda, og noyddist tí
av vøllinum seinastu løt
una.
3. Vagnur Mohr
Mortensen (HB), 2/0
Í sínum næsta landsdysti
slapp Vagnur eisini at nerta
við bóltin. Aloftast sum
effektivur uppruddari, tá
hann víð góðum tacklingum
var avgjørdur í verjustøðu.
Serstakliga kom hann væl
niður at tackla ta einu
ferðina í seinna hálvleiki,
og eisini í loftspælinum var
hann drúgvur. Eitt avgjørt
góðkent avri, sum eisini ber
boð um fleiri landsdystir.
4. Atli Danielsen
(KÍ), 16/0
Var á óvanda plássinum sum
høgri bakkur, men loysti
uppgávuna uttan stórvegis
dikkidarir. Var
aloftast
ansin í verjupartinum, har
hann eisini fangaði nógv,
og tá hann tað einu ferðina
seldi seg, var hann skjótur
at renna aftur og skerma.
Og í tveimum førum hevði
hann eisini frálík síðuskift,
sum vóru um reppi at geva
veruligar málmøguleikar til
Føroyar.
5. Símun Samuelsen
(Keflavík), 6/1
Samanlagt helst besti dyst
urin hjá einasta føroyska
útisetanum. Enn tykist hann
tó himprast eitt sindur við
at bjóða av, og tann parturin
kundi verið betri. Men
var sera drúgvur í verju
partinum, har hann altíð var
skjótur heim at standa rætt.
Og tríggjar ferðir var hann
eisini maðurin, sum við
framúr sendingum var um
at skera litavisku verjuna
upp.
6. Rógvi Jacobsen
(HB), 39/6
Litavar vóru um at missa
ondina í tunnu luftini har
uppi, sum Rógvi ferðast fyri
steðgin. Vann snøgt sagt
hvønn tann einasta luftbólt,
og tað var sjónligt, at hann
heilt klárt var maðurin,
sum litavar ræddust. Og
við góðari skotroynd fyri
steðgin gav hann teimum
eisini orsøk til hetta Fekk
tó eisini mótstøðu í lof
trúminum eftir steðgin, tá
litavara rokeraðu eitt sindur
við fólkinum og eftir eitt
kraftigt trælær, megnaði
Rógvi ikki at gera tað heilt
stóra. Tó hugsaði hann
skjótt og væl, tá hann ta
einu ferðina haltaði yvir at
forða frísparki, sum kundi
verði sent í tómt mál.
7. Fróði Benjaminsen
(B36), 39/2
Sýndi veruligan klassa í
verjuspælinum, har hann
var bæði drúgvur og rólig
ur, eins og hann stýrdi
verjuni væl. Onkra tíð tókt
ist hann nærum hava ov
góða tíð, men hann kom
sær ongan tíð í óføri av
teirri orsøk. Gjørdist alt
meira týðandi partur av
liðnum, sum trýstið herdist.
Og við einum flottum raidi
yvir 50 metrar var hann
eisini um reppið at spæla
Jónhard púrasta blankan ta
einu ferðina.
9. Jákup á Borg
(HB), 46/2
Var nú aftur fluttur upp á
miðvøllin, men hann tóktist
tó hava trupulleikar við at
bjóða av. Tí gjørdist talan
ikki um tey heilt nógvu
innleggini, men fyri tað lá
hansara partur ikki eftir.
Arbeiddi serstakliga væl
aftur eftir vøllinum, soleiðis
at litavara ikki komu ov
lætt ígjøgnum, og staðfesti
meira ella minni, at hann
framvegis er maðurin, sum
roknast skal við á pláss
inum.
10. Christian Høgni
Jacobsen (NSÍ), 30/2
Arbeiddi sum ein hestur
í føroyska álopinum, og
fleiri ferðir var eisini um
reppið, at úrslit spurdist
burturúr. Ikki minst var
hugaligt at síggja, at hann
væl megnaði at kapprenna
við litavisku verjuna, eins
og kilo’ini nú eru somikið
nógv, at hann ikki bara
verður kveistraður til viks.
Hevði eisini eina fína skot
roynd móti dystarenda,
umframt at hann ta einu
ferðina noyddi litaviska
málverjan at stórbjarga.
14. Marni Djurhuus
(EB/Streymur), 1/0
Spældi sín fyrsta lands
dyst á óvanda vinstra bakk
plássinum, men hetta tóktist
als ikki at nerva. Var sera
ansin í verjupartinum, har
hann steðgaði eini rúgvu
av álopum, men vágaði
sær samstundis ikki serliga
nógv frameftir. Men tað fer
nokk eisini at koma við
fleiri royndum. Var eisini
á rætta staðnum, tá hann á
strikuni fekk forða litavum
at leggja seg á odda.
17. Mikkjal
Thomassen (B36), 1/0
Hóast landsliðsroyndirnar
eru púrasta ongar, so kravdi
Mikkjal alt fyri eitt leiklutin
sum snúningspunkt á mið
vøllinum. Bæði tordi og
megnaði at halda upp á
bóltin, og fekk í so máta
frið yvir stóran part av
spælinum. Eisini hóast
hann onkra ferðina kundi
slept skjótari. Rástyrkin í
nærdystinum pøsti eisini
litaviska miðvøllin, sum
sjáldan fekk veruliga fótin
fyri seg. Og eftir dystin
mundu fleiri sita við spurn
inginum, hví hann ikki
fyri langari tíð síðani er
tikin við í hópin. Bannið
frá Allani Simonsen rann
hóast alt út fyri átta árum
síðani…
11. Jónhard Frede
riksberg (Skála), 12/0
Tað er sjáldan lætt at koma
inn í ein fótbóltsdyst upp
á bara 17 minuttir, og her
hevði Jónhard eisini sínar
trupulleikar. Serliga tóktist
hann hava ilt við at stilla
seg rætt í verjustøðu, og
fleiri ferðir varð vinstra síða
yvirspæld, eftir at hann kom
á vøllin. Royndi tó eisini at
skapa nakað frameftir, og
var hann eitt sindur frekari,
kundi vandin væl gjørst
heilt stórur ta einu ferðina.
12. Kári Nielsen
(HB), 5/0
Fekk seinastu góðu 10
minuttirnar á miðvøllinum,
tá Rógvi noyddist at gevast.
Hóast stutta skotbráðið, so
rúgvaði hann væl upp, og
fekk bæði høvd og fót á
fleiri bóltar, sum skuldu
ruddast úr trýstinum.
18. Arnbjørn Hansen
(EB/Streymur), 0/0
Gjrødist triði maðurin hjá
EB/Streymi, sum spælir
sín fyrsta landsdyst í ár, tá
hann kom á vøllin seinastu
løtuna. Men vegna stuttu
tíðina á vøllinum er hann
uttan fyri meting.
Vunnu fólkið aftur
Skotar eru flúgvandi
Skotland spældi leygardagin toppdyst í EM-bólki B
ímóti Fraklandi. Bæði Skotland og Frakland høvdu
vunnið sínar fyrstu dystir, og dysturin í Glasgow
leygardagin endaði við 1-0 sigri til Skotland.
Verjuspælarin Gary Caldwell skoraði skotska málið
miðskeiðis í seinna seinna hálvleiki, og sigurin hevur
við sær, at Skotland rættiliga óvæntað liggur á odda í
EM-bólki B – frammanfyri Frakland, Italia og øll hini
londini í bólkinum.
Føroyska landsliðið stóð seg væl í
dystinum ímóti Litava leygardagin.
Spælararnir stríddust sum í gomlum
døgum, og tað hevði við sær eitt betri
úrslit enn í undanfarnu dystum
Mynd: Álvur Haraldsen