Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ] Við góðum treysti til Fraklands – Nei, lagið er ikki gott. Tað er ongantíð stuttligt at tapa, og tað er heldur ikki fyrstu ferð, at vit tapa dystin upp á handa máta. Soleiðis segði Fróði Benjaminsen eftir dyst­ in ímóti Litava leygar­ dagin. – Eg haldi tó, at leik­ ararnir kunnu vera væl nøgdir við avrikið hjá sær. Vit pressa væl og koma fram til fleiri kjansir, sum eisini áttu at givið mál. Sjálvur kundi Fróði eisini vera nøgdur við sítt avrik í dystinum, har hann spældi á einum rættiliga óvandum plássi. – Ja, hatta var ein nýggjur leiklutur hjá mær, og heldur ikki Marni og Vagnur hava spælt við fyrr, men tað gekk nú bara væl. Júst verjan hevur verið ein trupulleiki seinastu dystirnar, har eisini landsliðið hevur verið undir nógvum atfinningum. Men Fróði Benjaminsen heldur, at atfinningarnar viðhvørt hava verið í so nógv av tí góða. – Eg haldi, at kritikk­ urin hevur verið í so nógv av tí góða við­ hvørt, men í dag haldi eg, at vit hava prógvað, at hetta er eitt lið, sum vil nakað. – Vit kunnu eisini fara við góðum treysti til Frakland, men tað er greitt, at tað er ein heilt annar dystur har, segði Fróði Benjaminsen, sum harvið vísti á, at vit mugu tillaga okkum fronsku mótstøðuna og eisini tá vera væl fyrireikaðir. -rwd – Eg haldi, at tað serliga er pressan sum hevur verið ógvuslig í sínum atfinningum. Liðið hevur tó á ongan hátt verið trýsti frá okkum venjarum, segði Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, eftir dystin ímóti Litava Føroyar-Litava Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Leikarar og venjarar hjá føroyska liðnum hvurvu skjótt inn í skiftingarrúmið eftir dystin, og tað gekk ein góð løta, áðrenn nakar teirra vísti seg uttan fyri. Tá so menn spakuliga byrjaðu at vísa seg uttan fyri skiftingarrúmið, var tað ikki yvir at dylja, at teir allir sum ein iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at hála tað eina stigið heim, nú teir vóru so ómetaliga nær við. Vit hittu mannin við høv­ uðs­ábyrgdini av liðnum, Jógvan Martin Olsen, og hann duldi ikki yvir, at hann var ein skuffaður maður. – So nær við og tó, tað eru fyrstu orðini, ið renna mær í huga beint nú, segði landsliðsvenjarin, tá vit spurdu hann, hvat status var eftir ein dyst sum henda. – Hetta er ein ógvuliga tóm kensla, eg standi við beint nú, og líka so glaður eg hevði verið við at fingið stig, líka so ómetaliga skuff­ aður eri eg nú, segði Jógvan Martin Olsen. Tóku kjansir Avboð av ymsum slag, leik­ bann og skaðar, kravdu, at neyðugt var við broytingum á liðnum, og vit bóðu lands­ liðsvenjaran greiða okk­ um frá, júst hvørjar broyt­ ingarnar vóru. – Tað er fyri so vítt rætti­ liga einfalt, tí í mun til seinastu liðuppstilling, vóru níggju broytingar á lið­ num, segði Jógvan Martin Olsen. Hesar broytingar sóust millum annað aftur í verjuni, har tveir spildur nýggir mans royndu seg og hinir báðir spældu á óvandum plássum. Vit spurdu Jógvan Martin Olsen, um hann ikki tók nakrar kjansir við hesum. – Jú, tað gjørdu vit. Vit høvdu fimm møguleikar til verjuplássini, og so máttu vit viga í fyri og í móti. Niðurstøðan var, at hatta var so tann besta verjan vit kunnu manna upp á tá­verandi tíðspunkt. – Og eg haldi at Atli og Marni gjørdu tað rætti­ liga gott. Teir vóru kom­ primisleysir og ikki lættir at yvirspæla. Fróði spældi eisini ein fínan dyst og gjørdi tað gott sum stýrimaður, og Vagnur loysti eisini sína uppgávu til lítar, segði Jógvan Martin Olsen. Verjan stóð seg eisini væl sum heild, og var trygg­ari enn vit hava sæð í rættiliga langa tíð. Kortini fekst Jógvan Martin ikki at siga, um verjna fór at vera hin sama til dystin móti Fraklandi. – Nei, tað fái eg ikki sagt. Frakland er eitt annað lið og ein heilt onnur mótstøða, so eg fái ikki sagt nú, um tað verður sama verjan. Ikki undir trýsti Atfinningarnar hava ver­ ið nógvar móti lands­liðs­ venjaranum eftir tey bæði stórtapini, men lands­liðs­ venjarin kennir tó onki trýst á sær. – Eg haldi, at tað serliga er pressan sum hevur ver­ið ógvuslig í sínum atfinningum. Liðið hevur tó á ongan hátt verið trýsti frá okkum venjarum, og ei heldur havi eg verið undir trýsti, tí eg havi nakrar heilt greiðar avtalur við Fótbóltssambandið um hetta. – Vit hava eitt lið, sum ikki skal levera úrslit beint nú, men sum skal skrúvast saman av nýggjum, vísti Jógvan Martin Olsen á. Skuffaður Okkurt er eisini, sum bendir á, at liðið nú er betri skrúvað saman, enn tað hevur verið undan farnu dystirnar, og vit ikki rendu okkum í eitt triðja stórtap, men heldur eru vónbrotin um, at hava mist javnleikin. – Eg eri nøgdur við avrikið frá okkara monnum. Men útgangsstøði er altíð at fáa stig á heimavølli, tað fingu vit ikki og tí eri eg skuffaður beint nú, segði Jógvan Martin Olsen, sum samstundis vísti á, at tað var øgiliga týdningarmikið hjá teimum, at ikki at koma út fyri enn einum stórtapi. Tað hendi so ikki, og tí er tað lættari at skula spæla móti Fraklandi mikudagin. – Eg eri nøgdur við avrikið frá okkara monnum. Men útgangsstøði er altíð at fáa stig á heimavølli, tað fingu vit ikki og tí eri eg skuffaður beint nú, segði Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari eftir dystin ímóti Litava Mynd: Álvur Haraldsen Frakland mist málmannin Málmaðurin Gregory Coupet hevur givið avboð til landsdystin ímóti Føroyum mikukvøldið. Coupet hevur staðið í málinum hjá Fraklandi seinastu dystirnar, men nú hevur hann givið avboð, og franskir fjølmiðlar gita um orsøkina til avboðið. Einki verður sagt um skaða ella annað, men eftir øllum døma sita Coupet og landsliðsvenjarin Raymond Domenech ikki væl um sátt. Ístaðin fyri Coupet skal Sebastian Frey úr italska felagnum Fiorentina verja málið ímóti Føroyum. Vónbrotin av at missa javnleikin Heini tvær ferðir á blettinum Ein føroyskur útiseti er við til at seta hondbólts dagsskránna í fremstu røð í Danmark. Talan er um Heina Hanusarson, sum uttan nakran iva er stinnasti føroyski hondbóltsspælarin. Heini spælir við Elite 3000 Helsingør, og fríggjakvøldið høvdu teir í fimta leikumfari vitjan av Tvis/Holsterbro.. Dysturin varð vístur í TV3. Úrslitið var 20-20, men í 1. hálvleiki sá einki út hjá Heina og teimum, tí teir vóru aftanfyri 11-7, tá ið teir fóru at hvíla seg. Eftir steðgin fingu teir væl betri fatur á mótstøðumonnunum. Heini Hanusarson var inni nógv tann størsta partin av tíðini, og hann skoraði tvey mál. Eftir dystin varð mett, at málverjarnir báðir høvdu verið mest eyðsýndu spælararnir. Helsingør hevur nú tvey stig, og Tvis/Holsterbro hevur trý stig.