Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ] Føroyska landsliðið breyt upp um armar, stríddist sum í gomlum døgum, og tað hevði við sær frægasta úrslitið í hesi undankappingini. Litaviska sigursmálið í evstu løtu sveið hjá føroyska liðnum, men dysturin gav ábendingar um eina hugaliga landsliðsframtíð Føroyar-Litava Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen hevði rættiliga ryst posan undan dystinum ímóti Litava leygardagin. Eftir tvey stórtap – eyð­ mýkjandi og beisk – skuldi landsliðið á føtur aftur. Trýst var á venjaranum og á spælarunum undan dyst­ inum, og neyðugt var við einum heilt øðrum av­riki enn í undanfarnu dyst­um ímóti Georgia og Skot­ landi. Samanborið við seinasta dystin vóru nýggir spælarar á 9 plássum á liðum, tveir debutantar vórðu send­ir á vøllin frá fyrsta bríksli, og tríggjar aðrir spæl­arar høvdu spælt fimm lands­ dystir ella færri undan hes­ um dystinum. Miðverjan varð nýggj, bakkarnir nýggir og sentrali miðvøllurin nýggjur. Lands­ liðsvenjarin tók ein kjans, og tað spældi heilt væl av. Spælararnir stríddust sum í gomlum døgum, avrikið var nógv tað besta í hesi undankappingini, og tað var líka við, at liðið fekk eitt stig burtur úr dystinum. Føroyska liðið hevur havt stórar trupulleikar við verjuspælinum í teimum fyrstu dystunum í hesi EM- undankappingini. Verju­­spæl­ ar­arnir hava ikki veri nóg avgjørdir, teir hava dekkað ósann­førandi framman fyri málið, og mótstøðuliðini hava havt alt ov lætt við at gera mál – eisini móti einum málmanni, sum ikki hevur spælt upp til sítt vanliga sera høga støði. Leygardagin var alt øðr­ vísi. Ein spildurnýggj verja vardi við góðari hjálp frá røskum miðvallarum sera væl, og Jákup Mikkelsen var at kenna aftur í sínum leikluti sum tryggur aft­ asti skansi. Vagnur Mohr Mortensen og Fróði Benja­ minsen stóðu seg rættiliga væl í miðverjuni. Teir komu mest sum ikki í renniduellir við litavisku spælararnir, teir vunnu nógvar nærdystir, blokeraður fleiri ferðir fyri skotum og lótu mest sum ongantíð litavar standa leysar í brotsteignum. Atli Danielsen og Marni Djurhuus stóðu seg væl á bakkplássunum. Hesaferð vóru tveir góð­ ir verjuspælarar sett­ir á bakkin, og tað styrkti um verjupartin. Verj­an fekk eisini góða hjálp frá ar­beiðs­ somum mið­vallarum, sum altíð leitaðu skjótt aftur í verjustøðu og tóku eitt stórt tak í verjupartinum. Vardu trygt Føroyska liðið hevði gott tamarhald á litaviska lið­ num í fyrra hálvleiki. Litavar fingu ongantíð sítt spæl at koyra við teirri ferð, sum er neyðug fyri at lata føroysku verjuna upp, og royndirnar, sum teir høvdu á málið, komu mest sum allar úti frá. Fimm langskot vóru í fyrra hálvleiki, men einki av teimum gav Jákupi Mikkelsen stórvegis trupul­ leikar. Í tveimum øðrum støðum komu litvar til skot í brotsteignum, men eingin veruligur upplagdur málmøguleiki var. Føroyar royndu at søkja at við kontraálopum, og tað var um reppið, at okkurt kundi komið burtur úr hesum. Símun Samuelsen, sum spældi ein góðan dyst, sendi eftir ein hálvan tíma eina góða avlevering aftur um litavisku verjuna, men Christian Høgni Jacobsen slapp akkurát ikki fram at. Í einari aðrari støðu komu Símun, Jákup á Borg og Christian Høgni í eina yvirtalsstøðu ímóti litavisku verjuni, men Jákup varð takklaður í avgerandi løtuni. Christian Høgni gav fleiri dømi um, at hann kundi renna kapp við miðverjuna hjá Litava, og tá ið Mikkjal Thomasen sendi hann avstað nakað fyri hálvleikssteðgin, var vandi á ferð í litavisku verjuni. Stórt trýst í seinna hálvleiki Litavar løgdu meira fyri í seinna hálvleiki. Tað var uttan iva tosað hart og týði­ligt í litaviska skift­ ing­ar­rúminum í hálv­leiks­ steðginum, tí spælararnir vóru ídnir og virknir frá byrjan í seinna hálvleiki. Litava leyp á við alt meira fólk, og innskiftingin av 10’aranum Mindaugas Kalonas hevði eisini posi­ tiva ávirkan á litaviska álops­spælið. Størri trýst var lagt í síðunum, fleiri spælarar søktu inn í brotsteigin, og stundum hevði Litava bert tveir spælarar í verjustøðu. Tað gjørdist eisini heitari í føroyska brotsteignum, og tað var nú, at føroysku spælaranir veruliga vístu, at teir vildu stríðast fyri Sviar leiga flogfar til Linderoth Miðvallarspælarin Tobias Linderoth fór leygardagin úr svensku landsliðsleguni og fór heim til konu sína, sum er sett at eiga týsdagin. Men alt verður gjørt fyri at fáa Linderoth við til dystin ímóti Íslandi mikukvøldið, og nú hevur svenska fótbóltssambandið leiga eitt flogfar, sum skal flúgva Linderoth til Íslands. Um tað hendir, at konan skal eiga, verður Linderoth flogin beinleiðis heimaftur til Svøríkis eftir ongari tíð. Landsliðið stríddi seg aftur á Føroyar-Litava 0-1 (0-0) EM undankappingardystur á Tórsvølli í Havn leygardagin 8. oktober 2006 kl. 16.00 Dómarakvartett úr Írlandi: Anthony Buttimer, Barry McDonnell, David Wogan og Paul Tuite. Áskoðarar: 1982 0-1: Andrius Skerla, 88. Føroyar: Jákup Mikkelsen, 45/-94, liðformaður, B36 – Atli Danielsen, 16/0, KÍ, Vagnur Mohr Mortensen, 2/0, HB, Fróði Benjaminsen, 39/2, B36, Marni Djurhuus, 1/0, EB/ Streymur – Jákup á Borg, 46/2, HB, Pauli G. Hansen, 4/0, Skála (Arnbjørn Hansen, 1/0, EB/Streymur, 89.), Mikkjal Thomasen, 1/0, B36, Símun Samuelsen, 6/1, Keflavík (Jónhard Frederiksberg, 12/0, Skála, 73.) – Rógvi Jacobsen, 39/6, HB (Kári Nielsen, 5/0, HB, 81.), Christian Høgni Jacobsen, 30/2, Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Meinhardt Joensen, 0/0, KÍ, Julian Johnsson, 63/4, B68, Herbert í Lon Jacobsen, 0/0, B36, Janus Joensen, 3/0, HB, Gult kort: Mikkjal Thomasen, Pauli G. Hansen, Jákup Mikkelsen, Venjari: Jógvan Martin Olsen Litava: Zydrunas Karcemarkas, Dinamo Moskva – Gediminas Paulauskas, FK Ekranas, Tomas Zvirgzdauskas, Halmstad, Andrius Skarla, Tom Tomks, Marius Stankevicius, Brescia – Deividas Cesnauskis, Hearts, Darius Miceika, Metalurgs, Mantas Savenas, FK Ekranas (Mindaugas Kalonas, Metalurgs, 46.), Saulius Mikoliunas, Hearts (Vitalijus Kavaliauskas, FK Ekranas, 62.) – Robertas Poskus, Dinamo Moskva (Ricardas Beniusis, Kaunas, 70.), Tomas Danilevicius, liðformaður, LivornoVenjari: Algimantas Liubinskas Nú vil Klose av landinum HM-toppskjúttin Miroslav Klose, sum spælir fyri týska felagið Werder Bremen, ætlar sær nú út um Týskland at royna síni fótbóltevni. Klose hevur sáttmála við Werder Bremen fram til næsta summar, og nú verður rokna við, at Klose fer at skifta felag. - Bayern Munchen hevur eitt gott lið, men um eg skal skifta frá Werder Bremen, skal tað verða til eitt útlendskt stórfelag sum tildømis Barcelona ella Real Madrid, sigur 28 ára gamli Kolse við týskar fjølmiðlar. Klose hevur spælt 61 landskappingardystir fyri Werder Bremen, og hann hevur gjørt 42 mál í hesum dystum.