Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ] Eitt úrslit vit kunnu góðtaka Hóast at vera ógvuliga harmur um at hava mist í evstu løtu, so heldur Jákup á Borg, at samanumtikið er úrslitið góðtikið. Hann var eisini glaður um at spæla longur frammi á vøllinum, og rósti stríðsviljanum hjá viðleikarum sínum LANDSLIÐIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Jákup á Borg hevur seinastu nógvu dystirnar røkt uppgávuna sum høgri bakkur á landsliðnum. Ein uppgáva, hann hevur røkt væl, men tey eru mong, sum halda, at evni hansara verða betri brúkt longri frammi á vøllinum. Leygardagin varð hann so fluttur fram aftur á høgra miðvallarpláss, og tað var Jákup glaður fyri. – Jú, tað var deiligt at spæla á sínum meiri natúrliga plássi aftur, segði Jákup á Borg, men vísti hann beinanvegin á, at hann eins fegin hevði spælt á bakkinum. – Eg spæli har landsliðsvenjarin setir meg, segði hann. Men var Jákup glaður fyri at spæla longur frammi á vøllinum, so var hann minni glaður um úrslitið av dystinum. – Nei, eg eri heilt sikkurt ikki nøgdir, tá vit megna at halda so leingi. Teir hava kanska fleiri kjansir enn vit, men tá vit halda nullið so leingið og so missa, kann eg ikki vera nøgdur, segði Jákup á Borg. Var dysturin strævin at spæla? – Nei, tað haldi eg ikki. Vit stóðu øgiliga kompakt og gjørdu tað rættiliga trupult hjá teimum. Leikliga veit eg ikki, um vit gjørdu tað so væl, men eg vil heldur siga, at stríðsviljin var framúr góður, og at hann eri eg væl nøgdur við, helt Jákup á Borg fyri. Hvussu er lagið so beint nú? – Beint eftir dystin vóru øgiliga óðir um at hava tapt, men nú vit hava fingið dystin eitt sindur aftur um okkum, so er tað eitt úrslit, vit kunnu góðtaka. Hevur landsliðið nú reist seg? – Vit hava arbeitt móti einum betri úrslitið enn seinastu dystirnar, og tað haldi eg eisini vit hava fingið. Í hvussu so er, er tað munandi lættari at fara til Fraklands nú, enn tað hevði verið, um vit høvdu rent okkum í enn eitt stórtap, segði Jákup á Borg. Skotar og italiumenn spæla úti Mikukvøldið verða tríggir dystir í EM-bólki B. Føroyar sleppa at royna seg ímóti Fraklandi á útivølli, og bæði Italia og Skotland spæla eisini á útivølli mikukvøldið. Italia skal spæla ímóti Georgia, sum bert hevur vunnið tann eina dystin í bólkaspælinum higartil. Italia fótaði sær leygardagin, men kravið til italiumenn er ein sigur í Georgia. Oddaliðið Skotland sleppur rættiliga at royna seg, tí landið spælir á útivølli ímóti Ukraina, sum ikki hevur staðið seg serliga væl higartil. føtur einum góðum úrsliti. Spælararnri takklaðu, runnu, stríddust, blokeraðu og spældu, sum galt tað lívið, og teir kláraðu eisini at halda tætt til heilt fram ímóti endanum. Meira enn einaferð bjargaði føroyska liðið á málstrikuni. Marni Djurhuus stóð á rætta staði í røttu løtu, og Jákup Mikkelsen hevði eina fram úr góða dupultbjarging, tá ið fýra minuttir vóru eftir at spæla. Tað sá veruliga út til, at føroyska liðið skuldi klára at stríða seg til ein javnleik, men so hendi tað, sum ikki skuldi henda. Litavar fingu hornaspark í vinstru síðu. Teir sendu bóltin inn fyri málið, og tað tóktist vera svartasta óheppni, at ein litavi – og ikki ein føroyingur - fekk høvdið á bóltin, og so var tað, sum um jólatræið kopp­ aði jólaaftan. 1-0 til Litava, og føroysku spælararnir vórðu snýttir fyri stigið, sum teir høvdu arbeitt so hart fyri at fáa. Føroyingarnir royndu eisini Føroyska liðið spældi meira verjukent í hesum dystinum enn í undanfarnu dystum, men roynt var at leypa á, tá ið høvi var til tað. Rógvi Jacobsen var fluttur heilt fram í álopi, men hann søkti ofta aftur í vøllin at vinna luftbóltar, og tað var enn einaferð sjón fyri søgn, at Rógvi er ótrúliga sterkur í luftspælinum. Litavar vistu at enda ikki, hvønn spælara teir skuldu royna at biða taka luftduellirnar við Rógva, tí hann vann á teimum øllum. Rundan um Rógva lógu Christian Høgni, Símun og Jákup og lúrdu, og fleiri ferðir var um reppið, at føroyingar komu til opnar kjansir. Litaviska verjan var at tosa við, og føroyska liðið kundi havt fingið meira burtur úr at spæla bóltar aftur um teir tungu miðverjarnar, har Christian Høgni var tann drúgvari í rennikappingini. Christian Høgni fekk ein gylta møguleika í seinna hálvleiki, tá ið Sím­ un Samuelsen sendi hann avstað. Christian Høgni rann allan vegin frá mið­vøllin­ um og inn í brotsteigin, har hann fekk skot á, men málmaðurn bjargaði sera væl. Her kundi Christian Høgni havt lagt føroyska liðið fram um, men tað skuldi ikki verða. Samanumtikið var talan um eitt flott føroyskt avrik. Liðið vardi meira avgjørt, uppleggið var meira verju­ kent, og spælarar løgdu lív og sál í dystin. Tí gekk tað betur, og tað kundi havt endað við einum javnleiki. Føroyska liðið vardi væl, men bjóðaði eisini av fram eftir vøllinum. Rógvi Jacobsen var sera sterkur í luftspælinum, og hann skapti fleiri ferðir vandamiklar støður Mynd: Álvur Haraldsen Føroyar hava ongan kjans Sambært veddingarfyritøkunum, sum seta odds á landsdystin millum Frakland og Føroyar, hava Føroyar so at siga ongan kjans ímóti Fraklandi mikukvøldið. Roknað verður fyri púra vist, at Frakland vinnur dystin, og allar veddingarfyritøkurnar geva odds 1,01 upp á Frakland. Hinvegin er meira at fáa fyri ein javnleik ella ein sigur til Føroyar. Javnleikur gevur odds millum 10 og 12, meðan ein sigur til Føroyar gevur upp í 81 ferðir pengarnar aftur.