mánadagur 9. oktober 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ]
Hvíld er
neyðug
Hvíldin verður tikin
fram um venjing í
fyrireikingunum
hjá landsliðnum
til dystin ímóti
Fraklandi
Frakland-
Føroyar
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru ikki tær heilt
nógvu
venjingarnar,
sum standa á skránni
á landsliðsferðini hesa
ferð.
Hóast liðið hevur
fýra dagar til fyrireik
ingarnar í Fraklandi, so
er tað fyrst og fremst
hvíld, sum eyðkennir
skránna hjá liðnum.
Kanska ikki løgið, tá
hugsað verður um,
at dystur eisini varð
spældur leygardagin,
og at spælararnir hava
brúk fyri at løða batta
ríini aftur til dystin
mikukvøldið.
Fyrrapartin í dag
var fyrsta venjingin á
skránni, og síðani gong
ur tað mesta av degnum
við hvíld og einum
fundi, har hugt verður at
sjónbandi við fronskum
landsliðsfótbólti.
Týsdagin sleppa spæl
ararnir at taka sær av
løttum fyrrapartin, ein
shopping-túrur eisini er
á skránni, og um fimm-
tíðina verður so vant á
Stade Auguste Bonal í
Sochaux, har dysturin
verður spældur.
Dysturin ímóti vara
heimsmeistarunum
úr Frakland verður so
mikukvøldið klokkan
20 føroyska tíð, og
fyrst og fremst er tað
eisini dysturin, sum
merkir tann dagin. Tak
tikkurin skal stingast
út í kortið, og siðani
verður talan um hvíld,
mat og drekka, soleiðis
at hópurin er best møgu
ligt fyri, tá farið verður
í eldin.
Landsliðshópurin og
ferðalagið í Fraklandi
annars fer heim aftur
hósdagin.
Sviar søktu spaniólar
Svøríki vann leygardagin 2-0 á Spania í EM-
undandysti. Londini eru í bólki saman við eitt nú
Danmark, og svenski sigurin kom sera væl við,
meðan Spania er í trupulleikum eftir tvey tap á
rað. Málskjúttar hjá Svøríki leygardagin vóru Johan
Elmander, sum fyri kortum spældi við Brøndby, og
Markus Allback, sum spælir fyri FCK.
Ísland spældi eisini dyst í hesum bólki, og her gekk
av skriðuni til hjá Íslandi, sum tapti heili 4-0 á útivølli
ímóti Letlandi.
Tað er eitt sj álvsagt
krav, at vit stuðla fót
bóltslandsliðnum. Tí
spælararnir umboða
jú okkum øll, heldur
Martin á Mýrini, sum
er ein av føroysku
áskoðarunum á Frak
lands- ferðini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Basel, Sveis: Ferðalagið,
sum ferðast við landslið
num, hevur onkra tíð verið
størri, enn tað er í Fraklandi
hesaferð. Umframt FSF-
ferðalagið og tilhoyrandi
tíðindapartin vóru eini 15-20
áskoðarar við flogfarinum
hjá Atlantic, og tað er ikki
víst, at hesi fara at hoyrast
so væl millum tey mongu
túsund við leikvøllin.
Ein lívsstílur
Hinvegin má sigast, at talan
er um trúgvar stuðlar, sum
nú eru við, og tað kann
kanska viga nakað upp
ímóti vantandi talinum.
Ein av teimum, sum fleiri
ferðir hevur verið partur av
ferðini, er Martin á Mýrini.
Sum spælari í HB og eisini
onkra ferðina á landsliðnum
er hann á ongan hátt eitt
navn, sum er ókunnugt fyri
fótbóltshugaða føroyingin.
Og hóast hann rættiliga
tíðliga noyddist at stilla
gaggurnar, so hevur hann
tó sum dómari – og í dag
sum eygleiðari – eisini sett
sín dám á spælið við leður
kúluni.
Og hann er eisini skjótur
at ásanna, at bólturin onkurs
vegna hevur bitið seg fastan
í tilveru hansara.
- Tað er kanska eitt slag
av lívsstíli. Bólturin hevur
altíð verið ein týðandi part
ur av míni tilveru, og tí er
tað eisini nakað, sum eg
raðfesti høgt. Ítróttur sum
heild hevur eisini givið
mær rættiliga nógv, haldi
eg. Bæði sum kropslig
røkt, og ikki minst sum upp
livingar.
Ivaðist ongantíð
Fyrstu árini var tað tó mest
á skíggjanum, at Martin
fylgdi við, tá landsliðið
royndi seg á altjóða pallin
um, men eftir eina ferð til
Prag í ’99, broyttist hetta.
- Tað var ein fantastiskur
túrur har niður, og síðani
havi eg verið fastur fúsur.
Av útidystunum eftir hetta
er tað bara tann í Reykjavík
fyri trimum árum síðani,
sum eg ikki havi verið til.
Nú vóru fyrstu úrslitini
í hesi undankappingini
einki serlig. Fleiri hava
eisini tosað um fallandi
áhuga fyri liðnum, men tú
er so kortini við. Ivaðist tú
ongantíð, tá atgongumerkið
skuldi bíleggjast?
- Ikki eina løtu. Tá lands
liðið spælir, so er tað eitt
umboð fyri okkum øll.
Og tað krevur, at vit geva
liðnum okkara stuðul. Ikki
minst, tá tað gongur ímóti.
- Og hartil eru hesar ferð
irnar eisini í ávísan mun
meira enn bara ein fótbólts
ferð. Vit eru ein hampuliga
fastur bólkur, sum plagar
at ferðast við, og tí hoyrir
mann á ein hátt til her.
Upplivingarnar eru jú eis
ini nógvar, og tað er eitt
slag av eykavinningini við
ferðunum, um eg kann siga
tað so.
Og eg kann ætla, at hetta
verður ikki seinasta ferðin?
- Tað er so ikki ætlanin.
Eg ætlai mær í øllum førum
at vera við, so leingi sum
heilsan og pengapungurin
loyvir tí, sigur Martin við
einum avgjørdum smíli.
Skaðar avgjørdu úttøkuna
Tað gav seg at kalla sjálvt, tá Jógvan Martin Olsen sunnudagin skuldi gera av, hvørji
teir 18 skuldu verða, sum vóru við í landsliðshópinum á ferðini til Frakland.
Upprunaliga hevði landsliðsvenjarin tikið út 22 mans til dystirnar móti Litava og
Fraklandi, men við skaðanum hjá Óla Johannesen var hetta talið komið niður á 21. Og
tað gjørdust so eisini tríggir skaðar, sum settu teir seinastu tríggjar spælararnar eftir.
Julian S. Johnsson gav avboð beint undan dystinum móti Litava, og tað eydnaðist
ikki at fáa hann kláran undan fráferðini. Og hartil hava bæði Hanus Thorleifsson og
Hans Pauli Samuelsen drigist við skaða. Hvørgin teirra var í hópinum, tá dysturin
leygardagin varð spældur, og hvørgin teirra varð mettur at vera nóg birgur undan
fráferðini til Fraklands.
-mørk
Danir fingu einki mál
Tað var eitt vónbrot fyri danir, at fótbóltslandsliðið spældi málleysan
javnleik ímóti Norðurírlandi á heimavølli. Landsliðsvenjarin Morten
Olsen var misnøgdur við avriki hjá sínum spælarum.
- Spælararnir runnu og stríddust alt tað, sum teir kundu. Vit spæla
ein góðan fyrra hálvleik, men so hvørt sum tíðin gongur, og støðan
framhaldandi er 0-0, missa vit friðin í spælinum. Spælararnir royna
ov skjótt at gera ein avgerandi avlevering, og tey hevði við sær nógv
sjusk, segði danski landsliðsvenjarin eftir dystin.
Morten Olsen var eisini misnøgdur við, at liðið ikki fekk meira
burtur úr deyðbóltsstøðunum, sum liðið hevði vant nógv undan
dystinum.
Tað krevur sín stuðul
Martin á Mýrini er fastur fúsur í landsliðsferðalagnum. Síðani 1999 er tað bert tann eina útidystin, sum hann ikki hevur sæð live