Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ] Andorra varð aftur bukað Andorra spældi leygardagin ímóti Kroatia í EM-bólki C, og aftur hesaferð fekk Andorra av at vita og tapti heili 7- 0. Undanfarnu dystir hevur Andorra tapt 5-0 og 4-1, og teir máttu leggja rygg til enn eitt stórtap ímóti Kroatia, har 15.000 áskoðarar fylgdu dystinum. Stóri spælarin hjá Kroatia var Mladan Petric, sum skoraði tey fyrstu fýra málini. Síðani skoraðu eisini Ivan Klasnic, Bosko Balaban og Luka Modric. Í royki og dampi endaði dreymurin hjá Michael Schu­ macher um at vinna sítt áttanda heims­ meistaraheitið. Við einans 16 umførum eftir, brast Ferrari motorurin, og nú skal Alonso vera sera óheppin skal hann ikki gerast heimsmeistari. Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Áðrenn næstsíðstu for­mil 1 koyringina hetta kapp­ ingarárið, sum hetta viku­ skiftið varð koyrd í Kina, stóð á jøvnum millum Michael Schumacher í Ferrari og Fernando Alonso í Renault. Við mun­­ andi betur úrslitum sein­ astu tíðina, var Michael Schumacher favorittur, at taka heimsmeistaraheitið áttandu ferð. Eftir tíðar­ koyr­ingina leygardagin, har Ferrari bilarnir vóru í serflokki, meðan Alonso og Renault ikki megnaðu frægari enn fimta pláss, sá enn betur út fyri møguleikan hjá Michael Schumacher at enda eina 15 ára yrkisleið í formil 1, við einum braki. Men í Kina var tað eitt annað brak, brakið av sprongda motorinum hjá Schumacher, ið skuldi gerast avgerandi fyri møgu­leik­arnir hjá Michael Schumacher at gerast heims­ meistari. Frá tí løtuna, at Michael Schumacher slapp fram við liðfelaganum Felipe Massa stutt eftir byrjanini, var týskarin á odda í koyringini. Við 17 umførum eftir fór Michael Schumacher í pitt aðru og síðstu ferð, og tá hann eisini hesaferð kom út framman fyri Alonso á øðrum plássi, lá sigurin rættiliga væl til Schumacher. Ein sigur í hevði givið honum tvey stig fleiri enn Alonso, og sostatt ein fyrimun áðrenn síðstu koyringina, ið verður í Brasilia um tvær vikur. Men bert eitt umfar seinni stóð Ferrari bilurin við síðuna av breytini við einum samanbrendum motori. Alonso, ið byrjaði á fimta plássi, koyrdi sann­førandi allan dagin, og slapp framvið Button, Barri­chello og Massa á veg til annað plássið. Men tað skuldu tøkniligir trupulleikar til hjá einasta kappingarneytanum í HM, áðrenn sigurin kom í hús. Alonso var veruliga í hopla á sigurskamlinum, og hetta er eisini væl skill­ igt, tí fyri at missa heims­ meistaraheitið, skal Alonso einki stig hava í Brasilia, meðan Michael Schu­ macher skal vinna. Hetta er ikki sannlíkt, og eftir koyringina viðgekk Michael Schumacher eisini, at HM var tapt. - Heimsmeistaraheitið er tapt! sigur týskarin við f1.com - Eg havi ongan hug til at fara til næstu koyring og vóna, at mín kappingarneyti verður noyddur at gevast, tað er ikki ein máti, ið eg havi hug at vinna heims­ meistaraheitið, heldur hann fram. Lagið kvinkaði uppeftir Eftir dystin ímóti Litava tóku lands­liðs­ spælararnir sær av løttum. Teir kappaðust í spurnarkapping, og Jens Marni Hansen sang og spældi fyri spælarunum Landsliðið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki bara hjá føroyska áskoðaranum, at lagið fekk eitt kvink rætta vegin leygardagin. Hóast keðiliga málið, sum Litava skoraði móti dystarenda leygardagin, so var føroyska avrikið væl og virðiliga góðkent frá áskoðarunum, og fyri sjálvsálitið í spælarahópinum var hetta helst eisini rætti heilivágurin undan ferðini til Frakland. Leygarkvøldið slapp spælarahópurin eisini at taka sær av løttum uppi á Hotel Føroyum, har gist varð. Sosiala samveran stóð ovast á skránni, tá vit vitjaðu niðan á hotellið leygarkvøldið, og tað varð tikið meira enn álvarsligt, tá spurnarkapping var á skránni. Dómararnir báðir, Jógvan Martin Olsen og Birgir Hansen, stílaðu fyri, og hvør í sínum lagi royndu tey fimm liðini at stilla siktið rætt, tá spurningar um landalæru, støddfrøði, fótbólt og ymiskt annað stóðu á skránni. Jens Marni sang Avtala varð eisini fingin við Jens Marna Hansen, sum kom niðan á hotellið at syngja og spæla, og hetta varð bara riggað til mitt í loungini á hotellinum, har onnur áhugað so eisini kundu lurta eftir, meðan kollfirðingurin sang fleiri av sínum væl umtóktu løgum. Sunnudagin sluppu spælararnir eina løtu heim til familjurnar, men steðgurin her var tó ikki langur. Klokkan fýra setti flogfarið hjá Atlantic kós móti Basel í Sveis. Býurin liggur heilt nær franska markinum, og hiðani varð so koyrt yvir til Danjoutin, har hópurin býr á ferðini. Tankarnir ferðaðust bæði djúpt og víða, tá spurnarkappingin var á skránni Podolski fekk reytt kort Týskland spældi ikki EM-dyst leygardagin, men ístaðin spældi landið venjingardyst ímóti Georgia, sum er í bólki saman við Føroyum. Týskland vann dystin 2-0, og málini skulu Bastian Schweinsteiger og Michael Ballack. Álopsspælarin Lukas Podolski fekk í seinna hálvleiki reyða kortið, tá ið hann hevndi seg eftir eitt fríspark. Løtu seinni var eisini ein spælari hjá Georgia vístur av vølli, men báðir kunnu spæla, tá ið Týskland og Georgia fara at spæla EM-dystir mikukvøldið. At Ferrari bilurin hevur verið so sera álítandi, og at hann hevur havt sera fáar tøkniligar trupulleikar, er ein av høvuðsorsøkunum til, at Michael Schumacher fimm ferðir er vorðin heimsmeistari fyri liðið. Men hesaferð megnaði Ferrari motorurin ikki at bera Schumacher á mál. mynd: scanpix.dk Dreymurin brast HM fyri koyrarar 1 Fernando Alonso Spania 126 2 Michael Schumacher Týskland 116 3 Felipe Massa Brasilia 70 4 Giancarlo Fisichella Italia 69 5 Kimi Räikkönen Finnland 61 6 Jenson Button Ongland 54 7 Rubens Barrichello Brasilia 28 8 Juan Pablo Montoya Kolumbia 26 9 Nick Heidfeld Týskland 23 10 Ralf Schumacher Týskland 20