Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ] – Sterka verjan vann Áki G. Olsen hjá VÍF heldur, at verjan hjá VÍF stóð væl henda dagin. – Sjálvt um Kyndil fær 29 mál í dag, so haldi eg, at verjan hjá okkum stendur ótrúliga væl í dag. Vit gera tað ringt fyri teir í teirra álopi, og tað er her vit vinna dystin. Harafturat gera vit fáar feilir í okk­ ara álopsspæli. Hann helt annars, at hesin sigurin hevði stóran týdning fyri VÍF. Nú var tað skjótt langt síðani, at VÍF hevði vunn­ið á Kyndli, og tí er hesin sigurin av stór­ um týdningi fyri vest­ menningar. – Leikararnir raka ikki dagin Venjarin hjá Kyndli, Jón­leif Sólsker, heldur, at leikararnir høvdu ein ringan dag, og at tað var í lagi, at VÍF vann henda dystin. – Vit hava ein sera ringan dag í dag. Vit standa illa í verjuni, sam­stundis sum álopið hevur ilt við at sleppa ígjøgnum verjuna hjá VÍF. Vit hava ikki havt nógv fólk til venjingar, tí onkur hevur verið skaddur, og aðrir hava verið uttanlands, og hetta hevur ávirkað okk­ ara fyrireikingar. Hann ásannar at enda, at Lars Blak manglaði í málinum henda dagin. Serliga tí at Jóhan ikki hevur vant nakað serligt, og at tað er týdn­ingarmikið at hava tveir góðar málverjar í venjing. VÍF átti munin, tá meistararnir úr Kyndli vóru og vitjaðu leygardagin. Munurin var sjáldan stórur, men tá samanum kom, var VÍF betra liðið í Vestmanna HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt var upp til eitt satt brak í Vestmanna leygardagin, tá silvurvinnararnir úr VÍF tóku ímóti meistarunum úr Kyndli. Dysturin var eisini spennandi til tíðir, men hann bleiv ikki tað brakið, sum áskoðararnir í Vestmanna høvdu væntað. Til tess var spælið snøgt sagt ov rótut. VÍF var omaná Liðini manglaðu bæði týdn­ingarmiklar leikarar til dystin. Hjá Kyndli var málverjin, Lars Blak, ikki við, tí hann var farin av landinum. Hinvegin var tað stórur styrkur, at ársins spælari frá í fjør, Høgni Klein, var komin heim til dystin. VÍF manglaði eisini fleiri leikarar. Brøðurnir Ingi og Áki Olsen vóru ikki við vegna skaða. Somu lagnu hevði Agnar Joensen, sum hevur trupulleikar við økslini. Harafturat mangl­ aðu tveir av ungu leik­ar­ unum, Rói Lamhauge og Sjúrður Poulsen, eisini. Dysturin var sera javnur í byrjanini, og liðini bæði fylgdust fyrstu løtuna. Men um miðjan fyrra hálvleik tók VÍF dik á seg. Við fýra málum á rað løgdu teir seg á odda 10-6. Tað sást á øllum brøgdum, at vestmenningar vóru sera uppsettir, og at teir gjørdu tað torført fyri Kyndil at koma fram til møguleikar. Týdningarmikið mál Kyndil kom tó væl við aftur í dystin, men tað var við góðari hjálp frá vest­ menningum. Við góð­um fimm minuttum eftir av hálv­leikinum fingu vest­ menningar tvær út­vísing­ ar, og henda møguleika gagnnýttu kyndlarnir til at koma uppá javnleik 12-12. Hetta vildu vest­ menn­ingarnir tó ikki hava sitandi á sær, og fram ímóti hálvleikssteðginum fingu teir aftur lagt seg á odda. Hesaferð var tað túrurin hjá Kyndil at fáa tvær býttar útvísingar, og vestmenningar tóku av góða møguleikanum og løgdu seg aftur á odda við tveimum málum. Í síðsta sekundi av fyrra hálvleiki fingu vest­ menningar fríkast, sum mátti skjótast beinleiðis móti málinum. Støðan var tá 15-14 til VÍF, og Sámal Joensen tók bóltin. Hann gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin beint í málið, og so vóru aftur tvey mál á muni. VÍF økti støðugt um leiðsluna Um tað var málið hjá Sámal Joensen, sum á ein ella annan hátt hevði sett ordiliga gongd í VÍF, skal vera ósagt. Men tað tóktist, sum um VÍF-liðið var veruliga vaknað í seinna hálvleiki. Á sama hátt tóktist tað truplari hjá Kyndli at spæla seg ígjøg­ num verjuna hjá VÍF. Henda gongdin sást eis­ ini týðiliga á dystinum. VÍF spældi klókt, og sum dysturin leið øktu teir bert um leiðsluna. Um miðjan seinna hálv­ leik var leiðslan økt uppí fýra mál, 24-20. Hesa løt­ una vóru VÍF eisini illa raktir av útvísingum, og tá Kyndil ikki kláraði at straffa teir við manni meira, so var lítil ivi um, at VÍF fór at vinna dystin. Við bert 3-4 minuttum eftir førdi VÍF 29-24, og tá var sigurin í roynd og veru komin í hús. Móti endanum slapp Kyndil at pynta eitt sindur um úrslitið, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 31-29 til vestmenningar. Uppiborin sigur Sigurin til vestmenningar var fult uppiborin. Bæði verjan og málverjarnir stóðu betur, og harafturat gjørdi VÍF nógv færri feilir. Kyndil gjørdi hinvegin nógvar feilir, og til tíðir tóktist tað ringt hjá teimum at spæla seg ígjøgnum sterku verjuna hjá VÍF. Sjálvt um VÍF manglaði nógvar leikarar, so var týði­ ligt, at viljin hjá teim­um sigraði á Kyndli leygar­ dagin. Spælararnir vístu ótrú­liga góðan vilja, og sjálvt um spælið ikki altíð var av tí vakrasta, so vóru teir stutt og greitt betri enn Kyndil leygardagin. VÍF basti meistarunum Málskjúttar VÍF: Sámal Joensen 10, Áki G. Olsen 6, Rúni Joensen 5, Regin Joensen 4, Harald Bjørgvin 3, John Zachariassen 1, Jóan P. Høgnesen 1, Áki Müller 1 Útvísingar VÍF: 6 Málskjúttar Kyndil: Rókur Akralíð 8, Hans Á. D. Christiansen 6, Janus E. Sørensen 4, Høgni Klein 4, Hjalti M. Jacobsen 3, Hanus H. Johansen, Ragnar Stakksund 2 Útvísingar Kyndil: 3 Sjálvt um munurin ikki var stórur á liðunum, so var VÍF betri leygardagin. Serligur munur var á málverjunum. Teir hjá VÍF høvdu ein góðan dag, meðan tað var týðiligt, at Lars Blak manglaði í kyndilsmálinum. Wales fekk av at vita Wales varð veruliga eyðmýkt í heimadystinum ímóti Slovakia leygardagin. Dysturin endaði við heili 5-1 sigri til liðið úr Slovakia. Liverpool-spælarin Craig Bellamy spældi sín fyrsta dyst sum liðformaður, men tað varð vorðið sum byrjan. Slovakia spældi Wales sundur og saman og skoraði fimm mál. Slovakia bjóða nú av í toppinum í EM-bólki E, meðan Wales einki stig hevur at vísa á eftir fyrstu tveir dystirnar. Skiftir út eftir 45 sekund Håvard Sakariassen spældi bara 45 sekund í dysti fyri Bryne ímóti Tromsdalen, áðrenn hann varð skiftur út. Bryne ætlaði orsaka av skaðum og leikbannum at brúka dreingjaspælaran Oddgeir Salte í dystinum, men norska fótbóltssambandið noktaði Bryne at brúka hann frá byrjan. Tí var Salte á beinkinum, og skaddi verjuspælarin Håvard Sakariassen byrjaði á vøllinum. Fyrstu ferð bólturin fór úr spæli, varð hann skiftur út, og Oddgeir Salte kom á vøllin. Bryne tapti dystin 3-0.