Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-09, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ] - Skjóta spælið sigrar Venjarin hjá H71, Kári Durhuus, var sum vera man ovurfegin yvir góðu byrjanini, sum unga liðið hjá hoyvíkingum hevur fingið upp á kapp­ ingina. – Hetta var akkurát tann rætta byrjanin. Verjan koyrir væl, og so stendur Levi ein sera góðan dyst í málinum. Harafturat er tað av stórum týdningi, at okk­ ara verja fangar stóru skjúttarnar hjá KÍF, og tað megna vit til fulnar í dag. At enda fegnast hann um, at liðið hevur fingið so góða byrjan, tí hann sigur tað vera sera týdningarmikið, at teir ungu spælararnir koma væl í gongd. Hann er eisini sera glaður fyri, at ein leikari sum Dánjal Tórgarð vísir so gott spæl í sínum fyrsta dysti í 1. deild. – Alt gekk galið Ein av frægu leikarunum hjá KÍF henda dagin var Karl Johan Djurhuus. Hann heldur, at alt gekk illa hjá KÍF sunnu­ dagin. - Tað gekk alt av hund­ anum til. Menn eru bang­ nir fyri at taka ábyrgd, og okkara álopsspæl gongur ov nógv inn yvir miðjuna í dag. Teirra miðverja stóð væl, og tí gjørdist hetta sera trupult. Haraftur renna vit alt ov illa aftur, tí fáa teir so nógv mótálop. Hann sigur tó at enda, at hetta er ikki tað, sum fólk skulu vænta at síggja frá KÍF. Hann sigur, at liðið kemur sterkt aftur næsta dyst. Ungu hoyvíkingarnin runnu KÍF um koll í høllini í Hoyvík í gjár. Teir vóru betri á øllum økjum, og kollfirðingar skulu vera glaðir fyri, at sigurin ikki gjørdist enn størri HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo H71 tók sunnudagin ímóti KÍF í høllini í Hoyvík. H71 er í ferð við at spæla eitt nýtt lið saman, og tí var KÍF kanska lítil favorittur til henda dystin. Tað legði heimaliðið líka í. Teir vunnu tryggan sigur á koll­ firðingum, og við eitt sindur av hepni kundi sigurin verið enn størri. Meðan H71 leikararnir kunnu vera væl nøgdir við sín innsats, so kunnu kollfirðingar vera alt annað enn nøgdir. Teir vóru verri á øllum økjum, men serliga í kontrafasuni vóru hoyvíkingar klassar frammanfyri KÍF. H71 omaná frá byrjan Tað sást frá byrjan, at H71 vildi meir í hoyvíkshøllini sunnudagin enn KÍF. Teir vunnu sær eina tvey mála leiðslu beinanvegin, og henda helt sær til eitt gott korter var farið. So tóku hoyvíkingarnir eitt ordans hál. Frá at vera frammanfyri 5-4, øktu teir eftir lítlari løtu uppí 10-5, og so var grundin løgd fyri einum góðum úrsliti. KÍF royndi at koma inn aftur í dystin, men illa gekst. Spælið koyrdi illa, og tá teir endiliga komu fram móti málinum, so stóð ein vælleikandi Levi Nybo í vegin. Hetta var ikki dagurin hjá KIF. Móti endanum av fyrra hálvleiki bragdaði tó eina løtu hjá KÍF. Verjan byrjaði at rigga, og áðrenn hálvleik høvdu teir minka um munin niður í tvey mál. Nú sá út til, at KÍF- leikararnir vóru vaknaðir, og nógv mundu vænta, at annar hálvleikur fór at vera eitt sindur øðrvísi. Hoy­víkingarnir tyktust vera farnir nakað niður við høvd­inum, so spenningurin lá í luftini undan seinna hálvleiki. Ungi Dánjal í hopla Seinni hálvleikur byrjaði, sum fyrri endaði. KÍF sá veruliga út til at hava fingið gott tak á hoyvíkingum, og tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik høvdu teir javnað. Men so fór H71 maskin­ an veruliga í gongd, og serliga mótálopið koyrdi heilt ótrúliga væl hjá ungu hoyvíkingunum. Teir øktu støðugt um leiðsluna, og tað sást týðiliga, at KÍF ikki hevði nakað aftursvar ímóti skjóta spælinum hjá H71. Eitt korter inní seinna hálvleik hevði H71 aftur vunnið sær eina 3 mála leiðslu, og hesa bara øktu teir um. Tá 20 minuttir vóru farnir av hálvleikinum fór bert 17 ára gamli, Dánjal Tórgarð í gongd. Saman við einari góðari H71-verju rann hann kollfirðingarnar um koll, og ferð aftaná ferð var hann fyrstur fram í mótálop. Einsamallur við málverjanum var hann aloftast tryggur, og við honum á odda, hevði H71 vunnið seg heili 7 mál fram um kollfirðingar við bert 2 minuttum eftir at leika. Hesar tveir minuttir fekk KÍF minka um munin, soleiðis at úrslitið at enda gjørdist 27-22 til væl­leik­ andi unga liðið hjá H71. Sigurin var fult uppiborin Sjálvt um nógv áðrenn kappingarárið hava sett spurnartekin við styrkina hjá hoyvíkingum, so vístu teir veruliga, at teir eisini kunnu gera seg galdandi í kappingini í ár. Sigurin hjá teimum í gjár var fult uppiborin, og serliga stuttligt var at síggja skjótu mótálopini, sum vunnu dystin í seinna hálvleiki. Um KÍF ætlar at gera sær nakrar vónir um eitt gott úrslit í ár, so mugu teir vísa aðrar taktir í komandi dystunum. Verjan var ov tung, álopið ov seint, og so fingu teir alt ov fá løtt mál. Meðan H71 fingu eini 10-15 mál upp á mótálop, so fekk KÍF tvey ella trý. Nevniliga mótálopini var stóri munurin á liðunum í gjár, og tað var serliga her, at H71 vann dystin. Málskjúttar H71: Dánjal Tórgarð 7, Esbern Patursson 6, Tróndur Vatnhamar 5, Poul K. Dam 3, Niels Viggo Niclasen 3, Christian E. Zachariassen 2, Gunnar Bláberg 1 Útvísingar H71: 4 Málskjúttar KÍF: Karl Johan Djurhuus 5, Daniel Rapa 5, Damir Oros 4, Eddie Joensen 3, Petur M. Poulsen 3, Niklas Reginsson 2 Útvísingar KÍF: 4 H71 rann KÍF um koll Ungu menninir hjá H71 vístu góðan vilja og skjótt spæl, tá teir sunnudagin runnu KÍF um koll. Við eitt sindur av neyvleika kundi 5 mála sigurin verið enn størri. Ongland verri enn San Marino Ongland megnaði ikki at gera nakað við Makedonia í heimadystinum leygardagin. Dysturin endaði málleysur, og tað var stórt vónbrot fyri Ongland. Og fyri at gera ilt verri segði ein av makedonsku spælarunum – ein fyrrverandi liðfelagi hjá føroyingunum í AaB – at San Marino var trupulari at spæla ímóti enn Ongland. Ensku fjølmiðlarnir fara illa við enska liðnum eftir dystin, og nýggi landsliðsvenjarin Steve McLaren merkir nú fyri fyrstu ferð tað, sum undanfarnu venjarar mangan hava skulað staðið modell til í fjølmiðlunum Sjokksigur til Kypros Tað var eitt úrslit av teimum heilt stóru, tá ið Kypros leygardagin tók øll á bóli og vann stórsigur á Írlandi. Dysturin á Kypros endaði við 5- 2 sigri til heimaliðið. Írland legði betur fyri og kom á odda 1-0, men so gjørdi Michaelis Konstantinou hattrick. Írland trýsti fyri at koma afturíaftur, men Kypros gjørdi tvey kontramál afturat, og so var Írland eyðmýkt. Kypros tapti fyrsta dystin í hesi EM-undankapping heili 6-1 ímóti Slovakia, men hesaferð var tað Írland, sum varð bukað.