mánadagur 9. oktober 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 194 - 9. oktober 2006 ]
- Hetta var
ein strika í
rokningini
Hesi orðini eigur Áki
Mørk hjá Neistanum.
Hann sigur, at Neistin
ætlaði sær bæði stigini
ímóti strandingum, og at
hetta úrslitið tí var eitt
stórt vónbrot.
- Vit hildu okkum
hava góðar møguleikar
ímóti strandingum í
dag, men tíverri gekk
ikki heilt eftir vild.
Verjan svíkur hjá okk
um í dag, og serliga
hava vit stórar trupul
leikar at fáa fatur á
Finni Hansson. Tað
vísir seg, at vit ofta
hava trupulleikar at
steðga stórskjúttum, og
hesin trupulleikin kom
veruliga til sjóndar í
dag.
Hann heldur haraftur
at, at Marian í StÍF mál
inum stóð ein góðan
dyst, og at hann átti
stóra æru av sigrinum
hjá StÍF henda dagin.
– Vit vóru
betra liðið
Venjarin hjá StÍF, Jakob
Jónsson, var ikki yvir
raskaður eftir sigurin.
Hann helt, at sigurin
var fult uppiborin, men
ásannaði tó, at vónirnar
ikki vóru av teimum
bestu eftir at Sveinur
og Leivur endaðu á
skaðalistanum.
- Fyri stuttum síðani
fingu vit ring boð í StÍF
hópinum. Leivur og
Sveinur vóru skaddir,
og hetta kom stak illa
við hjá okkum. Í dag
vísti tað seg tó, at maður
kemur í mans stað. Vit
vóru betra liðið, og
eg haldi tað vera fult
uppiborið, at vit vunnu.
Finnur Hansson tekur
eisini veruliga ábyrgd í
dag, og tað hevur stóran
týdning, at hann kemur
væl í gongd í ár.
Eitt skaðarakt StÍF
lið, við Finni Hansson
á odda, megnaði at
vinna á Neistanum
á Hálsi sunnudagin.
Teir førdu at kalla
allan vegin, men móti
endanum mundu
neistamenn fanga
strandingar aftur.
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Neistin vann bert ein dyst
síðsta kappingarár, og var
tað nevniliga ímóti StÍF í
fyrsta umfarinum. Hetta
vildu teir fegnir endurtaka
ímóti einum StÍF-liði, sum
var serstakliga illa rakt av
skaðum.
Meðan Neistin hevði
allar sínar mans tøkar, so
manglaði StÍF brøðurnar
JustiStÍF nógvar leikarar.
Brøðurnir
Leivur
og
Sveinur Justinusen vóru
ikki við. Leivur er úti í
4-6 vikur, meðan Sveinur
neyvan spælir undan jól
um. Harafturat eru bæði
Alexandur Johansen og
Pauli G.Hansen givnir,
meðan Bárður Danielsen
hevur ein skaða at dragast
við. So fyritreytirnar hjá
strandigum vóru ikki góð
ar undan dystinum sunnu
dagin.
Hinvegin høvdu bæði
Jakob Jónsson og Artur
Johansen melda seg klárar
til dystin, og sjálvt um
teir ikki hava vant í ár, so
kom hetta sera væl við hjá
strandingum.
Strandingar
vildu meir
Tað bleiv eisini skjótt týði
ligt, at strandingar vildu
meir enn neistamenn. Teir
løgdu bragdliga fyri, og
eftir fyrstu 15 minuttunum
høvdu teir vunnið sær eina
trygga fimm mála leiðslu.
Hesa leiðslu hildu teir fast
í, og Neistin gjørdi sær ikki
arbeiði lættari, tá teir fingu
tríggjar útvísingar uppá
heilt fáar minuttir.
Sum hálvleikurin leið
kom Neistin betur við í dyst
in, og eftir at hava verið
aftanfyri við seks málum
fimm minuttir áðrenn hálv
leik, so megnaðu teir at
berja seg nakað inná aftur
strandingar, soleiðis at StÍF
bert var á odda 17-13 í
hálvleikinum.
Tað
var
týðiligt,
at
neistaverjan hevði stórar
trupulleikar av álopsspælin
um hjá StÍF, og serliga
høvdu teir ilt við at fáa
fatur á Finni Hansson. Hann
hevði ein sera góðan dag,
og í fyrra hálvleiki hevði
hann fingið heili 9 mál.
Finnur helt fram
við góða spælinum
Um Neistin ætlaði at steðga
StÍF, so var av stórum týdn
ingi at steðga Finni Hansson
til annan hálvleik. Men
hetta gekk ikki heilt eftir
vild hjá neistamonnum.
Teir megnaðu í góðan mun
at draga inná StÍF, men
Finnur Hansson var ikki
til at steðga henda dagin.
Hann skoraði snøgt sagt, tá
hann vildi.
Men sjálvt um teir ikki
megnaðu at steðga Finni,
so megnaðu teir veruliga
at skapa spenning aftur í
dystin. Teir drógu støðugt
inná strandingar, og um
hálvan
seinna
hálvleik
minkaði Neistin um munin
niður í bert eitt mál, og nú
var dysturin ordiliga opin
aftur.
Men so settu strandingar
trumf á. Uppá fýra minuttir
fingu teir 4 mál, meðan
Neistin einki fekk, og so
vóru aftur 5 mál á muni
millum liðini bæði.
Útvísingar mundu
kosta sigurin
5 mál frammanfyri við
færri enn 10 minuttum
eftir. Hetta sá veruliga
gott út hjá strandingum.
Men so byrjaðu teir at
gera tað ómetaliga ringt
fyri teir sjálvar. Fyrst fekk
Artur Johansen beinleiðis
reytt kort, og síðstu fáu
minuttirnar vóru teir raktir
av ikki færri enn fýra
útvísingum.
Hetta gagnnýttu neista
menn næstan til fulnar. Teir
tóku eitt mál fyri og annað
eftir inná strandingar, og
seint í dystinum minkaðu
teir um munin niður í bert
eitt mál. Í sama tíðarskeiði
høvdu bæði Áki Mørk og
Tróndur Kragesten havt
skot á stongina, so við eitt
sindur størri hepni høvdu
neistamenn fingið javn
leikin.
Soleiðis skuldi tað tó ikki
blívu. StÍF vann dystin við
einum máli, 33-32. Sigurin
var fult uppiborin. StÍF
førdi at kalla allan vegin,
og høvdu teir ikki verið
so illa raktir av útvísingum
ímóti endanum, so høvdu
strandingar sikkurt vunnið
ein sannførandi sigur.
Hesin sigurin hevði tó
neyvan komið í hús uttan
ein vælleikandi Finn Hans
son. Finnur fekk heili 16
mál, so tað er ikki minst
honum at takka, at StÍF
vann henda dystin.
Finnur í serflokki
Málskjúttar Neistin: Blagoje Buha 11, Roar Dalsgarð
5, Tróndur Kragesten 4, Dann Thorleifsson 4, Helgi
Mikkelsen 4, Áki Mørk 3, Jokuslav Dumizh 1
Útvísingar Neistin: 4
Málskjúttar StÍF: Finnur Hansson 16, Jakob Jónsson 7,
Jørmund Joensen 5, Artur Johansen 2, Borgar Danielsen
1, Terji Poulsen 1, Andre F. Danielsen 1
Útvísingar StÍF: 4
Reytt kort StÍF: 1
StÍF vildi ikki hava somu lagnu, sum fyrsta dyst í fjør, tá teir taptu fyri Neistanum. Hesa ferð vunnu teir dystin ímóti Neistanum.
Finnur Hansson átti stóra æru av sigrinum hjá StÍF, tí hann skeyt heili 16 mál.
U19 gav Pólandi skarpan gang
Føroya spældu ein fínan dyst ímóti Pólandi í U19 undankapping í Svøríki í gjár. Føroyar komu á odda
í seinna hálvleiki, tá ið stórspælandi Christian R. Mouritsen kom at standa leysur í brotsteignum eftir
innlegg frá Pætur Jørgensen. Christian tamdi bóltin og sendi undir málmannin og í málið til 1-0 til
Føroyar. Føroyska liðið var væl við í dystinum alla tíðina, og liðið hevði sínar málmøguleikar. Tað var tí
stórt vónbrot, at Føroyar mistu alt í evstu løtu. Fyrst javnaði Póland eftir 66 minuttir, og fimm minuttir
fyri tíð skoraðu teir sigursmálið. Føroyar høvu gyltan møguleika í yvirtíðini, men tað eydnaðist ikki at
skora.
Føroyska liðið var mannað soleiðis: Trygvi Askham, FSV04 – Sam Jacobsen, GÍ, Jóhan T. Davidsen,
Skála, Einar Hansen, NSÍ, Torkil Kollsker, HB – Ólavur í Ólavsstovu, HB – Pætur T. Jørgensen, HB
(Oddmar Færø, 73.), Bogi A. Løkin, NSÍ, Christian R. Mouritsen, Manchester City, Jóhan Ellingsgaard,
B36 (Kristoffur Jakobsen, 83.) – Levi Hanssen, Skála