Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagin varð spon- soravtala millum Oyggjaleikanevndina og Føroya Tele undir- skrivað. Formaðurin í nevndini metir, at hetta er tann besta avtalan, sum oyggja- leikanevndin nakran- tíð hevur gjørt SPONSORAVTALA Stefan í Skorini Í løtuni arbeiðir oyggja- leikanevndin dag sum nátt við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til kom- andi oyggjaleikir, sum verða á Isle of Man fyrst í juli í ár. Hósdagin kom ein sera týðandi partur av hesum fyrireikingum uppá pláss, tá Føroya Tele skrivaði und- ir uppá at vera høvuðsspon- sor hjá oyggjaleikanevnd- ini. Talan er um eina ein- gangsupphædd, sum nevndin síðani kann nýta, sum henni tykist best. – Hetta er tann besta sponsoravtalan, sum oyggjaleikanevndin nak- rantíð hevur gjørt, sigur Petur Elias Petersen, for- maður í oyggjaleikanevnd- ini. Afturfyri at lata hesa upphædd verður merkið hjá Føroya Tele at síggja á øll- um búnunum hjá føroysk- um ítróttarfólki á oyggja- leikunum. Kravið er, at íðk- ararnir eru í búnunum tá gingið verður inn og út av ítróttarøkinum. Umframt Føroya Tele, so fara Føroya Sparikassi og Føroya Banki eisini at stuðla ítróttarfólkinum, sum leggur leiðina til Isle of Man at umboða Føroyar í summar. Metstór luttøka Føroyska ferðalagið verður metstórt hesuferð. 140 ítróttarfólk fara úr Føroy- um, og tað er met. Nýggju ítróttargreinarnar er kvinnufótbóltur, fimleikur og triathlon, meðan tennis væntandi ikki verður við hesuferð. Freistin hjá ser- sambondunum at boða frá luttøku er í hesum mánaði- num. Annars verður samlaða føroyska ferðalagið 252 fólk, og í tí sambandi hevur nevndin leigað flogfarið hjá Atlantic Airways til at flyta alt fólkið suður. Flogið verður tríggjar ferðir aftur og fram. Enn eru eini tredi- vu pláss tøk hjá fólki bí- leggja. At luttaka við so nógvum ítróttarfólki kostar sjálv- andi nógvan pening, men nevndin metir ikki, at tað nú verður nakar trupulleiki at fíggja luttøkuna. Luttak- ararnir savna eisini sjálvir nakað av peningi inn til sín sjálvs. Tað hevur víst seg tey seinnu árini, at tað hevur verið lættari at fáa stuðlar til oyggjaleikirnar, enn tað var fyri tíggju árum síðani. Tá var myndin hesum við- víkjandi ein heilt onnur, enn hon er í dag. Tá vóru sera ringar umstøður at fáa fatur á slíkum sponsorum til stórar kappingar. – Tað hevur víst seg til tveir teir seinastu oyggja- leikirnar, at tað hevur verið lættari hjá nevndini at fáa pening til vega, sigur Petur Elias Petersen. Tað hevur annars gingið væl hjá nevndini at veita øllum ferðalagnum inni- vist, og nevndin hevur longu tryggjað øllum 252 í ferðalagnum innivist. Tey skulu øll halda til í sama øki, undantikið fótbólts- landsliðið, sum skal vera eitt sindur longri inni á oynni, ið er sum Streym- oyggin til støddar. Aðrar sponsoravtalur, sum Føroya Tele hevur gjørt, eru soleiðis háttaðar, at jú betri tað gongur, tess meiri peningur verður latin. Soleiðis hevur tó ikki verið gjørt hesuferð. Andras Róin sigur, at tað veldst meira um at luttaka enn at vinna. Summi av ítróttarfólkunum hava held- ur ongan møguleika at gera seg galdandi,tí mótstøðan er ov stinn, og tí hevði tað verið óheppið fyri summi, um avtalan varð soleiðis háttað. Oyggjaleikanevndin fingið eina vala avtalu Petur Elias Petersen, vinstrumegin, og Andras Róin skriva undir sponsorav- taluna, og báðir tveir eru sera væl nøgdir við nýggju avtaluna, sum er gjørd millum oyggjaleikanevndina og Føroya Tele Mynd: Jens Kr. Vang Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Bilar Lýsingar Nøvn Skráir Veðrið Ti tøk Nr. 9 - 13. januar 2001 3 gult cyan magenta svart 2 Nr. 9 - 13. januar 2001 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Tjóðveldisflokurin slept Suðuroynni upp á fjall Tjóðveldisflokkurin hevur ein stóran trupul- leika. Hann vil bæði blása og hava mjøl í munninum í senn. End- in er so oftani tann, at hann fyri fullveldissøk sína og fyri at blíva sitandi í landsstýrinum - við valdinum - sleppur hugsjónum og grund- leggjandi sjónarmiðjum sínum. Sleppur veljar- um og útjaðarum uppá fjall. Var tað ikki for- maðurin, sum skrivaði, at Suðuroyggin ikki skuldi sleppast uppá fjall! Hetta kennist sum déja vu, nakað, sum hendir her og nú, men sum vit hava upplivað fyrr. Alt hetta valskeiðið hava vit upplivað, at flokkurin í einum máli fyri og øðrum eftir hev- ur latið seg draga eftir hárinum av bæði Fólka- flokki og Sjálvstýris- flokki - og harvið svíkið sínar veljarar. Hetta gav at bíta, tá flokkurin fyrr í vikuni leyp upp sum stungin grísur og kravdi samgongufund um út- gerðarstøðina fyri síðani á samgongufundi at labba alt í seg aftur. Vorðið sum flokkur. Tað undrar annars ikki sørt tí mongu ráðgevar for- mansins gera jú alt fyri at hjálpa formanninum í ikki at missa andlit ella at fáa trupulleikar við trúvirðinum. Var hetta so bara ein kiksari ella var hetta ikki heldur tann nakni verulekin! Hesaferð er eingin vegur aftur. Orðini tala. Høgni hevur bókstavi- liga sagt dummað seg. Politikarin, sum altíð vaskar sínar hendur, sum ongantíð rekur flokspolitikk men bara Føroyapolitikk, sigur eitt á morgni og annað á kvøldi. Orðini um, at Suðuroyggin ikki má sleppast uppá fjall, eru krokodillutár. Fyri allar suðuroyingar hevur Tjóðveldisflokkurin við sínum skiftandi útspæl- um nettupp slept oynni uppá fjall. Hann hevur ofrað oynna og fólkið har fyri sítt fullveldis- stríð. Alt, sum kemur uppá tvørs av fullveldi- num og at sita við valdi- num - má víkja. Eftir øllum at døma hevur Sjálvstýrisflokkurin giv- ið tjóðveldismonnum greið boð. Antin góð- taka teir málið sum tað er ella verður samgong- an upployst. Og teir hava bakkað sum ikki einaferð. Viðhvørt nýtast ikki langar forkláringar fyri at avdúka politikarar. Tað gera nevniliga egnu orð og gerðir teirra. Høgni Hoydal í tíðinda- skrivi mikudagin, eftir at oljufeløgini høvdu kunngjørt, at oljuhavnin verður ikki í Suður- oynni: "Tað er nú al- mannakunngjørt, at oljufeløgini av sínum eintingum hava av- skrivað Suðuroynna sum oljuútgerðar- havn....landsstýrið má tí geva oljufeløgunum greið boð um, at uttan mun til, hvat úterðarfel- ag tey professionelt halda vera tað besta, so skal virksemi vera í Suðuroynni". Og við SVF hóskvøldið sigur sami maður: "Eg havi ikki sagt, at oljufeløgini hava avskrivað Suð- uroynna. Eg havi sagt, at tað ljóðaði sum at Suðuroyggin var av- skrivað....." Skil tað, hvør, ið vil. Men so- leiðis ber also til hjá tí professionella orðsnill- inginum ella kanska enn betur, orðsnúðninginum av einum politikara at marknaðarføra seg og sítt og altíð sleppa væl frá tí. Sosialurin NØVN Í VIKUNI DAGSINS MEINING Sofus Laðanberg seksti ár Í dag verður tann fryntligi suðringurin á Vestmanna- sundi seksti ár. Sofus Laðanberg, sum rættiliga nógv fólk hava heilsað upp á umborð á s t r a n d a f a r s k i p u n u m , byrjaði hjá Strandferðsluni 2. apríl 1985. Síðan hevur hann verið á flestu farleiðu- num hjá Strandferðsluni. Tó ikki øllum. Sofus hevur siglt sum stýrimaður og dekkari á Suðuroyarleiðini, um Leir- víksfjørð, Skopunarfjøð og nú um Vestmannasund. Í løtuni er hann við Ternuni, har hann um veturin er mynstraður sum matrósur og um summarið plagar at vera stýrimaður. Sofus er hugnaligur og fryntligur at koma á tal við. Tað hava mong ferðafólk sannað, sum hava skift orð við hann umborð á skipu- num. Altíð klárur við eini góðari søgu. Er eingin at taka til, beint tá hon skal brúkast, kann hon altíð bara smíðast. Tað ger hana sjáldan verri. Javnaðarmaður er hann um ein háls, og tí dylur hann heldur ikki fyri. So er tað líka mikið, um tað er ministari ella onnur, sum koma umborð. Forsætisráðharrin kom umborð í fylgi við for- manninum í Javnaðarflokk- inum. Hesin hevur ivaleyst sagt forsætisráðharranum, at har gekk ein góður floks- stuðul, tí Nyrup heilsaði : »Hej, Sofus.« »Hvat skuldi jeg siga?« flennir Sofus. »Jeg svaraði bara aftur: "Hej Poul". Tá gløddu tey skal jeg siga ter.« Og soleiðis er hann. Altíð klárur. Ein kona, sum kom umborð á Ternuna við bili helt, at bilurin var ov breið- ur at fara upp á hillina. »Hvussu er tað«, spurdi Sofus. »Velur tú Javnaðar- flokkin?« Jú, tað gjørdi hon. Jamen, so mátti hon sleppa at standa á dekki- num. Ein starvsfelagi segði frá, at einaferð var onkur, sum Sofus helt vera eitt sindur grenjutan. Hann hevði helst staðið nakað leingi og bíð- að eftir at sleppa um Sund- ið við Sam. Sofusi dámdi ikki hetta. Men tá teir so søgdu honum, at hesin eis- ini var javnaðarmaður, var svarið: »Jeg sá allíkavæl, at har var okkurt gott við hon- um?« Og soleiðis er Sofus, siga starvsfelagarnir. Altíð hugnaligur og klárur at skemta. Góður at samstarva við. Og TB'ari burturav. Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra kona og fastir okkara Greta Kjerstad Vestmanna andaðist og varð jarðað.Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til eldrasambýlið. Familjunar vegna Paul Tøkk Vit vilja hjartaliga takka tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegi okkara. Tøkk til børn okkara, hjúnafelagar teirra og barnabørn okkara, sum byrjaðu dagin við morgunsangi, og uttan hvørs hjálp, dagurin ikki kundi verið hildin á slíkan hátt. Takk fyri telefonuppringingar, brøv, telegram, gávur, blómur, talur, sangir o.a. Og tit, ið gjørdu tykkum tann ómak at koma í veitsluna — stóra tøkk! Kokkar og tit, sum hjálptu til, somuleiðis. Takk fyri alla hjálp á einhvønn hátt. Tit gjørdu okkum dagin til eitt ógloymandi minni. Harrin signi tykkum øll. Gott nýggjár! Mása og Jógvan Tróndheim Spyrjið serfrøðingarnar Adressan: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn, Fax 314720 ella teldupost: spyr@sosialurin.fo – og merkið, hvørj- um tit seta spurningum. Svarini verða prentað í blaðnum mikudag