leygardagur 13. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
um fyrsta útbjóðingarumfar
skuldi viðgerast Javnaðar-
flokkurin vildi tá hava við í
lógina, at alt leitingar- og
framleiðsluvirksemi, her-
undir eisini útgerarstøðir,
skuldi vera í Suðuroynni.
Men hetta broytingarupp-
skotið til grein 15 í lógini
um fyrsta útbjóðingarumfar
fall við 11 atkvøðum fyri,
einari blankari og 19 ímóti.
Eisini Tjóðveldisflokkurin
atkvøddi ímóti, hóast Her-
geir Nielsen vegna flokkin
frammanundan í brævi
hevði boðað Suðuroyar
Oljuvinnuráð frá, at flokk-
urin á regluligum floks-
fundi einmælt hevði sam-
tykt, at útgerðarhavnin
skuldi leggjast í Suður-
oynni.
Tórbjørn Jacobsen, sum í
Sosialinum beint áðrenn
hevði víst sína ónøgd við
brævið frá Hergeir Nielsen
til Suðuroyar Oljuvinnuráð,
møtti ikki til atkvøðu-
greiðsluna. Men Finnbogi
Ísakson, Jógvan Durhuus,
Páll á Reynatúgvu, Annita
á Friðriksmørk og Finnur
Helmsdal atkvøddu ímóti.
Hergeir Nielsen og táver-
andi
floksformaðurin,
Heini O. Heinesen, at-
kvøddu fyri. Teir fataðu
uppskotið frá Javnaðar-
flokkinum sum eitt vánaligt
paraduuppskot, men hildu
kortini, at tað kundi geva
óhepnar ábendingar til olju-
feløgini, um uppskotið fall.
Óhepnu avleiðingarnar,
sum serliga Hergeir Niel-
sen tosaði um, vóru, at um
uppskotið fall um, fóru
oljufeløgini at fata hetta,
sum at politiski viljin var,
at oljuútgerðarhavnin ikki
skuldi vera í Suðuroynni.
Atkvøddu fyri
útjaðaranum
Tá uppskotið kortini fall,
valdu Annita á Fríðriks-
mørk og Hergeir Nielsen úr
Tjóðveldisflokkinum,
Jógvan á Lakjuni úr Fólka-
flokkinum og Sámal Petur í
Grund úr Sjálvstýrisflokki-
num at leggja nýtt broyting-
aruppskot fyri tingið, tá
lógin um fyrstu útbjóðing
var til triðju viðgerðar.
Hetta broytingaruppskot-
ið snúi seg um at áleggja
landsstýrismanninum
í
oljuvinnumálum, tá hann
veitir loyvi, at leggja dent á,
at leitingar- og framleiðslu-
virksemi úr Føroyum eisini
fer fram í útjaðaranum.
Broytingaruppskotið varð
samtykt við 16 atkvøðum
fyri, 15 blonkum og einari
ímóti. Javnaðarflokkurin,
sum kom við uppskotinum
um, at oljuhavnin skuldi
vera á Drelnesi, atkvøddi
ikki fyri, at landsstýrismað-
urin í oljumálum skal
leggja dent á, at leitingar-
og framleiðsluvirksemi úr
Føroyum eisini fer fram í
útjaðaranum.
Javnaðar-
flokkurin, Sambandsflokk-
uri og partur av Fólka-
flokkinum atkvøddu blankt
í hesum føri.
Tórbjørn Jacobsen, sum
fleiri ferðir hevði átalað út-
sagnirnar hjá Hergeir Niel-
sen um, at Tjóðveldisflokk-
urin vildi hava oljuhavnina
at vera á Drelnesi, atkvøddi
ímóti uppskotinum, sum
einasti tingmaður Tjóð-
veldisfloksins.
Kravdu aftur Suðuroy
Týsdagin 9. januar 2001
gjørdist greitt, at oljufeløg-
ini høvdu vrakað Drelnes
sum útgerðarhavn og í stað-
in valt miðstaðarøki
Í hesum sambandi sendi
Tjóðveldisflokkurin út tíð-
indaskriv, har hann stað-
festi, at hetta var beint
ímóti
løgtingssamtyktu-
num. Tjóðveldisflokkurin
segði seg fara at taka málið
upp á samgongufundi, tí
hann helt, at landsstýris-
maðurin má geva olju-
feløgunum greið boð um, at
uttan mun til, hvat út-
gerðarfelag, tey professio-
nelt halda vera tað besta, so
skal virksemi av hesum
vera í Suðuroynni.
Men úrslitið av sam-
gongufundinum var ikki, at
útgerðarhavnin skal vera á
Drelnesi. Í staðin skal
landsstýrismaðurin í olju-
málum á ein ella annan hátt
syrgja fyri, at eitthvørt
virksemi av oljuleitingini
kortini skal vera í Suður-
oynni.
Politiskur karmur
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins sigur, at
flokkurin ongantíð kravt, at
tað skuldi lóggevast um,
hvar ein oljuhavn skuldi
liggja í leitiskeiðnum. Tað,
sum flokkurin hevur verið
samdur um, er, at lands-
politiskt má setast ein
karmur, sum sigur, at olju-
vinnan ikki savnast á einum
stað, har longu nógv virk-
semi er frammanundan.
Høgni Hoydal ger greitt,
at í tíðindaskrivinum verð-
ur ikki kravt nakað um
Drelnes. Har verður lagdur
dentur á tað, sum løgtingið
samtykti við einum broyt-
ingaruppskoti. Hetta var ,at
landsstýrismaðurin
skal
tryggja, at virksemi eisini
fer fram í útjaðaranum - og
har er Suðuroyggin sjálv-
sagt avgerandi.
— Tí er spurningurin,
hvussu landsstýrismaðurin
kann tryggja hetta, tá hann
skal góðkenna ætlanirnar
hjá oljufeløgunum. Suður-
oyggin kann ikki sleppast
uppá fjall, tí eitt felag er
valt frá. Politikarar mugu
ikki leggja seg út í, hvat
felag er tað besta til at veita
tænastur. Har hava nógv
feløg gjørt eitt framúr
arbeiði og fyrireikað seg
væl, sigur Høgni Hoydal.
Men politisku karmurin
er, at økir í landinum ikki
mugu detta burturímilum í
einari oljuvinnu. Sjálvsagt
skulu tey bestu fløgini vel-
jast til at fáa eitt arbeiði.
Men uttan mun til, hvat
felag verður valt, so má
virksemi eisini verða í Suð-
uroynni. Hetta hevur flokk-
urin gjørt greitt og ymsir
møguleikar eru nevndir,
hvussu hetta kann gerast.
Og komandi vikurnar fara
nú at vísa, hvussu leikur
fer, sigur Høgni Hoydal,
formaður Tjóðveldisfloks-
ins.
10. november 1999 sendi
Hergeir Nielsen Suðuroyar
Oljuvinnuráð bræv, har
hann boðaði frá, at Tjóð-
veldisflokkurin á regluligum
floksfundi einmælt hevði
samtykt, at oljuútgerðar-
havnin skuldi leggjast í
Suðuroynni, og at hann
persónliga fer at stuðla
ætlanini víðari
Sosialurin fekk 25. november
1999 váttað frá Heina O.
Heinsen, formanni í ting-
bólki Tjóðveldisfloksins, at
Hergeir Nielsen vegna ein
samdan Tjóðveldisflokk hevði
svarað Suðuroyar Oljuvinnu-
ráð, at ein komandi olju-
vinna skal vera savnað í
Suðuroynni
Dagin eftir, tann 26.
november 1999, er táverandi
tingmaður Tjóðveldisfloksins
úr Eysturoynni, Tórbjørn
Jacobsen, í øðini. Hann sigur
við Sosialin, at Tjóðveldis-
flokkurin onga støðu hevur
tikið til, hvar ein oljuvinna
skal vera savnað
Týsdagin 9. januar 2001
sigur Høgni Hoydal í tíð-
indaskrivi, at landsstýris-
maðurin má geva oljufeløgu-
num greið boð um, at uttan
mun til, hvat útgerðarfelag,
tey professionelt halda vera
tað besta, so skal virksemi av
hesum vera í Suðuroynni
Nr. 9 - 13. januar 2001
5
4
Nr. 9 - 13. januar 2001
Í november 1999
boðaði Tjóðveldis-
flokkurin í brævi
Suðuroyar Olju-
vinnuráð frá, at
flokkurin var samdur
um, at oljuútgerðar-
havnin skuldi vera í
Suðuroynni. Í februar
2000 atkvøddu fimm
av tinglimum floksins
ímóti lógaruppskoti
um oljuhavn á
Drelnesi. Nú áleggur
flokkurin landsstýris-
manninum í oljumál-
um at syrgja fyri, at
virksemi skal vera í
Suðuroynni
BAKGRUND
John Johannessen
Landsstýrismaðurin
má
geva oljufeløgunum greið
boð um, at uttan mun til,
hvat útgerðarfelag, tey pro-
fessionelt halda vera tað
besta, so skal virksemi av
hesum vera í Suðuroynni.
Soleiðis skrivaði Tjóð-
veldisflokkurin í tíðinda-
skrivi týsdagin, eftir at tað
mánakvøldið
gjørdist
greitt, at útlendsku olju-
feløgini hava gjørt av, at tey
ikki ætla sær at nýta Drel-
nes sum útgerðarhavn. Men
signalini frá Tjóðveldis-
flokkinum í spurninginum
um útgerðarhavnir hava
verið ógvuliga ymsikt og
ørkymlandi.
Somu meiningina, sum
nú, hevði Tjóðveldisflokk-
urin í november í 1999, tá
Suðuroyar
Oljuvinnráð
spurdi politisku flokkarnar,
hvørja støðu teir høvdu til,
at ein møgulig oljuvinna
verður savnað í Suður-
oynni.
Svarið frá Tjóðveldis-
flokkinum var tá, at flokk-
urin á regluligum floks-
fundi einmælt hevði sam-
tykt, at útgerðarhavnin
skuldi leggjast í Suður-
oynni.
Tað var suðuroyarting-
maðurin, Hergeir Nielsen,
sum svaraði vegna flokkin,
og var bræv hansara dagfest
10. november 1999 millum
annað soleiðis orðað:
»Málið hevur verið um-
røtt fleiri ferðir á floks-
fundum okkara, og seinast
týsdagin aftan á fundin í
Øravík 26. oktober tók eg
tað fram aftur á regluligum
floksfundi. Málið varð upp-
lýst fyri flokkinum við
støði í kunnandi fundinum í
Øravík, og aftan á viðgerð-
ina varð einmælt samtykt,
at útgerðarhavnin skuldi
leggjast í Suðuroy. Lands-
stýrismenn floksins fingu
til uppgávu at leggja málið
fram á landsstýrisfundi, og
har er tað so longu umrøtt
við støði í tilmæli okkara
um at leggja virksemið her
suðuri.«
Ósemja flutti flokkin
Men orðini hjá Hergeir
Nielsen stóðu ikki leingi
ósvarað.
Sosialurin
fekk
25.
november 1999 váttað frá
Heina O. Heinsen, for-
manni í tingbólki Tjóð-
veldisfloksins, at Hergeir
Nielsen vegna ein samdan
Tjóðveldisflokk
hevði
svarað Suðuroyar Olju-
vinnuráð, at ein komandi
oljuvinna skal vera savnað í
Suðuroynni. Tí støðan í
Suðuroynni er so vánalig,
at skal hon framhaldandi
vera ein livandi partur av
Føroyum, má ein komandi
oljuvinna verða savnað í
Suðuroynni.
Dagin eftir, tann 26.
november 1999, er táver-
andi tingmaður Tjóðveldis-
floksins úr Eysturoynni,
Tórbjørn Jacobsen, í øðini.
Hann sigur við Sosialin, at
Tjóðveldisflokkurin onga
støðu hevur tikið til, hvar
ein oljuvinna skal vera
savnað.
— Landsstýrismaðurin í
oljuvinnumálum
hevur
gjørt greitt, at tað ikki skal
viðgerðast politiskt, hvar
oljuvinnan skal savnast, og
hevur
Hergeir
Nielsen
veruliga svarað oljuvinnu-
ráðnum í Suðuroynni skriv-
liga vegna flokkin, skilji eg
ikki hvaðani hann hevur
fingið mandat til hetta,
segði Tórbjørn Jacobsen
við Sosialin.
Tórbjørn Jacobsen sam-
metti tá støðuna við, at
hann fór í fjølmiðlarnar og
segði, at ein samdur Tjóð-
veldisflokkur hevði gjørt
av, at Vaktar- og Bjarging-
artænastan skuldi flytast til
Runavíkar, uttan at flokkur-
in yvirhøvur hevði tosað
um tað.
— Eg fari á næsta floks-
fundi at krevja at fáa at vita,
hvat tað er, sum gongur fyri
seg, segði Tórbjørn Jacob-
sen.
Og orðini hjá Tórbjørn
Jacobsen hava helst vigað
tungt í flokkinum, tí løtu
eftir, at Tórbjørn Jacobsen
var komin við sínum við-
merkingum
til
málið,
ynskti táverandi formaður
floksins, Heini O. Heinesen
at víðka viðmerkingarnar,
hann hevði givið Sosiali-
num dagin fyri, við teirri
grundgeving, at nú hevði
málið skapt so mikla øsing.
Heini O. Heinesen gjørdi
nú greitt, at oljuvinnan
skuldi ikki savnast í Suður-
oynni, men at hol fyrst og
fremst skuldi setast á olju-
vinnuna
í
Suðuroynni.
Hann ásannaði, at Tjóð-
veldisflokkurin var ein
partur av samgonguni, og tí
kundi hann ikki sjálvur av-
gera, at oljuvinnan skal
savnast í Suðuroynni.
— Tað býr ikki nóg mik-
ið av fólki í Suðuroynni, so
til ber at savna oljuvinnuna
har. Men ert tú lands-
politikari, eigur tú at taka
undir við, at hol fyrst og
fremst verður sett á olju-
vinnuna
í
Suðuroynni,
segði Heini O. Heinesen,
táverandi formaður Tjóð-
veldisfloksins.
Landsstýrismenninir hjá
Tjóðveldisflokkinum,
Høgni Hoydal og Karsten
Hansen, søgdu báðir um
hetta mundið, at teir vóru
samdir við landsstýris-
manninum í oljuvinnumál-
um í, at marknaðarkreftir-
nar skuldu hava ávirkan á,
hvar ein komandi oljuvinna
skal savnast.
Atkvøddu ímóti
Í februar 2000 kom spurn-
ingurin um oljuhavnina fyri
tingið, tá lógaruppskotið
Tjóðveldisflokkurin
spjaddur um Drelnes
Tjóðveldisflokkurin vil hava virksemi í sambandi við oljuvinnuna at vera í útjaðaranum. Kortini atkvøddi hann ikki fyri, at ein komandi oljuvinna skuldi savnast
í Suðuroynni, hóast Hergeir Nielsen í brævi til Suðuroyar Oljuvinnuráð hevði boðað frá, at flokkurin var samdur um hetta