leygardagur 13. januar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Shetland Develop-
ment Trust hevur álit
á ætlanini um at
byggja nýggju
Norrønu og sær stór-
ar møguleikar í økt-
um samstarvi
norðureftir
SMYRIL LINE
Eyðun Klakstein
Hetlendingar eru nú til
reiðar at seta eina trivaliga
peningaupphædd í Smyril
Line, og hetta kann vísa seg
at verða bjargingin fyri
nýggju Norrønu.
Í gjár fekk Smyril Line
boð frá Shetland Develop-
ment Trust um, at teir eru
sinnaðir at seta 50 milliónir
krónur í Smyril Line.
Tá Sosialurin tosaði við
stjóran í Smyril Line um
10-tíðina fríggjamorgunin,
kundi hann einki spennandi
siga okkum um ætlanina at
hækka partapeningin í fel-
agnum, men ein tíma
seinna kom tíðindaskriv frá
felagnum um, at nú vóru
hetlendingar sinnaðir at
seta pengar í felagið.
– Hesir pengarnir verða
ein týðandi partur av ætlan-
ini um at styrkja felagið við
meira partapeningi, sigur
Óli Hammer, stjóri á Smyril
Line.
Kravdu trygd
Týska skipasmiðjan, sum
skal byggja nýggju Norr-
ønu, hevur kravt trygd frá
Smyril Line um, at felagið
er ført fyri at gjalda tær 660
milliónirnar, sum nýggja
Norrøna kostar.
Fyrst royndi Smyril Line
at fáa landskassaveðhald,
men hetta segði landsstýrið
kortanei til. Síðani hevur
Smyril Line fingið eina
freist til 1. februar at skaffa
felagnum meira partapen-
ing.
Ætlanin var at fáa eini
hundrað milliónir krónur
afturat í partapeningini, tí
tað kann helst sannføra
týsku skipasmiðjuna um, at
Smyril Line er ført fyri at
gjalda fyri nýggja marglæt-
isskipið.
Menna sambandið
Í Hetlandi eru teir so fegnir
um ferjusambandið norður-
eftir, at teir nú ætla sær at
verða beinleiðis uppi í
Smyril Line.
– Vit halda, at byggingin
av nýggju Norrønu er ein
spennandi og lovandi ætlan.
Hon kann fáa stóran týdn-
ing fyri Hetland, og tí hava
vit avgjørt at seta pengar í
Smyril Line, sigur Leslie
Angus, sum er nevndarfor-
maður í Shetland Develop-
ment Trust.
– Hetland hevur brúk fyri
góðum
sambandi
til
grannalondini, og við hesi
íløgu vóna vit, at ferjusam-
bandið við Norrønu kann
halda fram og enntá menn-
ast fram yvir, sigur hann.
Fyrstu ferð uttanlands
Shetland
Development
Trust er ein grunnur, sum
ger íløgur í verkætlanir,
sum kunnu menna Hetland
á ymsum økjum.
Grunnurin hevur seinastu
fimm árini gjørt íløgur fyri
næstan 70 milliónir krónur,
men hetta er fyrstu ferð
grunnurin gera íløtu uttan-
lands.
– Vit meta ikki føroying-
ar sum rættiligar útlending-
ar, tí vit hava nógv sam-
band við tykkum, og vit
vóna, at hetta kann halda
fram og mennast, sigur for-
maðurin í grunninum.
– Vit vita, at tað er ein
vági við eini hvørjari íløgu,
men vit hava gjøgnumging-
ið ætlanina hjá Smyril Line,
og vit trúgva upp á hana,
sigur Leslie Angus.
Fegin stjóri
Óli Hammer, stjóri á Smyril
Line, er ein royndur vinnu-
lívsmaður, men tað var ikki
sørt, at hann var fegin um
hetlendsku íløguna, tá vit
tosaðu við hann stutt fyri
middag í gjár.
– Eg havi allatíðina trúð
upp á, at vit skuldu fara at
fóta okkum. Gjøgnum árini
hava vit riðið mangan
stormin av, og tað gera vit
eisini hesaferð, sigur hann.
Nú hetlendingar eru sinn-
aðir at gera eina stóra íløgu
í Smyril Line, sær ljóst út
hjá felagnum. Íslendingar
eru klárir við 10 milliónum
krónum,
og
Framtaks-
grunnurin hevur sagt seg
verða sinnaðan at seta
pengar í felagið, um aðrir
eisini gera tað.
Harafturat arbeiðir Smy-
ril Line í løtuni við øðrum
møguleikum,
sum
Óli
Hammer ikki vil siga meira
um í løtuni.
Landsstýrið ikki
avgjørt
Higartil størsti partaeigarin
í Smyril Line er landskass-
in, og eisini landsstýrið er
biðið um at seta meira
partapening í felagið.
– Enn hava vit ikki tikið
støðu málið, men tað verð-
ur viðgjørt fyrst í komandi
viku, og síðani fara vit at
geva Smyril Line boð um
okkara støðu, sigur Bjarni
Djurholm, sum er lands-
stýrismaður í vinnumálum.
Landsstýrið er biðið um at
seta 25 milliónir krónur aft-
urat í Smyril Line.
Men hóast landsstýrið
sigur nei til Smyril Line, so
kann tað eftir øllum at
døma ikki kollrenna ætlan-
ina hjá felagnum um at
hækka partapeningin við
eini 100 milliónum.
Hetlendingar seta
50 mió. í Smyril Line
ÚTGERÐARHAVN OG
TILBÚGVING
Jan Müller
Tað er ikki heilt skeivt at
siga, at landasorg ræður í
Suðuroynni í hesum døg-
um, nú eingin útgerðar-
havn verður í oynni - í
hvussu so er ikki í fyrstu
syftu. Flest allir suðuroy-
ingar hava nú í fleiri ár sett
sítt álit til, at oljuvirksemi
fór at koma til oynna, ikki
minst nú arbeitt hevur
verið saman við donskum
útgerðarfelag. Formaðurin
í havnanevndini á Tvør-
oyri,
Heri
Mortensen,
hevði annars glett seg til at
farið til arbeiðis í nýggja
árinum við nettupp at taka
sær av komandi ætlanun-
um á Drelnesi. Nú hetta
verður av ongum harmast
hann og fýlist harðliga at
landsstýrinum fyri ikki at
hava gjørt nóg nógv til
tess, at virksemi kundi
koma til Suðuroynna. Heri
Mortensen sigur, at olju-
virksemi hevði verið ein
góður møguleiki at skapt
menning og trivnað aftur í
oynni. Men hetta er nú av
ongum. – Vit mugu bara
standa og hyggja at, með-
an karráðir politikarar
koyra
Suðuroynna
av
landakortinum.
Eingin
hevur
veruliga
fatað,
hvussu stóran týdning
hetta vildi havt fyri oynna.
Pauli Einarsson, eisini
býráðslimur á Tvøroyri og
limur í havnanevndini,
hevur nú í fleiri ár verið
við í arbeiðinum at fáa
oljuútgerðarvirksemi til
oynna. Hann heldur tað
vera skeivt nú at gera Stat-
oil og oljufeløgini til
bussimenn. Tað eru okk-
ara egnu politikarar, sum
hava ábyrgdina av gongd-
ini, tí tað eru teir, sum
hava sett treytirnar. Fyri at
bøta um skaðan heldur
Pauli Einarsson, at øll sjó-
tilbúgvingin tvs. coast
guard/leiting og bjarging
eigur at verða løgd í Suð-
uroynni. – Landsstýrið
nýtist ikki at leita eftir høl-
um til MRCC-støðina í
Havn, men kann koma til
Tvøroyrar og finna eini
høli. Teir skulu vera væl-
komnir henda vegin sigur
hann. Hetta kemur at geva
nógv nýggj arbeiðspláss
til oynna.
Leggið sjótilbúgving
á Tvøroyri
Nú er nýggja Norrøna helst bjargað, og stjórin á Smyril Line er fegin um hetlendsku íløguna,
sum fær avgerandi týdning fyri felagið
Nr. 9 - 13. januar 2001
7
6
Nr. 9 - 13. januar 2001
–Tað sær ikki út til at
vit koma víðari við
samráðingum, sigur
Karsten Hansen,
landsstýrismaður
Áki Bertholdsen
Ósemjan um lønina hjá
teimum, sum skulu sigla
við Brimli, skal nú leggjast
fyri Landsstýrið.
Tað sigur Karsten Han-
sen, landsstýrismaður, eftir
fundin við yvirmannafeløg-
ini seinnapartin hósdagin.
Stutt sagt, endaði fundur-
in úrslitaleysur.
– Ætlanin við fundinum
var at gera støðuna upp og
at útgreina málið, serliga
nú Maskinmeistarafelagið
hevur
fingið
nýggjan
leiðslu, eftir at Finnleif
Guttesen er blivin formaður
í Tvøroyrar Býráð.
Niðurstøðan á fundinum
var, at feløgini halda fast
um síni krøv.
Ásannar tú so nú, at tað
ber ikki til at koma longri
við vanligum samráðing-
um?
– Tað sær ikki út til, at tað
yvirhøvur ber til at fara
undir samráðingar við yvir-
mannafeløgini, sigur Karst-
en Hansen.
Hann heldur nevniliga, at
tað er ongantíð eydnast
yvirhøvur at fáa ílag sam-
ráðingar um lønina hjá
yvirmonunnum, tí feløgini
hava ikki viljað slakað ein
tumma.
Karsten Hansen sigur, at
sostatt verður málið til upp
á fundi í landsstýrinum
einaferð í næstum.
So má støða takast til,
hvat skal gerast, sigur
Karsten Hansen.
Ellintur
Abrahamsen,
formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum, sigur,
at púra onki kom burturúr
fundinum.
–
Fíggjarmálastýrið
hevði onki sum helst at
bjóða okkum. Fíggjarmála-
stýrið kom á fund í teirri
vón, at vit fóru at slaka. Tað
gjørdu vit ikki og tí enaði
fundurin úrslitaleysur, sigur
Ellintur Abrahamsen
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum, sum skal reka
Brimil, sigur, at hann vænt-
ar at fáa eina frágreiðing frá
Karsten Hansen um gongd-
ina í samráðingunum. Fyrr-
enn hann hevur fingið
hana, vil hann onki siga.
– Nú gangi eg út frá, at
tað ber til hjá Karsten Han-
sen at staðfesta um tað ber
til at koma víðari við sam-
ráðingunum, ella ikki. Og
ber tað ikki til, mugu vit
taka málið upp beinanvegin
politiskt, fyri at vita, hvat
vit so gera, sigur Jørgen
Niclasen.
– Tað skal ikki ganga,
at Skipara- og
Navigatørfelagið skal
gera av, hvør skal
sigla við vaktarskip-
unum, sigur Jørgen
Niclasen. Vit hava
fullan rætt at gera,
sum vit hava gjørt,
sigur Ellintur
Abrahamsen
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
– Hetta ber ikki til. At
Tjaldrið skal vera lagt, tí at
Skipara og Navigatørfelag-
ið vil sleppa at gera av, hvør
skal sigla við, tað gongur
ikki.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum er fortørnaður av, at
Tjaldrið ikki slapp av stað
hósdagin á miðdegi.
Ein av stýrimonnunum er
sjúkrameldaður, og Skip-
ara- og Navigatørfelagið
vildi ikki loyva nøkrum
øðrum stýrimanni umborð
enn onkrum av teimum,
sum ætlandi skuldu við
Brimli.
– Vit hava nakrar stýri-
menn, sum ikki eru settir til
nakað ávís skip, men sum
eru reiðaríðsettir, og sum
ætlandi skuldu við Brimli.
Og vit vilja bara hava, at
teir verða brúktir. Tí hava
vit ikki góðtikið, at Vaktar
og Bjargingartænastan ætl-
aði at seta ein annan stýri-
mann umborð, sigur Ellint-
ur Abrahamsen.
– Tí hava vit noktað øll-
um øðrum at fara umborð á
Tjaldrið, enn teimum, sum
skuldu við Brimli. Vit hava
nakrar mans, men at reið-
aríið ikki vil brúka teir,
kunnu vit ikki gera við.
Hann sigur, at teir hava
fingið eina lógfrøðiliga
meting av støðuna og hon
sigur, at felagið hevur full-
an rætt at nokta øllum øðr-
um at taka kansin við Taldr-
inum, enn teimum reiðarí-
settu stýrimonnunum, sum
ætlandi skuldu við Brimli.
Kunnu vænta
endurgjaldskrav
Jørgen Niclasen, landsstýr-
ismaður í fiskivinnumál-
um, sigur, at hetta verður
ikki góðtikið.
– Eru vit komin har til, at
leiðslan ikki longur skal
sleppa at seta fólkið við
vaktarskipinum, men at tað
skulu verða fakfeløgini,
sum manna skipini, eru vit
komin út á eitt álvarsligt
síðuspor.
Jørgen Niclasen sigur, at
eitt er, at Brimil er lagdur.
Men at Tjaldrið eisini verð-
ur lagt mitt í einum sátt-
málaskeiði, tað verður ikki
góðtikið og fer ikki aftur
við borðinum óátalað, sigur
Jørgen Niclasen.
Spurdur, hvat hann mein-
ar við, sigur hann, at hann
sigur ikki meiri, enn at
hetta verður ikki góðtikið.
Annars hevur Skipara- og
Navigatørfelagið
fingið
bræv frá Fíggjarmálastýr-
inum, har tað verður boðað
frá, at Fíggjarmálastýrið
heldur, at hetta er sáttmála-
brot og at felagið kann
vænta sær endurgjaldskrav
fyri at hava lagt Tjaldrið.
Ellintur Abrahamsen sig-
ur, at Fíggjarmálastýrið fær
onki svar uppá hetta, enn
tað er tvætl.
Brimil til viðgerðar í Landsstýrinum
Enn eru ongi útlit til, at Brimil sleppur til Føroya, men nú verður málið til til umrøðu í Landsstýrinum fyri at vita, hvat skal
gerast
Hetta skal ikki ganga
Hetta góðtaka vit ikki, sigur
Jørgen Niclasen, landsstýris-
maður
Vaktarskipið Tjaldr-
ið, sum varð lagt hós-
dagin, hevur nú fing-
ið undantaksloyvi at
igla við skerdari
manning
VAKTARHALD OG
BJARGING
Áki Bertholdsen
Í gjáramorgunin fekk Vakt-
arskipið Tjaldrið undan-
taksloyvi frá Sjóvinnufyri-
sitingini at sigla við skerd-
ari manning.
Tað varð greitt, eftir at
Tjaldrið varð lagt hósdagin
á miðdegi, sum greitt er frá
aðrastaðni í blaðnum.
Men síðani hevur Sjó-
vinnufyrisitingin
givið
Tjaldrinum eitt nýtt mann-
ingarskjal og siglingar-
loyvi. Tað er skjalið sum
sigur, hvussu nógvir mans
skulu vera við í minsta lag-
ið fyri at skipið kann sigla
trygt.
Og eftir undantaksloyv-
inum kann Tjaldrið sigla
við einum stýrimanni.
Men ymsar treytir fylgja
við. Við hesum eina stýri-
manninum, kann Tjaldrið
ikki vera úti meiri enn í
mesta lagi 12 tímar um
døgnið. Harumframt hevur
Tjaldrið bara loyvi at sigla í
»heimasigling«, so vítt , vit
hava fingið uppspurt er tað
í mesta lagi 30 fjórðingar
úr landi. So hóast Tjaldrið
sleppur at sigla, verður
verður virksemið rættiliga
skert.
Á miðdegi í gjár var ikki
heilt greitt, nær Tjaldrið
loysti, um tað bleiv seinna-
partin ígjár, ella í dag.
Ellintur Abrahamsen sig-
ur, at tað er ikki nógv, sum
Skipara- og Navigatørfel-
agið kann gera við hetta.
Men hann heldur, at tað
er løgið at sleppa einum
bjargingarskipið til havs,
samstundis sum kravt verð-
ur, at hvør ferja hjá Strand-
ferðsluni skal hava mann
við serligari útbúgving,
tøkan á brúnni alla tíðina í
eini neyðstøðu fyri at
sleppa at sigla ímillum
oyggjarnar
– Samstundis hevur Sjó-
vinnuráðið fyri einum ári
kravt, at tað skulu vera tveir
stýrimenn við, og at tað
bara skuldi vera eitt mann-
ingarskjal, tvs, at onki ser-
ligt skjal skuldi útvegast
fyri heimasigling. At Sjó-
vinnufyrisitingin so broytir
manningarskjalið í eini
verkfalsstøðu, er heilt burt-
urvið.
Tað nýggjasta:
Tjaldrið fingið
undantaksloyvi
Tjaldrið bleiv lagt hósdagin, men hevur nú fingið undantaks-
loyvi at sigla, men virksemið verður rættiliga skert