leygardagur 13. januar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Landsstýrið ætlar sær
ikki at leggja seg út í
avgerðina hjá
oljufeløgunum um,
hvar oljuútgerðar-
havnin skal liggja
ÚTGERÐARHAVN
Jan Müller
Á samgongufundi í Tinga-
nesi hósdagin varð avgjørt
at taka avgerðina hjá olju-
feløgunum til eftirtektar,
um at antin Havnin og
Runavík verður oljuútgerð-
arhavn í leitiskeiðnum.
Drelnes í Suðuroy varð
triðja alternativið men varð
vrakað í prekvalifisering-
ini. Tað merkir, at tað verð-
ur eingin politisk uppílegg-
ing, soleiðis sum tað ann-
ars sá út til eina løtu. Tjóð-
veldisflokkurin, sum í tíð-
indaskrivi legði rættiliga
hart út móti avgerðini hjá
oljufeløgunum og vildi
hava samgongufund um
málið, setti seg ikki upp
ímóti avgerðini, tá avtorn-
aði. Tað merkir, at arbeiðið
hjá Statoil og hinum olju-
feløgunum fer at ganga
sum ætlað. Feløgini, sum
bjóða, skulu lata tilboð sítt
inn áðrenn 27. januar, og
longu 1. mars verður av-
gjørt, hvat av feløgunum
fær sáttmálan um allar tæn-
astur í sambandi við kom-
andi leiting.
Tað stóðst annars rættil-
igt orðaskifti av avgerðini
hjá oljufeløgunum ikki at
góðkenna Drelnes. Fleiri av
flokkunum komu við yvir-
lýsingum. Javnaðarflokkur-
in segði seg vilja taka málið
upp í tinginum, meðan
Tjóðveldisflokkurin vildi
taka tað upp í samgonguni.
Flokkurin tók rættiliga
dýran til í tíðindaskrivi og
metti at oljufeløgini høvdu
avskrivað Suðuroynna og
vildi hann tí hava landsstýr-
ið at geva feløgunum boð
um, uttan mun til hvat út-
gerðarfelag tey profession-
elt mettu sum tað besta, at
virkisemi í sambandi við
komandi leiting skal vera í
Suðuroynni.
Fundurin hósdagin end-
aði tó við eini semju mill-
um landsstýrisflokkarnar,
og eftir fundin í samgong-
uni kundi Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í Sjón-
varp Føroya staðfesta, at
oljuhavnin verður antin í
Havn ella í Runavík. Hann
váttaði somuleiðis, at olju-
havnin kemur ikki at liggja
í Suðuroynni, men hann
vildi gera sítt til at med-
virka til, at virksemi frá
oljuvinnuni verður í Suður-
oynni eisini. Tað er annars
eitt krav til feløgini, sum
geva boð uppá oljuút-
gerðarvirksemið, at olju-
dálkingarútgerð ol. skal
liggja í Suðuroynni.
Eftir fundin hósdagin
segði Sámal Petur í Grund,
tingmaður fyri Sjálvstýris-
flokkin við ÚF, at man kann
ikki geva oljuvinnuni nak-
rar fortreytir og so seinni
taka tær somu fortreytirnar
frá teimum aftur. -Tað olju-
feløgini hava valt, verður
tikið til eftirtektar. At tað
stendur í lógini, at virksemi
skal leggjast til útjaðaran
merkir ikki, at oljuútgerð-
arhavnin skal liggja í útjað-
aranum. Tað eru nógvir
aðrir møguleikar har útjað-
arin kann fáa sín part av
virkseminum sigur Sámal
Petur í Grund við Útvarpið.
Høgni Hoydal formaður
Tjóðveldisfloksins segði í
stuttari viðmerking við
Útvarpið eftir fundin hós-
dagin, at flokkurin vil ikki
leggja seg út í, hvar oljuút-
gerðarhavnin liggur, men
flokkurin vil hava vissu
fyri, at virksemi eisini
verður í útjaðaranum, ser-
liga kanska í Suðuroynni
sum hann málbar seg.
Broyta ikki avgerð hjá oljufeløgum
Sámal Petur í Grund
Drelnes
Nr. 9 - 13. januar 2001
9
8
Nr. 9 - 13. januar 2001
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
REYNI SERVICE
OpiÝ: Mn.-fr. 8.00-17.00
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
TOYOTA CAMRY 2,2 GL AUTOMATIK
Skrás.: 28-06-96
Km.: 78.000
Prísur: 165.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA L/B
Skrás.: 30-09-98
Km.: 52.000
Prísur: 115.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA 1,3 SEDAN
Skrás.: 05-03-99
Km.: 34.000
Prísur: 117.600,- Garanti**
FORD ESCORT 1,8 SPORT
Skrás.: 01-08-95
Km.: 43.000
Prísur: 74.600,-
FORD MONDEO TURBO DIESEL
Skrás.: 01-09-99
Km.: 44.000
Prísur: 142.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA 1,3 GLS H/B
Skrás.: 16-10-97
Km.: 57.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA 1,6 LUNA LB
Skrás.: 11-08-98
Km.:17.000
Prísur: 132.600,- Garanti**
OPEL ASTRA 1,7 TURBO DIESEL
Skrás.: 31-07-96
Km.: 105.000
Prísur: 89.600,- Garanti*
OPEL ASTRA 1,6 I STW.
Skrás.: 03-11-97
Km.: 35.000
Prísur: 110.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA 1,3 H/B G6
Skrás.: 19-11-98
Km.: 15.000
Prísur: 124.600,-Garanti**
NISSAN KING VAN
Skrás.: 29-09-95
Km.: 85.000
Prísur: 80.600,- Garanti*
MAZDA B-2500 PICK-UP DIESEL
Skrás.: 11-05-00
Km.: 9.000
Prísur: 128.600,- Garanti*
TOYOTA HILUX 4x2 PICK-UP
Skrás.: 28-08-90
Km.: 205.000
Prísur: 46.600,-
MERCEDES BENZ VITO VAN
Skrás.: 23-06-98
Km.: 50.000
Prísur: 148.600,- Garanti*
Sýnaður
10-00
TOYOTA COROLLA 1,3 H/B
Skrás.: 20-04-99
Km.: 7.000
Prísur: 114.600,- Garanti**
Sýnaður
03-00
Sýnaður
09-00
Sýnaður
05-00
TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL
Skrás.: 30-08-95
Km.: 151.000
Prísur: 100.600,- Garanti*
Sýnaður
01-00
TOYOTA CARINA E 2,0 Gli SEDAN
Skrás.: 24-08-95
Km.: 112.000
Prísur: 110.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA 1,6 Xli L/B
Skrás.: 23-04-96
Km.: 52.000
Prísur: 108.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA E 1,6 CDX
Skrás.: 18-10-96
Km.: 77.000
Prísur: 103.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA E 1,6 SEDAN
Skrás.: 30-05-94
Km.: 109.000
Prísur: 89.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA 1,6 Xli
Skrás.: 11-06-91
Km.: 108.000
Prísur: 48.600,-
TOYOTA CARINA 1,6 GL
Skrás.: 07-10-88
Km.: 208.000
Prísur: 42.600,-
Sýnaður
09-00
TOYOTA CAMRY 2,0 Gli
Skrás.: 10-07-91
Km.: 129.000
Prísur: 69.600,-
HONDA ACCORD 1,8
Skrás.: 01-11-97
Km.: 53.000
Prísur: 136.600,- Garanti*
FORD ESCORT 1,6
Skrás.: 22-09-95
Km.: 87.000
Prísur: 74.600,-
FORD ESCORT 1,6 5 HURÐAR
Skrás.: 06-06-95
Km.: 82.000
Prísur: 65.600,-
Sýnaður
06-99
VOLVO 460 SEDAN
Skrás.: 25-05-90
Km.: 92.000
Prísur: 48.600,-
SSANGYONFG MUSSO 4X4
Skrás.: 18-12-97
Km.: 43.000
Prísur: 187.600,- Garanti*
VW POLO 1,9 TDI STATION
Skrás.: 14-04-00
Km.: 11.000
Prísur: 149.600,- Garanti*
Sýnaður
12-00
HYUANDAI ACCENT 1,5
Skrás.: 02-01-98
Km.: 25.000
Prísur: 79.600,- Garanti*
PEUGEOT 405 1,9 T-DIESEL
Skrás.: 10-01-96
Km.: 80.000
Prísur: 138.600,- Garanti*
CITROEN BX DIESEL
Skrás.: 01-11-88
Km.:
Prísur: 35.600,-
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN.
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrsta skrásetingar dato.
VØRUVOGNAR
Sosialurin - 311820
Samstarvstrupulleika
rnir á tolleftirlitinum
á flogvøllinum í
Vágunum, sum hava
havt við sær, at
ferðafólk ikki verða
kannað í sama mun
sum fyrr, koma nú
undir sjóneykuna hjá
landsstýrismanninu
m við fíggjarmálum.
RÚNAR REISTRUP
Tolleftirlit
Tíðindini sum hósdagin
bórust um at trupulleikar
eru í samstarvinum millum
leiðslu og tollarar á toll-
eftirlitinum á flogvøllinum
koma ikki heilt óvart á
landsstýrismannin í fíggjar-
málum, Karsten Hansen, ið
millum annað hevur Toll-
& Skattstovuna undir sær.
Hann hevur fyrr hoyrt um
hesar.
Men at trupulleikarnir
hava havt við sær, at
tolleftirlitið á flogvøllinum
nú liggur at kalla lamið,
kann landsstýrismaðurin
ikki liva við, og hann fer
tískil nú undir at kanna,
hvussu álvarsamir sam-
starvstrupulleikarnir eru,
og um hesir veruliga hava
viknað um tolleftirlitið.
– Eg havi fyrr hoyrt okk-
urt um at tey hava havt
trupulleikar á Tolleftirlitin-
um á flogvøllinum, men tað
er ikki mín uppgáva sum
landsstýrismaður at loysa
innanhýsis
ósemjur
á
einum stovni sum Toll- &
Skattstovuni. Men tá nú
hesir trupulleikar ikki eru
loystir enn, ætli eg mær at
spyrja meg fyri hjá Toll- &
Skattstovuni.
Landsstýrismaðurin
sóknast tó, eins og stjórin á
Toll- & Skattstovuni gjørdi
í blaðnum herfyri, eftir eini
fráboðan um samstarvs-
trupulleikarnar á flogvøll-
inum.
– Um eingin ger vart við
seg og fer til leiðsluna og
sigur hvussu er, so er
ógvuliga ringt at taka málið
upp, sigur Karsten Hansen,
landsstýrismaður við fíggj-
armálum.
Samstarvstrupulleikarnir
á tolleftirlitinum í Vágun-
um versnaðu ímóti endan-
um á árinum í fjør, tá toll-
ararnir mettu seg fáa so
mikið ógreið boð frá leiðsl-
uni, um hvør framferðar-
háttur kundi góðtakast, tá
ferðafólk vórðu kannað, at
teir valdu at minka mun-
andi um talið av stakroynd-
um, ið gjørdar verða av
ferðafólki.
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
»Gloymska við grape«
kallast nýggjasta fløgan á
føroyska
fløgumarknað-
inum, ið Unn Patursson og
Rógvi á Rógvu eiga við
húð og hár.
Heldur løgna men tó
sigandi heitið gevur kanska
fløguna út fyri at vera eitt
sindur beiska, men tað er
hon ikki. Hetta er tann eitt
sindur barnakenda og sera
sjarmerandi røddin hjá Unn
Patursson heilt einfalt ov
søt til.
Tekstirnir, ið Unn hevur
skrivað teir allar flestu av,
snúgva seg um kærleika, og
tí er beiskleiki og grape-
smakkur sjálvsagt eitt gjøg-
numgangandi tema tann
tíman tað tekur fløguspæl-
aranum at eta seg ígjøgnum
fløguna. Men sum við góð-
um mati ella einum væl-
blandaðum drinki vinnur
beiskleikin ongantíð á hin-
um smakkunum.
Góð ljóðgóðska
Hóast tað hetta farna árið er
blivið styttri millum tær
góðu føroysku fløgurnar og
longri millum tær vánaligu,
hoyrir bróðurparturin av
føroyskum fløguútgávum
kortini enn til tann seinna
bólkin.
»Gloymska við grape«
hoyrir heima í tí fyrra.
Ljóðgóðskan er góð,
teksturin fyri tað mesta
sigandi, og tónleikurin er til
tíðir spennandi og sera væl
útsettur og spældur.
Rógvi á Rógvu hevur
staðið fyri at samla tón-
leikarar til fløguinnspæl-
ingina og hevur ikki latið
sær lynda við tí næstbesta.
Gamla Plúmm manningin,
sum Rógvi sjálvur er ein
partur av, gongur aftur
ígjøgnum alla fløguna, og
harafturat hava so ein væl
mannað røð av øðrum
góðum og kendum tónleik-
arum sett sítt merki á
tónleikin.
Á veg í tvey ár
Tá »Gloymska við grape«
kom út í handlarnar fyrr í
hesi vikuni, lá tvey ára
langt arbeiði hjá Unn og
Rógva handan hana. Tey
hava gjørt alt frá upptøkum,
løgum og orðum til fløgu-
húsa og plátufelag sjálvi,
og tað hevur tikið sína tíð.
Eitt sindur ov langa tíð
sambært Rógva á Rógvu.
– Vit ætlaðu at fáa
fløguna út seint farna
summar, men tað gekk ikki.
So skuldi hon koma út í
november, men tað gekk
heldur ikki. Tann seinasta
deadline, sum vit ikki
kláraðu at halda, var vikuna
undan jólum. Men nú er
hon so her, og vit eru væl
nøgd við hana, sigur Rógvi
á Rógvu.
Rógvi á Rógvu er kendur
frá so at siga øllum størri
plátu- og fløguútgávum í
Føroyum í nýggjari tíð, og
Unn Patursson hevur fyrr
verið við á útgávum hjá
Enekk, Haldurs Café og
Útvarpi Føroya, so tað at
innspæla eina fløgu var ikki
júst nýtt fyri teimum.
– Men tað hevur verið
stuttligt at roynt sjálvi at
standa fyri øllum síðunum
av útgávuarbeiðinum, sigur
Rógvi á Rógvu.
Fløgan er givin av plátu-
felagnum Run Records,
sum hóast altjóða klingandi
navnið ikki er eitt heims-
umfatandi
amerikanskt
plátufelag, men Unn og
Rógvasa egna lítla útgev-
arafelag.
Fíggjarmálaráðharrin kannar
samstarvstrupulleikar
Ein søt grape