leygardagur 13. januar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 13. januar 2001
11
10
Nr. 9 - 13. januar 2001
Óli Jacobsen
Tórshavn, 3.januar 2001
Tá “Dimmalætting” hóast
innsend í seinastu viku ikki
hevur hýst hesi grein, fari
eg at biðja “Sosialin” gera
mær tann beina at hýsa
henni.
»Dimmalætting« hevur
áhaldandi gjøgnum alt árið
2000 lagt FF-blaðið undir
at hava stjolið tíðindini úr
norska fiskivinnublaðnum
»Fiskaren« uttan at FF vil
gjalda nakra samsýning aft-
urfyri.
Hava loyvi frá
»Fiskaren«
Vit hava fleiri ferðir greitt
frá hesum máli. Men fyri at
sleppa undan »mytum« og
fyri at kunna vísa á
trúvirðið í »Dimmalætting«
og tess nú blaðstjóra Georg
L Petersen skal málið hesa
ferð skerast út í papp.
Fiskimannafelagið hevur
altíð hildið seg hava góð
viðurskifti við »Fiskaren«.
Vit hava hildið blaðið »í
ævir«. Vit hava verið tøkir
tá teir hava viljað havt við-
merkingar og hava eftir
umbøn útvegað teimum tað
tilfar, sum teir hava ynskt,
og FF hevur mett hetta sum
náttúrligt millum bløð sum
samstarva.
Í 1988 fingu vit loyvi
frá teimum at »klippa« í
blaðnum, og hava vit havt
onkrar stubbar og greinir í
FF-blaðnum gjøgnum øll
hesi árini, og hava vit mett
hetta sm ein náttúrligt
samstarv
millum
bløð.
Hvussu “umfatandi” hesin
“stuldur” hevur verið kann
síggjast á uppgerð sum
blaðmaður á “Fiskaren”
sjálvur hevur gjørt fyri árini
1998 og 1999. Hesi árini er
“Fiskaren” komin út 300
ferðir. Um tað verður
roknað við 25 greinum og
stubbum
í
hvørjum
“Fiskaren”
gevur
hetta
7.500. Av hesum hava 19
teirra
verið
heilt
ella
partvíst endurgivnar í FF-
blaðnum, sum er komið út
50 ferðir hesi somu ár.
Hesar 19 endurgevingar
hava verið í 11 av hesum 50
FF-bløðum. So her er talan
um smáttari hjá báðum
bløðum.
»Fiskaren« fráfellir krav
Í aug. 1998 fær FF-blaðið
eina rokning frá “Fiskaren”
uppá nkr. 12.800 fyri tilfar
sum vit hava brúkt úr blað-
num. Av hesum vóru kr.
8.000 fyri greinir og kr.
4.800 fyri myndir. Blað-
stjórin á FF-blaðnum tekur
málið upp við “Fiskaren”
og heldur hann hetta vera í
meira lagi. Úrslitið verður,
at “Fiskaren” sleppir krav-
inum uppá tær kr. 8.000
fyri greinir, meðan semja
var um, at FF-blaðið skuldi
gjalda tær kr. 4.800 fyri
myndir.
Hetta má sigast at vera
ein avtala í tráð við tilsøgn-
ina frá 1987 hvat teksti
viðvíkir, og blaðstjórin á
FF-blaðnum hevur hildið,
at hervið var leisturin lagd-
ur fyri samskiftið framyvir.
Fiskimannafelagið frættir
einki aftur fyrr enn fyrst í
2000, tá “Fiskaren” gjøg-
num “Dimmalætting” legg-
ur FF-blaðið undir stuldur
av tilfari. Síðan tá hevur
FF-blaðið einki tilfar havt
úr “Fiskaren”. Tó við und-
antaki av einum stubba har
“Fiskaren” sjálvur verður
lagdur undir “stuldur” av
eini mynd úr einum álma-
nakka, sum teir noktaðu at
gjalda fyri, tí hetta hildu
teir seg ikki hava nakra
skyldu til! Vit hava boðað
“Fiskaren” frá, at vit fegin
vilja gjalda tær kravdu kr.
375 fyri hvørja ferð vit nýta
hesa grein. Tí hon vísir
nevniliga dupultmoralin hjá
“Fiskaren”.
Av onkrari orsøk kom
gjaldingin av teimum kr.
4.800 í drag. Men í februar
2000 kemur ein rykkjari frá
“Fiskaren” sum er teirra
egna uppgerð yvir okkara
restskuld
hjá
teimum,
nevniliga
umrøddu
kr.
4.800. Upphæddin verður
goldin beinanvegin.
Fáa tvífalda rokning fyri
krav sum er slept
Nú hildu vit okkum hava
slætt borð. Og vit vildu eis-
ini hava skipaði viðurskifti
framyvir. Tá so íslendski
blaðmaðurin á “Fiskaren”
Magnus Thor Hafsteinsson
(MTH), sum er kelda hjá
“Dimmalætting”, í summar
hevði eina grein um kvota-
skipanina í Íslandi, sum vit
hildu hava áhuga hjá okk-
ara
lesarum
biðja
vit
hampiliga “Fiskaren” um
loyvi til at prenta hesa
grein. Vit fáa eitt sera
óhampiligt aftursvar frá
MTH, sum segði korta nei
til hetta ynski.
Í september frætta vit
aftur frá hesum sama MTH.
Nú sendir hann okkum
vegna blaðfólk á “Fiskar-
en” eitt krav uppá nkr.
44.510 vegna tilfar sum
FF-blaðið hevur nýtt úr
“Fiskaren”.
Í hesum kravi er fleiri
andsagnir. Her skal bert
verða nevnd ein teirra:
Í nevnda kravi eru kr.
16.140 fyri eitt tíðarskeið
har
“Fiskaren”
longu
frammanundan hevur slept
hesum kravi. Hetta krav var
jú upprunaliga kr. 8.000.
Men nú kemur MTH aftur
umaftur við einum kravi
sum er dupult so stórt sum
tað slepta kravið uppruna-
liga var! Eingin hevði lopið
á leistum fyri einum slíkum
kravi.
Men FF vildi fegið hava
skipað
viðurskifti
við
“Fiskaren”. Tí skrivaðu vit
24. november til blaðið og
mæltu til at fáa viðuskiftini
partanna millum í rættlag.
Aftursvarið frá blaðstjóran-
um Nils Torsvik var eins
ófólkaligt sum tað frá MTH
og váttaði tað sum blað-
stjórin longu hevur boðað
frá gjøgnum “Dimmalætt-
ing”, at framtíðar samstarv
var útilokað!
Hetta hava vit tikið til
eftirtektar. Og FF-blaðið
hevur nú heldur ikki nakran
trupulleika av at vera
“Fiskaren” fyri uttan.
Ber ikki til at gjalda
Men hetta merkir sam-
stundis, at vit eru settir í ta
støðu, at vit ikki kunnu
gjalda “Fiskaren” ella tess
blaðfólki eitt oyra hetta
kann vera fatað, sum at vit
játta skuldsetingina um
“stuldur”. Vit vilja heldur
ikki útseta okkum fyri, at
teir á “Fiskaren” enn eina-
ferð fara at koma aftur um-
aftur við nýggjum krøvum
fyri viðurskifti, sum eru
avgreidd, sum jú longu er
hent við umrøddu rokning.
Tí kunnu vit ikki gjalda
nakað uttan at verða dømd-
ir til tað. Tá kunnu hesar
eftir okkara tykki ógrund-
aðu skuldsetingar um stuld-
ur standa sína roynd.
Men teir á “Fiskaren”
munnu ikki vera so vísir í
síni sak. Samb. teirra hótt-
anum skuldu teir longu
fyrst í oktober verið farnir
víðari við málinum. Men
hóast nærum 3 mánaðir eru
farnir hava vit einki frætt
enn.
Hinvegin høvdu vit við
vanligari
mannagongd
millum sivilseraðar partar
lættliga kunnað fingið hesi
viðurskifti greidd. Eisini
tann fíggjarliga partin, tí FF
hevur víst, at vit einki hava
ímóti eini avtalu, sum eisini
umfatar rímiligt gjald fyri
tilfar og myndir.
Váttar blaðmannastøðið
hjá Georg L Petersen
Sum lesarin skilir, so er
hetta í verunleikanum eitt
sera lítið mál. Men hóast
hetta hevur GLP ótroytti-
liga dyrkað hesa sakina í
eitt heilt ár, tá málið veru-
liga var endað, tí vit hava
als ikki hava nýtt “Fisk-
aren” sum keldu alla hesa
tíð.
“Dimmalætting” hevur
við sínum tíðindastjóra
útilukkandi lýst hetta málið
út frá sjónarmiðnum hjá
“Fiskaren”. Hóast vit fleiri
ferðir hava greitt frá, at vit
hava goldið ta upphædd
sum vit hava avtalað og
fingið rokning fyri, hevur
GLP ferð eftir ferð fortalt
sínum lesarum, at vit ikki
vilja gjalda. Orsøkin hevur
verið tann einfalda, at hjá
GLP skuldi hetta mál nýt-
ast til at seta iva um trú-
VIÐMERKINGAR
»Dimmalætting« lýgur fyri sínum lesarum
Hetta greiða loyvið frá 1987 staðfestir, at tað tað er púra grundarleyst at leggja FF undir nakað slag av stuldur. Um “Fiskaren”
hevði hildið, at henda tilsøgnin var misskilt hava teir havt meginpartin av 10 árum at gera vart við seg. Hóast hetta frættir FF
einki fyrr enn í 1998. Og tað krav sum tá verður sett fram verður, burtursæð frá gjald fyri myndum, tikið aftur og kann heta bert
styrkja fatanina hjá FF av hesi tilsøgn
Her endurgeva vit fyrst rokningina frá “Fiskaren” frá 28.8.98. Hon ljóðar uppá kr. 8.000 fyri
ymiskar greinir og kr. 4.800 fyri myndir.
Seinni fráfellur “Fiskaren” kravið fyri greinirnar meðan avtalað verður, at kr. 4.800 skulu
gjaldast fyri 6 myndir.
Prógvið fyri hesum er niðari parturin sum er ein rykkjari eftir teimum kr. 4.800, sum verður
goldnar beinanvegin.
Men nú krevur heimildarmaðurin hjá “Dimmalætting” góðar kr. 16.000, fyri tær greinir, sum
“Fiskaren” sum upprunaliga kravdi kr. 8.000 fyri, men har kravið seinni er slept.
Henda próvførslan tekur einsamøll grundarlagið undan herferðini hjá hjá GLP móti FF-
blaðnum. Men GLP heldur ikki, at lesarar hansara eiga at fáa kunnleika til hesa avgerandi
kunning. Tí hon vil jú oyðileggja alla søguna. Hetta man siga nóg mikið um hvussu “óheft og
álítandi “Dimmalætting” er
virðið hjá FF-blaðnum og
fiskimannafelagnum. Og tí
hava hesir upplýsingar, sum
ikki tæna hesum sjónar-
miði, ongan áhuga.
GLP tykist hava fingið
FF-blaðið í rangastrúpan.
Orsøkin er at tíðindini í FF-
blaðnum eru grundað á
grundleggjandi kanningar
av einum og hvørjum máli,
har eingin enn hevur kunn-
að sett eitt spurnaðartekin.
Besta prógvið fyri hesum
er júst hetta málið.
“Dimmalætting”:
Kanning er ódygd!
Tað er annars rættuliga
avdúkandi fyri tíðindtæn-
astu í Føroyum, at tað, sum
skuldi verið ein fyritreyt
fyri allan tíðindaflutning,
nevniliga kanning og har-
við undirbygging av tíð-
indum, av “Dimmalætting”
verður roknað sum ein
ódygd.
Men tað ber so ikki til at
skuldseta “Dimmalætting”
fyri hesa ódygd, og er um-
rødda mál eitt sera gott
dømi um tað.
Í FF-blaðnum 7. og 21.
desember kundu vit lýsa
tíðindaflutningin
hjá
“Dimmalætting”
samb.
prinsippunum hjá GLP.
Hetta verður gjørt í ein-
um slíkum álvarsmáli sum
trygd á sjónum, har partur
í málinum seinni gjørdist
landsstýrismaður. Prógvað
verður
í
FF-blaðnum
hvussu lætt tað er hjá
“makthavara” at “bestilla”
tíðindini, so tey passa hans-
ara høvdi.
Henda
søgan
verður
brúkt, tí her er talan um eitt
mál, har tað lættliga ber til
at eftirkanna alla hesa
“tíðindasøgu” frá byrjan til
enda.
Tíðindi kunnu bíleggjast
Tað
er
próvfast,
at
“Dimmalætting” rátt hevur
endurgivið “bíløgdu” tíð-
indini uttan at seta nakran
spurning við tey og uttan
nakra sum helst kanning.
Og hevur í besta “Pravda”-
fyrr stíli nýtt nevna part í
sakini, sum bæði áður og
serliga aftaná hevur prógv-
að sítt væntandi trúvirði,
sum einastu keldu. Sam-
stundis eru alment til-
geingilig skjøl, sum veru-
liga vildu lýst málið, til-
ætlað burturtøgd. Úrslitið
er eisini tíðindi sum heilt
gjøgnumført eru ósonn,
villeiðandi og manipuler-
andi og sum miðvíst hava
slagsíðu annan vegin.
Her skal bert verða nevnt
eitt dømi um hvussu miðvís
villeiðingin hevur verið.
“Dimmalætting”
hevur
17.10 frágreiðing um bót-
ina sum viðkomandi fekk.
Lesarin fekk ta fatan, at her
var talan um almenn tíð-
indini frá politistøðini í
Runavík. Kanningar hjá
FF-blaðnum vístu, at hag-
ani vóru eingi tíðindi kom-
in! Tey vóru í veruleikanum
handað “hansara” fjølmiðl-
um av nevnda parti í málin-
um, sum hevði snøggað tey
til sum hann vildi hava tey
framborin. Samstundis
vóru tey veruligu tíðindini
frá sama myndugleika burt-
urtøgd. Tey passaðu nevni-
liga ikki til bíleggingina.
Fjølmiðlafólk “heilagar
kýr”
Sum tað skilst hevur GLP
rættuliga tikið við læru, tá
hann var í starvsvenjing hjá
Pravda í 80-unum. Her var
høvuðsuppgávan hjá tíð-
indafólki bert at endurgeva
“bestilt” tíðindi. Tað er júst
tað sama sum er gjørt í hes-
um førinum, og tann sum
fylgir tað minsta við veit, at
hetta er støðið á politiska
tíðindaflutninginum
hjá
hinum fjølmiðlunum, sum
øll “tilvildarliga” hava lýst
umrødda mál um trygd á
sjónum á sama hátt.
Er tað nakað sum brúk er
fyri í Føroyum er tað eitt
orðaskifti um fjølmiðlarnar
og tíðindaflutningin í Før-
oyum. Men hetta orðaskifti
kemur ikki. Tí samb. fjøl-
miðlafólki sjálvum kann
eingin fortelja teimum nak-
að. Tey umboða sannleik-
an, og so skal eingin siga
nakað annað. Tað kemur
fyri at borgarin klagar um
tíðindaflutningin. Men tað
er valla komið fyri enn, at
ein blaðstjóri hevur við-
gingið, at hann hevur mis-
tikið seg.
Georg L Petersen skal í
hvussu hava tøkk fyri, at
hann so opinlýst váttar,
hvørji prinsipp eru gald-
andi fyri tann tíðindaflutn-
ing,
sum
hann
hevur
ábyrgdina av. Men mótsatt
hesum tíðindaflutningi veit
lesarin av FF-blaðnum, at
har ber so ikki til hjá nøkr-
um at “bestilla” síni egnu
skræddaraseymaðu tíðind-
ini.
Viðgerðin av hesum tíðindaskrivi váttar niðurstøðuna í greinini. “Dimmalætting” setur tíðindaskrivið upp sum eina (trúverda)
tíðindagrein, har innihaldið í tíðindaskrivinum verður rátt endurgivið uttan spurning og uttan minstu kanning av teimum givnu
upplýsingunum.
“Tilvildarliga” lýsa hinir fjølmiðlarnir tíðindini á sama hátt.
Tíðindaskrivið sær eisini sera tilforlátiligt út. Alt tilfar er fingið til vega og málið er kannað og viðgjørt til lítar. Men ein nærri
kanning vildi víst, at hetta tíðindaskriv er merkt av somu ósannindum, villeiðingum og manipulatiónum, sum annars er eitt
eyðkenni fyri tíðindaflutningin í hesum máli.
Um tann avgerandi spurningin í málinum skrivar Høgni Hoydal, at skiparin á “Halgafelli” aftaná óhappið “bert” varð
skuldsettur fyri óviljað brot á sjólógina. Lesarin fær lættliga ta fatan, at henda úlegging tær kanningar, sum skulu vera gjørdar í
málinum. Men brævið frá Søfartsstyrelsen til Fútan dagfest 22.september sigur nærmast tað mótsatta! “Óviljað brot” er als ikki
nevnt. Hinvegin er talan um ávísa “skærpende omstændinghed”. Tískil er tað privata útleggingin hjá skiparanum, sum verður lýst
sum komandi frá einum almennum myndugleika. Og at málið skal hava verið fult “alment kent og væl lýst”, áðrenn viðkomandi
gjørdist landsstýrismaður er í mesta lagi “hálvur sannleiki”. Tískil er grundarlagið burtur undan trúvirðinum í øllum
tíðindaskrivinum.
Tveir spurningar reisa seg í hesum sambandi: Tá ein floksleiðari og varaløgmaður, enntá justitsministari”, fer so lætt um
sannleikan sum í hesum førinum, nær skal borgarin so trúgva honum? Og tá fjølmiðlarnir so glaðbeintir bera slík ósannindi
víðari, nær skal borgarin so trúgva teimum?
VIÐMERKINGAR
Karin Kjølbro
Argir hin 11. januar
2001
Í Svøríki hava tey
elektroniskar eftir-
litsboyjur á fongsuls-
dømdum. Tey búgva
heima og arbeiða
hvønn dag, og so beint
heim eftir arbeiði.
Kriminalforsorgin
heldur eyga við, at tey
eru heima og annars
ikki sleppa út yvir-
høvur. Hetta er
alternativ til at sita í
fangahúsi. Hetta er
bíligari fyri sam-
felagið, og hin dømdi
kann røkja sítt arbeiði,
meðan hann avsitur
dóm. Avlesingarboyjan
situr um øklaknútin
og ongin varnast hana
Øll skip, sum sigla undir
Føroyum, kunnu eisini
hava avlesingarboyju, so
Vaktar- og Bjargingar-
tænastan kann fylgja
við, hvar ið tey eru, og
hvat tey gera.
Sat so alspent í kvøld
og bíðaði eftir úrslitin-
um av fundi millum
l a n d s s t ý r i s m a n n i n
Karsten
Hansen
og
Skipara- og Navigatør-
felagið seinnapartin í
dag. Aftur nú úrslita-
leyst. Hvat hugsa part-
arnir?
Vit eru mong, ið hava
ilt av, at grunnarnir
liggja víðopnir fyri ráns-
veiðu, meðan stríðst
verður um lønarsátt-
mála. Hetta er sjálvt
lívsgrundarlag okkara,
ið verður ofrað í lønar-
stríði.
Nú er skjótt ársfjórð-
ingur farin, uttan at
partarnir nærkast hvør
øðrum. Mong halda vit,
at lønirnar umborð á
skipunum hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni eru
ov lágar. Slíkt eigur
nevndin hjá fakfelag-
num at samráðast við
Landsstýrið um, tá sam-
ráðingar vanliga fara
fram. Hví er so lítið
komið av skafti higartil
á hesum øki?
Ólukkuliga støðan er
eisini við til, at fólk og
føðiland eru útstillað á
ódámligan hátt í granna-
londum okkara.
Avlesingartólið,
ið
omanfyri er nevnt, kann
eisini setast á skip
okkara. Tað kann siga
Vaktar- og Bjargingar-
tænastuni hvar skip eru,
hvussu ferðin er og hvat
tey gera, um tey t.d.
fiska ólógliga.
Øll vita vit, at í neyð-
støðu er skip neyðugt,
og tá eru aðrar reglur
galdandi, men umráð-
andi er, at lívsgrundar-
lag okkara ikki er offur
fyri tilvildarligum løn-
arstríði. Tí er stundum
komin til at kannað
verður, um ikki Vaktar-
og Bjargingartænastan
skal finna alternativar
loysnir.
Karin Kjølbro, kriminalforsorgarleiðari:
Seljið
Brimil