leygardagur 13. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 9 - 13. januar 2001
VIÐMERKING
Óla Jákup úr Dímun
bóndi, St. Dímun
Ein lítil fittur nósi, ið var
vilstur frá móður síni og
komin á land á Tinganesi,
varð avlívaður eftir boðum
frá Bjørn Harlou, lands-
djóralækna.
Sami vil hava henda
kópaungan
kannaðan,
hvørt hann er berari av eini-
hvørjari umfarsótt, sam-
stundis sum hann higartil
partvíst hevur loyvt, og
eftir 1. februar 2001 argu-
menterar fyri at loyva
ótarnaðum innflutningi av
higartil ikki staðfestum
djórasjúkum til Føroyar.
Spyrji
meg
sjálvan:
Skemt av vánaligasta slag,
ella hvat?
Landbúnaðurin og fólk
við alski til føroyska
djóralívið ongan »Góðan«
við samráðingarborðið
Fólk, ið sótu við samráð-
ingarborðið til samráðing-
arnar við ES um handilsav-
taluna hava sagt, at tey ikki
vistu, at ES-fólkini fóru at
taka upp spurningin um
landbúnaðin, men at avtala
bert skuldi gerast um fisk.
Nú um dagarnar verður
nógv gjørt burtur úr frá
somu fólkum at upplýsa, at
fiskur/fiskivinna og land-
búnaður í ES hoyra óloysi-
liga saman. Átti ikki okkara
samráðingarnevnd at vitað
hetta frammanundan?
Landbúnaðurin
hevði
biðið um at vera við til
samráðingar.
Átti ikki landsdjóra-
læknin at havt umboða
áhugamál hjá føroyska
landbúnaðinum?
Landsdjóralæknin sigur í
bløðunum, at hann ongar
trupulleikar hevur við at
seta úr gildi bann ímóti
fríum innflutningi av liv-
andi djórum, vísandi til
WTO-samtyktir.
Landsdjóralæknin
veit
helst, at Ísland hevur í av-
talu við ES alskyns fyri-
varni á hesum øki .
Lond sum Noreg, Svøríki
og Finnland hava fingið
loyvi frá ES at seta bann
ímóti, at djór og djóraúr-
dráttir verða innflutt úr
øðrum londum. Hetta fyri
at verja seg móti sjúkum.
Í Føroyum hava vit í eina
øld havt vælvirkandi djóra-
læknatænastu, sum við sera
restriktivum politikki við-
víkjandi innflutningi av liv-
andi djórum, hevur vart
føroyska djóralívið fyri
hættisligar og annars ó-
hepnar djórasjúkur.
Soleiðis sum eg skilji
landsdjóralæknan, so hava
vit í Føroyum sjúkurnar, so
leingi tað ikki er prógvað,
at tær ikki finnast. Meira
sannlíkt er, at so leingi tær
ikki eru ávístar, finnast tær
ikki.
Tá eg so veit, at embætis-
fólkini frá ES við samráð-
ingarborðið
beinleiðis
spurdu føroysku samráð-
ingarnevndina,
um
tey
høvdu nakrar trupulleikar
við at góðtaka henda partin
av avtaluni og landsdjóra-
læknin sigur seg ongar
hava, fari eg persónliga at
ivast í um viljan at tæna
áhugamálum hjá føroyska
landbúnaðinum. Við øðrum
orðum: Hvar er loyalitetur-
in?
Ráðini til vinnuna, um
sjálva at syrgja fyri eftirliti
og fyribyrging, fati eg mest
sum eina niðurgering av
vinnuni. Skulu hesi ráðini
frá Bjørn Harlou kunna
brúkast innan hesa vinn-
una, so kundi hann eins væl
mælt til at avtikið alt fiski-
veiðieftirlit og reguleringar
annars viðvíkjandi fiski-
vinnuni. Fiskivinnan kundi
bert sjálv syrgt fyri hesum.
Avtalan við ES ikki henda
prísin verd
M.o. løgmaður sigur, at av-
talan er alneyðug og at
einki var at gera. Landbún-
aðurin mátti ofrast.
Hvørgin av hesum út-
søgnum eru eftir mínum
tykki rættar.
Sjálvandi skilir ein og
hvør, at fiskaútflytarar fáa
nakrar fyrimunir, við at eft-
irlitið er avtikið. Men mín
greiða fatan er, at føroyska
samráðingarnevndin er far-
in til samráðingarborðið,
partvíst óvitandi um, hvat
samráðingarnar
skuldu
snúgva seg um og annars
við teirri fatan, at ES ikki
hevur brúk fyri eini avtalu
við Føroyar, men at bert vit
hava brúk fyri ES. So at
siga við hattinum í hondini.
Sostatt er prísurin fyri hesa
avtalu alt ov høgur. ES hev-
ur brúk fyri fiskinum úr
Føroyum. Vit útfyta fisk
við verandi avtalu til ES
fyri methøgar prísir og prís-
urin av rávøruni er tilsvar-
andi methøgur.
Tað eru og verða markn-
aðarkreftirnar/eftirspurn-
ingurin, ið til eina og
hvørja tíð stýra samhandl-
inum við ES.
Viðvíkjandi avtaluni í
sambandi við lanbúnaðin:
Tann parturin, ið umfatar
frían innflutning av livandi
djórum,
hevur
ongan
fíggjarligan týdning fyri ES
(ikki fyrr enn vit hava inn-
flutt sjúkur, so øll húsdjór,
neyt og seyður, eru týnd).
Tað er ógvuliga sannlíkt, at
tá onnur lond við ymiskum
tilknýti til ES í samráðing-
um við ES, við atliti til
sjúkuvandar, hava alskyns
fyrivarni, kundu vit eisini
havt fingið slík, um bert
vilji var til staðar at samrást
um hetta.
Av gáloysni hava vit
komið føroyska neytaslag-
num og føroysku rossunum
í stóran vanda fyri at
doyggja út. Hægsti veteri-
neri myndugleiki í Føroy-
um stuðlar uppundir fríum
innflutningi av livandi djór-
um. Er veruliga so illa statt,
at hesin myndugleiki onga
ábyrgd kennir fyri at verja
eitt nú føroyska seyðin,
sum í øldir hevur klætt og
føtt føroyingin. Hevur verið
ein partur av føroysku
náttúruni og lært at yvirliva
og balast í hesi sermerktu
náttúruni?
Ómetaligi vandin fyri, at
hetta lívið kann verða týnt
og vandamál annars, sum
eingin kann meta um fyri
føroyskan landbúna gera, at
alneyðugt er at ætlaða av-
talan ikki kemur í gildi sum
ætlað 1. februar 2001.
Landsins politisku mynd-
ugleikar mugu taka upp
samband við ES um henda
spurningin. Neyðugt er at
seta fólk við fullum loyali-
teti og ábyrgdarkenslu fyri
føroyskum landbúna og
húsdjórum at samráðast við
ES á hesum øki.
Avtalan við ES má ikki
koma í gildi, fyrr enn hetta
er fingið uppá pláss.
Neyðugt , at landsins hægstu
myndugleikar taka landsdjóra-
læknan av ræði!
– Framløgur og
orðaskifti um
økismenning í
Sandoynni
Mánadagin 15. januar
skipar Vinnulívsráðið í
Sandoynni fyri fundi um
økismenning.
Økis-
menning tykist vera
vorðið eitt nýtt gandaorð
í politiska orðaskiftin-
um, men spurningurin
er, hvat er hent á øk-
inum, hvør støðan er og
hvat kann gerast. Dennis
Holm og Ólavur Waag
Høgnesen, samfelags-
frøðingar á Gransking-
ardeplinum fyri Økis-
menning, fara at leggja
upp til orðaskifti á fund-
inum.
Dennis Holm: Í 1950
búðu 1652 fólk í økinum
(Skúvoy íroknað), og
árini 1978-1990 búðu
stabilt 1750 fólk í Sand-
oyar-økinum (1983-84
tó um 1800). Hinvegin,
líta vit at, hvussu stórur
partur av øllum føroy-
ingum búgva í Sand-
oyar-økinum, so hevur
støðugt verið talan um
eina lutfalsliga aftur-
gongd. Í 1950 búðu
5,2% av Føroya fólki í
Sandoyar-økinum, men
longu fyrst í seksti-
árunum byrjar aftur-
gongdin: Frá 1960 (5%)
minkar talið javnt ár um
ár, og heldur ikki tey
nógv umrøddu áttatiár-
ini megnaðu at steðga
gongdini. Kreppuárini
minkaði fólkatalið við
umleið 300; í dag búgva
uml. 1460 fólk í økin-
um, og tað svarar til
3,2% av øllum teimum,
sum búgva í Føroyum.
Sostatt er gingið aftur
á hondina í Sandoyar-
økinum, bæði í góðum
og ringum tíðum. Síðani
flakavirkini lótu upp-
aftur – m.a. stuðlað av
teirri sokallaðu Sand-
oyar-verkætlanini – er
virksemið og harvið
bæði lønar- og skatta-
inntøkurnar
vaksnar,
men fólkatalið er bert
kvinkað uppeftir. Spurn-
ingurin er tí, um hettar
er ein lagnugongd, ið
ikki slepst undan. Ella
eru grundir fyri at halda,
at ein eginmenning í
økinum er møgulig?
Tann, sum umhugsar, at
flyta í Sandoynna, spyr
sjálvsagt, hvat oyggin
hevur at bjóða sum er,
og hvørji útlitini eru fyri
eini menning í fram-
tíðini, ið ger økið lokk-
andi fyri nútíðarfam-
iljuna? Er Sandoyggin
eitt lokkandi alternativ
til onnur øki í landinum
ella...?
Ólavur Waag Høgne-
sen.
Gongdin síðani
kreppuna hevur greitt
havt við sær eina mið-
savning, bæði tá ið um
fólkatal og ressursir
annars ræður (flutnings-
tænastur, almennar tæn-
astur o.s.frv.). Saman
um tikið hevur tað við
sær, at vinnulívsfyri-
tøkur á meginøkinum
hava betri fortreytir at
virka undir enn tær, ið
hava sund og fjørð mill-
um seg og ressursirnar á
meginøkinum. Útjaðara-
fyritøkurnar dragast so-
statt ikki bara við teir
praktisku (og harvið
kostnaðarligu) vansar,
sum miðsavningin hevur
við sær; miðsavningin
ávirkar eisini møguleik-
arnar hjá útjaðarafyri-
tøkunum at útvega fígg-
ing. Dømini verða alt
fleiri um, at stóru fígg-
ingarstovnarnir ikki vilj-
a fíggja útjaðarafyri-
tøkur; hetta hendir við
tilvísing til, at fastognar-
virðini á bygd eru lág og
váðin tí ov stórur. Ein
avleiðing hevur verið, at
smáu
fíggingarstovn-
arnir hava átikið sær
vinnulívsfígging
við
størri váða, men lokalir
fíggingarstovnar
eru
sum kunnugt ikki í
Sandoynni. Hettar reisir
spurningin,
um
tað
hevði verið rætt við
átøkum, ið kunnu veita
vinnulívinum í útjað-
aranum fígging. Greitt
verður frá teimum skip-
anum, sum eru galdandi
á hesum økinum í eitt nú
Íslandi og Noregi, og
lagt verður upp til
orðaskifti um, hvussu
ein serlig útjaðarafígg-
ing kann skipast her á
landi.
Framløgurnar verða
mánakvøldið 15. januar
kl. 19.30.
Tíðindaskriv frá Sandoy Seafood í
Skopun
Hvat gerst
á bygd?
Talv: Vladimir Kram-
nik sum í november
bleiv heimsmeistari,
vann ein kviktalvs-
dyst í ímóti fimt-
fremsta telvaranum í
heiminum Peter Leko.
Nýggjur altjóða
ratinglisti er út-
komin, har til dømis
John Arni Nilssen nú
hevur heili 2371 í
rating.
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Kviktalv sigur sjálvsagt
ikki eins nógv um talv-
styrki eins og vanligt nær-
talv ger, men tá nú maðurin
eitur Kramnik og er júst
vorðin heimsmeistari liggur
øgiligt trýst á viðkomandi.
Kramnik og Leko telvaðu
fyrra partin av január tólv
kviktalv, 25 min. hvør, og
úrslitið
bleiv
7-5
til
Kramnik.
Dysturin varð sera á-
hugaverdur, og vælleiktur.
Áhugavert var at Leko vann
við einum frábrigdi í
sponsku
byrjanini
sum
Kasparov ikki megnaði
ímóti Kramnik.
Russiska bjørnin legði
seg trygt á odda 3-1, men
Leko útjavnaði í flottum
stíli til 4-4 undan teimum
seinastu fýra talvunum.
Men tá vísti heimsmeist-
arin seg frá sínari bestu
síðu og vann dystin at enda
7-5.
Ein góð upphiting hjá
báðum pørtum undan krút-
sterku kappingini í Hol-
landi, Wijk aan Zee, har øll
elitan er samlað. Kappingin
byrjar í dag, og heldur fram
til 28. januar. Hetta verður
fyrsta kapping í fimtan ár
har Kasparov ikki kann
kalla seg heimsmeistara,
men tó verður hann mettur
favorittur.
Fylgjast kann við á
http://www.corusgroup.co
m/coruschess/home.html,
har eisini øll talvini verða
víst beinleiðis á teldu-
skíggjanum.
Elo listin
Kasparov hevur enn 2849 í
rating og liggur sostatt
nógv fremstur í toppinum.
Tann næsti er W. Anand
sum hevur 2790, sum er ein
framgongd vegna Fide HM
hansara. Tann triði er
Kramnik við 2772.
Fide hevur ikki tikið
privata HM-dystin ímillum
Kasparov og Kramnik við í
nýggja listan. Hendan av-
gerð hevur framt øsing
millum telvarar, sum siga at
listin tískil als ikki er eftir-
farandi. Kasparov hevði tó
havt hægsta ratingtal í
heiminum um dysturin
hevði verið tikin við í út-
rokingini.
Tað eru serliga tveir telv-
arar í føroyska talvheimin-
um sum skara framúr, og
tað eru John Arni Nilssen
og John Rødgaard. Teir
hava nú ávíkavist 2371 og
2365, meðan Heini Olsen
er tann triði í røðini við
sínum 2302. Síðani er eitt
lop niður til Flóvin Tór
Næs, 2236. Sigast skal at
Jens Kristian Hansen hevur
2240, men hevur ikki telv-
að serliga aktivt seinastu
árini. John Arni hevði eitt
gott OL, eins og John Rød-
gaard og tað er høvuðs-
orsøkin til teirra fram-
gongd.
Ein sum veruliga hevur
framt skarvslop er Martin
Poulsen. Heili 2170 hevur
hann og nærkast nú Ólavi
Simonsen, Eyðun Nolsøe
og Torbjørn Thomsen, sum
liggja beint omanfyri.
Keðiligt er at ungi Olaf
Berg enn ikki hevur fingið
sítt altjóða ratingtal. Hann
hevur langt síðani skula
ogna sær tað, men Fide
hevur nógvar trupulleikar
innanhýsis, og eitt nú ganga
hesir útyvir ratinglistan.
Toppur og botnur
Fimta umfar í liðkapping-
ina verður í morgin; Kolla-
fjørður — Havnin, Klaks-
vík
— Vestmanna
og
Sandavági
—
Hvalvík
hittast í fyrstu deild. Serliga
dysturin í Kollafirði er
áhugaverdur. Kollfirðingar
liggja á odda saman við
klaksvíkingum,
meðan
havnarmenn hinvegin deila
aftasta pláss saman við
teimum úr Sandavági.
Vestmenningar muga eis-
ini koma í gongd, tað nyttar
ikki bert at Torbjørn vinnur
síni talv, serliga mugu aft-
astu borðini hála stig inn
um vón skal gerast um
fremru plássini.
Teir
í
Talvfelagnum
Føroyar í skulu eisini telva
týðandi dyst um vikuskifti.
Teir liggja á odda í triðju
deild í donsku liðkapping-
ini, men bert eitt stig er á
muni til næsta lið, og tískil
er hvør dystur umráðandi.
Teir møta Saxo sum liggja
nógv aftastir í røðini, og
tískil liggur stórsigur helst í
skjáttuni.
Talvið hesa vikuna
John Arni telvar í Norra í
løtuni, men sera torført
hevur verið at fáa upplýs-
ingar frá kappingini, sum er
ein opin kapping í Gausdal.
Úrslitini eru tíverri ikki
dagført á heimasíðuni, men
vit hava frætt at eftir fimm
umførum hevði John Arni
hálvtfjórða stig. Talvið hesa
vikuna er úr fimta umfari.
Carlsen,M (2000) -
Nilssen,J (2371)
Gausdal Troll Masters (5)
1.e4 c5 2.Rif3 Ric6 3.d4
cxd4 4.Rixd4 e5 Kala-
schnikov frábrigdi í sisili-
onskum, sum John Arni
nærum altíð leikar 5.Rib5
d6 6.Ri1c3 a6 7.Ria3 b5
8.Rid5 Rige7 9.c4 Rid4!?
Áhugavert finnuoffur, sum
gevur gott spæl 10.cxb5
Rixd5 11.exd5 Bd7 12.Be3
axb5
13.Bxd4
exd4
14.Fxd4 Be7 15.Rixb5
John Arni hevur nú tvær
finnur minni, men hvítur
má telva heilt feilfrítt um
hann skal yvirliva 0-0
16.Ric3 Bf6 17.Fd2 Re8+
18.Be2??
Kd1
hevði
allarhelst bjargað hvítum
Bxc3 19.Fxc3 Bb5 20.0-0
Rxe2
21.Rfe1
Rxe1+
22.Fxe1 Bc4 0-1
Nr. 9 • leygardagur • 13. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Meðan nýggi kyndils-
venjarin skal royna
seg, skal Stjørnan til
Vágs har sera tor-
førur útidystur
stendur á skránni
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast endaliga støðan nú er
farin at hómast alt betri, so
eru enn nakrir dystir at av-
greiða, áðrenn kvinnu-
hondbólturin kann fara
undir
grundspælið
í
fremstu deildini.
Ikki ráð at tapa
Ein av spurningunum tykist
vera, hvørt tað fer at eydn-
ast Stjørnuni at halda fast
um VÍF, sum tó uttan iva fer
í endaspælið við minst ein-
um stigi fleiri enn føroya-
meistararrnir.
Talan kann gerast um
fleiri stig, fær Stjørnan ikki
fulla úrtøku burtur úr
dystinum í Vági, og tað er
nógv, sum bendir á, at talan
verður um ein sera torføran
dyst hjá klaksvíksgentun-
um. VB hevur eftir vetrar-
steðgin fingið Christinu
Holm aftur á liðið, og tað
kundi væl verið, at hetta er
júst tað, sum kann geva VB
seinasta skumpið uppeftir.
Higartil hava tær verið eitt
lítið vet veikari enn Stjørn-
an og VÍF, men við styrkin-
um á strikuni hava tær
kanska bøtt um seinasta
partin av liðnum. Hinvegin
er Stjørnan eisini styrkt, tí
sunnudagin
fær
topp-
skjúttin í 1. deild, Simona
Dziugyte, helst sín elddóp
fyri nýggja lið sítt, og
kanska verður tað avger-
andi fyri dystin, hvussu væl
hon fellur inn á nýggja liði
sínum.
Lokaluppgerð á Hálsi
Meðan sambiðlurnar úr
Klaksvík fara til Vágs at
spæla torføran dyst, tykist
hjá VÍF hinvegin at vera ein
reinur avgreiðsluspurning-
ur. Higartil hevur Tjaldur í
øllum førum ikki kunna
hótt ovaru liðini, og hóast
tær nú verða styrktar við
enn einum útlendskum
leikara, so er hetta neyvan
nóg mikið til at gera nakað
við VÍF.
Seinasti
dysturin
í
kvinnudeildini hetta viku-
skiftið verður á Hálsi, har
havnarliðini bæði tørna
saman. Mest av øllum tyk-
ist hetta at vera ein dystur
um, hvør skal eiga fjórða
plássið í deildini, nú grund-
spælið nærkast endanum. Í
løtuni er Kyndil framman
fyri í hesum, men kyndils-
liðið er nógv skert undan
uppgávuni, har fleiri av
vanliga føstu leikarunum
ikki fáa verið við. Umframt
at vera lokaluppgerð, er
hetta eisini fyrsti dysturin
hjá Lotte Sørensen við
róðri hjá kyndilskvinnun-
um, og so er spurningurin,
um hetta kann fáa leikarar-
nar at geva nakað eyka, fyri
at uppviga missin at burt-
urstøddu leikarunum.
Dystirnir sunnudagin eru
hesir:
dystir
dómarar
VB–Stjørnan
h71
VÍF–Tjaldur
kyndil
Neistin–Kyndil
tjaldur
Trupult hjá
Stjørnuni
Heimsmeistarin kláraði fyrstu royndina
Máltindurin
Simona Dziugyte
Sóljan
103
(23)
Ioana Rapa
VÍF
82
(19)
Vesna Tomajek
Stjørnan
82
(22)
Annika Thomsen
Neistin
72
(10)
Sóleyð Mikkelsen
VÍF
71
(26)
Regina Radó
VB
68
(22)
Fríða Marjunardóttir
VÍF
57
(8)
Nicolina EyðbjørnsdóttirVÍF
55
Jórun Ludvig
Kyndil
53
(7)
Anna K. Samson
Stjørnan
51
Gurið Mortensen
VB
50
(4)
Joan M. Joensen
Stjørnan
47
(5)
Lotte Sørensen
Kyndil
46
(22)
Andrea Lütz
VB
44
Beinta Joensen
Tjaldur
43
(9)
Støðan 1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur stig
1 VÍF
11
10 - 1 - 0
334
181
153
21
2 Stjørnan 11
9 - 1 - 1
309
234
75
19
3 VB
10
7 - 0 - 3
274
202
72
14
4 Kyndil
11
5 - 0 - 6
253
293
-40
10
5 Neistin
11
4 - 0 - 7
226
252
-26
8
6 Sóljan
12
1 - 1 - 10
218
319
-101
3
7 Tjaldur
10
0 - 1 - 9
158
291
-133
1