leygardagur 13. januar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 9 - 13. januar 2001
Nr. 9 • leygardagur • 13. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Dánjal av Rana:
Hugsjónin hevur
drivið verkið
síða 24 - 25
Nýggjárskonsertin 2001:
Mynd: Jens K. Vang
Vónandi merktu tit, at lurtarafjøldin var nøgd við úrslitið. Tað vóru mong uttanum meg, har eg
sat, sum vildu hoyra meir, men ”ikki fekst meiri fyri hetta tíggjuoyrað”, sum Walt Disney á
sinni segði. Men, vit hoyrast aftur eina aðru ferð, skrivar Victor Carlsen m. a. í ummælinum av
sjeyndu nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri seinasta sunnudag
”ikki fekst meiri fyri
hetta tíggjuoyrað”
Nógvir dystir vera leikti
hetta vikuskiftið í bestu
flogbóltsdeildini hjá kvinn-
um og monnum, við tað at
fleiri av liðunum hava tveir
dystir.
Hjá monnunum verður
tann mest spennandi dyst-
urin í Klaksvík, har Mjølnir
fær vitjan av Fram. Um
Fram framvegis ætlar at
vera við í kappingini um
FM-heitið, so skulu teir
helst vinna henda dystin,
sum verður í KÍ-høllini kl
15,00
Eisini dysturin millum
kvinnuliðini hjá Mjølni og
TB kann gerst spennandi, tí
hetta eru somu liðini sum
leiktu NS-cup finaluna
seinasta
sunnudag,
tá
Mjølnir vann 3-1. Um TB
hevur somu framgongd,
kann tað eisini henda at
spenningur verður kl. 13,00
í KÍ-høllini.
Í Trongisvági
sunnudagin
Ímóti Mjølni leygardagin
og so beint í eldin ímóti
oddaliðnum Drátti sunnu-
dagin í høllini í Trongis-
vági. Hetta er kosturin hjá
TB. Seinasta leygardag
vann TB ímóti Drátti, men
um tær megna at endurtaka
bragdið, er ringt at siga, tí
Dráttur hevur leikt væl
higartil í landskappingini,
men við góðum stuðli frá
viðhaldsfólkunum,
kann
nógv gerast á Tvøroyari.
13-jan
MM
16.00
SÍ-ÍF
Sørvágur
13-jan
MM
15.00
Mjølnir-Fram
KÍ- høllin
13-jan
MK
13.30
Dráttur-ÍF
Giljanes
13-jan
MK
13.00
Mjølnir-TB
KÍ-høllin
14-jan
MM
15.30
Fram-SÍ
Eystursk.
14-jan
MK
13.00
Fossánes-Fleyr
KÍ-høllin
14-jan
MK
13.00
TB-Dráttur
Trongisv.
Ein sera javnur
dystur, har bæði
liðini kundu havt
vunnið, men hesuferð
var tað ÍF sum leikti
betri og vann dystin
3-1.
FLOGBÓLTUR,
KVINNUR
Fleyr kom annars best frá
byrjan og vann 1. settið 25-
20, eftir eitt sera javnt sett.
Men so kom vend í, hóast
at hini settini eisini vóru
jøvn. Næsta settið vann ÍF
25-23, men hetta var aftaná
at tær høvdu verið aftan-
fyri. Fyrst servaði Poula
Petersen tríggjar bóltar,
soleiðis at ÍF kom fram um
23-21, men Fleyr gavst ikki
so, og vann seg upp á javnt
við servum frá Duritu
Jóansdóttir. Men so gjørdi
Annika Rasmussen, ÍF,
bart, og servaði settið heim
við støðuni 25-23.
Spennandi endi
Var næsta settið spennandi
so vóru 3. og 4 tað ikki
minni. 3. settið endaði 26-
24 til ÍF, og í tí 4. legði ÍF
seg beinan vegin klárt á
odda og førdi 14-5 og 20-9,
men so støðgaði upp, og
Fleyr menti seg aftur.
Vend kom í, tá Teresa
Fjalsbak for at serva, og
hon var við til at vinna
heilar 6 bóltar, soleiðis at
støðan gjørdist 24-23 til
Fleyr. ÍF vann bóltin aftur,
og leikti seg upp á 25-24.
Bólturin aftur til Fleyr, men
Karina Ottosen, Fleyr var
so óheppin, at hon servaði
út, og harvið vann ÍF settið
26-24 og harvið dystin 3-1.
ÍF hevur nú sama stigatal
sum Fleyr í endaspælinum.
Fleyr-ÍF 1-3 ( 25-22, 20-25, 19-25, 22-25)
ÍF vann í Havn
Lagt var upp til ein
sera spennandi dyst í
Gundadalshøllini
hóskvøldið, bert 4
dagar eftir at hesi
liðini høvdu leikt
steypafinalu í NS-cup
í Klaksvík seinasta
vikuskifti, tá ÍF vann
3-0 og harvið tryggj-
aði sær annað finalu-
plássið í steypa-
finaluni á Hálsi 17.
februar ímóti Mjølni
FLOGBÓLTUR, MENN
Fyrsta settið leikaði javnt á,
og liðini fylgdust alla tíðina
stig um stig. Tað var ongan-
tíð at annað liðið var meira
enn 3 stig frammanfyri, og
liðini skiftust eisini um at
vera á odda, men saman-
umtikið kann sigast, at
Fleyr hevði munin hetta
settið, sum havnarmenninir
eisini vunnu 25-22.
Í settinum legði ein ser-
liga til merkis Steinar
Eirikstoft, sum sló eini 4
góð stikk beinleiðis í gólv-
ið, uttan møguleika hjá ÍF
at bjarga.
Hjá ÍF var tað serliga
jugoslavin Boban, sum
vann bóltarnar úti á kantin-
um, meðan tað var meira
stillið inni á miðjuni.
Bartal góðar servur
Eftir at Fleyr hevði vunnið
fyrsta settið, væntaði ein, at
nú var sloppið hjá teimum,
og tað væntaðu teir kanska
eisni sjálvir, men hetta vildi
Bartal Eliassen, ÍF, annar-
leiðis. Við nøkrum bein-
raktum servum, var hann
við til at leggja ÍF á odda í
2. setti heili 6-1, men Fleyr
kom aftur við í dystin, og
var tað eisini við góðum
servum
frá
Klæminti
Isaksen. Fleyr kom nú á
odda 10-8, men so støðgaði
upp, og ÍF hevði leiðsluna
restina av settinum.
Móti endanum kom ÍF
fram um 22-17 við m.ø.
góðum blokkum hjá Kenn-
eth Neshamer, ÍF, sum
serliga hevði lagt seg eftir
at royna at blokka Klæmint
Isaksen úti á kantinum, og
hetta eydnaðist til tíðir væl.
ÍF vann settið 25-20, og
við støðuna 23-20 fekk Jo-
hannes Ejdesgaard, Fleyr,
skaða, og roknað var við at
hann mátti gevast, men so
var ikki. Hann var fyrsti
maður inn á vøllin aftur í
triðja setti.
Tummas ov seint inn
Í byrjanini av 3. setti fór ÍF
aftur frá Fleyr, og koma á
odda 7-4, og hesa leiðsluna
helt liðið meginpartin av
settinum. Í hesari løtuni
vóru fleiri misskiljingar
millum hevaran hjá Fleyr,
Jákup V. Sivertsen, og hinar
leikararnar. Við støðuna
20-12 til ÍF valdi Fleyr at
royna seg við Tummas Óla
Mortensen sum hevara, tí í
seinasta dystinum teirra
millum vendi hann einum
tapi til ein sigur. Men
hesaferð fall útskiftingin ov
seint.
Fleyr hálaði seg heilt upp
á 19-23, men gjørdust ov
stuttir til at vinna settið,
sum ÍF vann 25-19.
Javnt 4. sett
Javnt gekk á fram til
støðuna 19-20, tá ÍF brád-
liga legði seg fram um til
støðuna 24-19, eftir at
Johannes Ejdesgaard m.a.
hevði brent tvey smassj.
Johannes Ejdesgaard vann
nakrar bóltar í dystinum og
fekk nógv upplegg, men
hann brendi eisini nógv -
partvís ávirkaður av skað-
anum hann fekk í 2. setti.
Fleyr vann bóltin aftur og
hálaði nøkur stig inn, men
við Boban frammi við netið
og støðuni 24-19, var tað
bert ein spurningur um tíð,
til hann fór at vinna ein
bólt, og harvið tryggja ÍF
sigurin.
Og so var. Seinasta bóltin
smasjaði Boban beinleiðis í
gólvið til sigursúrslitið 25-
19 til ÍF.
Uppiborið
Samanumtikið ein uppi-
borin sigur til ÍF, sum bard-
ist allan dystin og fyri
hvørjum bólti.
Fleyr gjørdi í dystinum
ov nógvar feilir, og serliga
legði ein til merkis, at liðið
ikki fekk nóg góðan valuta
fyri teir bóltar, sum vóru
“bíligir”, og sum liðið eigur
at vinna, eins og móttøkan
kundi verið betri.
Skal Fleyr vinna á Mjølni
í ár, skal liðið minka um
feilirnar og betra eitt sindur
um blokaduna. ÍF haraftur-
ímóti kann møguliga spæla
Mjølni eitt puss, um teir fáa
eitt sindur sterkari blokadu
á miðjuni, og harvið fáa
støðga Trygva H. Poulsen.
Fleyr-ÍF 1-3, (25-20, 23-25, 24-26 og 24-26)
Hesuferð vann ÍF
Spenningur í Klaksvík
leygardagin
Vann stóra frisørkapping
í Danmark
16 ára gamli Karsten
Høgnesen úr Leirvík
vann herfyri eina
frisørkapping, sum
danska
ungdómsblaðið Vi
Unge skipaði fyri
FRISØRKAPPING
Stefan í Skorini
Tað liggur væl fyri hjá
Karsteni
Høgnesen
úr
Leirvík at fríðka um hár,
og hann hevur longu tikið
avgerð um, at hetta skal
vera hansara yrki, tá hann
er liðugur í fólkaskúlanum.
Í heyst skipaði danska
ungdómsblaðið Vi Unge
fyri eini frisørkapping. Tú
skuldi gera eitt hársnið á
einum persóni, og síðani
senda inn eina mynda av
hársniðinum.
Í desember mánaði fekk
Karsten boð aftur frá Vi
Unge um, at hansara hár-
snið varð valt at vera mill-
um tey bestu.
Karsten fekk Jonnu Jo-
hannesen at sita modell hjá
sær, meðan hann gjørdi
listaverkið.
Karsten vann fyri túsund
krónur av tingum, sum
hann kann nýta til hárfríðk-
an.
– Mær dámar bara sera
væl at fáast við hár, og tá eg
sá kappingina, so sendi eg
fleiri myndir inn av mínum
hársniði, og tað eydnaðist
bara væl, sigur Karsten.
Fyri góðum ári síðani fór
Karsten undir at klippa
fólki, hann kennir, og tað er
ikki so sjáldan, at hann fær
boð um at koma út at klippa
onkrum.
– Eg havi altíð viljað
gjørt hár, og nú plagi eg at
klippa fleiri fólkum, sum
eg kenni, sigur dugnaligi
hárfríðkarin.
Um hálvtannað ár, tá
Karsten
væntandi
fær
prógvið handað, so hevur
hann ætlanir um at fara í
frisørlæru, og sigurin í hesi
kappingini skuldi verið góð
reklama at víst fyri einum
komandi arbeiðsgevara.
savnsmynd