Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 17 16 Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 Postboks 19, 110 Tórsahvn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: birgir@sosialurin.fo Blaðstjórn: Birgir Kruse EG MEINI TAÐ Drotningin helt eina sera góða nýttárstalu. Serliga beit eg merki í tað, sum hon segði um internet. Í tí teknologiska merldinum, druknar menniskja. Ein- semi veksur og veksur. Hvat nyttar tað, at hava ”cybervinir” í stóru verð, tá ein situr einsamallur við teldina og heldur vil hava onkran at tosa við? Eingin teknologi, kann koma ístaðin fyri eitt menniskja. Kanska fer tað einaferð, at bera til at tosa við teldina ella við ein robott, men hvat nyttar tað? Hvørgi hava eina sál, ella menni- skjaligar eginleikar. Mennsikja er og verður ein sosialur skapningur. Interneti hevur á ein hátt broytt heimin, men er hann vorðin betri? Tekno- logi er sum alt annað relativt, hon kann brúkast til gott og ónt, men í sjálvum sær er teknologi hvørgi. Nógv droyma um eitt háteknologiskt samfelag, meðan onnur droyma um, at fara ”back to the basics”, at liva sum tey livdu fyrr. Sjálvur hevði eg kunna hugsa mær, at liva í og av nátt- úruni. Nátturan er í vanda. Um nøkur ár, kann hon kanska bara upplivast í ”cyberspace”. Sjálvt um vit hava hevja okkum uppum náttúruna, eru vit ein partur av henni, um vit vilja tað ella ikki. Um- hvørvisdálking er eitt stórt vandamál. Í sísta enda, kann tað enda gali. Í føroyum hava vit reina luft og reint vatn, tað hugsa vit als ikki um, tí tað er næstan ein sjálv- fylgja. Spurningurin er, hvussu leingi fer tað at verða? Sjógvurin er eisini dálkaður. Meira vit dálka, verri verður tað fyri okkum sjálvi. Um alt bara heldir áframm, verð- ur framtíðin alt annað enn ljós. Hvat verður tað næsta teknologiska ”framstigi”? Eitt av teim- um fyrstu verður, at eitt menniskja verður klona. Sjálvt um tað etiskt er skeivt, verður tað gjørt, bara tí at tað ber til. Eva má bara bíta í, tað súra eplið. Tað fer at broyta heimin. Onkur heldur til tað betra, men eg yvist stórliga, tí eg veit at tað fer, at verða misnýtt. Tá súrepli er eti, ber tað ikki til, at angra og heingja tað uppá træði. Tað er lætt, at hugsa um hvussu gott, vit í vesturheiminum hava tað. Verri er, at hugsa um tey fátæku í 3. heiminum. Tey hugsa ikki um teldir og internet, men um at fáa mat og drekka. Ein av stórstu av- bjóðingunum í hesi øld- ini, verður at javna út. So at tað ikki verða ovurrík og sera fátøk. Hetta fer nokk ongantíð at broytast. Men tað ber altíð til, at royna. Ein onnur stór avbjóð- ing er, at finna okkurt móti krabbameini og AIDS. Um færri pengar vóru brúktir til vápn og fleiri til læknavísindi, var ein kurur fyri langt síðani funnin. Vónandi læra vit av fortíðini, men tíverri sær tað als ikki soleiðis út. Í sístu øld vóru tvey heimskríggj og óteljandi menniskju vóru dripin. Vónandi verður framtíðin betri, tí hon kann næstan ikki vera verri. Vónin um eina betri framtíð, fer at gera morgindagin betri, vónandi fyri øll á okkara bláu gongustjørnu. Tað nýttar í hvussu so er ikki, at verða alt ov svart- skygdur. Bara vónin er til staðar, gongur alt í sísta enda gott. 2001 og framtíðin Fab Five at fegnast um Lp-plátan við Faroe Boys er aftur at fáa. Nú sum fløga. Tøknin hevur hálað ein útseldan søguligan klassikara við sær inn í nútíðina og framtíðina. Hóast ongantíð gloymd, so hevur útgávan hjá Faroe Boys verið unt teimum, ið hava aldurin og vóru nóg kvik at keypa hana í 1967. Ella kanska hon er gingin í arv til børnini. Nú er søguliga dygdarverkið til taks og tað er spæli- og ljóðgóðska fyri peningin Dagfinn Olsen Einaferð var ein bólkur, ið nevndist The Beatles. Ella skal ein siga nevnist, tí bólkurin livir enn, hóast limirnir fóru hvør til sítt í 1970. Hesir garpar róptust eisini Fab Four, tí teir vóru so kendir og væl umtóktir. Einaferð var ein bólkur, ið nevndist The Faroe Boys. Ella skal ein siga nevnist, tí bólkurin livir enn, hóast limirnir fóru hvør til sítt í 1967. Seinnu árini hava teir tó verið saman einstakar ferðir. Teir vóru og eru so væl umtóktir,at vit kundu nevnt teir Fab Five. At bera Faroe Boys sam- an við The Beatles er ikki nýtt. Kanska er tað, sum tíðin er liðin, enntá út- vatnað. Men longu, tá bólkurin vitjaði í Íslandi í sekstiárunum, róptu ís- lendingar teir fyri føroy- sku beatlarnar. Síðani er hetta hent so ofta, at føroysku dreingirnir kan- ska er troyttir av tí (!?). Søguligt og gott Lp-plátan við Faroe Boys kom út í 1967. Fyrsta føroyska LP-plátan. Einki minni, enn ein varði og ein pláta, ið savnarar seta handan glas. Og kanska eisini onnur, ið ikki nevna seg savnarar. Minnist, at pápi ein vin- mann átti plátuna. Tað var fyrstu ferð eg sá hana, hó- ast hon ofta hoyrdist í Út- varpinum. Ikki sørt, at eg var svartsjúkur. Hetta hava verið eini 10-12 ár eftir út- gávuárið. Stutt sagt, so er útgávan nakað serstakt. Tey, sum er farin um tey fimti árini eiga hana kanska. Kanska, tí plátan varð seld nærum beinanveg og ikki prentað uppaftur. Masterbandið hvarv, sigst. Sostatt hevur útgávan verið fyri tey fáu, um enn øll kenna hana. Og mang- ur føroyingur hevur hildið seg gjørt góðan handil, eftir at hava funnið plát- una í onkrum handli við brúktum plátum í Dan- mark. Eisini, um prísurin var sum tvær ella fleiri nýggjar plátur.Í Føroyum fekst plátan so ikki. Útseld og tey, ið áttu hana, seldu ikki. One Take Men í januar 2001 broytt- ist hetta. Faroe Boys og Tutl hava givið útgávuna út á fløgu. Kári, Jógvan, Robert, Bjarni og Jógvan Sofus eru aftur fyri øll. Talan er um dygd. Tøkn- ingurin í ÚF, Jón Svein Heinesen hevur reinsað eintak av plátu, ið var í góðum standi. Alt er gjørt digitalt, sjálvsagt. Og Faroe Boys eru nú digitali- seraðir. Væl ljómar og er hetta væl frágingið. Men tað hoyrist, at talan er eisini um dygd frá fyrsta degi. Milson Zac- hariassen tók upp. Upp- tøkurnar fóru fram uppi í Hoydølum. Tá havt verð- ur í huga útgerðina og at talan er um sonevnt one take, so er úrslitið framúr. One take merkir, sum mál- køn vita, at alt verður tikið upp í senn. Ger ein eitt mistak, so má alt takast umaftur. Faroe Boys hava óivað verið í framúr venjing. Teit spældu føst vikukvøld í Sjónleikarhúsinum í ára- vís. Og so aðrastaðni við. Hetta hoyrist, tí á útgávuni hoyrist ein bólkur, ið veru- liga dugir at leika. Væl spælt og sungið. Eisini kórrøddirnar sita. Og hetta er uttan klipp og dubbing- ar og digitalar flytingar og eg kundi nevnt onnur nýggj og smart orð. Hetta er ektað vøra. Føroyskt. Gott, gamalt føroyskt! Ung sum eldri kenna vit nærum øll løgini á fløg- uni. Gekk tó og helt, at Heimkoman eisini taldist millum løgini, men so er ikki. Men bæði Tú og eg á ástartingi og Hví eru við. Og stuttligt var at hoyra Kára greiða frá í ÚF, at framúr lagið That’s How er ókent, men tó kent við Fab Five í Føroyum. Søguliga útgávan kemur óivað at standa í mongum nýggjari fløgusøvnum, men kanska fara eisini tey, ið eiga plátuna, at ogna sær fløguna, tí helst eru tey eisini komin í fløgu- bylgjuna. At talan er um gott fólk sæst eisini á tí, at flest allir limirnir hava verið við at mynda føroyska tónleika- pallin eftir tíðina við Faroe Boys og fram til okkara dagar. Stuttligt er, at fløgan ikki víkir frá LP-plátuni, tá vit hyggja at húsanum. Sjálvsagt er hann minni, men ikki eitt orð lagt afturat. Hetta er beinleiðis avrit av frumeintakinum. Bert væl valdu orðini hjá Simma. Einki sentimentalt orðaskvaldur, sjálvt um tað óivað hevði komið til sín rætt her, um nakrastað- ir. Men tað fær lurtarin sjálvur loyvi til at eiga inni við seg sjálvan, men fløgan melur og nøkur lata minnini mala aftur á far- nar dagar, meðan onnur njóta og staðfesta. Fyrsta føroyska LP-plát- an var og er góð. Neyvan nøkur onnur pláta hevur pláss á somu rók. Hvørki søguliga ella á annan hátt. Hetta er nakað serligt. Skuldi eg navnt eina aðra, so er tað Veðraplátan hjá Jørgin Dahl og Straight Ahead. Felags er, at báðar pláturnar eru klassikarar og útseldar. Men kom fyrst av øllum og nú eru Faroe Boys digi- talir, um enn á stendur, at upptikið er í stereo, men at spælast kann eisini mono. Nálin skal standa á L ella LP (reytt). Stuttligt í dag. Royn tað ikki heima við hús!!!. Legg bert fløguna undir geislan og njót tónleikin og góðu ljóðmyndina, vit- andi, at hetta er úr vøgg- uni hjá føroyskum rock- og poprútmum, upphavið til føroyskar útgávur, hetta er ektað, one take. Hetta er søguligt undirhald av fyrstu skuffu.0 Bárður Olsen Sandavágur Victor Carlsen Tað er nú eina ferð soleiðis, at tað at hava traditiónir kann vera bæði gott og ringt. Eg hugsi mær til tað góða, sum kundi verið at mangt, ið vit dagliga fáast við kann geva mær og mínum nakað gott, og so tað ringa, at traditión- in kann gera tað at alt sýnist einstáttað og lítið innbjóðandi til nakað positivt í tilveruni. Ein góð traditión sýnist at vera komin fyri at vera og tað er ár- liga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri. Eg meti hesa trraditión sum góða, tí kon- sertin er verunliga verd at upp- liva, tí tú upplivir nakað gott, hvørja ferð, ikki bara undirhald – tað fáa vit jú so nógv av hvønn einasta dag, men harafturímóti eina uppliv ing, har nakað situr eftir, langa tíð tíð eftir at seinasti tónin frá konsertini hevur ljóðað. Hendan nýggjárskonsertin var tann 47. hjá orkestrinum, og tann 7. nýggjárskonsertin í røðini. Eg havi nærum hoyrt allar konsertir- nar, og ikki skal dyljast, at tað at hava sæð nýggjárskonsertina hjá Wienarfilharmoniska orkestri- num í sjónvarpinumum nýggjárs- leitið, so kennir ein seg tilskund- aðan at fara niðan í Norður- landahúsið at uppliva enn eina nýggjárskonsert. Inni er stemn- ingurin fløvandi og lættur. Skrá- in, sum orkestrið hevur sett upp ber boð um lættan tónleik o.s.fr. Skráin til hesa konsertina vil eg siga var nokk tann besta, sum orkestrið enn hevur valt at fram- føra sum eina sokallaða nýggj- árskonsert. Ikki so bundin av at líkjast Wien við øllum Strauss- valsunum, men heldur, at føroy- ska luttøkan rættuliga sýnist sjónlig, her hugsi eg um teir sol- istar, sum luttóku, og so ikki minst tað stóra – uml. 50 mans – manskórið og so ikki at gloyma dreigjakórið Undir Brúnni. Vit hoyrdu solistar, bæði á trompet, klaveri, við sangi og enntá uppá skrivimaskinu og propptrekkjara. Ungar kreftir Eitt, sum er at frøast um er, at tað eru mong ung, ið koma við í orkestrið hvørja ferð. Hetta eru alt ungdómar, sum ganga á musikk- skúlanum og gerast so mikið góð, at tey kunnu spæla við í orkestrinum. Enntá solostykki kunnu hesi ungu framføra, og her hugsi eg um trompetsoloina hjá unga Johan Hentze, sum bert 9 ára gamal byrjaði at læra seg at spæla trompet. Nú hann er 15, er hann førur fyri at spæla Trompet- konsertina hjá Haydn. Burtursæð frá tveimum smáum villum gjøg- numførdi hann alt stykkið sera væl. Vakrir og mildir tónar, framf- ørdir av einum, sum veruliga er førur fyri at skapa hesar tónar, tí teir koma sum kunnugt ikki fram av sær sjálvum. Johan hevur góð- ar møguleikar at mennast uppaftur meir og við áhaldni og treysti skal leiðin nokk vignast hjá honum. At útlendskir musikklærarar sleppa framat sum solistar er í lagi, og hugaligt var at hoyra vøkru klversoloina ”Paganini Rhapsody”, framførda av Martin Pollard. Samanblandingin mill- um orkestur og solist var framúr góð, og framførslan kendist sum væl samanrunnin. Manskórið Var ein sonn uppliving. Hóast at teirra partur á konsertini ikki var so stórur, so var tað ein uppliv- ing at hoyra teir syngja. Hóast eg ikki havi verið í Russlandi, so kundi eg ímynda mær, at tað var næstan sum at vera har og upp- liva eitt satt russikst manskór. At hoyra hesi á ymsum plátuinn- spælingum kundi saktans sam- metast við hetta vit hoyrdu í Norðurlandahúsinum sunnudag- in. Serstakliga soldátakórið úr ”Faust” var sera væl framførd. Bara at uppliva sjálva endatakt- ina, gav boð um, at kórleiðarin hevði nomið við hvønn smálut, ið slík framførsla krevur. ”Land- kjenning” hjá Edvard Grieg hevði eg ongantíð hoyrt fyrr, so her var lurtað væl eftir. At solo- parturin líktist sjálvum vers- inum, ið kórið annars framførdi, var í lagi, og soloin var væl framførd. Heildin gav boð um eitt sera vakurt stykki, og Grieg var jú ein meistari á sínum øki. At enda Fari eg bara at taka samanum. Eg havi valt ikki at ummæla stykkini hvørt sær, tí tað kann virka eitt sindur troyttandi, men heldur fari eg at siga, at eg kundi njóta alla konsertina sum hon var. Heimkomin setti eg meg aftur frammanfyri sjónvarpinum og kundi njóta framførsluna enn eina ferð. Lat meg eisini siga, at eg fegin fari aftur á konsert hjá Føroya Symfoniorkestri. Tit skulu eiga tøkk uppiborna, sum hava hetta sum frítíðarítriv, tí tað er tað jú í veruleikanum enn, so leingi vit ikki eiga eitt orkestur, sum einans hevur hetta virkis- økið sum livibreyð. Ùtfrá hesum má eisini støðið takast – vit eiga at verja og stuðla hesum, sum her er fingið av skafti, og vit eiga eisini at fegnast um, at enn eru mong við, sum hava verið við frá fyrstu konsert. Eisini vælkomin til allar nýggjar kreft- ir, sum framhaldandi koma við. Vónandi merktu tit, at lurtara- fjøldin var nøgd við úrslitið. Tað vóru mong uttanum meg, har eg sat, sum vildu hoyra meir, men ”ikki fekst meiri fyri hetta tíggjuoyrað”, sum Walt Disney á sinni segði. Men, vit hoyrast aft- ur eina aðru ferð. Føroya Symfoniorkestur Ummæli av Nýggjárskonsertini 2001