Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 19 gult cyan magenta svart 18 Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 Guðrun Gaard Tað verður so mangan tik- ið til tann serliga týdning- in, sum árið nítjanhundrað hevur í bókmentasøgu okkara, tí tað árið vóru teir tríggir føddir, William Heinesen, Jørgen Frantz Jacobsen og Christian Matras. Lagnan, sum ann- ars lagaði seg sera ymisk- liga hjá teimum, vildi tað so, at teir eisini komu at verða tætt knýttir at hvørj- um øðrum alt lívið, tó at teir, sum tað eisini ofta hevur verið víst á, vóru sera ymiskir. William Heinesen og Jørgen Franz høvdu kortini tað í felag, at teir vóru havnardreingir, teir vuksu upp í familjum, sum høvdu danskar greinar og har danska málið var eins nátúrligt ella kanska meira nátúrligt í dagligari talu og føroyskt var tað. Christian Matras aftur ímóti var bygdadrongur, viðingur, sum øll vita, og hevði, longu tá hann sum tolv ára gamalur kom til Havnar, sera sterka føroy- ska málsliga tilvitsku. Teir tríggir gjørdust so dyggir stuðlar hjá hvørjum øðrum í mongum verki, eisini við at vera metandi og atfinn- andi, tá skaldskapur var í umbúna. Skemtandi hugsi eg hesar viðferðir hava verið onkuntíð eisini, ser- liga søgurnar um, at Jørg- en Franzi dámdi væl at arga Christian eru fleiri. Vinmenn komu teir sum sagt altíð at verða, og besti vitnisburður um hetta er kanska tað arbeiðið, sum William og Christian eftir deyða Jørgen Franzar løgdu í at greiða skaldsøg- una Barbara til útgávu, tí teir við henni vildu seta virðiligt minni eftir hann. Christian Matras og konan Marianna búðu stóran part av ævi síni burturi, men í 1964 kom eg, sekstan ára gomul, at búgva hjá teimum í eitt hálvt ár, tí at tey skiftu um hús við okkum. Ætlanirnar um at stovna føroyamáls- deild á Fróðskaparsetri- num vóru farnar at líkjast, so Christian og Marianna høvdu góðan hug at koma hendavegin, og tá míni for- eldur fóru niður á Vestur- brúgv, var eg verðandi eftir hjá teimum báðum Og hjá teimum var gott at vera. Tað var so fjálgt um tey altíð. Marianna var tá júst farin at veva myndveving, og eg kann siga, at eg sat uppi yvir henni, meðan hon vav nakrar av teimum allarfyrstu myndunum, sum hon seinni skuldi ger- ast so væl kend fyri. Hon var so vandin og so lit- kræsin, eingin tráður fór uppí verkið, sum ikki var væl vigaður móti hinum fyrst. Christian sat við píp- uni og bókini,soleiðis síggi eg hann fyri mær, altíð við pípuni og bókini. Hann gav sær altíð stundir til at lurta og práta, men eg minnist, at eg í fyrstuni helt hann vera heldur drúgvan at lurta eftir. Christian var seigligur maður - ikki so orðaríkur - men øll, sum kendu hann, vita eisini, hvussu fródlig- ur hann var. Tað loysti seg so væl at geva tol, at lata samrøðuna fáa tann frið og teir steðgir, sum skuldu til, skuldi hvørt orðið fáa tað ljóð og tann førning, sum hann vildi, at tað skuldi hava. Afturat tí, at tú at kalla altíð sást Christian við bók í hond, kann leggj- ast tað, at hesar bøkur ikki sjáldan vóru bøkur við nýggjum føroyskum skald- skapi. Tað eyðkendi hann, at hann hevði stóran áhuga og vísti mikla umsorgan fyri teimum ungu skaldu- num, eg hoyrdi hann javn- an tosa rósandi og við gleði um onkran teirra. Í hesum vóru hann og Willi- am Heinesen so líkir. Og so vóru tað seðlarnir. Stóra orðasavn Christians kom ikki av ongum. Hann skrivaði altíð upp, orðtók úr ymsum keldum, sat undir, lurtaði, spurdi og skrivaði upp. Seðlarnir vóru allastaðni, bæði teir blonku til at skriva á og teir við orðum og orðafrá- greiðingum. Í orðabókini, sum eg fekk frá honum liggur enn ein teirra gloymdur sum bókamerki. Ein dagin hetta várið, eg búði hjá Christiani og Marionnu, kom Hanus t.e. Hanus Debes Joensen, gamli landslæknin, al- goystur niðan til okkara. Tað kendist á øllum brøgd- um, at okkurt serligt var á vási, tí hann var á rokinum av berari frøi. Vit savnaðust um hann í stovuni og fingu at vita, at fyrsta játtanin til Føroya- málsdeildina í dag var bor- in inn. Gleðin var stór og ein sjampanjufløska kom undan kavi, eg minnist ikki hvaðani hon kom, propp- urin brast av og gjørdi eitt hol í loftið, ið varð verð- andi í mong ár, og vit skál- aðu fyri hesum stóra fram- stigi. Fyri tey bæði Christi- an og Marionnu hevði tað eisini tann týdning, at tey sluppu at flyta heim at verða, og eg kann ikki siga, hvussu ofta eg síðani hava hoyrt tey siga frá síni gleði yvir, at hetta gjørdist møguligt, tí hjá teimum var heimið í Føroyum, eis- ini øll tey mongu árini í út- legdini. Christian hevur sjálvur sagt so væl frá barnaum- hvørvi sínum í tí prosa- stubbanum, sum eitur Bygdin, og er prentaður í “Á hellu eg stóð” frá 1972. Hann fevnir har um náttúr- una við hesum væl kendu orðum, - “hon var tað vandamikla, tað ræðiliga, tað magnmikla og tað, sum var blíðari og friðsælari enn alt tað, sum hugurin fær loftað”- Bæði her, og í so mongum av yrkingu- num síggja vit, at barna- heimurin millum fjøll og hav á Viðareiði er grundin í honum. Frá unglingaárunum í Havn, hevur William Heinesen onkra frásøgn- ina, og hann lýsir eina- staðni Christian sum ung- an drong við hesum orðu- num: Tað var ein tættur, frísk- ur drongur við svørtum purlutum ullhári og ljósum eygum, ið sóu so langt burtur í fjarskuna ella vendi sýninum inneftir móti fjarleikanum í sínum egna huga” Teir báðir fullu skjótt í gott prát um mong álvars- mál, og hin tá heldur varn- ari William gjørdist ikki sørt skakkur, tá “hesin purluskølturin”, sum hann í greinini kallar hann, vísir seg at vera bæði fríteinkj- ari og sosialistur og soleið- is longu tá var farin frá sið- og vanabundnari hugs- an. Árini burturi vór virkin ár. Christian tók students- prógv niðri og las síðani norrøna málfrøði við Lærda Háskúlan í Keyp- mannahavn, har hann tók magistaraprógv í 1928, og har vardi hann doktararit- gerð sína um staðarnøvn í Norðuroyggjum í 1933. Í 1933 varð hann so settur í starv sum lektari í føroysk- um við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn og varð tilnevndur professari í 1952. Hetta, sum her er nevnt, eru ymiskir varðar á leið- ini, men umframt hetta skrivaði hann ørgrynni av greinum og ritgerðum um málfrøðilig, bókmenta- søgulig og fólkalívsfrøði- lig evni. Afturat tí týddi og ritstjórnaði hann fleiri stór- verk. Hann ummælti eisini ofta nýkomnar bøkur, og tað eyðkennir ummæli frá hansara hond, at tey eru køn, vælmeint og sonn mótvegis tí stevnu, sum góður ummælari hevur. Í ritskránni, sum Føroya Fróðskaparfelag lat prenta í 1980 eru ikki færri enn 120 titlar, sum Christian Matras eigur arbeiði í, hetta bert árini burturi til 1965. Móðurmáli sínum og okkara var hann hollasti og virknasti verji, og tað, sum hann har legði eftir Christian Matras FYRILESTUR: Onkur hevur sagt um Christian Matras, at hann var okkara ljósa skald, og sannleiki er í hesum, tí hann var skaldið við tí góða orðinum. Í eini yrking eftir skaldið Karl Einarson Dunganon er eitt orð, sum eg onga aðrastaðni havi sæð, sum ikki er í orðabókunum heldur. Helst hevur tað, sum maðurin sjálvur, íslendskan uppruna. Tað er orðið hjartavit, segði Gurðun Gaard m.a. í fyrilestri, hildin í samband við, at 100 ár vóru liðin, síðan Christian Matras varð føddur Gurðun Gaard helt fyrilestur um menniskjað, mál- vísundamannin og skaldið Christian Matras, sum hevði fylt 100 ár í desember í fjør Mynd: Jens K. Vang - menniskjað, málvísindamaðurin og skaldið seg er til staðar í dagligu talu okkara, í orðabókum og øðrum keldum til mál og málnýtslu og í tilvitsku okkara um føroyskt mál yvirhøvur. Tað er ogn okk- ara at eiga altíð, og at vit virðismeta tann arvin kunnu vit best vísa við at umsita hann væl. Eg kann tí ikki lata hetta høvið fara frá mær til at harmast, sum eg veit, at Christian Matras eisini hevði harmast, tað aftur- stigið, sum tað vissuliga er, at føroyska málið herfyri var altjóða staðfest sum minni- lútamál ella regio- nalmál í ríkinum. Tað risa- arbeiðið, sum Christian Matras og onnur við honum hava lagt í at vinna málinum rímilig og virðilig rættindi verður við hesum vanvirt av fólki, sum lítið tykjast hava lagt í at seta seg inn í søguliga og nútíðarliga veruleikan . Fyri hálvtannaðhundrað árum síðani, tá fyrstu end- urreisarar málsins løgdu til brots, var kunnleikastøðið um Føroyar og føroysk viðurskifti lágt, og vit kunnu í baksýni bera yvir við slíkum hugburði til føroyskt mál tá. Soleiðis er tað ikki longur, í dag er tann umberingin ikki nýti- lig, møguleikarnir at ogna sær holla vitan um máls- liga veruleikan er góður fyri øll, danir sum føroy- ingar. Tað finst tí bert eitt rætt svar í hasum máli- num, og tað er, at føroyskt er tjóðarmál føroyinga, í innan- sum uttanríkisvið- urskiftum. Nógv er kortini eisini at gleðast um, og eingin betri próvgrund fæst fyri júst kravinum um viðurkenning av føroyskum sum tjóðar- máli okkara, enn allar tær føroysku bøkurnar, sum koma út. Hugsi um øll hesi forløgini, Fannir, Sprotin, Ungu Føroyar, Orð og løg, Bókagarður, Tíðarritini Varðin og Bragi, og onnur, sum geva út bøkur fyri at kalla ongan vinning, og um einstaklingar, sum skriva og geva út av sínum eintingum. Lønin fyri hetta stóra og strevna arbeiðið er lítil, viðhvørt minni enn eingin, og kortini rundaðu vit herfyri føroysku bók nr. 4000. At hetta so av politisku myndugleikunum verður so lítið virt, at stuðulin til slíkt arbeiði er nógv hin lægsti millum lond, sum vit rokna okkum javnlíkar við, er minni gleðiligt siga frá. Tað ber als ikki til at tosa um Christian Matras, uttan eisini at tosa um Marionnu. Har sum Christian var, har var eisini Marianna. Sinnisløtt og láturmild, snúðilig og hjálpsom, lurtandi eftir øll- um, leggjandi sær alt í geyma, so tú seinni kundi gerast ovfarin av, hvussu væl hon helt skil á tí, tú onkun- tíð hevði sagt henni. Hon sleit høgan aldur, men Høgni Debes Joensen segði um hana, í eini røðu, hann helt fyri Christiani á áttatifimm ára degi hansara, at hon ikki dugdi at gerast eldri, og rætt hevði hann í tí. Hon hevði eitt sinni sum ein ung genta, til hon legði eyguni saman nítiogeitt ára gomul. Tey bæði giftust í 1929, búðu eitt skifti í Føroyum, men vórðu frá 1935 til 1965 fast búsitandi í Keyp- mannahavn. Heim teirra har gjørdist ein miðdepil hjá nógvum útisetafør- oyingum. Lesandi før- oyingar, ofta fólk við skaldagávum og listarlig- um hegni, sum seinni eru vorðin kend fyri avrik síni, høvdu tokka til heim teirra, gingu á gátt har og kendu seg heima, og fleiri teirra hava sagt frá, hvussu høgt tey virdu metingar Christians, tá hann las fyrstu smædnu bókmenta- ligu avrik teirra. Fyrstu árini, Christian og Marianna búðu burturi, vóru tey ikki so ofta sam- an í Føroyum, ráðini vóru helst ikki til tað, dýrt var, men seinni komu tey oftari heim, og tá gjørdu tey ferðir um landið og vitjaðu ættfólk og vinfólk. Heðin Brú hevur í einari av stuttsøgum sínum “Í Dalhúsi” , hugfarsliga lýs- ing frá einari av hesum ferðum. Søgan sigur frá eini ferð, sum hann og konan gjørdu eitt summar- ið í Dalhús í Dølum í Vestmannahaganum. Tey dvaldust har einar tvær vikur og nutu friðin og einsemi, men ein dagin fingu tey kortini forkunn- uga vitjan. Hetta er fyrra- partin ein dagin, Heðin Brú er farin í ánna at veiða síl, at hann sær fólk daga á røðini. Tað næsta, sum hendir, er, at hann hoyrir hetta rópa okkurt, og so við og við eydnast honum at hoyra, at hetta, sum rópt verður, er: “Hvat dámar tær orðið snyril”. Mær er sagt, at tey bæði á røðini eru Christian og Marianna, ung og glað og pøst av gongd, sum eru farin burt- ur í óbygt at vitja vinfólk- ini. Og so verður veitsla gjørd í Dalhúsi, og hvør hevði ikki viljað verið fluga á vegginum har! Lýsingin er hugfangandi, tí hon býður lesaranum við til gævustund í lívi teirra, sum vit hava slíkan tokka til. Á hesi somu ferðini roynir Christian Matras seg eisini sum sílaveiði- mann, men tað var skilliga ikki har, hann hevði sínar stóru gávur, tí tá verturin nakað seinni fór at hyggja, hvussu gekst honum, sat hann hugaligur og bíðaði eftir fongi við tráðuendan, meðan maðkurin lá skorp- naður uppi á einum steini úti í ánni. Nei, her var einki at fáa, helt hann. Hann drap ikki livandi! Upp í hesa lítlu søgu kann skoytast tað, at Christian ikki var av handaligasta monnum, men so var tað so mikið betri, at hann hevði Mari- onnu, tí hon dugdi at kalla alt. Vevlærari hennara Hjørdis Bruun Schiøler hevur sagt um hana: “Hin føddi handverkarin, ikki bara í veving, men á øllum økjum. Kanska koma hesar gávurnar fram, tá ið ein er giftur við ein- um professara, ið livir í øðrum heimi. Hon negldi teir seymir, ið neglast skuldu í húsinum, tjøraði summarhúsið, málaði veggirnar og tók eina hond í, har tað var neyðugt - og umframt tað var hon gløgg, so alt legnaðist væl.” Christian hevur yrkt so- leiðis um lív teirra saman: “Vit livdu ár saman vit livdu lívið saman og gott var at vera menniskja” Fyri eini fimmogtjúgu ár- um síðani gingu vit bæði maðurin seint eitt summar- kvøld, í augusti mánaða var tað, og spákaðu niðri Á Bakkanum tey rópa, á Við- areiði. Kvøldið var silvitn- iskvøld, mjúkasta skýming um landið og áin slóg doyvandi ljóð út um fløtur. Sum vit koma fram við einum húsum, kemur út í túnið ein smádrongur um tey fimm árini, skóleysur í náttklæðum. Eitt sindur støplutur var hann á fótum, tóktist hálvsovandi ella hálvvaknaður. Hann kom yvir til okkara, hugdi uppá okkum fremmandu, linur og púra tryggur. Vit tosaðu eitt sindur við hann, so vendi hann við og stetlaði inn í grannahúsini, har ljós var í einum vindeyga. Vit gingu aftur, tosaðu ikki nógv, tí kvøldið var meira til tøgn enn til tos, men hendingin festi seg í sinni- num. Síðani er hesin lini smádrongurin í summar- náttini á Viðareiði ofta komin fram fyri meg, og tá serliga, tá eg lesi Viðar- eiðisyrkingar hjá Christian Matras. “Heima liggur lítl- in og svevur....” Eg haldi, at løtan lýsti ta kensluna, sum Christian bar við sær alt lívið, at heimið - bygd- in - er hjá tær altíð, og at heimið og heimurin allur eru neyvliga samanflættað í tilveruni allari. Christian yrkti frá heilt ungum árum. William Heinesen sigur frá ung- linganum Matras, sum tey tá róptu hann, at hann var nakað fyri seg sjálvan, tí hann yrkti. Christian hevur sagt frá einastaðni, hvønn týdning tað hevði fyri hann at fáast við skaldskap longu tá. Her snýr tað seg um týðingar, sum hann eisini tíðliga fekst við. Hann sigur soleiðis: “Hug- urin at flyta yrkingar úr øðrum málum yvir í føroy- skt kyknaði tíðliga upp í mær. Longu meðan eg var skúladrongur í Havn fór eg at royna meg í hesum kynstrinum.” ....”hesar royndir eru ikki til long- ur.Helst hava tær verið hálvvánaligar, men eg minnist, hvussu fegin eg var tá, tá ið eg helt okkurt í hesum royndum bera á brá at líkjast sonnum skaldskapi.” Hann var ungur, tá hann lat frá sær fyrsta yrkinga- savnið og hann helt fram at yrkja til ellisár. Hann hevur verið yndisskald mítt, síðani eg fór at leggja nakað í at lesa yrkingar, og nógvar yrkingar hansara eru fólkaogn. “Hatta kann bara Christian”, segði maður, sum stóð tætt hjá mær í fólkamongdini eina Ólavsøkunátt á Tinghús- vøllinum, tá vit júst høvdu sungið “Dimmið”. Yrking- ina sum næstan hvørt mansbarn í Føroyum kenn- ir og dugir. Hin stilli anda- drátturin og hin fullkomna kvøldarhvíldin, sum er í hesi yrkingini, dregur og ger teg stillan í sinni. Onkur hevur sagt um Christian Matras, at hann var okkara ljósa skald, og sannleiki er í hesum, tí hann var skaldið við tí góða orðinum. Í eini yrk- ing eftir skaldið Karl Einarson Dunganon er eitt orð, sum eg onga aðrastað- ni havi sæð, sum ikki er í orðabókunum heldur. Helst hevur tað, sum maðurin sjálvur, íslendskan upp- runa. Tað er orðið hjarta- vit. Júst tað orðið gongur á meg, tá eg skal royna at lýsa ta sameining av skaldsligum viti, human- istiskum mildleika, gleði yvir lívið og tað tolsemis- lyndið, sum eyðkennir yrk- ingar Christians. Tað lýsir slíkt hjartavit úr teimum. Yrkingarnar hava, bæði í lyndi og innihaldi, í so máta boðskap, sum ber langt útum ta samtíð, tær vórðu yrktar í. Í hesum døgum, tá nýfascistikar rørslur spretta og nørast sum hundalond um heimin er ogn og andevni í reglum sum: “Ver góður maður menniskja nú vargar valda tíð, lat einki dálka gleðina av tí vit liva í ella í hesum reglunum, har hann júst signar tað, at vit menniskju eru ymisk: Tað er mítt fólk í brøgdum og í gerð sum er í huga mínum enn á ferð, var veikur ein, var annar verri við øll eiga tey við mær hin mikla frið. William Heinesen sigur í eini danskari sjónvarps- samrøðu, at “Godheden er menneskelivets mærkelig- este klenodie”, ella, at “tað góða er merkiligasti dýr- gripur í mannalívinum”, og í hesum ivist eg ikki, at teir báðir vinmenninir vóru samsintir. Yrkingar Christians eru prunkleysar, hann nýtir ikki orð, sum eru so stórs- ligin, at tey standa hálvtóm og rópa í verkinum. Hans- ara leitan eftir einfeldini ger, at tað, sum finnur náði fyri strongu sjálvsmeting hansara, stendur sterkt og ber miklan fong í sær. Tað sagda er einfalt og ríkt. Hvussu kanst tú betri lýsa kensluna av at vera loystur úr hafti, tá tú ert á fjøllunum ein summardag enn við at siga, at “likkan eitur klokkan tann, ið gongur undir ský”? Viðhvørt er tað, sum Christian brádliga sær inn á botn í tí, sum er innast í dulvitskuni, sum tá hann t.d. sigur: “Vit gera besta fongin, tá vit einki vita av, tá drýpur í várt minni tað løtan av óvart gav” og hesin sami dulvitsku- streymur rennur, tá hann leggur oyrað inn at náttúr- uni og hoyrir hana biðja seg geva henni orð og mál: Eg kendi ofta í mær rúmdargos í ómegd pipraðist sum minsta bos, tá aftur harðnaði í mær eitt lag, sum tú mær árla inn í oyrað kvað. Yrkingar Christians eru soleiðis, at øll kunnu kenna seg aftur í teimum, øll kunnu kennast við tað, sum hann yrkir um. Upp- runaheimur hansara er á Viðareiði, men yrkingarnar fevna um heimin allan og alt sum menniskjaligt er. Tað djúpt persónliga, sum samstundis ber øllum boð, er t.d. eisini í hesum reglu- num: Og ein meginmáttur í heimi nam onkuntíð við meg. Eitt nú eitt kvøldið undir Múla bø. Tá var mál hansara livandi kyrra og skapandi friður á tarastrond. Allastaðni í yrkingum Christians eru fólkini. Øll tey, sum vóru partur av lívi hansara. Tað eru ikki hetju- myndir ella romantiserað fólkalív. Tað eru gerandis- ligar lýsingar, sum, júst tí at tær eru so stillførar og ótil- gjørdar, gerast monumen- talar og standa meitlaðar í landslagsmyndini. Ein bar sín líggja út og setti á ein annan mann við hvørvistein eg sá, ein kona legði blik á grønan vøll – so hvønndagsliga livdi bygdin øll. Skyldskapur tykist her vera millum stóra mynda- høggara okkara Janus Kamban og Christian Matras. Hjá báðum sært tú arbeiðsfelagsskapin, lívs- felagsskapin og samhugan í mannalýsingini. Eg havi at enda hug til at nema við eina lítla yrking, sum stendur í savninum “Úr sjón og minni”. Hon eitur “Við Stóravatn”: Ein titandi titrandi silvurdansur á pinkualdum í vika á vatni fer at skyggja mær í minni til av er myrkt. Hendan smámynd av teim- um ørsmáu rørslunum í lítlum vatnsvika vísir okk- um skaldið, sum tók alt til sín, tað smáa sum tað stóra, sum drakk sær eyg- uni full og legði sær alt í geyma. Vit, sum nú eiga yrkingar hansara, kunnu gleðast og siga, at tíðin sannaði orðini í hesum lítla ørindi, tí sanniliga skygdi hesin titandi titr- andi silvurdansur í minni Christians Matras, til av var myrkt.