Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 21 gult cyan magenta svart 20 Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 Dagfinn Olsen Sum greitt varð frá í fyrra parti (Fræið, ið breiddi dansifrøi um landið), so høvdu dansiskeiðini hjá Rhodu Rubeksen við sær, at felagið Dansifrøi sá dagsins ljós í Havn í 1972. Sosialurin hitti nakrar av trúgvu limunum og eisini umboð fyri yngra ættar- liðið og næsta ættarlið av dansar- um. Limatalið vaks skjótt og dúg- liga varð dansað. Ikki bert í Havn, men eisini kring landið vitjaðu limir úr Dansifrøi at dansa. Hetta hevði við sær, at eisini kring landið fingu fólk hug at royna seg og savnast til dans. Mong dansifeløg stungu seg upp og eru tey flestu virkin enn. Soleiðis var Dansifrøi eitt fræ, ið bar ávøkst kring landið og dansifrøin smittaði og hevði við sær, at eisini onnur, enn lim- irnir í Dansifrøi, gjørdu av at trína dansin. Ferðirnar Árini gingu og limirnir dansaðu. Brátt fór hetta við ferðum út um landoddarnar at taka seg upp og Dansifrøi fekk eisini vitjanir. Í 1976 var tann fyrsta av mongum uttanlandsferðum. Ferðin gekk til Danmarkar og Dansk Vandrelags Folkedansfor- ening. Sum takk fyri væleydnaða ferð til Føroya, hevði DVL bjóð- að limum í Dansifrøi at vitja. Á ferðini í Føroyum í 1974 skipaðu limirnir í Dansifrøi fyri privatari gisting. - Útlendsku gestirnir vistu lítið um Føroyar, og tað hevur fyri stóran part verið galdandi, tá vit hava havt vitjanir, sigur Erling Jørgensen og Osvald og Eyðleyg Hansen taka undir við honum. Men í 1976 skuldu føroysku dansararnir sína fyrstu ferð út um landoddarnar og at vitja DVL. Eitt ferðalag, ið taldi 26 limir, fór av Havnini við Ms. England til Esbjerg tann 28. juli 1976. Rhoda og Marius Rubek- sen høvdu verið á dansiskeiði í Skotlandi og tóku ímóti í Esbjerg og síðani gekk leiðin við toki til Keypmannahavnar. DVL hevði skipað fyri dansi- kvøldum og veitslu, umframt áhugaverdum útferðum. Stundir vóru eisini at fara í Tivoli og til eitt dansikvøld á Lorry. Ferða- lagið var aftur í Føroyum tann 10. august. Troytt men fegin. Einki orkestur Á aðalfundinum í 1977 kann staðfestast, at felagið framvegis hevur um 300 limir. Talið hevur seinni verið hægri. Nevnt verður á fundinum, at regluliga dansi- frálæran er ikki meira. Tí meta SEINNI PARTUR: Felagsskapurin Dansifrøi sá dagsins ljós í Havn í 1972. Í fyrra parti farna leygardag varð greitt frá byrjanini og søguni í stuttum. Komið er nú nakað longur og upp til okkara dagar í søguni um tey, ið savnast og fegnast um dansin. Dansifrøi – ikki bert dansur á rósum fleiri seg ikki duga dansirnar nóg væl. Mælt verður til, at tey, ið duga, hjálpa hinum. Annar trupulleiki, ið felagið hevur at dragast við, er tónleik- urin. Felagið hevur ongan fastan bólk at spæla. Mest verður dansað eftir tónleiki á bandi. Vandin er, at spælt verður upp í saman. Ársveitslan í 1979 er á Hotel Føroyum og 79 fólk eru á veitslu. Gott borðhald sum vant við røðum og sangi, stendur at lesa um borðhaldið í 25 ára minnisritinum. Spælimenninir Poul Jákup, Hjalti og Regin spældu eina løtu til dans, men annars varð dansað til bandaðan tónleik. Húsamálið Sum nenvt í fyrra parti, so hevur alt ikki bert verið ein dansur á rósum hjá limunum í Dansifrøi. Hotel Føroyar flutti av Konga- brúnni. Eftir hetta húsaðist felag- ið fleiri staðni og hugsanin tók seg upp um egin hús. Her skal í stuttum takast samanum, men hevur ein hug at lesa neyvari um málið, so er vert at kaga í 25 ára minnisritið um Dansifrøi. Mett varð, at felag við so nógvum limum, átti at havt egin felagshús.Ivaleyst var ætlanin at skipa so fyri, at húsini vóru karmur um øll tiltøk; dansikvøld, veitslur, dansifrálæru og onnnur tiltøk. Málið var fyrstuferð frammi á aðalfundi í 1973. Síðani aftur í 1975 og limagjaldið verður tá hækkað til 60 krónur um árið og avgjørt verður, at 20 krónur av limagjaldinum fara í ein húsa- grunn. Í 1977 verður limagjaldið sett til 100 krónur og ikki minni enn 60 krónur skulu setast í húsagrunnin. Í 1979 standa 50.000 krónur í Húsagrunninum. Sama ár ger býraðið av, at økið millum Ting- húsvegin og R.C. Effersøesgøtu skal leggjast av til býarhús. Fleiri feløg eru áhugað í at byggja og hava samband við býráðið. Ætlanin er so, at tey sjálvi, ella saman við býráðnum, kunnu byggja hús. Feløgini, ið høvdu søgt grundøki, vóru Disko-tek-klubbin, Jazzfelagið, Skansastova, Dansifrøi og Bridgefeløgini. Býarhúsið varð ongantíð bygt, men skuldi ætlandi standa nakað niðanfyri ”Mexiko”. Í 1982 verður avgjørt á aðal- fundi í Dansifrøi, at 40% av limagjaldinum skal setast av til húsini. Einki røkist fyri eini loysn. Eitt skifti er upp á tal at leiga kjallaran í nýggju Batmin- tonhøllini, men eisini hetta verð- ur av ongum. Heldur ikki kemur í lag fast leigumál við nýggja Hotel Føroyar. Árini ganga. Í 1990 er málið aftur frammi. Onkur mælir til at ogna sær grundøki til felagshús. Summi halda vera ov langt at fara niðan í Hoydalar, har felagið húsast í Studentaskúlanum. Á fundi verður limagjaldið hækkað til 150 krónur, harav 50 krónur fara í Húsagrunn. Skipað verður fyru lutaseðlasølu til frama fyri hús. Inn koma góðar 60.000 krónur netto. Seinni er eisini limaskapur í ÍSF á skránni, men einki kemur burtur úr hesum. Seinni fær Dansifrøi tilboð um grundøki við FK í Hoyvík, men tekur ikki av. Á aðalfundi 22. januar í 1995 hevur ein av stovnarum felags- ins, Eyðleyg Hansen, uppskot um at broyta lógina. Mælt verður til, at tilskrivað renta av peningi- num í Húsagrunninum kann nýt- ast til tiltøk og menning av felagnum – fyrst og fremst dansiskeið, ið er aðaltátturin í felagnum. Uppskotið verður samtykt. Meira peningur verður ikki settur í grunnin, men tó kann felagið ikki sigast at vera í fíggjarligari trongstøðu. Fitt av peningi er til rakstur og í Húsa- grunninum stendur meira enn ein hálv millión krónur. Málið um egin hús er eftir hetta ikki millum fremstu mál felagsins. Yngra ættarlið Joan Bláfoss er í dag 20 ára gomul og millum yngru limirnar í Dansifrøi. Samstundis er hon annað ættarlið. Tá mamman og pápin dans- aðu, fylgdi hon við úti við kant- in. Hon fekk síðan undirvísing og 16 ára gomul gjørdist hon limur. - Eg havi verið við síðani, sig- ur Joan, ið eisini sjálv undirvísir dúgliga. Hon heldur, at ov fá ung eru við, men hon er við sínum 20 árum ikki yngsti limurin. Joan, Eyðleyg og Osvald Han- sen og Erling Jørgensen eru samd um, at tað gongur væl í felagnum í løtuni. Um 200 virk- nir limir eru. Har ímillum eisini tey, ið byrjaðu felagið. Tó er áhugin altíð ójavnur og soleiðis er eisini í feløgunum kring land- ið. Í 1990 var dansistevna í Havn, har øll dansifeløgini savnaðust. Síðani hevur verið skift til ymisk støð í landinum og í 2000 hittust aftur um 400 fólk í Havn. Hóast áhugin er ójavnur, er Dansifrøi støðugt felag, ið hvílir í sær sjálvum, meta Eyðleyg, Osvald og Erling. Tey siga, at vanligt hevur verið at hildið rundar dagar hjá felagum, og so- leiðis verður helst eisini, nú brátt 30 ár eru síðani stovnandi fundin 25. januar í 1972. Keldur: Prát við limir í Dansifrøi Dansifrøi 25 ár, minningarrit. Erhard Jacobsen ritstjórnaði (1997) Osvald og Eyðleyg Hansen, Joan Bláfoss og Erling Jørgensen Dansifrøi hevur gjørt nógv við at ferðast. Bæði innan- og uttan lands. Eisini hava vitjandi verið Føroyum. Ein serlig vitjan var, tá russisk børn vitjaðu og dansaðu í Føroyum Dagfinn Olsen Ferðin í Føroyum var ógloym- andi fyri russisku børnini. Og somuleiðis fyri føroysku vertir- nar. - Fyri fáum árum síðani vitjaðu børn úr Russlandi í Føroyum. Ferðin kom í lag, eftir at ein fuglfirðingur hevði sæð tey dansa í Danmark. Hann ynskti, at tey skuldu koma til Føroya at dansa. Hann setti seg í samband við Mads Winther, lim í Dansifrøi, greiðir Erling Jørgensen frá. Erling Jørgensen ringdi vegna Dansifrøi til garðin Dines Mindes Venner, ið hvørt ár bjóðar russisku børnunum at halda summarfrí í Danmark. Hesi sendu eina sjónbandaupp- tøku til Føroya. - Og so var eg seldur, sigur Erling. Eini 40 børn millum 8 og 17 ár komu til Føroya, umframt 10 vaksin. Og hetta gjørdist ógloymandi fyri allar partar. Framúr dansarar á vitjan og gestirnir fingu ógloymandi upplivingar. - Russisku børnini siga takk fyri ógloymandi dagar í Føroy- um og Dansifrøi møtti stórari vælvild í Føroyum í samband við at fyriskipa ferðina og vit takka limum, fyritøkum og einstaklingum, sigur Erling Jørgensen, ið fegin minnist aftur á hesa vitjan. Russisk børn á vitjan