Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. januar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 23 22 Sosialurin Nr. 9 - 13. januar 2001 Meinhard Jensen Tað er ikki lætt at viðgera Woody Allen í føroyskum blaði, tí mær vitandi hevur eingin filmur hjá honum verið at sæð í kommersi- ellu biografunum í nýggj- ari tíð, og bara hendinga filmur fæst til leigu. Teir eru tó stundum at síggja í sjónvarpi, eins og Films- felagið í sínari tíð plagdi at vísa onkran. Flestu fólk hava eina hugmynd av, hvat ein Woody Allen filmur er. Tað er ein filmur um ein fráskyldan, ørkymlaðan rithøvund, sum stríðist við meiningina við lívinum. Og so plaga fólk at siga, at antin hatar tú hann, ella elskar tú hann. Men hatta er ikki meir enn eitt sindur satt. Ein filmur er ikki ein annar, og tað eru altíð nýggjar søgur og nýggir vinklar. Men tað er satt, at summi elska hann meir enn onnur, og tey eru ofta serliga glað fyri tað Woody Allenska í einum filmi. Hesaferð er tað Woody Allenskt skemt, hugleiðingar um forholdið millum lív og list, sum vit kenna tað frá Celebrity og Deconstructing Harry, t.d. og so nakrir moralskir spurningar, t.d. um úrmæl- ingurin kann velja listina fram um, tá moralurin noyðist at lúta. Næstan hvørt ár kemur ein Woody Allen filmur í biografarnar. Ofta gongur ein løta, áðrenn teir koma til Danmarkar, men teir koma allir fyrr ella seinni. Í ár hava tveir havt premi- eru í har. Tann fyrri æt Celebrity við m.a. Leo- nardo Di Caprio og Kenneth Branagh. Hann er ikki heilt nýggjur, tí scen- urnar við Leonardo eru upptiknar áðrenn Titanic. Tann filmurin hoyrir til tað slagið av Woody Allen filmum, sum Woody ikki spælir við í sjálvur. Men høvuðsleikluturin (Kenneth Branagh) var ein Woody Allen leiklutur, eins og høvuðsleikluturin í Bullets over Broadway (John Cusack) næstan var so Woody Allenskur sum til ber. Nýggi filmurin Seinasti Woody Allen filmurin, Sweet and Low- down, líkist á fleiri økjum nógv frá øllum Woody All- en filmunum, sum eg havi sæð. Í fyrsta lagi hugsar høvuðspersónurin ikki so djúpt um tilveruna. Tað er týðiligt, at okkurt gongur í honum, men hann hugleið- ir ikki so orðaríkt, sum Woody Allen vanliga ger. Í øðrum lagi er hann ikki rithøvundur. Og tað er Sean Penn, sum spælir. Sean Penn liggur rættiliga langt frá Woody Allen, sum vit kenna teir á filmi. Søgan Sweet and Lowdown (Dur og Mol á donskum) er søg- an um guitarúrmælingin Ray Emmet, sum spældi jazztónleik fyri fólki undir depressiónini í USA í 30árunum. Filmurin er gjørdur sum ein doku- mentarfilmur, sum hevur til endamáls at finna fram til, hvør Ray Emmet í grundini var. Inn í millum kemur Woody Allen sjálv- ur og nakrir tónleikaser- frøðingar inn á skíggjan at siga onkra lítla søgu, sum teir vita at siga, og síðani tekur filmurin yvir og sig- ur, hvussu leikur fer. Tað gerst skjótt greitt, at persónurin fyrst og fremst er ein mýta, og dentur verður í heilum lagdur á, at tað er ikki vist, hvussu álítandi søgurnar eru. Søgugongdin er, at Emmet Ray og ein felagi hansara fara út at finna sær gentu eitt kvøldið. Teir finna tvær, men semjast ikki um, hvør skal hava hvørja. Tað verður til tað, at Ray fær ein stumma gentu, Hattie, og tey gerast par. Hann er góður, men ikki altíð so penur, við hana. Tey hava tað upp og niður. Ringast er, at Ray ikki dugir við pengum, og so drekkur hann so illa og møtir illa upp til konsertir. Henda søgan endurtekur seg so við eini aðrari kvinnu. Høvuðspersónurin Ray Emmet verður lýstur sum eitt loyndarmál. Vit fáa at vita, hvussu ótrúliga væl hann dugir at spæla guitar, men eingin dugir at fata hví. Hann er ikki ser- liga skilagóður,dugir ikki so væl við fólk og er hvørki serliga trúgvur ella ella áhugaverdur at vera saman við. Fríðtíðin fer til at skjóta rottur í buchwald, drekka og at hyggja at tok- um, sum koyra framvið á jarnbreytarstøðini. Tá tú so leitar í persóninum eftir tí, sum ger hann til úrmæling, hevur tú bara eitt loyndar- mál. Frásøgutekniskt er tað snilt, at seinna konan, sum er spæld av Uma Thurman, fær sama leiklut sum hyggjarin og Woody Allen sjálvur. Hon er nevniliga høvundur, og alt er re- search fyri hana. Hon fær sær Ray Emmet, tí hon vil vita, hvat tað er, sum býr aftanfyri tann stóra úrmæl- ingin. Tað mesta sær ba- nalt út, men hon roynir at finna ein djúpari týdning í tí sum hann ger, helst tí, at hon er so púra tikin av fót- um, tá hon hoyrir hann spæla. Tí er tað áhugavert, at hann skjýtur rottur og hyggur at tokum. Hvat tað sýmboliserar at skjóta rott- ur, kunnu vit bara hugsa okkum, men fyri Ray býr onki undir. Hann er barns- liga undirhildin av tí og kundi aldri sæð seg sjálvan sum eina rottu. Tá konan so spyr hann, hvat tað er við tokum, og sjálv gevur sítt boð, sum fleiri hyggj- arar eisini gera, so ørkyml- ar tað, at Ray ongantíð hevur hugsað, at tað skal hava nakra merking. Hon- um dámar tað, og tað er bara tí. Tað er partur av gátuni um úrmælingin, at hann ikki reflekterar. Sjálvur heldur hann seg vera næstbesta guitarleik- ara í heiminum (Django Reinhardt er betri), og tað lyftir hann upp um onnur menniskju. Tónleikur Nú snýr filmurin seg um ein tónleikaúrmæling frá tríatiárunum, og tú skalt ikki hoyra nógvar sangir frá teirri tíðin, fyrr enn tú hoyrir orðið “train” nevnt. Freistandi er at halda, at úrmælingurin veruliga er á lívi, tá hann sær eitt tok, nevniliga tí hann fatar dýpdina í tí, sum tokið út- trykkir. At hann ger tað spontant og tí ikki nýtist at hugsa. Men kanska er hann bara barnsligur. (Tokið koyrir m.a. gjøgnum sangirnar I’m So lonesome I Could Cry hjá Hank Williams, Mystery Train, sum vit kenna best frá Elvis, Waiting for a Train hjá Jimmie Rodgers og It Takes a Lot to Laugh, It Takes a Train to Cry hjá Bob Dylan. Tað koyrir oft- ast seint á kvøldið og talar um einsemi, burturferð, sakn og tungsinni.) Tað er alment kent, at Woody Allen er sera áhug- aður í (serliga) jazz tón- leiki, og at hann spælir sjálvur, klarinett, haldi eg. Í musical hansara, Every- one Says I love You, er tónleikurin eitt berandi element, og tað er hann so aftur hesaferð, í Sweet and Lowdown. Fleiri passagur í filminum eru, at Ray Emmet, stundum sjálvur, stundum saman við orkes- tri, situr og spælir. Onkur kønur á økinum sigur, at tónleikurin veruliga er á sera høgum støði og væl í tráð við tað, sum teir spældu í 30árunum. Sean Penn er ikki guitarleikari sjálvur, men hann lærdi at látast sum um til filmin. Dámar tær ikki Woody Allen ella Sweet and Low- down, so er Hattie tó pengarnar verd. Hon vísir okkum aftur til stumfilm- in, tá kroppur og andlit søgdu tað, sum skuldi sig- ast. Hon hevur eitt ótrúligt úttrykk. FILMUR IN ABSENTIA. Í tveimum greinum viðger Meinhard Jensen úr Gøtu eitt úrval av nýggjum filmum, sum hóast týdningarmiklir í altjóða filmslist, ikki funnu vegin higar í undanfarna ári. Í fyrru greinini viðgjørdi Meinhard filmar hjá brøðrunum Cohen og Wim Wenders. Í hesi seinnu greinini verða filmarnir “Sweet and lowdown” hjá Woody Allen og “Wonderboys” hjá Curtis Hanson viðgjørdir Vakurt og dapurt - Woody Allen filmur um tónlistaúrmæling Meinhard Jensen Wonder Boys varð undansýndur í Keypmannahavn mentanarnátt- ina, sum var í oktober. Hann gekk ikki, fyrr enn klokkan var farin av midnátt, men eg visti, at nýggi Bob Dylan sangurin var á ljóðsporinum, og at leikstjórin, Curtis Hanson, eisini stóð aftan- fyri L.A. Confidential, so tað kundi verið stríðið vert. Wonder Boys kundi ljóðað sum eitt væltrimmað dansilið, men tað er heldur tvørturímóti. Heitið, Wonder Boys, talar um dreingir, sum undrast ella eru at undrast á. Filmurin snýr seg um tey, sum skriva bøkur, lesa bøkur og geva bøkur út og umhvørvið, sum fylgir við. Søga og tema Michael Douglas er í høvuðs- leiklutinum sum Grady Tripp. Hann er ein miðaldrandi enskt- lærari, sum hevur ein rotnan dag. Konan er rýmd frá honum, frill- an er við barn, og hann ger seg óvart og óbeinleiðis inn á ognir hjá manni hennara. Fyri sjey árum síðan skrivaði hann ein bestseljara, men fær ikki givið útaftur. Hann er uppi á fleiri enn tveytúsund síðum, sum ikki vilja hanga saman. Og henda sama dagin kemur forleggjarin til býin og vil síggja úrslit. Filmurin byrjar við, at Grady Tripp er í tíma, og tað eru bara tvey, sum síggja út til at hava hug á bókmentunum, og tey bæði eru ikki tey best dámdu. Um kvøldið er bókastevna á skúlanum. Aftaná stevnuna er veitsla heima hjá skúlastjóra- num, sum eisini er frillan hjá Grady. James, bókmentadrong- urin í flokkinum (Tobey Mag- uire), troppar upp. Hann og lær- arin koma út fyri eini kreppu og fáa okkurt at krógva, bæði fyri skúlastjóranum, manni hennara og løgregluni. Og teir gerast vinir. Her byrjar veruliga søgan í filminum, sum er sambandið millum lærara og næming; upp- steðgaða høvundan og unga úr- mælingin. Báðir hava okkurt, sum hin kundi hugsað sær, og hvørgin er serliga glaður fyri sítt egna. Bond Bandið millum Grady og James kann sigast at vera kjarnin í søg- uni, men søgan spinnur eina heila nót av sambondum millum persónar. Millum reglurnar fata vit, at persónarnir hava mist okk- urt á vegnum. Sum heild er ein djúpur undirtóni av einsemi, ið undirbyggir leitanina hjá persón- unum. Sum ein rættur rithøvundur fær Grady epileptisk anføll og sær sjónir. Sjónirnar hava við lívið hjá sær at gera. Einaferð svímar hann undir eini stand- mynd av Mariu, og andlit henn- ara umbroytist til mammu hans- ara. Hetta gevur okkum innlit í sálina hjá honum. Universið í filminum er ógvu- liga postmodernistiskt. Persónar- nir kenna ikki seg sjálvar, og onkur ivast í, hvat kyn hann er. Fólkini knýta seg bara til onkran, og fyri tað mesta sær tað út til at vera úttrykk fyri sakn og hjálpar- loysi. Onkur kundi havt hug at funnist at endanum á filminum, men sæð í hesum ljósi hevði tað næstan verið synd at latið tað endað øðrvísi. Hetta rótloysið er ein drift hjá tí skrivandi, sum vil gera eina søgu, sum er betri enn lívið, og kanska vinna sær ein identitet. Botnurin Filmurin hevur dám sum ein tungur bluesari. Tað gongur illa hjá flestu persónum, og fleiri draga stóra skyld oman yvir seg. Men tað er altíð sagt við einum smíli, sum ger filmin stuttligan. T.d. tá ein hundur doyr, sum ann- ars bara fólk sleppur at doyggja í filmum, og verður krógvaður í bagasjurúminum í einum bili. Hundurin umboðar alt tað, sum persónarnir hava at krógva hvør fyri øðrum og gerst bókstavliga eitt lík í lastini. Tað er sjáldsamt at ein deyður hundur kann fáa so sigandi leiklut í einum filmi. Besta senan er, tá Grady kem- ur heim seint um kvøldið aftaná ein kiksaðan dag. Húsið er her- tikið av einum balli, og tað er ongastaðni, hann fær hvílt seg. Not Dark Yet hjá Bob Dylan spælir undir, og tað fullfíggjar dámin. Michael fer út um, út í regnið, at ringja til fólk í vón- leysari roynd at finna eitt heim í verðini. Og Dylan syngur “It’s not dark yet / But it’s getting there.” Leikarar Frances McDormand er skúla- stjórin í filminum. Hon vann ein Oscar fyri at spæla løgreglu- kvinna við barn í Fargo. Í hesum filminum hevur leiklutur henn- ara ikki so nógv kjøt á, at hon fær útviklað nakað stórt. Tobey Maguire er kendur frá Cider House Rules, Pleasant- ville, The Ice Storm og Everyone Says I Love You. Hann hevur út- viklað seg meir og minni til karakterleikara. Í øllum filmu- num, sum eru nevndir, hevur hann foreldratrupulleikar, tykist álvarsamur og einsligur og tosar rættiliga róliga og gjøgnum- hugsað. Hetta er helst hansara, og tað riggar væl. Men hann er ungur enn, og tað er vanligt fyri- brigdi, at sjónleikarar ræðast at falla ov nógv í karakter og tí rea- gera ímóti. Stundum hepnast tað væl, stundum ikki. Í Falling Down byrjar Michael Douglas ein truplan dag í tra- fikkproppi og irriterast av eini flugu. Hetta vindur upp á seg, og hann endar við at sorla lívið hjá sær sundur og drepa fólk. Í tí filminum sást, hvussu ein dagur kann pilka persónsmenskuna niður. Í hesum filminum hevur hann aftur ein ringan dag, men fær høvi at búnast. Michael Douglas er ikki altíð góður, og leiklutirnir eru ikki altíð so spennandi. Hesaferð hevur hann nýggjar uppgávur og hevur neyvan verið betri. Nýggi Bob Dylan sangurin í filminum eitur Things Have Changed. Hann er frá upptøku- num til 1997 útgávuna Time Out of Mind, men er fyrstu ferð givin út í sambandi við hendan filmin. Wonder Boys - filmur við Michael Douglas um bókmentaheimin