týsdagur 10. oktober 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 195 - 10. oktober 2006
tíðindi
Gerhard Lognberg er
framvegis ikki fyri,
at revsilógin verður
broytt, soleiðis at tey
“kynsligur samleiki”
verður skoyttur uppí.
- Løgmaður og eg
eru als ikki samdir
í hesum málinum,
sigur Gerhard
REVSILÓGIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sosialurin hevur ringt til
Gerhard Lognberg og spurt
um hansara viðmerkingar,
nú Jóannes Eidesgaard, løg
maður og formaður í Javnað
arflokkinum, hevur skrivað
eitt lesarabræv, har ið hann
veitir sín stuðul til tey sam
kyndu. Hann eftirlýsir, at tey
samkyndu verða vard í revs
ilógini, soleiðis at tað ikki
verður loyvt at happa, hótta
ella niðurgera fólk orsakað
av teirra kynsliga samleika.
Hevur somu støðu
- Ja, eg havi lisið lesarabrævið
hjá løgmanni. Men eg havi
somu støðu. Eg haldi ikki, at
tað er neyðugt, at ein serstak
ur bólkur verður vardur fram
um onnur, heldur Gerhard
Lognberg.
Hann harmast tó hend
ingarnar í seinastuni, tá ið
samkynd eru vorðin útsett
fyri harðskapi.
- Summi fáa tað at ljóða,
sum at eg eri fyri, at fólk
verða forfylgd. Tað eri eg
als ikki. Fólk eiga ikki at
verða forfylgd, og tá ið onk
ur fremur harðskap á ein
annan, so skal brotsmaðurin
revsast fyri tað.
Gerhard er greiður í síni
støðu, og hann er ikki at
vika, hóast nógvir av hansara
floksmonnum ikki hava
somu støðu sum hann.
- Løgmaður má sjálvur um
tað, sum hann hevur skrivað.
Vit báðir eru als ikki samdir í
hesum málinum, og tað hava
vit ongantíð verið. Hetta má
vera nakað, sum hvør persón
ur sjálvur skal taka støðu til.
Eg fari ongantíð at góðtaka,
at flokkurin tekur støðu fyri
meg, slær Gerhard fast.
Ikki tørvur á lóg
Gerhard heldur tó, at tey
samkyndu skulu verjast
móti harðskapi eins og øll
onnur fólk. Hann undrast á
úttalilsi frá løgreglumanni
um, at teir ikki kunnu verja
tey samkyndu.
- Tey eru vard av harðskaps
lógini eins og øll onnur. Tað
er ikki loyvi at leypa á fólk,
og um onkur ger tað, so skal
løgreglan taka viðkomandi.
Gerhard roknar ikki við,
at motivið er at fáa tey sam
kyndu vard.
- Motivið er at gera hatta
nattúrligt. Tey royna at lirka
teirra sak spakuliga í gjøgn
um bakdyrnar.
Góðtekur ikki at flokkurin
tekur støðu fyri seg
REVSILÓGIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Sosialurin setti seg í sam
band
við
Henrik
Old
fyri at fáa hann at gera
viðmerkingar til lesarabræv
ið hjá løgmanni, men hann
hevði einans fylgjandi at
svara:
Góðan dagin. Hetta er
frá Sosialinum.
Okey!
Eg ringi í samband
við lesarabrævið hjá løg
manni...
So hevur tú fingið skeivt
nummar. Hetta er Henrik
Old. Tú skalt hava fatur í
løgmanni!!
Eg ætlaði einans at fáa
teg at gera viðmerkingar
til lesarabrævið hjá løg
manni.
Nei, eg eri í heystferiu,
og eg havi onnur ting at
gera. Eg havi als ikki lisið
lesarabrævið hjá løgmanni.
Men um eg nú endurgevi
okkurt úr lesarabrævinum.
Kanst tú gera viðmerkingar
til tað, ella hevur tú
ongar viðmerkingar til
almenningin í heystfrítíð
ini?
Nei, tað vil eg ikki. Eg
havi onnur ting at gera.
(samtalan liðug)
Henrik Old ongar viðmerkingar í heystfrítíðini
Henrik Old vil ikki gera viðmerkingar til lesarabrævið hjá løgmanni, tí at hann er í heystfrítíð, og hann hevur annað at gera.
Hann hevur als ikki lisið lesarabrævið hjá løgmanni
- Tey eru vard av harðskapslógini eins og øll onnur. Tað er ikki
loyvi at leypa á fólk, og um onkur ger tað, so skal løgreglan taka
viðkomandi, sigur Gerhard Lognberg um tey samkyndu