Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. oktober 2006 7 tíðindi Klokkan 12.30 hevði At­lantsflog tíðindafund á Flogvøllinum í Vágum. Á fundinum lutt óku Krist­ ian Andreasen, nevndar­ for­maður í Atlantsflog, Marius Davidsen, fíggjarstjóri og Jóhan í Niðristovuð, flogovasti. Teir greiddu frá van­ lukk­uni í morgun, og svar­ aðu annars eftir føri­muni spurningum, sum fjøl­ miðlarnir sett u. Men tað var ógvuliga avmarkað, hvat teir fingu sagt. Tað var tó við stórari sorg, at teir staðfestu, at eitt av teirra flogførum var farið út av breytini, at eldur kom í og at trý at teimum 16 umborð hava latið lív. - Vit hava onga frágreið­ ing uppá hvat er hent, og vit kenna onga orsøk enn, greiddi Kristian Andreassen frá. - Allir avvarandi mynd­ ug­leikar hava fin­gið boð, somuleiðis hava tey av­ varðandi at teim­um um­borð, greiddi nevndar­formaðurin í Atlantsflog frá. Flogfarið sum í dag fór út av er tað elsta flogfarið hjá Atlantsflog, men á tíð­ indafundinum staðfestu tey, at tey hevði onki at gera við nógv umrødda flapsflogfarið, sum hevði trupulleikar her fyri. - Ongin óvanlig boð komu úr torninum áðrenn, og ongin tekin eru enn um, hví tað endaði so galið, segði Kristian Andreassen. -rwd Ongin frágreiðing Teir skuldu við flogfarinum Gekk sum tað skuldi hevði verksmiðjustjórin á Leirvik MC, Bjørn Arne Njøs ferðaseðil við flogfarinum. - Eg skuldi við flogfarinum á ein fund í Molde. Nú fari eg ikki at seta meg aftur í eitt flogfar. - Beint nú siti eg bara og hugsi um tey, sum helst eru inni í brennandi flogfarinum, sigur Bjørn Arne. Eitt annað ferðafólk, sum eisini skuldi við sama flogfari – Sigmund Brakedal úr Bømlo – greiðir soleiðis frá: - Flogfarið megnaði ikki at steðga. Eg gerist stúrin, tá eitt flogfar ikki megnar at steðga. sb. Eingin peningur til flogvøllin Flogvøllurin á Stord fekk ikki pening á norsku fíggjarlógini 2007, hvørki til nýtt flogtorn ella sløkkistøð. Stord kommuna eigur 79% av flogvøllinum, og fylkiskommunan í Hordalandi restina. Tá fíggjarlógin varð løgd fram var eingin peningur játt aður til flogvøllin, og tað var heldur ikki sagt nakað um at umsóknin uppá 28 mió. kr. ikki varð játt að. Sagt verður, at flogvøllurin á Stord lýkur ikki dagsins krøv til eina sløkkistøð. Flogvøllurin lat upp í 1985. Breytin var tá 1080 metrar. árunum 1996-97 var breytin longd við 1460 metrum. Nýggjur terminalur varð tikin í nýtslu fyri fimm árum síðani. Mett verður kortini at tornið er í lægra lagi til tey stóru flogførini sum nú lenda her. - Alt var sum tað átti Svenskur flogskipari lendi við einum flogfari hjá Atlantsflogi 20 minutt ir áðrenn vanlukkurakta flogfarið. – Eg skilji ikki hvat gekk galið, sigur hann við norskar fjølmiðlar. Sven Erik Strandberg sigur, at alt gekk sum vanligt tá hann lendi við sínum flogfari um átt a-tíðina í morgun. - Alt sá vanligt út og líkindini vóru góð. Har var eingin vindur og flogfarið var ikki serliga tungt. - Vit hava jú flogið her mangar ferðir áður, men breytin sjálv er heldur stutt , sigur hann. Hann tosaði við flogskiparin á vanlukku-flogfarinum eftir tilburðin: - Hann og 2. stýrimaðurin komu sær út gjøgnum neyðútgongdina. Hett a er ikki serliga hugaligt hjá okkum, sigur Strandberg. Hann vil kortini ikki upplýsa, hvat flogskiparin segði: - Hann var ov skelkaður til at siga nakað! sb. Frá tíðindafundinum á middegi, har greitt varð frá syrgiliga hendingini í Strod - vinstrumegin Marius Davidsen, fíggjarstjóri Christian Andreasen, nevndarformaður og flogskiparin Johan í Niðristovu Mynd: Høgni Thomsen Alt virksemið á flogvøllinum varð merkt av vanlukkuni í Noregi. Flaggið var í hálvari stong Mynd: Høgni Thomsen