týsdagur 10. oktober 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 195 - 10. oktober 2006
tíðindi
- Eg hoyrdi bara ein
øgiligan brest. Og tá
sá eg at eldur var í
flogfarinum, greiðir
eitt eygnavitni frá.
Enn er ikki greitt,
hví eitt flogfarið hjá
Atlantsflogi við 16
fólkum umborð fór
út av breytini við flog
vøllin í Stord
FLOGVanlukka
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Stord: Flogfarið fekk av ein
ihvørjari orsøk ikki steðgað,
og endaði uttanfyri vøllin,
har eldur kom í tað.
Umborð á flogfarinum
vóru 16 ferðafólk, og sum
skilst hava trý teirra latið
lív í vanlukkuni.
Talan er um eitt flogfar
hjá Atlantsflog, sum flýgur
fólk sum arbeiða fyri Aker
Stord, og sum er í rutu
til Ormen Lange uttan fyri
Molde.
Roykur
Fyrstu boðini um flogvan
lukkuna komu longu kl. 6:35
í morgun. Tá varð sagt, at
eitt flogfar var farið út av
breytini á flogvøllinum.
Seinni vórðu tíðindini
váttað, - at eitt flogfar hjá
Atlantsflogi var farið útav
breytini og at roykur sást
hagani.
- Flogfarið er farið beint í
jørðina, segði eitt starvsfólk
á flogvøllinum beint eftir
hendingina.
Viðkomandi legði aftrat,
at alt var kaos beint tá, og
at roynt var at fáa eitt yvirlit
yvir hvat var farið fram.
Flogfarið var á veg frá
Sola til Stord, tá vanlukkan
hendi.
Sum skilst kom eldur í
flogfarið beinanvegin. Sløkk
ilið og onnur komu skjótt
til flogfarið og byrjaðu at
sløkkja og fáa fólk út úr tí
brennandi flogfarinum.
Tað sá øgiligt út ta fyrstu
tíðina, og hálvan annan tíma
seinni logaði framvegis í
flogfarinum.
- Ta einu løtuna sá eg
bara velið. Restin var bara
roykur og eldslogar, greiddi
eitt eygnavitni frá.
Øgiligur brestur
Ein teirra sum var eygnavitni
til hendingina var 21 ára
gamli Lars Morten Nesse.
Hann býr í Foldrøyhamn
sum liggur beint hinumegin
sundið har flogvøllurin í
Stord liggur.
Hann sá allan tilburðin:
- Fyrst hoyrdu vit ein øgi
ligan brest. Tað var umleið
kl. 7:15 ella 7:20. Nú er
nógvur eldur at síggja.
- Fyri lítlari løtu síðani
hoyrdi eg tveir ógvusligar
brestir, segði hann við VG
Nett, fáar minuttur eftir van
lukkuna.
Hann kundi beint tá
síggja ein sløkkiliðsbil og
tveir sjúkrabilar standa á
flogvøllinum.
Eldur
Eitt annað eygnavitni – Anne
Bærøy – sum býr í Siggjarvåg
hinumegin fjørðin við flog
vøllin hoyrdi eitt løgið ljóð
og leyp beinanvegin yvir
móti vindeyganum.
- Tá sá eg at eldur var í,
sigur hon við bt.no.
Og norska tíðindastovan
NTB hevði fatur á einum
manni, sum við stjørnukik
ara fylgdi drama’inum á
flogvøllinum.
Hann greiddi frá einum
eksplosjónseldi við ógvus
ligum eldslogum.
- Tað var ein øgiligur
brestur, og so sóust logarnir
beinanvegin. Tað vóru sera
stórir eldslogar, sum fóru
einar 50 metrar upp í loft.
- Logarnir eru teir størstu,
sum eg nakrantíð havi sæð,
segði Frode Pletten við
NTB.
Ógreitt hví flogfarið ikki steðgaði
Stjórin í Atlantsflog,
Magni Arge, váttar, at trý
fólk lótu lív í vanlukkuni.
Talan er um tvey av ferða
fólkunum og ein av mann
ingini
FLOGVanlukka
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
- Tað er við stórari sorg, at vit
kunngera at flogfar okkara av
slagnum hevur verið fyri tí van
lukku at koyra út av breytini á
flogvøllinum í Stord, sigur stjórin
í Atlantsflogi í tíðindaskrivi.
Vanlukkan hendi kl. 7.35 lok
ala tíð. Tíggju ferðafólk og trý
sum mannaðu flogfarið, sluppu
frá vanlukkuni við lívinum og
eru á sjúkrahúsi.
Tey trý fólkini, sum vóru sakn-
að eru nú funnin og hava latið
lív. Talan er um tvey ferðafólk
og eitt av manningini.
Norska løgreglan segði á
tíðindafundi beint áðrenn dead
line okkara, at nøvnini á teimum
deyðu ikki fóru at verða kunn
gjørd, fyrrenn øll avvarðandi
vóru kunnað um støðuna.
Við flogfarinum vóru 12 ferð
afólk, og manningin taldi 4. Av
teim 12 ferðafólkunum vóru: 11
norðmenn og ein útlendingur.
Manningin taldi tríggjar føroy
ingar og ein dana.
Umboð fyri Atlantic Airways,
Havaríkommisiónina og Statens
Luftfartsvæsen eru á veg til van
lukkustaðið.
Norska
kriminalløgreglan
kannar í løtuni flogfarið, og tí er
ikki gjørligt hjá tíðindatænastuni
at nærkast vanlukkuøkinum.
Trý fólk lótu lív
Bara velið á flogfarinum sást undan roykinum og eldinum, tá flogfarið fór út av breytini á Stord flogvøllinum í Noreg