Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 195 - 10. oktober 2006 9 tíðindi Jørgin Gunnarsson býr í Bremnes á oynni Bømlo, sum liggur vestur um sundið ein hálvan tíma frá flogvøllinum. – Tað er heilt ófatiligt, at slíkt hendir í fagrasta veðrið og í besta sýni. Her er ikki eitt skýggj á luftini og hitin liggur um 15 stig, sigur Jørgin Gunnarsson úr telefonini úr Bremnes, sum liggur sera tætt við flogvøllin Stord. Vanlukka Rólant Waag Dam Tað tekur ein hálvan tíma at koyra til flogvøllin frá Bremn­ es, har Jørgin býr, kortini sá hann sjálvur hvørki royk ella eld har frá, sum hann býr. – Á síðuni, vit búgva á, sóu vit onki, men á hinari síðuni, sum er ímóti flogvøllinum sóu tey nógvan royk og eld, greiðir Jørgin Gunnarsson frá, og sigur hann eisini, at nógv­ar av myndunum, sum eru at síggja á norskum heim­ a­síðum frá vanlukkuni, eru tikn­ar av tí síðuni á oynni. Tá Jørgin Gunnarsson hoyrdi tíðindini í morgun grun­aði hann beinanvegin ilt. – Tá eg sá tað í sjón­varp­i­ num, hugsaði eg beinanvegin um Atlantsflog. Henda rutan teir hava flogið her, hevur ver­ ið so hent og hevur hon givið sam­fel­ag­num her nógvar møg­u­leik­ar, sigur Jørgin Gunn­ars­son úr telefonini úr Noreg. Sven Erik Strandberg er flogskipari og basuleiðari hjá Atlantsflogi. Bert fáar minuttir áðrenn flogvanlukkuna lendi hann á flogvøllinum í Stord og við sama slagi av flogfari – BAE-146/200. FLOGVanlukka Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sambært Strandberg vóru líkindini at lenda sera góð, tá vanlukkan hendi. Tá hann hevði fingið sítt flogfar trygt og gott á flogvøllin vendi hann sær á, og sá føroyska starvs­ felaga sín í luftini við 16 ferðafólkum umborð. Vanlukku-flogfarið fór úr Sola kl. 6:47 – sjey minuttir seinni enn ætlað. Tað skuldi millumlenda í Stord fyri at taka enn fleiri ferðafólk við. Alt sá út til at ganga sum ætlað í eygunum á Strand­ berg, sum stóð og eygleiddi hvussu flogfarið nærkaðist asfaltinum á breytini. - Hetta var ein heilt vanlig inn­flúg­ving og touchdown. Eg sá so einki óvanligt, sigur hann við VG Nett. Eingin trupulleiki Hann metti at alt gekk sum ætlað og snaraði sær síðani á. Men klokkan 7:35 kom ein flogterna rennandi og rópti um royk. Tað vísti seg, at ein starvs­felagi hjá Strandberg hevði mist tamarhaldið á flogfarinum, sum var farið út av breytini. Strandberg hevur sjálv­ur flogið við hesum flog­før­ unum síðani 1991 og hev­ur aldrin havt nakrar trup­ul­ leikar við teimum. Eftir hansara meting kundu allir flogskiparar havt lent í Stord, soleiðis sum floglíkindini vóru í morg­un. Vøllurin var eitt sindur vátur, men tað var einki at tosa um. - Tað er eingin trupulleiki at lenda upp á 500 metrar í dag, sigur hann. Hann hevur heldur ongar møguligar frágreiðingar um, hví vanlukkan hendi. Flogfarið brúkar hjól­ brems­ur, spoilarar og flapp­ar tá tað bremsar. Tað vend­ir ikki luftstreyminum øv­ugtan veg, sum onnur flogfør gera. Sá einki óvanligt Ófatiligt at slíkt hendir í fagrasta veðri Bjargingarfólk fáa eitt av skaddu ferðafólkunum á sjúkrahús