Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-10-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 195 - 10. oktober 2006 Dagurin í dag er altjóða dagur ímóti deyðarevsing. Sum kunnugt eru tíverri enn nógv lond, sum nýta hesa barbarisku revsing. Á odda eru USA, Kina, Iran og Saudi Arabia. Tað má kennast løgið hjá mongum, at USA, sum støðugt setir seg á odda fyri herferðum til tess at bøta um mannarættindi, er partur av hesum bólki av londum við einum óhugnaligum meti. Amnesty International hevur lýst dagin at vera altjóða dagur ímóti deyðarevsing, og hesum tiltaki eiga øll rætthugsandi nútímans menniskju at stuðla. Deyðarevsing er barbarisk og ómenniskjanslig og hoyrir ikki heima í einum nútímans rættarsamfelag. Gamla rættarhugsanin eyga fyri eyga og tonn fyri tonn stavar frá eini heilt aðrari tíð og einum heilt øðrum samfelagsformi. Tað eru nógvar orsøkir til ikki at góðataka deyðarevsing. Deyðarevsing eigur ikki at góðtakast av mongum grundum m.a. av tí heilt einføldu orsøk, at vandin fyri mistøkum er sera stórur. Kanningar í Bretlandi og USA hava avdúkað, at heilt nógv ósek fólk eru tikin av døgum síðan annan heimsbardaga. Bretland hevur sum kunnugt avtikið deyðarevsingina, og ein orsøkin var júst fleiri gølur um ósek fólk, sum vórðu avrættað. Afturat hesum kemur, at deyðarevsing er endalig. Eingin møguleiki er at bøta skaðan aftur, um tað eftirfylgjandi skuldi víst seg, at ein ósekur var tikin av døgum. Tað er sera gott, at A.I. setir hesa ræðuligu og primitivu revsing á dagsskrá. Í kvøld verður eitt tiltak á Margarinfabrikkini og vit loyva okkum at heita á fólk um at møta fjølment. Í ár er serstakligt fokus á USA og hetta er væl skilligt. USA er heimsins mætasta og sterkasta land – eitt land, ið á mangan hátt gongur á odda á mongum økjum. Hetta, at USA tvíheldur um deyðarevsing, ger virksemið hjá teimum, sum stríðast fyri at fáa hesa ræðuligu revsing burtur, sera trupult. Londini, sum nýta deyaðrevsing, vísa bara til USA. Hetta er pínligt og harmiligt, so mikið meira sum talan er jú lond, sum hvørki USA ella onnur demokratisk lond vanliga vilja verða samanborin við. At enda skal verða nevnt, at glottar eru: fleiri og fleiri lond strika deyðarevsingina og USA er hildið uppat við at avrætta ungfólk og menningartarnað. Vónandi fer herferðin hjá A.I at geva úrslit. Gott í tykkum. Sosialurin Avtakið deyðarevsing! Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Eftir at hava lisið greinina undir heitinum verðsligt og andaligt í Dimmalætting 21/9-06 liggur tað mær á hjarta at senda eina kær­ leiks­heilsan til allar lands­ menn mínar sum hava lært Harran Jesus at kenna sum tykkara persónliga Frels­ ara og hava takkað fyri Hans­ara fullgjørda verk á Golgata krossi. Minnist til at vit eru dýrt keypt, Gud gav einborna Son Sín sum loysugjald fyri syndir okkara. Blóð Hansara mátti renna til síðsta dropa, fyri at vit skuldu liva Efus 2- 2. Vit livdu eina ferð eftir tíðarandanum í hesum heimi eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, sum nú virka í børnum ólýdni­sins V-3. Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað sum holdið og hugsanirnar vildu og vóru av náttúru børn vreiðinnar eins og hini, Harrin hevur sett eitt mark ímillum tann trúgvandi og tann van­trúgv­ andi, teir hava ikki sama borgarskap Filip 3-20 teir hava hvør sína nattúru, Jóh 3-6 tað sum føtt er av holdi er hold, og tað sum føtt er av Anda er andi. Í Luk 16- 26 stendur um eitt stórt djúp fest sum ikki er farandi um, annað staðið loðar í eldi, hitt staðið har verður Lasarus uggaður í fangi Abrahams, so kæru gudsbørn lat heimin síggja Kristus í okkum, so tey kunna verða bjargað, árðenn tey enda í eldsjónum, har eldurin ikki slóknar og ormurin ikki doyr, og tá ið Sátan víð sínum børnum fara bygd úr bygd og royna at slætta alt andaligt niður, so lati okkum minnast, hvat tað hevur kostað av blóði og forfylgingum fyri at náa hesar oyggar úti í Atlandshavinum við evangelinum, lat heimin kenna, at tað er eitt mark ímillum okkum, ið trúgva á Jesus, og tey sum ikki gera tað, so heimurin sær ljósið frá Golgata í okkum, táíð vit ikki renna út í sama skammloysisdýki, í Danials­bók lesa vit um tríggjar menn, sum ikki vildu boyggja seg fyri tíðar­ andanum og ikki dyrka arðar gudar enn Gud himm­ al­sins. Kæru landsmenn mínir, tað sum Harrin hevur lagt mær á hjarta er, at okkara lítla tjóð tó so ómetaliga stór í virði í hjørtum okkara, bøn mín er, at Harrin skal varða okkum frá nógvum illum, sum fløðir inn yvir land okkara, og at einki annað evangelii skal fáa rúm í hjørtum okkara uttan Jesus Kristus og Hann kross­ festan, Orð Guds sigur: Tí so elskaði Gud heimin,at Hann gav Son Sín, hin einborna fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Í Jóh 5-24 stendur: Sannliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann sum hoyrir orð Mítt, og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív. Her sæst markið so týðuligt, verð tí vísur vel tann Harra Jesus Kristus, sum frelsara tín, tá er tú farin, yvir um frá deyða til lív. Bestu heilsir til allar lands­menn mínar. Malta 05.10.06 Føroyar skulu vera eitt land, har pláss er fyri øll­um. Vit vera ongantíð samd um allar lutir, og tað skulu vit heldur ikki vera, men vit mugu virða hvønn annan, og virða støðuna hjá hvørjum øðr­ um. Harðskapur loysir ongar trupulleikar. Seinastu tíðina eru nakrar ógvusligar hendingar farn­ ar fram í Føroyum, vegna tað at fólk ikki hava somu uppfatan av etiskum spurn­ ingum. Tað at ikki øll hava somu uppfatan av hesum spurningum, er náttúrligt. Men tað kann ikki góð­ takast, at hesin munur førir til harðskap. Sambandsflokkurin fer at taka málið upp og fer at við­ gera hesa sera álvar­somu støðu sum vit sum land eru komin út í. Politikkarar hava ábyrgdina av at verja bæði minnilutar og meirilutar, og henda ábyrgd skal vís­ ast í verki. Hinvegin, so hevur Sambandsflokkurin eisini søguliga latið hvønn einstakan tikið persónliga støðu, tá talan er um etisk virði. Tað mugu vit eisini virða. Føroyingar mugu ansa eftir, at etisku málini ikki blíva ein spurningur um hvør skal jagstra hvønn. Pláss skal vera fyri sam­ kyndum í okkara samfelag, men pláss skal eisini vera fyri teimum, sum vegna sína trúgv, ikki kunnu taka undir við skrásettum par­ lagi. Eisini tey sum hava framt harðskap, skulu eiga sítt pláss í føroyska samfelagnum, hóast teirra framferðarháttur í hesum máli ikki kann góðtakast. Harðskapur gongur ikki bara útyvir tann, sum hann er framdur ímóti, men hann skaðar eisini umdømið hjá øllum landinum. Sambandsflokkurin fer at taka málið upp um tann harðskapin, sum er framdur hesa seinastu tíðina, og tað sum er sagt og skrivað alment síðani tá. Umráðandi er, at pláss er fyri okkum øllum her á landi, og at øll hava loyvi til at hava sína meining, uttan at hetta skal føra til harðskap ella niðrandi útsagnir (galdandi báðar vegir). Hugleiðingar í samband við greinina Verðsligt og andaligt Hirtshals Levi Joensen Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen Pláss má vera fyri okkum øllum